Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN: Síða 7 FEC-såttmålin samtyktur Ein nyggjur sinamillum fiskiveidusåttmåli millum Føroyar og EEC varð samtyktur tysnåttina. 17 tinglimir atkvøddu fyri. 2 limir atkvøddu im6ti sått- målanum. Uppskotið til såttmålan varð lagt fyri tingið måna- kveldið og ynskti lands- stýrið, at málið varð av- greitt, áðrenn tingið fór heimaftur. Vit prenta her álit í log- tingsmáli nr. 26/1980 (vetrarting): Skipan millum Føroyar og EEC um sínamillum fiskirætt- indi í 1981: Málið varð lagt fram av landsstýrinum 9. februar 1981 og undir 1. viðgerð sema dag beint í Markn- aðarnevndina. Meirilutin Hilmar Kass, Eli Nolsee, Jógvan Sund- stein og Svend Áge Ellef- sen mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Minnilutin (Petur Reinert og Ove Mikkelsen) metir henda sáttmála vera ónýtiligan — bæði av tí, at vit skulu lata ov nógv, serliga av botnfiski, sum vit ikki hava ráð at lata nakað av, og av tí at vit fáa ov lítið afturfyri. Hesin minniluti kann tí ikki mæla tinginum til at samtykkja uppskot lands- stýrisins til samtyktar. Serstakliga vilja vit mæla frá, at tingið góð- tekur, at EEC leggur seg út í reglurnar fyri fiski- vinnu á feroysku landleið- ini. Minnilutin (Atli P. Dam) vísir til, at einki er komið fram, sum bendir á, at nóg mikið er roynt fyri at fáa í lag eina fyribils- skipan, sum loyvdi upp- afturtøku av fiskiskapin- um, meðan samráðst varð um eina endaliga kvota- skipan og vísandi til, at vit í hesum sáttmála mugu bera alt ov stóran niður- skurð í rækjuveiðu eyst- anfyri og vestanfyri i Grenlandi og vísandi til, at eitt rímu- ligari býti av makrelnøgd- ini átti at givið Feroyum munandi sterri makrel- kvotu og vísandi til tær sterku avmarkingarnar, sun liggja i nyggju veidiregl- um EEC's (Vestmakrelur bert í VIa og ikki í IV) og vísandi til, at legtingið ikki kann góðtaka uppi- legging frá EEC mótvegis feroyskari laksaveiðu, sum treyt fyri at gera sínámillum sáttmála, samtykkir legtingið fylgj- andi uppskot til samtyktar Legtingið biður landsstýr- ið boða frá til EEC, at sáttmálin ikki nóg væl gongur føroyskum áhuga- málum á meti, og at lands- stýrið tí ynskir uppaftur- tøku av samráðingunum fyri at fåa rættad tey ring- astu brekini. Marknadarnevndin, 10. februar 1981 Hilmar Kass, Eli Nolsøe, Jógvan Sundstein, Åge Ellefsen, Atli P. Dam, Petur Reinert og Ove Mikkelsen. Framhald av síðu 6 hendur. Hvar peningurin skal koma frå, må hann, sum situr i hægsta sessi i landinum sjálvur finna útav. Nú hevur Pauli Ellefsen sagt fólkatingssessin frá sær til 1. mars 1981. Hví segði hann ikki sessin frá sær, áðrenn, so at ein maður sat har og rekti tað, hann varð valdur til. Og ikki latið Jákup Linden- skov stríðst fyri báðar. Jú, tað er ein frágreiðing: Við at bíða til 1. mars fær Pauli Ellefsen somikið meira í løn, tí tá eru 4 ár farin. At hann persónliga skal hava mest meguligt fyri minst meguligt, man mangur hava funnið útav. Hjá Paula er ongin sam- kensla hjá honum, sum situr á berum steinum. Og nær síggja vit nakað alter- nativ, nú Pauli hevur trýst allar til såiis og sjálvur stendur við buktini um báðum endun- um. Veljari skrivar lesarabræv i Dimmalætt- ing »Hann skuldi vita tað< Ógvuliga ljótt borið fram. Atli Dam spyr Paula Ellefsen, hvat stóð í grunnum legtingsins 1975 og hvat stoð í 1980. Atli Dam veit, hvat stóð í grunnunum, men tað er fyri at Feroya fólk skal vita tað, at hann spyr um hetta, tað er tað, eg fái burtur úr hesum fyri- spurningi. At enda vil eg fegin minna Paula Ellefsen á, at til næstseinasta legtings- val helt hann eina stóra »svadu« til agitatión um, hvussu keðilgt tað var fyri eina mammu, sum mátti arbeiða úti. Tær sluppu ikki burtur úr tí aftur, tí at tað altíð komein skatta rokning árið eftir. Hetta vildi Sambandsflokkurin gera nakað við. Hetta vóru vekur orð, tyktist mær tá. Nú eri eg sjálv komin í tað steðu, eftir at hava arbeitt úti í fleiri ár og klár hverjum sítt, at arbeiði mítt ikki er til longur, og tí havi eg onga innteku longur. Og onki til at gjalda skattarokningina, sum skjótt kemur, við. Hvat skal eg gera? Tað vísir seg ómeguligt at fáa nakað arbeiði. Vónsvikin samfelagsborgari Nú er tað bert ein spurningur nær rækjuskipini skulu leggjast Felagið Rækjuskip viågjørdi í vikuni nýggja sáttmálan millum Føroya og EEC. Felagið gjørdi hesa samtykt: Á fundi í felagnum Rækju- skip í gjárkveldið tann 8. februar 1981 varð spurningurin um rækju- veiðu feroyinga í Gren- landi í ár viðgjerdur, aftaná at felagið frá lands- stýrinum hevði fingið at vita, at tann kvota, ið fer- oyingum kann lutast til í ár, eru 600 tons undir Vestur-Grenlandi og 1.209 tons undir Eystur- Grenlandi. Tað var full semja á fundinum um, at hetta »tilbodid« als ikki kann verða góðtikið. Tosað varð aftur og fram um, hvussu henda syndarliga negd kundi býtast millum tey 15 rækjuskipini. Semja var um ikki at gera nakað endaligt býtið, tá í roynd og veru einki var at býta, men skal tó leggjast afturat, at verður hetta tann endaliga negdin vit fáa í ár, roknar felagið við, at tað fer at bera til at fáa limirnar at semjast um eitt býtið. Tá stoðan hjá rækju- skipunum er so álvarslig, at tað -ber er ein spurn- ingur um nær tey skulu leggjast, halda vit tað vera uppá sítt pláss í stuttum at draga fram, hvat hent er við rækju- veiðuni í Grenlandi sein- astu árini. Fyrstir at veiða rækjur Tað var í 1969, at feroy- ingar sum einasta tjóð byrjaðu rækjuveidu til havs í Grenlandi og vóru ongar aðrar tjóðir umboð- aðar í hesum fiskiskapi tey tvey fyrstu árini. Í 1971 byrjaðu norð- menn og danir so smátt. Síðani hava feroyingar sum kunnugt bygt ein nú- tímans flota av rækju- skipum. Í 1977 var fyrsta árið ræ; 'ukvota varð ásett í Grenlandi, og vóru nøgdirnar tå so stórar og fingu føroyingar 12.000 tons i kvotu. f 1978 fall kvotan til 8.500 tons og var i 1979 komin niður i 4.100 tons. Hetta minkar i 1980 nidur i 1880 tons og i år eru vit komnir nidur å 600 tons i Vestur-Grønlandi. Vert er eisini at gera vart við tann stóra mun ið er gjørdur á føroyingum og norðmonnum, hvat rækjuveiðu í Grenlandi viðvíkir. I 1980 vingu norðmenn í Vestur-Grenlandi = 2.500 tons, og sum royndarfiski- skap í Eystur-Grenlandi fingu teir tillutað onnur 2.500 tons. Sum nevnt høvdu føroy- ingar 1880 tons i Vestur- Grønlandi i fjør, og loyvi til royndarfiskiskap í Eystur-Grønlandi uttan avmarkingar. Aftanå at vit høvdu fiskað góð 3000 tons Eystur-Grenlandi, fingu vit tillutað 2.000 tons afturat, men hetta hendi so seint á árinum (sept./okt.), at tað var ógjerligt at fiska seinnu negdina upp. Skuldi sama lutfallið verið millum feroyinga: og norðmenn í ár, sum í fjør, skuldu vit átt 752 tons í Vestur-Grenlandi og 6.000 tons í Eystur- Grenlandi, ella tað dupulta av tí sum norðmenn hava fingið til- lutað. Fylgt reglunum Vit hava loyalt fylgt teimum reglum sum ásettar hava verið fyri rækjuveiðu í Grenlandi, og sum landsstýrið minn- ist, góðkendu vit seinasta summar at taka øll rækju- skipini aftur frá Eystur- Grenlandi við so gott sum ongari freist, hóast at menn vóru samdir um, at vit neyvan vóru legfreðis- liga bundnir til tað. Hetta hendi eftir gronlendskum kravi, og í staðin fyri við EEC í rygginum at halda uppá okkara rættindi Grønlandi, valdu vit at! eftirlíka tí grenlendska kravinum. Nú tá tað stendur um, annaðhvert vit skulu missa skipini, eila ikki, hava vit hverki hug ella ráð til at góðkenna fram- ferðina í rækjukvota-být- inum. Vit eru greiðir yvir, at hevuðsgrundin til at norð- menn verða so væl við- farnir í Grenlandi í mun til okkum, óiva er tann, at teir hava meira at lata í Norðursjónum (idnadar- fisk til danir). Vit eru harafturat sann- ferdir um, at vit ikki hava ráð til at lata fisk móti fiski í kvotabýti, men sjálvir halda vit, at vit hava okkurt at vísa á sum argument í kravi okkara um at yvirliva. NATO og Feroyar Hóast Feroyar okkum kunnugt ongantíð eru vorðnar limur av NATO eru ikki minni enn 2 NATO-steðir í Feroyum, ið eftir hvat vit hava skilt, hava reiðiliga stóran týdn- ing fyri NATO-felags- skapin. Vit hava ongantíð kravt og ei heldur fingið nakað afturfyri hesar stød- ir, og halda vit tað fyri so vítt vera í lagi. Kortini mugu vit nú, tá tað stendur um lív hjá okkum, krevja at tey somu lond, sum vit eru við til at verja við hesum NATO-steðum, halda uppat við at taka lívs- grundarlagið undan okkum Vit ynskja ongan pening fyri NATO-steð irnar, men bert rættin * at yvirliva, tað vil siga rættin til at fiska. NATO — EEC — Føroyar Tað er ti eitt einmælt kra: frá okkara felag, at lancs- stýrið og legtingið beinan- vegin gera ECC greitt, á fáa vit ikki betri semdir. 138 hvat fiskiskapi í EEC- sjógvi viðvíkir, kemur EEC at fåa álvarsligar trupulleikar vid ti partin- um av verjuni, sum liggur í Feroyum Við hávirðing Felagið Rækjuskip