Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2002 19 Við Hjalgrími Elttør á odda greiddi KÍ sín setning á Sevmýri móti TB og fingu trý stig afturat í odda- stríðnum. Men klaks- víkingar komu ikki sovandi til sigurin, og misnýttir møguleikar mundu kostað dýrt, tá TB minkaði um munin í seinna hálv- leiki TB-KÍ Heini í Skorini Trý stig var eitt krav til KÍ um vikuskiftið, tá klaksvík- ingar vóru á Sevmýri og vitjaðu botnliðið TB. Klaksvíkingar vóru favorit- tar undan dystinum, og hó- ast TB berjist fyri lívinum og yvirliving í 1. deild, hevði alt annað enn sigur verið eitt stórt vónbrot fyri KÍ, sum avgjørt er ein av FM kandidatunum við sín- um góðu úrslitum seinastu dystirnar. Dysturin endaði við ein- um 3-1 sigri til klaksvík- ingar eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til KÍ. Ungi landsliðs- leikarin, 19 ára gamli Hjal- grím Elttør, var stóri profil- urin í dystinum, tí hann skoraði nevniliga øll trý málini fyri KÍ, og prógvaði hann sostatt sítt virði sum ein ungur og lovandi leikari í hópinum hjá Henrik Lar- sen. KÍ hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki, og tað sást eisini á hálvleiksstøðuni, tá KÍ var á odda 2-0 við tveimum málum frá ávurnevnda Hjalgrím Elttør. Óli setti spenning í Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri málmøguleikar at av- gera dystin. Serliga kundi landsliðsleikarin Heðin á Lakjuni sett punktum fyri dystin, men ístaðin lovaðu klaksvíkingar TB innaftur í dystin. TB fekk brotsspark, og Óli Johannesen minkaði um munin frá 11 metra blettinum, so støðan nú var 1-2 til KÍ. Eftir hetta kom rættiligur spenningur í, og spurning- urin var, um TB aftur fór at endurtaka bragdið frá Svangaskarði seinasta viku- skiftið og fáa eina stigið móti einum øðrum FM kandidati. TB royndi at trýsta, men einki mál spurdist burturúr hjá tvøra- monnum. Hjalgrím setti punktum Ístaðin var tað KÍ, sum endaliga setti punktum fyri dystin og slókti allar vónir- nar hjá TB um stig. Eftir eitt skot kundi Hjalgrím Elttør fylgja upp og seta bóltin lætt í netið til 3-1, og so var KÍ sigurin heima. Hóast KÍ var betra liðið, kundu misnýttu málmøgu- leikarnir kostað dýrt, tá TB brádliga var inni aftur í dystinum við máli frá Óla Johannesen eftir brots- spark. Men við einum hat- tricki frá Hjalgrím Elttør vann KÍ sannførandi 3-1, og vóru tey trý stigini krav til Kurt Mørkøre og hans- ara menn, um KÍ skuldi fylgja við í toppinum í før- oysku 1. deild. TB berjist fyri niðurflyt- ing, og teir stríddust eisini fyri stigunum, men saman- umtikið var KÍ eftir øllum at døma ov stórur biti at gloypa. Klaksvíkingar gjør- du sína skyldu, men ikki meiri enn tað. KÍ er nú bert eitt stig aftanfyri oddaliðið NSÍ, og við teimum avrik- um, teir seinastu dystirnar hava víst, eru teir avgjørt at rokna millum kandidatar- nar til FM heitið. Dysturin í tølum: TB-KÍ 1-3 (0-2) 0-1 Hjalgrím Elttør 0-2 Hjalgrím Elttør 1-2 Óli Johannsen br 1-3 Hjalgrím Elttør TB: Lars Muller, Olivur Abrahamsen, Óli Johanne- sen, Nebosja Urtajl, Vladi- mir Matijijvic, Bárður Dimon, Einar Petersen, Jón Johannesen, Craig Dean, Dan Mortensen og Alex- ander Radosavljevic KÍ: Meinhard Joensen, Atli Danielsen, Alexander Djor- djevic, Ove Nysted, Rúni Elttør, Allan Mørkøre, Jan Joensen, Allan Joensen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Bjarte Vattelstad KÍ gjørdi sína skyldu KÍ við Hjalgrím Elttør á odda vann á Sevmýri, og eru nú bert eitt stig aftanfyri fremsta liðið Hóast vágamenn høvdu nógv størsta partin av spælinum og haraftrat brendu brotspark, vóru vág- bingar minst líka vandamiklir, og kun- du til síðst fingið øll trý stigini VB-FS VÁGAR Páll Holm Johannesen Hugdi ein eftir stigatalvuni áðrenn dystin millum VB og FS Vágar í Vági leygar- dagin, skuldi talan bert ver- ið um avgreiðsluspurning hjá vágamonnum. Men at VB hevur ment seg sein- astu dystirnir, vístu teir greitt. Ikki einans er fólkið betri nú, men sambandið við botnin er minkað og nú vísa teir í Vági vilja og berjast fyri sakini, nakað sum ikki sást í fyrru helvt. FS Vágar bóltin nógv FS Vágar mátti verða Clay- ton Soares fyri uttan, og tað merkti kanska effektivitetin frammanfyri málinum. Vágamenn høvdu nevniliga bóltin nógv, og nógv gekk fyri seg frammalaga á VB- hálvuni. Men burtursæð frá tveimum opnum møguleik- um, tað eina brotspark, blivu fáir møguleikar skaptir burturúr tí leikligu yvirvág, sum FS Vágar hevði stóran part av dysti- num. Vágbingar høvdu eina einkla uppskrift til at basa vágamonnum. Liðið stóð aftarlaga á vøllinum, uttan tó at grava seg heilt niður, og síðani skuldi berjast fyri hvørjum bólti. Hetta viðførdi so, at lítið skipað spæl var frá heima- liðnum, men mótálop fingu teir fleiri av, og samanlagt fingu vágbingar fleiri opnar møguleikar enn FS Vágar. Longu tá fáir minuttir vóru farnir, hevði altíð vandamikli Birgir Jørgen- sen ein skallara sum fór á tvørstongina. Løtu seinni var Birgir farin fram við málmanninum sum kom út í móti, men megnaði hóast hetta ikki at raka málið. FS Vágar fekk ein góðan møguleika eftir horna- spark, tá bólturin í fyrstu syftu bleiv beindur burtur. Men uttanfyri brotsteigin stóð Hannis Olsen og hann smekkaði til, men Finnbogi Olsen í VB-málinum bjarg- aði heilt úti við stongina. Brendu brotspark Tá so nakrir minuttir manglaðu av fyrra hálv- leiki, fingu vágamenn stør- sta møguleikan í dystinum. Bjarni Prior bleiv spældur leysur, men bólturin fór ov langt frá honum og støðan tóktist í fyrstu syftu at vera hasað av. Men málmaðurin hjá VB fór nakað harðliga út í Bjarna, og dómarin dømdi, sum púra rætt var, brotspark. Jens Erik Rasmussen var settur at taka, men hóast bólturin var væl plaseraður, bjargaði Finnbogi Olsen, sum spældi ein sera góðan dyst. Hetta gav VB trúnna uppá at tað kundi spyrjast okkurt burturúr dystinum. Seinni hálvleikur líktist nógv tí fyrra, har FS Vágar hevði bóltin nógv uttan tó at skapa teir stóru møgu- leikarnar. Teir bestu møgu- leikarnar í seinna hálvleiki hevði VB. Eini tvær ferðir blivu vongverjarnir hjá vágamonnum ov grammir at sleppa fram, og hetta gav Símun Samuelsen tvær góðar møguleikar, men hann var ikki nóg kaldur í avgerandi løtuni. Í yvirtíðini fekk VB ein fínan møguleika at avgera dystin. Símun Samuelsen bleiv spældur ígjøgnum verjuna hjá FS Vágum, og hevði alla hálvuna fyri seg sjálvan. Men tá hann skuldi fara framvið málmanni- num, sum var komin út móti honum, rakti hann málmannin í fótin, og tí spurdist onki burturúr hes- um. Dysturin endaði sostatt málleysur, hóast leikliga yvirvág til FS Vágar stóran part av dystinum. Vágbing- ar eru helst fegnast um eina stigið, tí undan dystinum høvdu vágbingar óivað selt dystin fyri eitt stig. Dysturin í tølum: VB-FS Vágar 0-0 (0-0) VB mundi snýtt FS Vágar 19 18 Nr. 152 - 13. august 2002 SAMANUM 2/3 Jákup Mørk Tað er neyvan ov nógv sagt, at oddurin í føroysku fót- bóltlandskappingini í dag er tættari, enn hann nakran tíð hevur verið áður. Nú ein triðingur restar av kapping- arárinum eru bert fýra stig av fyrsta niður á sætta plássið, og so javnt man tað neyvan nakran tíð hava ver- ið áður. Heldur ikki í 1988, tá trý lið høvdu møguleikan at ogna sær meistaraheitið á seinasta leikdegi. Trupulleikar í HB Tað ferðina – í 1988 – end- aði alt við, at HB vann meistaraheitið, eftir at B36 annars stóran part av ári- num hevði átt leiðsluna, men úrslitini hesa ferð bendu meira enn nakað á, at støðan í ár kann gerast hin øvugta. Í øllum førum ber longu nú til at staðfesta, at HB eftir summarsteðgin hevur mist nøkur sera týð- andi fet í gullstríðnum við tveimum tapum á rað. Og so hava teir eisini tapt steypafinaluna, so einki er at siga til, at fótbólts-baro- metrið í HB-húsinum í hes- um døgum stendur í botni. Sunnudagurin vísti eis- ini, at HB í løtuni hevur veruligar trupulleikar at stríðast við. Steypafinalan varð tapt, hóast havnarliðið í nærum helminginum av dystinum spældi við einum manni í yvirtali, og hesa- ferð hjálpti tað heldur einki, at B36 seinasta kort- erið spældi við níggju monnum. At nú frákoyrda oddaliðið ikki fær gagnnýtt numerisku yvirvágna í tveimum somikið týðandi dystum boðar í øllum før- um ikki frá góðum. Men tað munnu teir í HB vera fult so greiður um sum nakar annar. Hugburðsbroyting í Runavík NSÍ er nú nýtt oddalið. Tað hava teir kanska verið onkra tíðina áður, men ongan tíð somikið seint á kappingarárinum, og eftir steypasigurin á ólavsøku tykjast runavíkingarnir nú veruliga at hava fingið blóð upp á tonna. Eitt er at liðið úrslitaliga hevur havt góðan byrð síðani summarsteðgin, men mátin, sum úrslitini eru komin til høldar uppá, boðar meira enn nakað annað frá, at rætti vinnara- hugburðurin nú veruliga er komin til Runavíkina. Nak- að sum annars man hava verið størsta mangulvøran hjá »vespunum« seinnu ár- ini. Á ólavsøku vunnu teir við einum manni í undir- tali. Í Gøtu fyri viku síðani vunnu teir ein rættan stríðs- sigur, hóast liðið var nakað skert, og sunnudagin prógv- aðu teir, at teir eisini hava orkuna at stríðast fram til seinasta bríksl fyri at tryggja sær sigurin. Hóast toppurin sum sagt er javnari enn nakran tíð áður, so eru tó framvegis mong, sum halda, at gull- dysturin fyrst og fremst fer at standa millum HB og NSÍ. Á pappírinum eru tey bæði eisini liðini, sum hava lættastu dystarskránna eftir. HB eigur framvegis dystir til góðar móti teimum fýra niðastu liðunum, og NSÍ skal í trimum førum spæla móti liðum, sum eru sett til síðis í heiðursmerkjastríð- num. Men tað er tó ikki altíð, at hesir dystir eru so lættir, sum stigatalvan ann- ars ber boð um... Hini fýra Hartil skal leggjast, at tað á ongan hátt kann útilokast, at ikki okkurt av teimum fýra liðunum, sum elta odd- in, fer at gera veruliga um seg. Klaksvíkingar nýttu vikuskiftið til at nærkast enn meira tindinum, sum annars hevur verið langt burturi síðani gullrúsin fyri skjótt trimum árum síðani. Onkur vil kanska siga, at KÍ er tað av oddaliðunum, sum hevur torførastu skrán- na eftir, men hinvegin kann tað – um talan verður um avgerandi dyst – vera ein fyrimunur, at teir í seinasta umfarinum eiga heimavøll móti NSÍ. Í øllum førum eiga klaksvíkingar fleiri leikarar, sum hava royndir- nar, sum ofta eru so týd- ningarmiklar í hesum dyst- um. Beint undir klaksvíking- unum er GÍ, sum alla tíðina hevur megnað at hingið fast í oddinum, hóast spælið í nógvum førum hevur verið langt frá sannførandi. Tað er tó ein góður eginleiki at hava, at liðið kortini hevur megnað at skava stig sam- an, og drúgvir sum teir van- liga eru, so eigur tað ikki at undra nakran, um gøtu- menn eisini standa sera frammarliga, tá seinasti leikdagurin er av. Seinastu liðini í hesum høpi eru árstalsfeløgini bæði, B36 og B68, men hó- ast ájøvn í stigum, so munnu vánirnar til enda- spurtin vera sera ymiskar hjá pørtunum. Fyri viku síðani roknaðu ikki so nógv við, at B36 kundi sleppa upp í part í oddinum, men stríðssigurin sunnudagin bendir á nakað heilt annað. Ikki minst er tað av stórum týdningi, at Klæmint Matras nú hevur fingið Julian Johnsson sum stríðs- felaga á miðvøllinum. Í fjør var stríðshugurin hjá Jan Guttesen og Klæmint týð- andi partur av gullmerkj- unum hjá B36, og tað er ikki fyrr enn nú, at B36 veruliga hevur tipt holið eftir Guttesen-manninum. Spurningurin er so bert, um hetta er ov seint. Í B36 er vónin tó, at tað fer at bera til at vinna tey fýra stigini til oddin aftur, men á Toftum man optim- isman tó ikki vera heilt so stór, eftir at tað akkurát eydnaðist B68 at sleppa av Eiði við einum stigi. Skal B68 verða partur av gull- stríðnum, eru ráðini í øllum førum ikki til slík mistøk, tí hóast EB/Streymur bæði í fjør og í ár hevur prógvað, at teir mangan eru tungir at syfta, so hoyra teir fram- vegis til liðini, »sum tú helst skalt vinna á«, um vónirnar eru um eitt pláss í oddinum. Restin er støðuðgt Fyri hini fýra liðini í bestu deildini, broytti vikuskiftið eitt stað millum lítið og einki. EB/Streymur fekk kanska staðfest, at teir av- gjørt heldur ikki fara niður í ár. VB liggur framvegis onku staðni í ongamanna- landi, og tað tykist mest sum vist, at niðurflytingar- spurningurin fer at standa millum TB og Skála. Enn eigur Skála fyrsta sigurin á í bestu deildini, men fram- haldandi arbeiða teir hart fyri at røkka hesum, og so leingi munurin ikki er meira enn trý stig, so stend- ur og fellur nógv við dysti- num millum tey bæði nið- astu í næst seinasta umfari- num. Nógv stendur í nýggju monnunum Nakra niðurstøðu um enda- spurtin sjálvan er annars sera torført at koma til, nú seks dystir resta at spæla. Tað einasta sum tykist heilt vist í løtuni man vera, at tað verður ófatuliga spennandi komandi vikurnar, og so ber eisini til at siga, at nógv bendir á, at tað verða »nýggju menninir« hjá oddaliðunu, sum fara at gera nógv av. Runavíkingar hava longu fingið prógv fyri, at tað var ein heppin avgerð at lokka Ulrik Balling til landið. Trý týdningarmikil mál í trim- um týðandi dystum mugu í øllum førum sigast at vera eitt slag av hørðum valuta. HB hevur nú roynt at gjørt teimum kynstrið eftir, men enn hevur Nocko Jokovic so ikki prógvað, at hann er maður fyri at bloyta verandi málturkin hjá HB upp. Klaksvíkingar hava nýtt summarið at fingið norskan álopsmann til felagið, og tó at hann enn ikki hevur funnið veg til meskarnar, so er vónin har norðuri fram- vegis, at Bjarte Vattelstad kann vera eins góður av- loysari hjá Kurt Mørkøre í KÍ, sum Kurt Mørkøre var fyri Bjarte Vattelstad í Sogndal. B36 hevur sum nevnt fingið ein týðandi brikk í miðvøllinum í Julian Johnsson, og tó at GÍ og B68 ikki hava handlað í summarsteðginum, so er lítil ivi um, at tey seta stórar vónir til ávíkavist Krzystof Popczynski og Anders Ny- gaard, sum báðir vóru skaddir stóran part av fyrru kappingarhálvu, men sum nú helst skulu finna stór- spælið fram, um teirra feløg skulu vinna seg heilt upp á ovastu rók. Alt er opið Nógv bendir á, at nýggju leikararnir hjá oddaliðunum koma at hava stóran týdning. Ein teirra er Bjarte Vattelstad, sum tó enn hevur fyrsta málið í KÍ-búnanum til góðar Í 10 umfør tóktist HB hava beina kós móti meistaraheitinum, men nú teir hava snávað tvær ferðir á rað, eru fimm onnur feløg brádliga vorðin sambiðlar í gullstríðnum, sum nú tykist gerast ein sannur bardagi, har allir partar kunnu taka frá øllum h ú h ú h ú 13. umfar EB/S GÍ B68 14. umfar Skála VB EB/S 15. umfar HB NSÍ B36 16. umfar TB Skála GÍ 17. umfar B68 EB/S VB 18. umfar KÍ TB NSÍ NSÍ HB KÍ Talvan sýnir, hvørjar seks dystir tey seks fremstu liðini í bestu mansdeildini hava eftir, nú endaspurturin veruliga verður settur ígongd C M Y K 18