Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN telf. 1 4720. 1 1820 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: FÅ Burturav våna- = FÅ ligasta sått- FÅ ” = = málaúrslitið TAÐ boðar ikki frá góðum — atgerð- arloysið hjá nýggja landsstýrinum. Hevur hurrað ein fiskiveiðusáttmála í gjøgnum við EF, sum er so munandi verri enn tann vit høvdu framman- undan; hesir somu menn sum fyri knøppum ári síðani søgdu sáttmálan við EF vera verri enn einki, søgdu hann vera burturúr vón og vit samtykkja nú ein sáttmála sum er so burturav ringasti fiskiveiðisáttmálin við EF. EIN kann spyrja hvat kann fáa menn soleiðis at hálsa um eftir einari nátt? Vit hava altíð sagt og vit vistu eisini, at Pauli Ellefsen neyvan hevði elt við at skifta støðu um tað so var beint tvørturiméti tí hann fyri lotu síðani hevði manað í sand og øsku. Og soleiðis var. VIT minnast væl hvussu Sjálvstýris- flokkurin við Hilmari Kass og Sam- bandsflokkurin mólu fyri knøppum ári síðani. Um hvussu út av lagi vána- lig úrslit menn komu heim við. Tað líktist ongum, ødrvisi hevði verið, um teir komu til. Og teir komu til. Og hvat er úrslitið. Jú so vånaligt, sum tað ongantíð fyrr hevur verið. So vánaligt, at ein samdur rækjufloti mælir til at havna tí úrsliti samráðing- armenn komu heim við, tí tað fer ikki at loysa seg at fara eftir so lítlum í Grønlandi. Ja, so skjótt bitu Sjálv- stýrismenn í halan á sær sjálvum, so lítla stýring hava teir á orðum sínum, so lítið eftirfarandi er tað teir siga. HARAFTRAT hevur Pauli Ellefsen < „ráðst so íðiliga, sekunderaður av Hilmar Kass, at teir longu hava selt laksaveiðina undir Føroyum. Hava gjørt tað bragdið, at nú skal eisini henda veiða stýrast úr Briizzel. SANNILIGA er systemskifti hent í Tinganesi, dýrt var tað. Onemanshow á danatingi Í dag 2.2.-81 kundi tú lesa í Dimmalætting, at Pauli Ellefsen fór at siga fólka- tingssessin frá sær til 1. mars. Eisini kundi tú lesa, at eingin hevði nakrantíð fingið so nógvar persónlig- ar atkveður sum P. E. Dimmalætting lat vera við at siga, at eingin fólka- tingslimur hevði nakran- tíð verið so lítið í tinginum sum P. E., og at eingin hevði nakrantíð gjørt so lítið fyri sína fólkatings- løn sum P. E. Onkur av hansara starvsfeløgum hevur enntå havt hansara frå- veru við orði. Meðan Jákup Lindenskov stríðist á danatingi fyri okkara rættindum mótvegis EEC, situr P. E. heima í Feroyum og kallar háð- andi hansara arbeiði fyri »onemanshow«. At hann ikki skammast. Henda speirekan hóskar best til seg sjálvan. Jákup tjak og meiningar Vit gera fesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Lindenskov hevur so sanniliga spælt »oneman- show< síðan teir blivu valdir, — hann hevur jú verið einsamallur har niðri alla tíðina. Og nú gevur P. E. frá- farnu skuldina fyri sítt soltna úrslit í Bruxelles. Hetta er verri enn tá smá- dreingir berjast. Henda mann mugu vit kalla log- mann. Gud náði okkum. X. Viðmerking til leggjan av Smyrli Í samreðu, sum útvarps- maðurin hevði við Olaf Olsen ráðharra fyri Strand- ferðsluna í miðvikuni, segði hann, at manningin á Smyrli ikki fekk sekkin beinanvegin, men kundi sleppa at umvæla Smyril og Teistan. Hetta kann ljóða gott í oyrunum á fólki. Vit vilja ongan gera arbeiðsleysan, jú mín sann. Nei, sannleikin er tann, at kundi kapitalistarnir í landsstýrinum sparka alt fólki til hús beinanvegin, so gjørdu teir tað við gleði. Men har kom okkara sterka og dugnaliga starvsmannafelag til hjálpar. Um vit ikki hevdu 3 mánaða uppsagnarfreist, so fór ein uppá standandi fót. Tí fari eg at heita á allar manningarnar á strand- faraskipunum um at standa saman um starvs- mannafelagið. Tað er okkara einasta verja nú Óli Breckmann stjórnar Føroya landi. Syndarligt. Hann sum vil drepa fakfeløgini og eina fyrst starvsmannafelagið. Í felag vinna vit alt — í sjálvdrátti einki. Til seinast hvat siga handverkara og arbeiðs- mannafelagið til at starvs- mannafelagslimir og teir avhoppaðu kifarnir gera teirra arbeiði at umvæla Smyril og Teistan? Eg bara spyrji. ; Við tøkk fyri upptøkuna. Starvsmadur Flakavirkid å Sandi Nu talanin um at gera flakavirki synist at bliva veruleiki, vil eg nyta høvi at gera vidmerkingar til rættleikan i at fremja eitt tilikt tiltak. Flakavirkid í Skopun tók ímóti 2700 tonsum í fjør. Hetta er langtífrá nóg mikið til at virkið kann klárað seg fíggjar- liga. Av hesum 2700 tons- um hevur Hvannhólmur landað 600 tons, restina, t.v.s. eini 500 tons, hevur hann vegna vánaligar um- steður í Skopunar havn, noyðst at landa aðra- staðni. Bátar á Sandi hava landað eini 1000 tons (við fyrivarni), so av hesum síggja vit, at um eitt flaka- virki kemur afturat, verð- ur ov lítið av ráveru. Stjórin á P/F Borgin nýtti sum argument, at havnin fer at kosta einar 20 mill. kr. alt í alt, og hesar ílegur verða ikki gjørdar til einkis. Menn eru hugaðir at keypa bátar og arbeiðsloysið er stórt millum kvinnur og menn á Sandi. Hetta, at havnin verður útbygd, hevur í sjálvum sær onki við út- byggingina av flakavirk- inum at gera. Tess fleiri bátar koma til Sands, tess meiri arbeiði verður til menn á Sandi og tess meiri arbeiði verður til kvinnur á Sandi, sum frammanundan arbeiða á flakavirkinum í Skopun. At tær eru arbeiðsleysar til tíðir, kemst fyri ein part av at flakavirkið ikki fær nógmikið av ráveru. Um eitt flakavirki kemur afturat, ger tað bert tað, at bæði flaka- virkini aldrin koma upp at standa fíggjarliga. Og hvar er tá sokallaða sunna vinnulívið, Eyðun. Sostatt er talan um eitt flakavirki heilt burturvið. Heldur skuldu vit við okk- ara stásiliga bygningi roynt at hugsa um eitt virkið, har vit kundu >for- edlað< fiskin, ella kanska fingið onkran annan ídnað í gongd. Moeguleikarnir eru nógvir. At vit tosað um at gera eitt flakavirki afturat kemst bert av, at vit frá almennari síðu hava ov lítla planlegging og at okkum tervar upplýsing um aðra vinnu. Sjómaður Hvat skulu vit gera? Áhugavert er at síggja blødini. Ymiskt er sum fólk hava sína uppfatan. So vil tað jú altíð verða. »Så mange sjæle, sá mange sind«. Ein må smil- ast fyri seg sjålvan, tå ein lesur viðmerking frå Vil- helmi Johannesen — Liv- leysur liggur fólkaflokk- urin á sambandsleypinum. Ja, tað lirrar ikki í honum. Vilhelm dugir væl at greiða støduna — sum altíð. Tí haldi eg tað vera skeivt at jarðleggja Atla Dam, sum er javnaðar- maður, einsamallan fyri at ov nógv av peningi er brúkt. Tað er at tileinkis- gera Fólkaflokkin og teir menn, sum altíð halda seg vera eitt sindur fínari — ella, sum Marius Joahnne- sen plagar at siga, teir halda seg til tað frægara slagið í samfelagnum. Ja, so kom dagurin, har Smyril bleiv lagdur fyri veturin. Hetta tykir mær syrgiligt, men sjálvandi, var undirskotið ov stórt, so kundi tað ikki forsvar- ast. Men nógv kundi verið betur, um øll hevdu verið positiv viðv. at sett alt inn uppá, at vetrarferdaætl- anin skuldi koyrast at enda. So kundu fleiri bundið seg til at havt hann fast at flyta. Men alla tíðina hevur tað jú verið at sæð í útlendskum blødum, at nú fór båturin at gevast osfr. Verri re- klama fyri ein byrjunar- verk kann ikki fáast. Hugsa um avleiðingarnar ! Hvat við ellum hesum fólkunum, sum verða arbeiðsleys — vit skulu jú øll liva. Persónliga dugi eg ikki at skilja, at tað íkki skal loysa seg at flyta farm og fólk, serliga tá Feroyar liggja so avsíðis — vit skulu jú hava so nógva veru frá útlondum. Og sjálvi senda vit av landinum. Og so tað sum var í Aberdeen, Hanst- holm og Stavanger. Er tað so, at Smyril er 6h6skandi, kundu vit fingið eitt meira hóskandi skip til komandi vetur. Onki er verri enmn arbeiðsloysi, hvat skulu vit gera? Í Danmark kann ein fáa arbeiðsloysisstuð- ul. Hetta er eitt tað fyrsta, Pauli Ellefsen má fáa greitt úr hondum, nú tað verða so nógvar tómar Framhald á síðu 7 NREN Te mere