týsdagur 13. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 152 - 13. august 2002
Nr. 152 - 13. august 2002
13
Báta- og mentanar-
stevnan á Tvøroyri
varð sett leygardagin
klokkan 14.00. Men
sjálv stevnan byrjaði
tó við samkomu uttan
fyri neystið hjá Nadd-
oddi longu seinna-
partin frígjadagin.
Fólk vóru komin úr
fleiri Norðanlondum,
eins og hetlendingar
og føroyingar eisini
vóru hjástaddir
BÁTASTEVNA
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Tvøroyri: Finnleif Gutte-
sen, borgarstjóri, beyð væl-
komin, og Jóannes Eides-
gaard, løgtingsmaður setti
stevnuna í miðbýnum á
Tvøroyri leygardagin. Men
áðrenn tað hevði stevnan
longu vart í eitt samdøgur
ella so.
Tað er nógv fólk á gongd
innanlaga
á
Tvøroyri
hendan dagin. Tey hava kós
móti gamla pakkhúsinum á
Tanganum, har bátafelagið
Naddoddur í dag heldur til.
Tað er har, Báta- og
mentanarstevnan í dag fer
at byrja, hóast hon ikki
verður alment sett fyrr enn í
morgin.
Fløggini eru vundin í
húnar hátt, og rættiligur
stevnuhýrur er á fólki. Lagt
er upp til eina hugnalig
samkomu, og øll tykjst vera
gjørd út upp á at lata sítt
ískoyti til, at so verður.
Økið er fríðkað við ein-
um platti niðan fyri húsið.
Her er ikki endaliga liðugt,
siga tey, tí ætlanin er, at
hann skal gerast longri út í
sjógvin, so hann gerst til
eina rættiliga bryggju, sum
leggjast kann at. Sum er
endar hann við sjálvan
sjóvarmálan, og so liggur
ein flótibrúgv fest í, soleið-
is at til ber at leggja bátar at
her.
Har liggur Naddoddur
sjálvur annar saman við
einum donskum fýramans
innriggara og bíðar eftir
gestunum. Menn eru við at
rigga til eitthvørt. Sum
skilst ætla teir at rógva út í
fjarðarmunnan, út móti
Høvdanum, at taka í móti
einum fylgi av bátum, sum
koma skal norðan úr Havn.
Eisini verður bíðað eftir,
at Smyril skal koma suður,
tí har eru hetlendskir gestir
við, og teir hava eitt før-
oyskt tíggjumanafar við
sær. Tað er gamli kappróðr-
arbáturin
úr
Klaksvík,
Klaksvíkingur, sum tey
hava keypt í Hetlandi og
har brúka at rógva í.
Tað legst til við fólki.
Sólin skínur, og fólk eru í
góðum lag. Hittast og práta.
Frændur finnast
Martin Eidesgaard avdúkaði
víkingsteinin vestan fyri
neystið hjá Naddoddi
Felagssangur var, og eisini gestirnir sluppu fram at
mikrofonini. Her er tað ein svenskur luttakari, sum syngur
Evert Taube
Onkur hevur hug at murra
eitt lag, og lagt er upp til at
her skal syngjast.
Vindeyguni á neystinum
standa víðopin, og tað
kennist so hugnaligur royk-
ur av bakstri við lítla lotin-
um, sum liggur oman móti
plattinum, vit standa á.
Onkur einstakur tóni hoyr-
ist fra einumhvørjum ljóð-
føri har inni. Tað eru spæli-
menninir, sum spæla skulu
undir, tá felagssangurin
verður fyri, sum eru farnir
at stemma instrumentini.
Bátafelagi
Naddoddur
hevur fingið rættiliga fittlig
høli, sum innrættað eru
bæði
sum
neyst
hjá
Naddoddi sjálvum, eins og
savn við slíkum, sum hevur
og hevur havt við sjógvin at
gera.
Her eru lutir, sum hava
verið brúktir á skipabunka,
eins og í øðrum sambandi í
tí yrki, sum so ella so hevur
havt við sjógvin at gera.
Og her eru eisini nakrir
smærri bátar settir inn at
goyma. Gamlir bátar, sum á
einhvønn hátt hava tilknýti
til bygdirnar við fjørðin. Í
dag eru teir fluttir út um, so
rúmligari gerst inni, og fólk
fær so eisini betri umstøður
at síggja teir, um áhugi er
fyri tí.
Tað skróvar í mikrofon-
ini, og boðað verður frá, at
vit fara at syngja. Spæli-
menn hava tikið støðu, og
ein spelkin eldri maður er
forsangari. Hann meinar
tað í álvara, hatta við at
syngja. Syngur av »karsken
bælg« og hevur tað frálíkt.
Slíkt smittar eisini av, so
fólk hava hug at taka undir.
Vit syngja slíkar sangir,
sum øll duga. Sangheftið
hjá felagnum er sett við
slíkum, sum eingin kann
bera seg undan syngja við
teirri grundgeving, at tey
ikki duga sangirnar.
Fremmandir gestir eru
eisini, so okkurt má syngj-
ast á norðurlendskum máli.
Men tað er jú eingin trupul-
leiki. Føroyingar hava í eini
45 ár lurtað eftir norður-
lendskum sjómansvísum og
løttum
dansitónum
í
kvøðuljómunum í Útvarp-
inum, so tað er bara at
byrja, so syngja øll. Og vit
fara á ferð við norskum
vallarum og álendskum
siglarum, sum eisini dan-
irnir duga at syngja við til.
Men Smyril er seinkaður,
og tað dregur út við at fáa
hetlendsku gestirnar fram.
Fyrireikararnir hava líka-
sum ikki hug at byrja tiltak-
ið, fyrr enn øll eru komin.
Men ráð eru fyri tí. So
syngja vit bara víðari í góð-
veðrinum.
Og so eru tað sviarnir, ið
mansterkir eru møttir á
stevnu, sum hava tað hug-
skot, at nú skulu vit syngja
onkra Evert Taube vísu úr
sangheftinum. Teir hava
spælimannin við, sum tekur
guitaran og heldur, at nú vit
eru í Suðuroy, og útlit eru
til bæði dans og spæl, er
hóskandi at vit syngja um
Dansen på Sunnanø. Og tað
gera vit so, so tað ivaleyst
hoyrist yvir á Drelnes, har
Smyril nú er við at leggja
at.
Seinastu gestirnir koma,
og farið verður undir næsta
part á skránni, sum er at
avdúka ein sonevndan vík-
ingastein, sum stendur her
vestan fyri neystið.
Talan er um ein stein,
tiknan úr stabbagótinum í
Froðba, sum í fjør varð
fluttur á víkingastevnuna á
ólavsøku, har høgd vórðu í
hann rúnir og onnur prýði,
brúkt vórðu i teirri tíðini, tá
víkingarnir vóru uppi á
døgum.
Steinurin er síðan fluttar
aftur til Tvøroyrar og lagd-
ur her uttan fyri neysti hjá
Naddoddi.
Sagt verður frá at hann er
fjaldur av einum klyvara,
sum funnin varð í neystin-
um, meðan umvælt og inn-
rættað varð. Hildið verður,
at klyvarin er av Hamra-
nesi, sum hoyrdi til á firð-
inum.
Tann 82 ára gamli fyrr-
verandi skiparin, Martin
Eidesgaard, er biðin um at
avdúka steinin. Hann hev-
ur, sigur frásøgumaðurin,
verið við til at brúkt nógv
av tí, í dag verður goymt
sum fornminni, og kennir
eisini til brúk av klyvaran-
um.
Martin takkaði fyri heið-
urin og dróg klyvaran av
steininum, sum hann síðan
handaði borgarstjóranum á
Tvøroyri, Finnleifi Gutte-
sen, at hava í varðveitslu.
Don Petersen, sum ættað-
ur er úr grannalagnum, helt
fyrilestur, har hann greiddi
frá føroyska bátinum, og
um søguna hjá Naddoddi.
Bæði honum, sum her
heldur til í dag, og honum,
sum báturin er uppkallaður
eftir. Føroyska víkinginum,
ið sum tann fyrsti setti fót á
land í Íslandi, hóast hann
ikki búsettist har. Løtan
uttan fyri endaði hátíðarliga
við, at samkoman sang
tjóðsangin.
Um somu tíð, sum endað
varð uttan fyri neystið, kom
flotin norðaneftir, inn eftir
firðinum. Á odda sigldi
Naddoddur við seglinum
uppi. Síðan ein hampiliga
fittur floti av nýggjari,
meira nútímans palstikbát-
um við vimplinum hjá
Bátafelagnum í Havn á
stong.
Teir løgdu allir at og
vórðu teggjaðir upp í flóti-
brúnna niðan fyri neystið,
meðan fólk fóru upp á
loftið at fáa sær kaffi og
vaflur ella drýl, sum einum
nú best lysti.
Mynd 3 - Finnleif Guttesen
Myndatekstur:
Borgarstjórin á Tvøroyri beyð vælkomin, tá stevnan varð
sett
Flotin av grindabátum úr
Vági, í fylgi við Johonnu, eru
á veg inn eftir firðinum
C
M
Y
K
13
12