Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 152 - 13. august 2002 Nr. 152 - 13. august 2002 7 Fyrsta innleiðandi umfar í Nósa Barna- prixnum fór av bakkastokki leygar- kvøldið. Badminton- høllin í Havn var karmur um fyrsta umfarið, sum fyri- reikararnir eru stak væl nøgdir við TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Undirtøkan til Nósa Barna- prix 2002 hevur verið ógvuliga góð. Barnaprixið er fyri børn, sum eru mill- um 7 og 14 ár, og er hetta fyrsta ferðin eitt barnaprix er á skránni her á landi. Fyrsta umfar av teimum sjey innleiðandi var í Bad- mintonhøllini leygarkvøld- ið. Heilt fitt av fólki var møtt upp, men siga fyrireikararnir, at tað væl kundu verið meira. – Nú var veðrið so gott og Ovastevna var í Nólsoy, so tað kann vera tað, sum eisini hevur spælt inn, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyrireikarunum til Barnaprixið. – Men vit eru stak væl nøgdir við gongdina. Børn- ini dugdu ógvuliga væl at syngja, og eg varð ógvuliga ovfarin av teimum. Her eru púra vist nakrir av okkara framtíðar sangarum. James og Angela vóru frásøgufólk í Badminton- høllini, og hetta megnaðu tey væl. Tó vóru summi hørm um, at atgongumerki kost- aði 100 krónur, men hin- vegin vistu tey ikki, at børn undir skúlaaldur sluppu ókeypis inn, skrivar pop.fo millum annað. – Vit høvdu tíverri ikki gjørt hetta greitt fyri fólki, men tað ætla vit at bøta um. Til næstu kapping fara vit eisini at gera eitt serligt familjuatgongumerki, so tær ikki skulu gjalda so nógv fyri tiltakið, sigur Mark Joensen við pop.fo Og í fyrsta umfarinum var fyrsti vinnarin sjálvandi eisini kosin. Tað gjørdist 13 ára gamli Bjarki Hansen av Argjum. Kappingin var sera hørð og spennandi, og var hann bara nøkur fá stig frammanfyri Kristel Lis- berg. Næsta innleiðandi umfar verður á Kambsdali í ítrótt- arhøllini komandi viku- skifti. Atgongumerki fáast longu í forsølu á Kunning- arstovuni í Runavík og í Shell-støðunum í Eystur- oynni. Barnaprix 2002: Her eru okkara framtíðar sangarar Fyrsta innleiðandi umfar til Nósa Barnaprix 2002 var í Badmintonhøllini í Havn um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Kring landið hevur verið friðarligt um vikuskiftið. Tað upplýsa tær ymsu politistøðirnar kring landið. Politistøðin við Sandin í Klaksvík sigur, at har norðuri hevur stórt sæð verið friðarligt. Herverk var tó gjørt á ein gamlan bil, og noyddist løgreglan í Klaksvík eisini inn í eini hús at blaka ein fullan mann út. Í Eysturoynni hevur eis- ini verið friðarligt. Onkur varð tikin fyri ferð, okkurt smávegis ferðsluóhapp og eisini vóru nakrir tiknir fyri spirituskoyring. Grind í Hvalba Sunnudagin var grind í Hvalba. Talan var um 89 hvalir, sum samanlagt góvu 492 skinn. Grindin gjørdi ikki landgongd, og drápið vardi í 20 minuttir. Og eitt korter áðrenn klokkan fýra var liðugt. Upplýst verður av politi- støðini á Tvøroyri, at nógv av fólki var við til drápið. Grindin varð býtt út til alla oynna. 5186 partar skuldu suðuroyingar til- samans deilast um. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Leygarmorgunin koyrdi ein 19 ára gamal drong- ur útav millum Gamla Enda og Lambafellið. Drongurin var á veg norðureftir, tá óhappið hendi. Hann varð slongdur út úr bilinum, og lá á vegnum við síð- una av bilinum, tá løg- reglan kom á staðið. – Førarin hevði mist tamarhald á bilinum, og hevði koyrt yvir í hina síðuna á vegnum, har hann síðani er farin útav, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Drongurin hevur helst ligið leingi áðrenn óhappið er fráboðað, tí bilurin var kaldur, og tað var hann eisini. Hann hevði fingið smærri skaðar á høvd og kropp. Politiið sigur, at tað er onki sum bendir á, at talan er um spirituskoyr- ing. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Um átta tíðina fríggja- kvøldið fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein kona hevði rent á nakrar parkeraðar bilar uppi á Oyggjarvegnum. Konan, ið ætlaði sær norðeftir, broytti mein- ing og fór suðureftir aftur. Hon rendi á ein bil, og skumpaði í ein annan. Síðani stakk hon av. Politiið fann konuna aftur í býnum, og hon verður skuldsett fyri spirituskoyring. Suðuroyingar fingu grind Ferðsluóhapp: Skaðar á høvd og kropp Spirituskoyring: Rendi á parkeraðar bilar LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn frá- boðað, at herverk var gjørt á millumbygningin í SMS. Talan var um tveir knústar dupult glasrútar. Hol var ígjøgnum annan rútin, meðan hin var sprekk- aður. Helst eru tað stein- ar, ið eru kastaðir á rút- arnar. Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er. Annars verður sagt av politigarðinum í Havn, at hampuliga friðarligt hevur verið um viku- skiftið. Onkur smáherverk, og eisini hevði onkur fingið húsini hjá sær maksað út. Og hóast stóru undir- tøkuna á Ovastevnuni í ár, hevði løgreglan onki at gera har úti. Ongin var sendur til Nólsoyar, tí løgreglan hevði ikki manning til tess, men tað var lukkutíð, heldur ikki tørvur á løgregluni úti í Nólsoy um viku- skiftið. Vakthavandi á politi- støðini sigur tó, at um tørvur hevði verið á løg- regluhjálp úti í Nólsoy, plagar Skipasmiðjan at sigla menninar út við skúmaranum. Herverk í SMS – Vit ivast stórliga, um tað er rætt at játta pening til SVF á fíggjarlógini, og er neyðugt við 70 millión- um til stovnin fyri at liva upp til endamál- ið, so má bera til at broyta endamálið so- leiðis at peningatørv- urin minkar, sigur Óli Breckmann, for- maður í tingbólki Fólkaflokksins SVF Jústinus Leivsson Eidesgaard Fólkaflokkurin er slett ikki heitur fyri at Sjónvarp Før- oya kemur á fíggjarlógina og Óli Breckmann, for- maður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum sigur, at tinglimir flokksins eru meira enn ivasamir í um tað er rætt, at Sjónvarpið kem- ur á fíggjarlógina. Mikkjal Helmsdal, sjón- varpsstjóri er komin fram við, at um endamálið hjá sjónvarpinum skal røkkast, at sent skal verða tað sama sum í dag, at alt tilfarið skal verða føroyskt ,og alt sum sent verður skal tekstast, so er kostnaðurin 70 milliónir krónur. Inntøkugrundarlag- ið hjá sjónvarpinum í dag er 23 milliónir krónur. – Eg ivist stórliga í, um tað eru 70 milliónir í lands- kassanum at brúka til Svf. Um so er, so er nógv annað, sum hesin peningur kann nýtast til, millum annað at bera peningin aftur til skattgjaldaran, sum hevur goldið hesar 70 milli- ónir ov nógv í skatti, sigur Óli Breckmann Endurskoða endamálið – Vit í Fólkaflokkinum er meira enn ivingarsamir, um tað er rætt at koyra Svf á fíggjarlógina, og harvið fjerna alla kenslu hjá borg- aranum av hvat sjónvarpið kostar. Svf førir fram, at teir kunnu ikki liva upp til mál- setningin, um teir ikki koma á fíggjarlógina. Og mál- setningurin er settur pol- itiskt av millumannað Fólkaflokkinum? – Tað er rætt, men um so er, at málsetningurin ikki kann røkkast við verandi fíggjarkarmi, so má bera til at umdefinerað málsetning- in politiskt, um so er at hann vísir seg at vera ov bjartskygdur, sigur Óli Breckmann. Hvussu skal hann um- definerast? – Vit mugu finna heilt onnur konsept fyri hvussu vit gera sjónvarp í Føroy- um. Tað eru ikki umstøður til at gera sjónvarp upp á allar dýrasta almenna mát- an í Føroyum. sigur hann. Tíðindaparturin av sjón- varpinum er dýrast partur- in av rakstrinum. Er tað rætt, at sjónvarpið nýtir so nógv upp á tíðindaflut- ning? – Nei, tíðindaflutningur- in átti at kunna verið gjørd- ur á annan hátt aðrastaðni. Um sjónvarpið klárar seg so illa fyri 23 milliónir, so frestist eg at trúgva, at teir klára seg tríggjar ferðir verri við 70 milliónum. Takk fyri seinast Er støðan millum Fólka- flokkin og Sjónvarpið broytt nakað síðan upp- gerðina millum løgmann og sjónvarpsstjóran í seinastu viku? – Tað haldi eg ikki, at vit kunnu siga. Tú kann ikki føra ein politikk útfrá hvus- su tú dámar ein tíðindaflut- ning, ella hvussu tær dámar innihaldið í einum stovni. Tú má brúka somu reglur fyri hvussu tú játtar ella ikki játtar til ein stovn sum sjónvarpið sum til aðrar stovnar, sigur hann Støðan hjá fólkaflokki- num til um Svf skal koma á fíggjarlógina er ikki takk fyri seinasti til stríðið mill- um løgmann og sjónvarps- stjóran? – Av gjørt ikki. Vit hava slett ikki broytt støðu yvir- høvir. Vit hava mælt til, at Svf klárar seg sjálvt fíggjarliga við teimum inn- tøkum, sum teir hava møguleika at vinna sær. Og at skattur í minst møgulig- an mun verður brúktur til at kamuflera tann veruliga kostnaðin av sjónvarpinum, sigur hann. Tú hevur ofta fyrr verið rættuliga avgjørdur um al- mennar fjølmiðlar, skulu vit framhaldandi hava al- mennar fjølmiðlar? – Um vit skulu hava fjøl- miðlar, eitt landsútvarp og eitt landssjónvarp, so skulu vit í mest mun halda okkum til public servis funktiónin og síðan yvirláta undirhald, stuttleika og annað til onnur á sama øki. – Vit í Fólkaflokkinum vilja í mest møguligan mun hava, at sjónvarpið kann liva av sínum egnu inntøk- um, soleiðis at fólk føla hvat sjónvarpið kostar. Vit mugu gera okkum pínliga greitt, at tað ganga ikki nógv ár, fyrr enn fólk rinda fyri ta tíð tey hyggja sí sjónvarp ella lurta eftir út- varpi, fyri ta tí tey hava eina rás tendraða sum eitt brúk- aragjald. Nýta fólk sjón- varpið í ein tíma ein dag, so gjalda tey fyri tað, og hava tey so hug at skifta yvir á Føroya Tele, so gjalda tey á sama hátt fyri tað, sigur Óli Breckmann. – Vit halda tað er skeivt at fara at byggja ein al- mennan mastodont, ein út- reiðslurisa risa, sum er av- oldaður áðrenn hann er út- bygdur. Vit vita jú ,at teir almennu umdrejningarin eru ikki so kvikir. At hava eitt forkromað alment sjón- varp hjá mentanaelituni, hjá tí mentanarliga úrvals- liðnum at hava háls og handsrætt yvir, tað ber slett ikki til. 70 milliónir krónur eru so nógvir pengar, at tað er nógmikið til at hava 200 fólk í starvi. – Um sjónvarpið ikki klárar eitt betri inntøku- grundarlag við verandi skipan, har teir við lóg taka pengar fyri tað teir senda, so er tað fullkomiliga vilt, at teir skulu sleppa at taka tríggjar ferðir so nógvar pengar, eisini við lóg, frá hvørjum føroyskum húsar- haldi. Óansæð hvussu sjón- varpið fær pening frá tí al- menna, so er talan um eykaskatt til borgaran og er tað meiningsleyst at verða tvangskravdur eftir verandi sjónvarpsgjaldi, so verður tað tríggjar ferðir meira meiningsleyst at verða kravdur fyri tað sum svarar til 70 milliónir, bara fyri at náa einum politikum mál- setningi, sum sjálvandi eis- ini má kunna regulerast akkurát sum eitt sjónvarps- gjald verður regulerað, sig- ur hann. – Vit í Fólkaflokkinum eru vanliga ógvuliga iva- samir um tiltøk, sum eru sterkt alment stuðlað, tí í slíkum førum hevur borgar- in ikki ein møguleika fyri at verja seg. Eg haldi tað er sera umráðandi, at fólk merkja kostnaðin av einari og hvørjari tænastu bein- leiðis og fólk tí kann taka støðu til út frá tí kostnað, sum tey halda vera í lagi ella ikki verða í lagi, um tey vilja halda fram við at brúka hesa tænastu ella ikki. – Kamuflerar tú, dylir tú tann veruliga kostnaðin av SVF og nærum oysir ótald- ar milliónir í stovnin, so er tað nærum ómøguligt at vita hvat í ein slík tænasta kostar, sigur Óli Breck- mann. SVF Jústinus Leivsson Eidesgaard Nýggi sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal hevur gjørt sítt heimaarbeiði og hevur greinað út hvat tað kostar at náa endamáli- num hjá Sjónvarpinum. Men um málsetningurin skal umdefinerast, tað let- ir hann politikkararnur um at avgera. – Vit hava lagt upp fyri Mentamálaráðnum, at far- ið verður undir viðgerðina av endamálinum hjá Sjón- varpinum. Skulu vit senda tað sama sum í dag og alt skal verða føroyskt og føroyskað, so er prísurin 70 milliónir krónur. Hetta hava vit sett fram sum eina visión fyri at byrja eina samrøðu, sigur Mikkjal Helmsdal, sjón- varpsstjóri. – Sum eg skilji, so ætlar mentamálaráðharrin at fara undir eina breiða viðgerð við flokkarnar á tingi um framtíðina hjá sjónvarpinum. Eg hevði ein fund við Mentamála- ráðið hósdagin, har eg greiddi frá upplegginum og nú liggur bólturin hjá Mentamála- ráðnum, sigur Mikkjal Helmsdal. Sjónvarpsstjórin bíðar eftir tingmonnum Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri Mynd: Finnur Justinussen Fólkaflokkurin: Vil neyvan hava SVF á fíggjarlógina Óli Breckmann húsligur á Gamla Apotekinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6