týsdagur 13. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2002
15
14
Nr. 152 - 13. august 2002
Tað var rómin av før-
oyskum guitarspæli,
sum Listastevnan
2002 hevði at bjóða,
tá 10 føroyskir guitar-
úrmælingar fóru á
pall í Norðurlanda-
húsinum sunnu-
kvøldið. Summir
kendir og støðufastir
á palli síðstu 30 árini,
aðrir meira sjáldsam-
ir gestir á palli, sum
tíðin er liðin, men
sum tó hava guitar-
leikin í rygginum
framvegis frá farnum
løtum. Og aðrir, ið
mest hava sitið í ein-
ingi og leikt. Felags er,
at í felag hava teir
myndað føroyskt tón-
leikalív og felags eru
teir ráevni av hægstu
góðsku
TÓNLEIKAUMRØÐA
Orð: Dagfinn Olsen
Myndir: Finnur Justinussen
Listastevnan 2002 er í
hæddini og eitt av hæddar-
punktunum er guitarkon-
sertin við róminum av før-
oyskum guitarspæli. Kon-
sertin er í trimum støðum,
á Glyvrum var hon fríggja-
kvøldið, hon var í Norður-
landahúsinum sunnukvøld-
ið og leygarkvøldið verður
hon í Atlantis í Klaksvík.
Sunnukvøldið í Norður-
landahúsinum var eitt satt
upplivilisi. Longu í gong-
ini, áðrenn konsertina, sást,
at her fór at verða fult hús
og so var eisini. Og millum
mongu ungu og eldri and-
litini, sóust ikki so fáir før-
oyskir guitarbrandar.
Frammi hevur verið, at
upprunaliga var kvøldið,
sum Petur Mohr Reinert og
Erik Biskupstøð hava fyri-
skipað, ætlað meira í stíl
við eitt kvøld, har tað meira
vóru føroyskir nútíðar-
klassikarar, ið savnaðu
guitarleikararnar og so lut-
tók kanska Simme og onn-
ur garvað fólk innan tón-
leikin. Og rómin - creme de
la creme - av føroyskum
guitarleiki skuldi seta dám
á.
Kvøldið er so vorðið
meira eitt kvøld við guitar-
leikarum og lítlum, men
góðum, tónleikabólki aftur-
við - rómi og hóskandi
dygd undir.
Tíggju topp
tónleikarar
Hvør er besti guitarleikari í
Føroyum, hevur ofta verið
kjakevni manna millum.
Og semja tykist, sum frá-
líður um, at hetta kann ikki
rættiliga setast soleiðis upp.
Og fyrireikararnir hava
sagt, at teir tíggju guitar-
leikararnir eru teir av teim-
um bestu, ið høvdu stundir
og møguleika at taka lut í
guitarkonsertini.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at er ein føroysk
elita innan guitarleik í Før-
oyum, so er bróðurparturin
umboðaður, tá Ólavur Jak-
obsen, Búi Dam, Hans Carl
Hansen, Eyðun Hansen,
Herluf Lutzen, Hildibjartur
Hansen, Ólavur Øster, So-
fus Poulsen, Hjalti Joensen
og Petur Hans Niclasen fara
á pall.
Hesir umboða tíðina frá
miðskeiðis í sekstiárunum
til dagin í dag. Og tað skal
verða sagt beinanvegin, at
sunnukvøldið gjørdist eitt
kvøld
við
fagrasta
streingjaleiki, eitt kvøld við
tí besta av tí besta.
Gunnar Nolsøe leiddi
fjøldina ígjøgnum kvøldið,
við at binda saman ymsu
leikløturnar við framløgu
av viðkomandi guitarleik-
ara og hansara lívsleið inn-
an tónleikin. Síðani stutt
prát við leikaran um fyri-
myndir og annað. Óføra
væl kom Gunnar Nolsøe frá
uppgávuni at leiða fjøldina
ígjøgnum kvøldið, ið als
ikki kendist, sum vardi tað
nærum hálvan triðja tíma.
Leikskráin segði frá rað-
fylgjuni av guitarleikarun-
um og stuttligt var eisini at
fáa at vita nágreiniliga,
hvat fyri ljóðføri ymsu leik-
ararnir leika á.
Rógvi á Rógvu, Magnus
Johannesen, Kolbein Sim-
onsen og Mikael Blak
løgdu alt kvøldið botn í,
sum rómin av føroyskum
guitarleiki varð lagdur om-
aná.
At taka nakran leikara
framum annan er vónleyst
og uttan endamál, men
nevna teir luttakandi kunnu
vit, uttan tó at fara út í æsir,
tí slíkar framførslur skulu
upplivast.
Ólavur Jakobsen kom
fyrstur á pall. Hann er út-
búgvin klassiskur guitar-
leikari. Hann greiddi frá, at
fyrimyndirnar eru mangar,
millum annað pápin, (Eyð-
bjørn, ið leikar við Teimum
av Kamarinum, blðm.) og
Hans Christian Clement-
sen, sum Ólavur helst
skuldi verið við á pallinum
hetta kvøld. Eisini klassiski
guitarleikarin Segovia hev-
ur givið Ólavi íblástur.
Ólavur hevur ofta víst
sínar dygdir, mest saman
við Aldubáruni. Ólavur
leikti eina spanska sere-
nadu, ið tóktist krevjandi.
Men í hondunum á einum
snillingi kom hetta ikki
mongum til hugs. Vakurt!
Eisini leikti hann eitt meira
skemtiligt stykki, ið hevði
nakað við eina humluflugu
at gera, og tað var eisini
líka við, at tað fór at klóra í
nakkanum, meðan tónarnir
sveimaðu.
Búi Dam kom á pall. Eis-
ini hann hevði akkustiskan
guitar. Búi er úr yngra
ættarliðnum og hann kenna
vit frá t.d. bólkinum Ivory.
Búi leikti fyrst eitt lag, ið
hann hevur gjørt við íblástri
frá tí støðu, at eitt av vin-
fólkum hansara er blivið
foreldur.
Hetta
hugtók
tónasmiðin, sum saman við
Rógva á trummum skapti
eina fullfíggjaða ljóðmynd,
sum bar burt í annan heim.
Seinna lagið var variatión
yvir eitt lag hjá Kingo.
Hesin guitarleikari stóð í
andsøgn við leikarin undan
honum, tí her var talan um
harðari spæl, ið tó svingaði
frá blíðum til harðari tónar.
Flott framførsla.
Ein av veteranunum, ið
helst er kendur fyri skjót-
leika og fínan tóna, er Hans
Carl Hansen. Kednur frá
mongum bólkum, t.d. Trast,
Tám og Streingjasúpan.
Fyrimyndirnar segði hann
vera Hendrix, Blackmore
og Santana og hesir úrmæl-
ingar
frá
sjeytiárunum
gingu aftur hjá so mongum
øðrum eisini. Hans Carl
leikti tvey løg hjá Fleet-
woodMac og legði út við tí
vakra Albatros. Og hann
kom, sum vitugligt er, sera
væl frá framførsluni.
Tað eru teir, ið líkasum
hvørva av pallinum, men
sum tó verða minstir fyri
dugnaskapin. Eyðun Han-
sen er ein. Hann hevur ver-
ið av landi skotiní nøkur ár,
so stuttligt er at sígja hann
aftur. Eyðun minnast mong
frá t.d. Teinar og Zentih.
Hann leikti akkustiskan
guitar. Íblástur fær hann
serstakliga
frá
Mark
Knopfler, men hetta kvøld-
ið leikti hann tað, ið hann
nevndi ein fegnan latin-stíl.
Væl leikt og vakurt, ser-
stakliga tá Magnus kom
við, ílatin harmoniku.
Herluf Lützen er hin
dugnaligi og lítillátni. Vit
kenna hann t.d. frá Zentih
og so frá plátuni hjá Ingun
Simonsen, umframt ein hóp
av øðrum innspælinmgum,
har tað kanska serliga er
akkustiska spælið, ið stend-
ur eftir í minninum. Herluf
nevndi eisini fyrmyndirnar
frá sjeytiárunum. Við hjálp
frá Ólavi Øster og orkestri-
num leikti og sang hann
fyrst eitt lag, sum hann hev-
ur gjørt saman við Hera
Kragesteen. Eitt lag gjørt til
fløgukappingina Vælskapt
Brek, men sum ikki slapp
Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna
ígjøgnum nálareygað, held-
ur tygara útsendi seg vita.
Frálíkt lag og Herluf hevði
hesaferð el-guitaran í hond-
unum og setti eitt flott
punktum fyri hetta lag. Síð-
ani spældi hann eina jazz-
útseting av lagnum Selatrað
8.juni 1626 , sum Egi Dam
gjørdi til yrking eftir
Tummas N. Djurhuus. Og
hetta riggaði sera væl, hó-
ast talan er umm vísulag.
Gott spæl og góð útseting.
Hildibjartur Hansen er
annar úrmælingur, ið líka-
sum hvarv, hevur verið úti-
seti, men sum verður
minstur fyri dygdina. Hann
er bróður Hans Carl og
nevndi eisni fyrimyndirnar
frá
sjeytiárunum,
men
nevndi, at kanska jazzurin
er farin at draga so smátt.
Minstur verður hann úr
klaksvíksbólkum
og
Brongl. Og í Danmark hev-
ur hann verið í upptøku-
hølum við Hanne Boel og
Jennifer Rush. Hildibjartur
leikti fyrst eitt heimagjørt
lag, sum Jón Elendersen
eigur orð til, og við sær á
pall
hevði
Hildibjartur
fingið Lenu Andersen, ið
kom sera væl frá sangfram-
førsluni. Utan hóvasták
leikti Hildibjartur hetta lag,
ið var gott og fangaði. Síða
ni kom eit instrumentalt
lag, ið hevði eitt heiti, sum
undirritaði ikki dugir at
festa á blað, men sum
merkir 7 Up á barnamáli.
Og her fekk Hildibjartur
prógva seg. Eins og við
Eyðuni, so er gleðiligt at
síggja, at hóast leiðin
gongur uttanfyri bjørtu
pallperurnar, so er tað ikki
orsøk at leggja ljóðføri,
men kasnka heldur hinveg-
in gevast stundir at sita í
frið við umhugsni og venj-
ing.
Hóast Ólavur Øster longu
hevði verið á palli, so var
tað nú hann, ið átti stóru
ljósrípuna og var í mið-
deplinum. Ólavur er av
sonnum maðurin við stór-
um G. Hann hevur leikt í
óteljandi
bólkum,
sum
hann eisini sjálvur stað-
festi, og hann er still going
strong, sum einki var hent.
Eldhugi og fingrafimi, ið
uttan íhald hava hildið á í
meira enn 30 ár. Sum fyri-
myndir nevndi hann Sha-
dows, Betales og Stones.
Saman við Kolbeini byrjaði
hann at leika, tá teir gingu í
Nunnuskúlanum í 1964. Og
skemtiligt var, at teir komu
ásamt um á pallinum, at tað
helst var lagið Dominique,
ið teir byrjaðu við. Lagið
er, sum kunnugt eitt hitt frá
sekstiárunum, sungið av
nunnum. Pallvandur, av-
slappaður og við totalum
yvirblikki leikti Ólavur lag-
ið Ábit, sum hann skrivaði
og leikti við Kræklingnum
á sinni. Og so sá alt annars
út, sum var hetta einki at
tosa um, lætt og uttan hóva-
sták, og tað er tað kanska,
tá ein hevur tað í rygginum,
og tað má sigast um henda
garvaða guitarsnillingin, ið
hevur havt búðstað á før-
oyska
guitartoppinum
síðstu 30 árini, og sum
neyvan verður tveittur út
enn á sinni, um nakrantíð.
Sofus Poulsen er m.a.
kendur frá lagnum um
Brúsajøkul,
ið
drekkur
brennivín. Men annars er
hann neyvan so kendur sum
guitarleikari av fjøldini.
Men her er ein leikari, sum
hóast hann hevur verið við í
tónleikabólkum, einamest
hevur sitið eina, men sum
so sanniliga dugur er í. Tal-
an er í stóran mun um væl
leiktan bluegrass tónleik og
ein fyrimynd er Chet At-
kins. Sofus leikti væl og
hugnaði sær eisini saman
við Ólavi og Hans Carl í
eini guitarsamanrenning í
rock’n Roll stíli. Hans Carl
og Sofus leiktu til lagið,
sum teir nýliga hava skriv-
að, ið nevnist Summar-
mjørki. Vakurt og yndisligt,
gekk beint inn.
Hjalti Joensen er kendur
frá Devon, Rockmen og
ikki minst Moirae. Eisini
eigur hann t.d. eyðkennis-
lagið til sendingina 15 tær
bestu. Ein leikari, ið dugir
tað bleyta, men sum sanni-
liga eisini til rock. Og sum
torir og dugir at royna
nýggjar leiðir, t.d. tá um
ljóð ræður. Fyrst á skránni
var Waltzur í E-mol, eitt
vakurt lag. Síðani kom eitt,
ið hevði einfalda heitið
Lag, har talan meira var um
el-guitar, ið vil framat og
sum vil seta seg í miðdepil.
Frálíkt.
Petur Hans Niclasen kom
veruliga fram í ljósið fyri
eini 5, 7 árum síðani, tá
bólkurin Aria tók dik á seg.
Hann hevur eini leikt við
Eyðun og Terja, Pætur við
Keldu og Dynamitt. Fyri-
myndirnar eru úr harðaru
rockverðini, t.d. Joe Satri-
ani. Vælleikandi orkestur-
manningin varð nú skift út
við manning úr Klaksvík,
Erik Biskupstøð, Høgni
Klakstein og tann ungi,
men væl ávegis guitarleik-
arin Leivur Vitalis. Hesir
løgdu botn í, tá Petur Hans
við 100 kilometur um tím-
an leikti 4 løg hjá Satriani
út í eitt í góðari blanding,.
Hann er teknikkarin av
aðru verð, við fewrð gong-
ur tað omaneftir og niðan-
eftir guitararminum og upp
og niður. So avbera flott, at
ein neyvan trýr oyrum og
eygum. Sum Petur Hans
segði, er hann til rocktón-
leikin og sum Gunnar
Nolsøe staðfesti, so var tal-
an um topp tunaðan guitar-
rock.
Grande Finale
Ein konsert av teimum
sjáldsomu og av teimum
heilt einastandandi góðu.
Góðska og breidd. Her
kann staðfestast, at ein
regla í kendum sangi er
hóskandi : orð eru fátøk.
Guitararnir søgdu alt hetta
kvøld og einki stóð eftir
ósagt.
Í forhøllini hevði før-
oyski guitarbyggjarin Petur
Magnus Bjarnastein fram-
sýning um arbeiðsgongdina
viðvíkjandi guitarbygging,
eins og lidnir guitarar vóru
at síggja. Og eisini hoyra, tá
tann stóra finalan kom og
allir guitarleikararnir við
tónleikarunum annars allir
komu á pall og saman
spældu tað stóra fýrverkið
avstað í skapi av rullandi
rocki og sololeiki av fyrstu
skuffu.
Í høllini stóð ein Bjarna-
stein guitari, sum áhoyrarar
til tær 3 konsertirnar kunnu
vinna. Drigið verður mill-
um seld atgongumerki á
konsertini í Klaksvík kom-
andi leygarkvøld.
Henda guitara vinnur
bert ein áhoyrari. Hinvegin
nýtist ongum at fara til húsa
við boygdum høvdi, tí
áhoyrararnir sunnukvøldið
fingu eina uppliving fyri
lívið, har guitarsnillingar,
kendir og minni kendir,
virknir og minni virknir,
settu guitaran í miðdepilin.
Einum kemur til hugs
regluna úr tjóðsangi okk-
ara, »alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna«.
Her tónaðu streingir, sum
vága, tí teir duga, og eftir í
góðveðursluftini
sveima
tónarnir, ið syngja um, at
vónandi upprenna fleiri
slíkar løtur, har tað er gott
at vera til.
Hildibjartur Hansen
Ólavur Øster
Búi Dam
Hans Carl Hansen
Ólavur Jakobsen
C
M
Y
K
14