týsdagur 13. august 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 152 - 13. august 2002
Nr. 152 - 13. august 2002
9
Leygarkvøldið vóru
sløk 600 fólk í dansi í
tjaldinum í skúla-
garðinum, har Terji
og nólsoyingar
spældu og undir-
hildu.
BYGDASTEVNA
Vilmund Jacobsen
Tað var áhugavert at upp-
liva ovastevnuna í ár frá
byrjan til enda.
Í stevnuvikuni, stákaðust
nólsoyingar við at mála og
frýðka um, so tey mongu,
sum væntandi leitaðu sær
um fjørðin, skuldu uppliva
eina nossliga bygd, har
blíðskapur og vinsemi er í
hásæti. Deiligt var at teljast
millum teirra, sum í stevnu-
vikuni fingu nakrar ábøtur
frá hondini, sum hava ligið
á láni. Fólk vóru í góðum
hýri, og hjálpsemi var stórt.
Veðurgudarnir
boðaðu
frá góðum veðri, bæði
fríggjadagin og leygardag-
in, og øll tóktust vænta, at
hetta fór at verða stevnan,
sum setti øll met. Sunnu-
dagin lovaði hann tó nakað
av vindi, men tað var líka
sum, at einki kundi sløkkja
vónirnar um eina góða
stevnu, frá fyrsta degi til
tann seinasta. Og hesaferð
»taptu« veðurgudarnir eis-
ini so dyggiliga, tí sunnu-
dagurin var eins góður sum
fríggjadagurin og leygar-
dagurin – við bæði sól og
nógvum hita.
Sunnumorgunin sótu fólk
úti í sólini, og gekk tú fram
við, har tey familjur vóru
samlaðar, fekst tú bæði mat
og drekka. Onkur bjóðaði
turran fisk og snaps!
Ein lítil ólavsøka
Tað skerst ikki burtur, at
millum
bygdastevnurnar
kring landið, verður ova-
stevnan ógvuliga væl vitj-
að. Kanska eitt sindur løgið
at hugsa sær, tá ið havt
verður í huga, at stevnan
liggur eftir ólavsøkuna, og
fólk tískil áttu at verið
stevnutroytt. Líkt er tó til,
at fólk »goyma« sær sein-
astu orkuna til ovastevnuna,
sum nú hevur verið hildin
fleiri fylgjandi ár.
Ovastevnan minnir um
eina »lítla« ólavsøku, har
fólk koma út um fjørðin at
hugna sær og práta við vin-
ir
og
kenningar.
Um
stevnuskráin er stór ella lít-
il, er neyvan so avgerandi
fyri gestirnar. Hinvegin
hevur tað ivaleyst týdning
fyri peningaliga endamálið
við stevnuni, at fólk hava
høvi at sleppa sær av við
nakrar krónur. Men tað,
sum í fyrsta lagi er avger-
andi fyri talið av vitjandi, er
veðrið, og tað kundi á ong-
an hátt verið betur enn sein-
asta vikuskiftið.
Sløk 600 fólk í dansi
Enn er ivaleyst nakað tíð-
liga at siga, hvat komið er
burtur úr ymisku tiltøkun-
um, sum vóru, men neyvan
er nakar ivi um, at stevnan í
peningi eisini man hava sett
øll met.
Tey størstu stevnutiltøk-
ini var dansurin fríggja-
kvøldið og leygarkvøldið í
tjaldinum í skúlagarðinum,
kabarettin í Royndarhúsi-
num og tivoli á Nýggjavegi.
Fríggjakvøldið
spældi
Countrybólkurin úr Klaks-
vík,
og
leygarkvøldið
spældu Terji og nólsoying-
ar.
Sunnumorgunin spurdu
vit ein av fyrireikarunum,
hvussu nógv atgongumerki
vórðu seld til dansin leyg-
arkvøldið. Hesin metti, at
talið táttaði í 600. Tað er
sama tal, sum eitt rímiliga
gott dansikvøld í Gunda-
dalshøllini í Havn!
Felagssangurin
undir
Mikkjalsveggi
leygar-
kvøldið og fýrverkið beint
eftir, var eisini serstakliga
væl eydnað. Her var so
nógv fólk savnað, sum ong-
antíð áður.
Ein »býur« av bátum
Umframt tey 2400 fólkini,
sum Rytan flutti um Nóls-
oyarfjørð, vóru so nógvir
bátar á Nólsoyarvík leygar-
kvøldið, sum eingin hevur
sæð áður.
Regattasiglingin,
sum
byrjaði á Eiði, endaði í
Nólsoy seint leygardagin.
Nógvir bátar komu eisini úr
Havnini og av Skálafjørði-
num.
Ein sera væleydnað ovastevna í besta summarveðri
- Hetta er tað mesta,
eg veit um, at Ritan
hevur siglt við eitt
vikuskifti, sigur
Dánjal Húsgarð,
skipari.
BYGDASTEVNA
Vilmund Jacobsen
Neyvan nakrantíð áður
hevur so nógv fólk verið í
Nólsoy eitt vikuskifti,
sum seinasta vikuskiftið,
tá ið ovastevnan varð
hildin í fagrasta summar-
veðri.
Dánjal Húsgarð, skip-
ari á Rytuni, sum røkir
farleiðina um Nólsoyar-
fjørð, sigur, at hann loysti
av á middegi síðsta
fríggjadag, sum tey fyrstu
tiltøkini á stevnuni fóru
av bakkastokki út á
seinnapartin og kvøldið.
- Frá tí, eg kom umborð
og til seinasta túr sunnu-
kvøldið, fluttu vit ikki
færri enn 2400 ferðafólk
um Nólsoyarfjørð, og tað
er »enormt«, sum hann
tekur til.
Hann sigur seg ikki vita
um, at Ritan nakrantíð
áður hevur siglt við so
nógvum ferðafólkum eitt
vikuskifti.
- Tað er so ikki hent í
mínari tíð umborð á
skipinum, leggur hann
aftrat.
Nógv fleiri enn í fjør
Dánjal sigur, at á ova-
stevnu í fjør, sum var
metár í ferðafólkatali til
og úr Nólsoy, sigldi Ritan
við umleið 1200 fólkum,
men hesaferð var talið
tvífalt so stórt.
Sambært ferðaætlanini
um stevnuna, vórðu sjey
túrar lýstir at verða leyg-
ardagin og sunnunáttina,
men hetta var ikki nóg
mikið til tann nógva
flutningin, ið var.
- Tá ið vit eru fýra
mans umborð um summ-
arið, hava vit loyvi at
sigla við 125
ferðafólkum, men tað
hendi fleiri ferðir, at øll,
sum bíðaðu á bryggjuni,
ikki sluppu við; tá sigldu
vit nýggjan túr, soskjótt
lýsti túrurin var sigldur.
Dánjal sigur, at neyð-
ugt var at skifta manning,
tá ið leið út á sunnunátt-
ina, tí manningin, sum
var umborð, hevði ikki
loyvi at sigla meira.
- Vit hava ikki loyvi at
sigla longur enn eitt ávíst
tímatal; tí kom nýggj
manning umborð á Rit-
una at loysa av sunnunátt-
ina, sigur hann.
Alt gekk væl
Skiparin sigur, at tað
gekk ógvuliga væl at
flyta fólk um Nólsoyar-
fjørð á ovastevnu, tá ið
havt
verður
í
huga,
hvussu stórur flutningur-
in í veruleikanum var.
- Fólk vóru ógvuliga
góð at fáast við, og vit
høvdu so gott sum ongar
trupulleikar á túrunum.
Onkur einstakur royndi at
snýkja seg umborð eftir,
at skipið var fult, men
viðkomandi fekk at vita,
at tað bar ikki til. Vit
taldu ferðafólkini hvønn
túrin og hildu okkum ná-
greiniliga til loyvda talið.
Dánjal sigur, at ein
maður, sum kom umborð
í Havn, var bera máling
um hendurnar og hevði
klínt máling uppí setrini.
- Tað kundu vit ikki lata
um okkum ganga, sigur
hann.
Skiparin leggur dent á,
at manningin annars ong-
ar trupulleikar hevði av
metstóra flutninginum á
ovastevnu.
- Tað vóru minni enn so
øll, sum fóru út til Nóls-
oyar at ballast. Í fleiri før-
um var talan um foreldur
við børnum, sum fóru út
um fjørðin og steðgaðu
nakrar tímar, áðrenn tey
fóru innaftur á megin-
landið, sigur Dánjal Hús-
garð.
Ritan sigldi við 2400
ferðafólkum á ovastevnu
C
M
Y
K
9
8