týsdagur 13. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 152 - 13. august 2002
Nr. 152 - 13. august 2002
11
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lata øllum
Føroyingum partabrøv í Føroya Banka hevur sum heild
fingið góða móttøku. Onkur hevur tó talað at.
Umboð fyri kappingarneytan hjá Føroya Banka tosaði
um kappingaravlaging. Tað er væl skilligt, at hann er
eitt sindur misnøgdur, men til tað er bert at siga, at
kappingaravlagingin hendi, tá bankin varð bjargaður,
og at tað er farið afturum nú. Borgarin eigur bankan
sum er, so tað burdi ikki broytt so nógv upp á
loyalitetin.
Formaðurin í Búskaparráðnum segði, at tað gjørdi
hvørki til ella frá, um partabrøv vóru latin borgarnnum,
men at partrabrøvini við tíðini fóru at samlast á færri
hondum. Tað er eingin, sum hevur pástaðið, at parta-
eigarabýtið fór at vera tað sama í allar ævir, og er tað
ein sjálvfylgja, at tað broytist. Tað sum hevur týdning
má vera, at borgarin sjálvur ger av, hvat hann ætlar við
partabrøvunum. Óivað vilja tey flestu varðveita sítt
partabræv sum eina uppsparing.
Karsten Hansen vísir enn einaferð sítt snildi í at gera
samanberingar. Hann kallar tað ein blokk til allar før-
oyingar. Nú er ilt at siga, hvat maðurin hugsar fyri sær,
men so vítt vit vita, so er hetta ein ognaryvirføring, ið
skal fara fram yvir eitt styttri tíðarskeið, og tí als ikki
kann samanberast við nakran blokk.
Løgið, at uppskotið hevur fingið so kalda móttøku frá
tí fyrr so verkamannavinarliga Tjóðveldisflokkinum.
Er tað fullveldisgrunnurin, ið gerst ov slunkin? Argum-
entið um yvirforbrúk heldur ikki, um man hyggur at
søguni. Tá vit nú vita, at søguligt baksýni ikki er sterk-
asta síðan hjá nýggja ættarliðnum í Tjóðveldisflokkin-
um, so er tað upp á sítt pláss, at vit minna á, at føroy-
ingar vanliga sita á partabrøvum og handla í ógvuliga
moderatum málistokki.
Onkur vil siga, at hetta fer at broytast, tá partabræva-
marknaðurin kemur. Her má man heldur siga, um hann
kemur. Tað er sera ivasamt, um hann nakrantíð kemur,
tá man nú sær, hvussu stórir partabrævamarknaðir úti í
heimi stríðast við manipulering, insidara problematikki
o.s.fr.
Vónandi fer uppskotið at vera framt í verki, uttan at
man fer at blanda gomul partabrøv uppí. Skulu gamlir
aktionerar yvirhøvur koma uppá tal, so má man finna
allar smáaktionerarnir fram aftur, har partabrøvini vóru
niðurskrivaði á null, og tað ber illa til. Tí kunnu gomlu
stóraktionerarnir gloyma alt um uppskriving, uttan at
allir teir gomlu sleppa upp í part. Ikki hevði tað verið
rættvíst, um onkur palliba, ið átti túsund krónur í
Sjóvinnubankanum og Føroya Banka sat við sviðið
soð, tí hansara brøv fyri nøkrum árum síðani fóru á
null, meðan gomlu stóreigarnir, ið eisini stýrdu bank-
unum, nú aftur fingu í posa og sekk. Skattgjaldarin eig-
ur bankan, og tí fær uppskotið frá Jóannis Eidesgaard
vónandi breiða undirtøku í verandi líki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Partabrøv til fólkið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan Arge,
løgtingsmaður fyri
tjóðveldisflokkin
Tað hevur verið ein aftur-
vendandi spurningur øll
árini, vit hava havt sjón-
varp, at ov litið hevur verið
at gera sendingar fyri.
Eg helt altíð, at SvF byrj-
aði frá tí skeiva endanum,
tá tað fyrst og fremst legði
seg eftir tíðindum, og lat
sendingar koma í aðru røð.
Serliga tí, at tíðindini
gera ikki so nógv út á
sendiflatuni sum heilar
sendingar og eru heldur
ikki eitt so fjølbroytt tilboð,
sum sendingar kunnu vera.
Tessvegna hevur heldur
ongantíð eydnast at geva
SvF ein føroyskan profil á
sama hátt, sum tað eydnað-
ist at geva útvarpinum ein
føroyskan profil.
Nú standa vit mitt í tí.
Tróndur fer at endurvarpa
alt tað, sum hann endur-
varpaði í Vørsluni og nakað
væl aftrat. Heilar 20 rásir,
siga tey.
Uppi í hesum er alt tað,
sum SvF hevur dúvað uppá
– uttan tey føroysku tíðind-
ini og tær fáu føroysku
sendingar, sum sjónvarpin-
um hevur eydnast at byggja
upp eftir næstan 20 árum.
Tað er ikki uttan ivamál
at tosa um, at løgtingið skal
játta SvF pengar á fíggjar-
lógini til at gera egnar
sendingar fyri. Ein sera
viðkomandi spurningur er,
um tað er heppið, at
løgtingið skal gera av,
hvussu nógvar pengar sjón-
varpið fær at gera tíðindi og
sendingar fyri?
Vit hava øll somul verið
vitni til goragangin frá
politikarum móti sjóvarpin-
um í seinastuni, og tað
hevur ikki verið sørt, at
spurningurin um at skerja
møguleikarnar hjá SvF
orsakað av tess tíðinda-
flutningi
hevur
verið
nevndur.
Tað er langt úti, men
hóttanirnar eru ein veru-
leiki, og eftir mínum tykki
verða tendensirnir ikki
mjúkari, um politikarar
sleppa at sita beint á kass-
anum, sum skal fíggja eitt
nú tíðindasendingarnar.
Eg ivist ikki í, at vit skula
hava føroyskt sjónvarp, og
at vit skula veita tí møgu-
leikar at gera nógvar send-
ingar.
Eg skjóti tí upp, at hetta
verður gjørt á tann hátt, at
viðgerðin av tíðindum og
aktuellum tilfari í SvF
framvegis verður fíggjað av
hyggjaragjaldinum.
Sum eitt neyðugt ment-
anarpolitiskt átak verður
játtað ávís upphædd til at
gera
sjónvarpssendingar
fyri, men hendan játtan
verður hildin leys av tíð-
inda- og aktualitetsdeildini
hjá sjónvarpinum.
Játtanin fer til ein stovn
ella deild, sum suverent
hevur við framleiðslu av
øllum øðrum sendingum
sjónvarpsins at gera.
Tá vissa vit okkum, at
pengarnir verða brúktir til
sendingar, og at politikarar
ikki brúka játtanina til at
ávirka tann óhefta tíðinda-
flutningin, sum er so
neyðugur.
Spurningurin um fjøl-
miðlaábyrgdarlógina eigur
sjálvsagt at verða loystur
samstundis, so bæði al-
menningurin og løgmaður
vita, hvar tey eiga at venda
sær, tá tey halda seg vera
illa viðfarin.
Karl Johan Mikkelsen
journalistur búsitandi í
Danmark
Sambært Ritzau Bureau í
dag, fríggjadagin 9. august,
er sett fram tað áhugaverda
og gávumilda uppskot, at
allir føroyingar fáa 5.000
krónur tillutaðar sum parta-
pening í Føroya Banka í
sambandi
við
ætlaðu
privatiseringina.
Hetta reisur tó ein áhuga-
verdan spurning: Hvat er
ein føroyingur, og hvørjar
treyir skulu lúkast til tess at
fáa ein slíkan gávukekk.
Er tað ein persónur, sum
er føddur í Føroyum?
Er tað ein persónur,
hvørs bæði foreldur eru
føroyngar?
Er tað ein persónur, har
annað foreldur er føroying-
ur?
Ella er tað ein persónur
við donskum ríkisborgara-
rætti, ið er tilmeldaður
fólkayvirlitinum í Føroyum
ein ávísan dag?
Er talan um hetta síðsta,
so kann føroyska ferða-
vinnan vænta stóran vøkst-
ur. Danir, grønlendarar – og
føroyingar búsitandi uttan-
lands fáa væl eisini lut í
gávufestinum.
Sjónvarpið og føroyskar sendingar
Hvat er ein føroyingur?
Summarfrí hevur
valdað á tinghelluni
eina tíð, men í heyst
fer helst at vera meiri
lív í. Á tinghellni í dag
ger Kári á Rógvi við-
merkingar til upp-
skotið um at lata før-
oyingum partabrøv í
Føroya Banka
Kári á Rógvi
Føroyingar eru vanir við
sterkan felagskap. Á báti, á
fjalli, í ítrótti virka føroy-
ingar saman. Føroyingar
eru eisini vanir at eiga
vinnuognir saman. At eiga
part í báti ella neysti, ella at
eiga í einum haga er partur
av uppvøkstrinum hjá nógv-
um føroyingum.
Partur av kreppuni í
80’unum var tann vantandi
ábyrgdin. Gomlu ognar-
viðurskiftini vóru soleiðis,
at hvør kendi ábyrgd av
ognum sínum og kendi
sviðan, um ikki raksturin
bar seg. Men hetta broyttist,
og so líðandi gjørdu ov
vánaligar lógir og ov gott
lag á bankamonnum, at ein-
hvør kundi skjóta nøkur
oyru í eitt partafelag og
síðani lána uttan ábyrgd.
Føroyski spararin helt, at
pengarnir stóðu tryggir á
bók, men teir vóru tó ikki
tryggari enn útlánspolitikk-
urin hjá pengastovnunum.
Føroyski skattgjaldarin
hevur við sveitta sínum
keypt tveir bankar og mong
fiskavirki orsaka av 80’ara-
kreppuni. Samstundis eigur
skattgjaldarin eina røð av
ognum, sum so ella so
gjørdust almennar í farnum
tíðum. Alt frá telefonkaðal-
um og háspenningslinjum
til flakalinjur og jørð eru
ogn hjá Palleba og Mar-
sannu.
Avbjóðingin er at um-
skipa hesi ognarviðurskift-
ini. Partvís er tað ein trygg-
ari skipan at byggja á egin-
pening og nógvar persón-
ligar eigarar enn á kollek-
tivan ognarrætt og byro-
kratisk millumlið. Partvís
er tað óneyðugt hjá skatt-
gjaldaranum at hava so
nógvan pening bundnan í
felags ogn, sum ikki verður
brúkt til felags gagn.
Hagin
Føroyingar duga ofta illa at
leita til sín egna mentanar-
arv eftir íblástri. Hetta er
stórt spell, tí har er mangan
nógv gott at finna.
Lat okkum hyggja at
haganum. Ein hagi er eitt
partafelag, sum føroyingar
sjálvir hava uppfunnið fyri
nærum túsund árum síðani,
ongin veit rættiliga nær.
Tað løgna er, at ongin
nakrantíð hevur tikið hagan
upp á tungu í samband við
vinnulóg í Føroyum.
Í einum haga kunnu vera
t.d. 80 gyllin (5 merkur) í
partapeningi. Rættindi og
skyldur verða býtt eftir
ognini. Tann, ið eigur 8
gyllin, fær dupult so nógv –
og skal gera dupult so
nógva nyttu – sum tann, ið
eigur 4 gyllin.
Dagliga leiðslan – seyða-
maðurin – má vísa á nøkt-
andi úrslit og má duga at
greiða eigarunum frá rakstri-
num annars verður hann
ikki afturvaldur. Eigararnir
mugu kenna ábyrgd og
mugu samstarva, skal nak-
að spyrjast burturúr.
Gamalt var
Privatisering er ikki nýggj í
Føroyum. Í fleiri hundrað
ár hava vit havt skipanir við
traðum. Tann skipanin er at
lata fólk fáa ein jarðarteig
at velta, sum tey síðani fáa
til ongar, tá tey hava skapt
nøkur virði burturúr náttúr-
uni og strevi sínum.
Traðir eru ikki bert kend-
ar, tá kongsjørðin er latin
ognarleysum. Men eisini í
fleiri bygdum við ognarjørð
er tað komið fyri at latið
øllum húskjum í bygdini
hvør sína trøð. Harumframt
hava hagarnir latið einstøku
eigararnar lagt jørð inn av
haganum.
Mest týðandi privatiser-
ingin hevur tó verið, at før-
oyingar hava fingið grund-
stykki til ognar og hava
kunna bygt sær sethús. Júst
sethúsini eru í mongum
londum mest týðandi ognin
hjá einum húski.
Granskarar í trupulleik-
um hjá menningarlondum,
eitt nú Hernando de Soto úr
Peru, hava víst á, at skipaði
ognarviðurskifti og privatur
ognarrættur hjá tí lítla
manninum til hús og jarðar-
teigar eru millum avgerandi
fortreytirnar fyri búskapar-
ligari menning.
Tað var ikki av tilvild, at
trappubrøðurnir keyptu fyr-
stu sluppina. Teir áttu eina
trøð at seta í veð. Vit eru
skjót at viðurkenna stríðið
hjá fiskimanninum. Men
menningin frá trælabúskapi
til KT-samfelag bygdi líka
nógv á, at fiskimaðurin
kundi ogna sær hús og jørð
og seta tey í veð at keypa
skip fyri. Skipaði ognar-
viðurskifti gera tað gjørligt
at spara saman og fáa kapi-
tal burturúr arbeiði og ogn-
um.
Við javna í huga
Javnaðarflokkurin er nú
komin fram við tankanum
um at lata vanliga føroying-
inum partabrøv í Føroya
Banka. Hetta er ein sera
spennandi tanki, ikki minst
tí tað noyðir okkum at
hugsa um býtið millum al-
ment og privat, sjálvdrátt
og felagskap.
Javnaðarflokkarnir hava
ofta verið fyri felags ognar-
rætti. Í Bretlandi var øgilig
ídnaðarframleiðsla
løgd
undir skattgjaldaran, sum at
enda átti bæði bilverksmið-
ur og oljufeløg og íbúðir.
Síðani tá er bretski javnað-
arflokkurin farin frá hugs-
anini um kollektivan ognar-
rætt til alla búskaparfram-
leiðslu.
Hóast teir ikki siga tað so
hart, so taka teir undir við,
at Margareth Thatcher seldi
bretskt stál, gass, tele og
annað mangt, umframt at
geva vanliga bretanum rætt
at keypa ta kommunalu
leiguíbúðina.
Úrslitið er, at vinnulívið
verið rikið betur, fólk trív-
ast betur og skapa fleiri
virðir enn áður - og tess-
vegna kemur meiri skattur í
almennu kassarnar, um-
framt at almenna skuldin er
goldin.
Tað er eitt sindur av ‘if
you can’t beat, them join
them’ yvir hugsanini hjá
bæði Blair og Eidesgaard.
Privatur ognarrættur, parta-
eigarademokrati og avriks-
løn eru úlvar í gomlum
javnaðarsagnum, men við
at ýla saman við hesum
úlvum verða betur ráð at
fremja kjarnumálini hjá
javnaðinum.
Vøkstur og uppaling
Sjálvsagt kundi landið selt
bankan og goldið almennu
skuldina, ella latið skatta-
lætta. Summir óttast tó ov
bráðligan búskaparvøkstur,
aðrir at bankin gerst ov
sterkur.
Hesar
orsøkir
kunnu viga ímóti; men taka
tingmenn undir við at býta
partabrøvini út, fær tað
fleiri heppin árin.
Fyri Jørn Astrup Hansen
merkir tað, at hann eins og
seyðamenninir
nú
skal
greiða tí meiniga manni-
num frá, hvat hann ger.
Men tað eru neyvan nógvir
frægari pedagogar millum
vinnustjórar enn júst Ast-
rup. Tað kann so vísa vegin
til meiri lesiligar ársrokn-
skapir og størri hug at spara
upp í partabrøvum. Tað
verður eisini vónandi so, at
ein slíkur hópur av parta-
eigarum fer at krevja betri
vinnulógir og betri rakstur
enn tað vit kendu undan
kreppuni.
Fara Palleba og Mar-
sanna at seta aðrar spari-
pengar í partabrøv, verður
føroyska búskapargrundin
steinsett og betri lagað upp
at standa ímóti komandi
búskaparódnum.
Fígging við eiginpeningi
ger, at virkið ikki doyr
rentudeyðan í ringum tíð-
um. Nógvir partaeigarar
gera eisini, at fleiri eygu
fylgja við, hvat hendir.
Fleiri verkætlanir fáa væl-
vild og menn taka størri
vága, tá fleiri kenna sær
ábyrgd. Lítil ivi man vera
um, at eitt fyribrygdi sum
Norrøna var ikki til, um
ikki so nógvir føroyingar
áttu partabrøv í Smyril Line
– og fleiri høvdu sett so
mikið nógv í felagið.
At býta nøkur partabrøv
millum teir skattgjaldarar-
nar, sum hóast alt eiga tey,
fer at læra føroyingar, hvat
tað er at eiga partabrøv og
geva teimum størri áhuga
fyri vinnulívinum. Sam-
tundis noyðist vinnulívið at
geva sær størri far um før-
oyingin. Tí demokratiið er
veikt í vinnulívinum. Van-
liga sita konan og kettan hjá
stjóranum í nevndini, og
aðalfundurin verður hildin
afturvið
kaffi
onkran
sunnudag.
Ikki minst er tað spenn-
andi, at júst Føroya Banki
skal gerast so fólksligur, tá
Sparikassin er farin øvugta
vegin og hevur latið einum
andlitsleysum grunni nær-
um øll partabrøv síni. Er
tað óheppið fyri kapping-
ina, at øll fáa júst partabrøv
í Føroya Banka, ber til at
taka FøroyaTele, Fiskavirk-
ing – enntá kommunala
SEV – eins og onnur við
um somu leið, so fólk
kunnu velja sær partabrøv-
ini sjálvi.
Síðani
At býta partabrøvini mill-
um øll er líka føroyskt sum
grindabýti, traðarmentan
og sethús. Tað er eisini so
vælsignað frítt fyri ismu-
ideologi. Sjálvsagt kunnu
vera orsøkir til ikki at gera
tað í ávísum førum ella til
ávísar tíðir, men hugskotið
er slóðbrótandi.
Partabrøvini verða ikki
forbrúkt á sama hátt sum
um fólk fingu pengar á
bók, og gerast partabrøv
hvørsmans ogn kunnu vit
vænta bæði øðrvísi fígging,
uppsparing og vinnuligt
stýrislag.
Heldur enn sum nú altíð
at hava almenn byrokrati –
grunnar, ráð og stýri – ella
privat byrokrati – bankar,
íløgufeløg, tryggingar –
sum
millumlið
millum
spararan og vinnuna, fer
spararin tá at kunnu fáa
størri beinleiðis ávirkan
eins og ávirkan í felag við
øðrum. Fyri teir privatu
stovnarnar er tað tó helst
bert kærkomið at fáa eitt
sindur av kapping um
sparipengarnar, og tað fer
eisini at vera brúk fyri
teimum at umsita mong
partabrøv.
Serliga er tað áhugavert
at fáa eitt orðaskifti í lag
um
stýrisskipanina
hjá
partafeløgum og um fólks-
liga ávirkan á og innlit í
vinnulívið.
TINGHELLAN
Tey sum eiga fáa meira
C
M
Y
K
11
10