týsdagur 13. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Nr. 152 • týsdagur • 13. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyingar fara nú
undir eina nýggja
4-4-2 spæliskipan, og
landsliðsvenjarin
verður tí noyddur at
fremja broytingar á
liðnum til dystirnar í
heyst
LANDSLIÐIÐ
Páll Holm Johannesen
Seinasta hósdag varð so
kunngjørt hvørjir leikarar
nýggi
landsliðsvenjarin,
Henrik Larsen, ætlar at
nýta í sínari 4-4-2 spæli-
skipan. Fyrsti dysturin hjá
nýggja
landsliðsvenjari-
num verður á Tórsvølli
næsta mikudag ímóti Likt-
instein.
Hópurin til dystin ímóti
telur 18 mans, har Arnbjørn
Danielsen úr B36 og Jo-
hannis Joensen úr HB skulu
vera tøkir, um onkur spæl-
ari skuldi verið skaddur.
Umframt Arnbjørn og Jo-
hannis, so skulu Atli Dan-
ielsen og Ove Nysted eisini
vera við á venjingarleguni,
sum verður komandi viku-
skifti á Svangaskarði.
Líka
síðan
føroyska
landsliðið á fyrsta sinni fór
í altjóða kapping, hevur
landsliðið spælt við einum
aftasta manni, men nýggi
landsliðsvenjarin
hevur
boðað frá, at nú er ætlanin
at royna spæliskipanina 4-
4-2. Hetta hevur so við sær,
at Føroyar í framtíðini fara
at spæla við einari flatari
verju. Hyggja vit eftir
hvørjir verjuleikarar hava
fingið boð til dystin ímóti
Liktinstein, so eru tað Óli
Johannesen, Hans Fróði
Hansen, Pól Thorsteinsson,
Jón Rói Jacobsen. Umframt
hesar fýra, so kann Súni
Olsen úr GÍ eisini spæla í
verjuni.
Vinstri bakkur ivamál
Hvussu Henrik Larsen ætl-
ar at skipa verjuna, er ilt at
spáa um, áðrenn føroyska
liðið hevur spælt nakran
dyst, men vit fara at hætta
okkum at vísa hvørjar
møguleikar hann hevur.
Vágin við at spæla við
flatari verju er hon, at tað
er næstan eitt krav, at mið-
verjarnir eru skjótir og
tekniskt væl fyri. Jón Rói,
Óli, Hans Fróði og Pól
kunnu allir røkja plássini í
miðverjuni, men spurn-
ingurin er bara hvussu
nýggi
landsliðsvenjarin
velur at blanda kortini.
Ein verja við Óli Jo-
hannesen og Hans Fróða í
miðverjuni, uttan nakran
aftasta mann, hevði skjótt
kunnað verið runnin av, og
tí kann henda samanseting-
in tykjast heldur ivasom. So
er meira sannlíkt at annar
av miðverjunum verður Pól
Thorsteinsson ella Jón Rói
Jacobsen, sum kunnu spæla
saman við antin Óla ella
Hans Fróða. Bæði Jón Rói
og Pól eru skjótir verjuleik-
arar, og hava teir báðir stað-
ið seg væl í landskapping-
ini á ár.
Í hópinum, sum er úttikin
ímóti Liktinstein, eru tvey
boð um høgra bakk plássið.
Um Óli Johannesen ikki
verður ein av miðverjunum,
so er hann upplagt evni til
høgra bakk. Hann spældi í
sínari tíð í AGF nógv á
hesum
plássinum.
Pól
Thorsteinsson hevur bæði
verið miðverji og høgri
bakkur hjá NSÍ í ár, og
hann hevði eisini uttan
nakran trupulleika kunnað
røkt plássi.
Verri stendur til við
vinstra bakki, tí har er einki
upplagt evni ímillum teir
átjan. Til dystin ímóti Lik-
tinstein eru fýra vinstra-
beintir spælarar, men teirra
pláss liggur longri frammi
á vøllinum. Millum An-
drew av Fløtum, Rógva
Jacobsen, Heðin av Lakjuni
og Súna Olsen, er Súni Ol-
sen mest upplagda evnið til
vinstra bakk. Súni spælur
annars
vanliga
longri
frammi á vøllinum hjá GÍ,
men til dystin ímóti Liktin-
stein, kann tað væl vera, at
hann verður at finna á
vinsta bakki.
Havast skal eisini í huga,
at í løtuni er liðskiparin á
føroyska landsliðnum, Jens
Kristian Hansen, úti við
skaða, og um hann verður
við aftur, so er hann avgjørt
eisini upplagt evni til
vinstra bakkin. Enn er
ógreitt, um liðskiparin ætl-
ar sær halda áfram við
landsliðsfótbólti. Liðfelag-
in hjá Jens Kristian í B36,
Arnbjørn Danielsen, er eis-
ini evni til vinstra bakk
plássið.
Aðrir
leikarar,
sum
kundu komið uppá tal eru
HB-mennirnir Janus Joen-
sen og Hans á Lag, ið báðir
hava spælt á plássinum hjá
havnarliðnum í ár. Janus
Joensen við á venjingarlegu
hjá landsliðnum fyrr í ár,
men fekk álvarsama skaða.
Janus hevur tvey tey sein-
astu árini verið ein av
støðugastu leikararnum hjá
HB, men eftir skaðasteðg-
in, hevur Janus havt ilt við
at bíta seg fastan aftur á
HB-liðið. Hans á Lag hevur
leingi verið nevndur sum
evni til landsliðið, men enn
hevur hann ikki fingið
landsliðsboð.
Hans hevur stóran part av
árinum spælt á vinstra
bakki hjá HB, og røkt upp-
gávuna væl, hóast hann er
meira vanur við at vera
miðverji.
Nógvir møguleikar
á miðvøllinum
Miðvøllurin á føroyska
landsliðnum er væl-mann-
aður, og nógvir eru um
boðið til tey fýra plássini.
Sum nakað nýtt fer lands-
liðið at spæla við tveimum
vongspælarum, og ikki sum
áður við tveimum vong-
bakkum
B36-leikarin, Jákup á
Borg, tykist verða best upp-
lagda evni til ein høgra
vong. Jákup beit seg rætti-
liga fastan á høgra vong-
verja á landsliðinum í
síðstu HM-undankapping,
og hansara styrkir eru av-
gjørt frammeftir vøllinum,
og tí má tað kennast væl
fyri hansara viðkomandi, at
spæliskipanin er løgd um.
Eins og fyri Jákup á
Borg, so kemur Heðin av
Lakjuni betur til sín rætt
við nýggju spæliskipanini,
tí báðir leikarar eru meira
vongspælarar enn vong-
verjar. Heðin hevur higartil
havt torført við at fáa spæli-
tíð á landsliðnum, tí fleiri
spælarar hava verið um
boðið á vinstra vongverja,
sum kanska vóru betur enn
Heðin til verjuskyldurnar.
Við 4-4-2 skipanini verður
spennandi um klaksvíking-
urin verður meira eyðsýnd-
ur á landsliðnum.
Alternativini til Heðin og
Jákup sum vongspælarar
eru,
Hjalgrím
Elttør,ið
rættiliga hevur gjørt ein
vørr í landskappingini í ár,
og Rógvi Jacobsen, sum
eisini røkja uppgávuna í
vinstra borðið. John Peter-
sen er eisini upplagt evni, tí
um venjarin ikki ætlar at
nýta John mitt á miðvølli-
num, so er eisini møguleiki
at nýta hann úti í onkrum
borði.
Boðini til bæði plássini
mitt á miðjuni eru mong,
Julian
Johnsson,
Fróði
Benjaminsen, John Peter-
sen, Rógvi Jacobsen og
Sámal Joensen eru allir
spælarar, sum kunnu røkja
uppgávuna. Julian Johns-
son og Fróði Benjaminsen
tykist tó at vera mest upp-
lagdu evnini í løtuni. Báðir
hava verið fastir fúsir leingi
á landsliðnum, og báðir eru
bóltvinnara-typur, sum før-
oyska landsliðið altíð hevur
brúk fyri. Hvar Henrik Lar-
sen so ætlar at seta John
Petersen er ilt at siga, men
skálamaðurin kann bæði
spæla í álopinum ella úti í
einum borði.
Christian Høgni
annar framherjin
Nú gamla álopsparið á
landsliðnum við Toda Jóns-
son og Una Arge er farið í
søguna, verður spennandi
at síggja hvussu álopið í
framtíðini kemur at síggja
út.
Christian Høgni Jacob-
sen verður allarhelst annar
framherjin, men so er
spurningurin hvør verður
við hansara lið. Til dystin
ímóti
Liktinstein,
eru
Andrew av Fløtum, Helgi
L. Petersen, John Petersen
og Jón Rói møgulig evnir
til ein sess í álopinum.
Andrew av Fløtum hevur
havt eitt gott kappingarár,
og er toppskjútti í føroysku
landskappingini, so hann
fær møguliga møguleikan
ímóti Liktinstein frá fyrsta
bríksli. Helgi L. Petersen
hevur ikki verið at sæð so
nógv sum framherji, eftir
skiftið úr Gøtu til Runavík-
ar, so tað er ivasamt, um
hann verður undir liðini á
Christian Høgna.
John Petersen hevur av-
gjørt verið ein av bestu
leikararnum á landsliðnum
seinastu árini, men tað hev-
ur einamest verið á mið-
vøllinum og ikki í álopi-
num. John Petersen er
áleypari hjá B36, og verður
hann ikki á miðvøllinum
hjá landsliðnum, so verður
hann uttan iva í álopinum.
Sunnudagin vísti John sínar
dygdir sum áleypari, tá
einsamallur rak HB-verj-
una av sær.
Ein annar møguleiki er
ungi og sera evnaríki Jón
Rói Jacobsen, sum aftur í
ár, hóast sín unga aldur, er
ein av høvuðsstuðulunum á
HB-liðnum. Jón Rói kann
bæði spæla í álopinum og
afturi í verjuni, men á
landsliðnum hevur hann
fyri tað mesta verið brúktur
í álopinum. Spurningurin er
so, um Henrik Larsen velur
at nýta Jón Róa í verjuni
ella í álopinum.
Hvussu verður og ikki, so
verður spennandi at síggja
nýggja landsliðið í dysti
næsta mikudag ímóti Likt-
instein á Tórsvølli.
Spenningur um nýggja landsliðið
Komandi vikurnar verður
møguligt at síggja hvørjar
leikarar, Henrik Larsen,
ætlar at nýta á landsliðnum.
Hansara fyrsta uppgáva
verður næsta mikudag ímóti
Liktinstein á Tórsvølli.
Mynd: Savnsmynd
16
Nr. 152 - 13. august 2002
Eitt tríggjar kilometr-
ar høgt eiturskýggj
hóttir lívið hjá fleiri
milliónum í syðra
parti av Asia, men tað
kann fáa avleiðingar
aðrastaðni eisini
UMHVØRVI
Árni Joensen:
Sambært einari frágreiðing,
sum umhvørvisdeildin hjá
ST almannakunngjørdi í
gjár, er skýggið ein eitrað
samanrenning av øsku,
ymsum sýrum, aerosolum
og ymsum øðrum. Sagt
verður, at skýggið kann
gera skaða á grøðina og
kann somuleiðis broyta tey
vanligu regn- og vindviður-
skiftini í økinum frá Afgh-
anistan til Sri Lanka.
Í frágreiðingini stendur,
at skýggið heldur sólarljós-
inum burturi og kann elva
til bæði turk og vatnflóð,
sum kunnu hótta fleiri
milliónir mannalív.
Stjórin í umhvørvisdeild-
ini hjá ST, Klaus Tøpfer,
sigur, at tey hava longu
staðfest ávísar broytingar,
sum standast av eiturskýn-
um, men at tað er neyðugt
at gera fleiri kanningar,
áðrenn tað ber til at siga við
vissu, hvussu stórar avleið-
ingarnar verða.
Um upprunan til eitur-
skýggið sigur stjórin, at tað
er eitt úrslit av skógareld-
um, einum skjótt veksandi
útláti av dálkandi royki frá
bilum og verksmiðjum og
nógvum húsarhaldstólum,
sum framvegis nýta við og
onnur biologisk evni til
brenni.
Sambært ST-frágreiðing-
ini verður sólarljósið skert
umleið 15 prosent, tá tað
rakar skýggið, og tað er
munandi meiri, enn ser-
frøðingar høvdu væntað.
Úrslitið er, at jørðin kølnar,
meðan tey niðaru luftløgini
í atmosferuni orna, tí hitin
verður savnaður í skýnum.
– Av hesum fáa vit mun-
andi minni regn í útnyrð-
ingspartinum av Asia og
munandi meiri regn fram
við asiatisku eysturstrond-
ini, sigur Klaus Tøpfer.
Mett verður, at avfallið í út-
nyrðingspartinum av India,
Pakistan,
Afghanistan,
vestara parti av Kina og
Miðasia fer at minka
millum 20 og 40 prosent.
Stjórin í umhvørvisdeild-
ini hjá ST heldur, at frá-
greiðingin um eiturskýggið
eigur at vera ein álvarssom
ávaring til altjóða um-
hvørvisfundin, sum verður
í Johannesburg í næsta
mánað.
– Tað er ikki nóg mikið
við orðum longur. Nú má
okkurt gerast til tess at
tryggja framtíð Jarðarinnar,
sigur Klaus Tøpfer.
Samstundis sum
ísraelskir og palest-
inskir myndugleikar
tykjast nærkast hvør
øðrum, eru ísraelsk
niðursetufólk farin at
taka hús hjá palestin-
um, sum eru flýddir,
ella sum ísraelski
herurin hevur flutt
burtur
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Tað er serliga á leiðini við
Hebron, at víðgongd ísra-
elsk niðursetufólk hava
brotið seg inn í hús hjá pal-
estinum, sum eru flýddir
undan bardøgum, ella sum
ísraelski herurin hevur flutt
burtur haðani.
Ísraelska blaðið Haaretz
skrivaði í gjár, at framferð-
in hjá niðursetufólkunum
stríðir ímóti ísraelskari lóg-
gávu og boðunum, sum
herleiðslan hevur givið.
Blaðið visti eisini at siga, at
ísraelska trygdartænastan
hevur skrivað eina frágreið-
ing um málið, har hon bað
Ariel Sharon, forsætisráð-
harra skipa so fyri, at lóg
og landaskil aftur fæst at
virka í og við Hebron.
– Ísraelsk niðursetufólk
hava tikið fleiri palestinsk
hús. Tey búgva ikki har alla
tíðina, men koma og fara.
Aðrastaðni hava tey brotið
inn og oyðilagt innbúgv og
annað.
Niðursetufólkini
hava eisini brotið inn í fleiri
palestinskar handlar, sum
ísraelsku hermenninir hava
stongt. Tá hermenninir
biðja tey fara burtur haðani,
sýta tey fyri at gera eftir
boðunum, sigur Nanna
Ahlmark, sum er talskvinna
hjá altjóða eygleiðaraliðn-
um í Hebron.
Hetta samsvarar væl við
tað, sum ein embætismaður
í ísraelsku trygdartænast-
uni sigur við Haaretz.
– Tað eru serliga ung
jødisk pør, sum taka húsini,
sjálvt um tey einki hava at
gera har, sigur embætis-
maðurin við blaðið.
Sunnudagin lupu víð-
gongdir ísraelskir niður-
setumenn á palestinar í ein-
ari bygd longur norðuri á
Vestara
Áarbakka,
har
nógvir palestinar vórðu
riknir úr húsum sínum.
Sagt verður, at fleiri av nið-
ursetufólkunum
høvdu
vápn.
Ágangurin frá teimum
ísraelsku niðursetufólkun-
um hevur vundið upp á seg,
júst sum viðurskiftini mill-
um ísraelsku og palestinsku
myndugleikarnar
tykjast
batna. Ein palestinsk sendi-
nevnd var í USA um viku-
skiftið, har hon hitti m. a.
Colin Powell, uttanríkisráð-
harra og George Tenet,
CIA-stjóra. Aftaná segði
Yasser Arafat í Ramallah,
at fundirnir høvdu verið
sera gagnligir.
Myndugleikarnir
í
Saudiarabia hava háls-
høgt ein indiskan ríkis-
borgara, sum varð funn-
in sekur í at hava smugl-
að rúsevni. Samstundis
vórðu tólv ungir dreingir
dømdir pískasløg fyri at
hava gjørt seg upp fyri
nøkrum kvinnum í ein-
ari viðarlund.
Tann indiski maðurin
varð dømdur fyri at hava
smuglað eina ókenda
nøgd av heroini, og fyri
tað varð hann hálshøgd-
ur,
skrivar
almenna
saudiarabiska tíðinda-
stovan.
Higartil hava saudi-
arabisku myndugleik-
arnir avrættað minst 27
fólk, sum eru dømd eftir
teimum teimum strongu
muslimsku sharia-lóg-
unum. Í fjør vórðu 75
fólk avrættað í Saudi-
arabia, í 2000 var talið
121.
Smuglari hálshøgdur
Tríggir ungir dreingir,
sum eru 18, 15 og 13 ára
gamlir, komu leygardag-
in sjálvbodnir á eina
løgreglustøð í Stock-
holm, eftir at løgreglan
hevði sóknast eftir teim-
um í fleiri dagar í sam-
bandi við eitt morð.
Sambært
blaðnum
Dagens Nyheter hava
eygnavitni greitt løg-
regluni frá, at teir tríggir
beindu fyri einum 19 ára
gamlum manni í Stock-
holm, og sagt verður, at
tað var tann 13 ára gamli
drongurin, sum stakk
tann 19 ára gamla so
meint, at hann doyði.
Fáar dagar framman-
undan varð ein 27 ára
gamal maður skotin í
sama býarpartinum í
Stockholm. Í tí málinum
hevur løgreglan tikið
tveir 22 ára gamlar
menn, sum eru skuld-
settir fyri morðið.
Ein 42 ára gomul kvinna
í Brasil doyði um viku-
skiftið, tá eitt flogfar
rendi á hana.
Myndugleikarnir siga,
at kvinnan var farin út at
renna á einari lendingar-
breyt, sum ikki verður
nýtt longur. Men hendan
dagin setti eitt lítið
Cessna-flogfar seg á
breytina. Tað vildi so illa
til, at annar vongurin á
flogfarinum rakti kvinn-
una, sum doyði bein-
anvegin.
Myndugleikarnir siga,
at flogskiparin rýmdi av
staðnum, men tað eydn-
aðist løgregluni at taka
hann seinni. Hann er nú
skuldsettur fyri ótilætlað
mannadráp.
Ein thailendsk kvinna
doyði sunnudagin, tá
hon brádliga leyp niður í
ein hyl við krokodillum.
Kvinnan var saman
við fleiri øðrum fólkum
á einari framsýningar-
ferð í einum krokodillu-
garði, tá hon brádliga
leyp niður í hylin. Ferða-
leiðarin hevur greitt løg-
regluni frá, at alt hendi
so skjótt, at hjálparfólk-
ini fingu einki gjørt.
Thailendska løgreglan
kunngjørdi seinni, at
talan var um eitt ætlað
sjálvmorð. Tað vísti seg,
at kvinnan hevði skrivað
eitt skilnaðarbræv, har
hon skrivaði, at hon
hevði gjørt av at taka
lívið av sær.
13 ára gamal
drápsmaður
Flogfar rendi á kvinnu
Leyp niður til
krokodillur
Ísraelsk niðursetufólk
taka hús hjá palestinum
Eiturskýggj hóttir milliónir
í Suðurasia
Samstundis sum ísraelsku og
palestinsku myndugleikarnir
nærkast hvør øðrum, halda
ísraelsmenn fram við at
jagstra limir í
yvirgangsfelagsskapinum
Hamas. Her fer ein Hamas-
leiðari til gravar í Gaza
sunnudagin
C
M
Y
K
16