Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2002 21 Spennandi og undirhaldandi í Runavík Í einum undirhald- andi dysti har leik- ferðin alla tíðina var høg, vann NSÍ uppi- borið á VB. Hóast nógvar málmøguleik- ar, serliga til heima- liðið, kom fyrsta og einasta málið ikki fyrr enn 7 minuttir vóru eftir. NSÍ-VB Bjartur Nolsøe Dysturin millum NSÍ og VB, hevði so góðar karmar sum ein dystur nú kann fáa. Fínasta veður og nógvir áskoðarar og lagið gott. Spurningurin var so um leikararnir dugdu at gera brúk av hesum karmum, og geva øllum teim sum spent sótu uttanfyri ein góðan dyst. Og tað gjørdu bæði liðini til fulnar. Tí tað gjørdist ein dystur við miklari leikferð, góðum kvikum spæli og nógvum atsóknum á bæði málini. Sum væntað legði heima- liðið trýst á VB frá byrjan. Men vágbingar komu ong- antíð undir so stórt trýst, at teir ikki megnaðu at fanga NSÍ í álopi, og sjálvir seta nøkur mótálop í gongd. Tískil gekk dysturin fyri tað mesta, at NSÍ koyrdi tey meira uppbygdu álopini, meðan vágbingar royndu seg við mótálopum. Og tað gjørdi dystin undirhald- andi. Nógvir málmøguleikar Málmøguleikarnir komu eisini beinanvegin. Bæði liðini høvdu góð skot móti málinum, og Ulrik Balling slapp at royna seg longu í fimta minutti, tá hann skeyt yvir eftir eitt innlegg frá Sjúrði Jacobsen. Men VB vildu eisini upp í part, og Nenad royndi seg úti frá, men bólturin fór yv- ir málinum. Eisini fekk Palli Augustinussen sneitt seg ígjøgnum NSÍ-verjuna, men skotið frá honum gjørdist ov veikt. Sum fyrri hálvleikur leið gjørdist trýstið frá heima- liðnum størri, og hesum spurdist fleiri heilt góð til- boð burturúr. NSÍ fekk fríspark á brots- teigarlinjuni í vinstru síðu. Brynjólvur Nielsen tók frí- sparkið, sum hevur kós beint móti tríkantinum, men Bjarni Johansen bjarg- aði í fyrstu syftu. Bólturin kom síðani út til ein NSÍ- leikara, men eisini aðru ferð bjargaði Bjarni. Tá hálvur tími var farin hevði NSÍ hornaspark. Hetta bleiv tikið stutt til Brynjólv, sum skeyt innfyri fyrstu ferð. Bólturin kemur til Óla Hansen, sum fær sett høvdið á, men enn einaferð bjargaði Bjarni í VB-máli- num. Bjarni stóð ein góðan dyst og átti hann sín stóra leiklut í, at støðan framveg- is var 0-0 í hálvleikinum. Áskoðararnir høvdu sæð ein frálíkan fyrra hálvleik, sum hóast málleysur bjóð- aði uppá frálíkt undirhald við nógvum atsóknum á mál. Og spenningurin var varðveittur til seinna hálv- leik. NSÍ trýsti Seinni hálvleikur helt fram har fyrri endaði. Kanska hevði VB hug at leggja seg eitt sindur longur aftur, enn teir høvdu í fyrra hálvleiki. Tað gav so NSÍ møguleika at koma longri fram, og halda fast um eitt ávíst trýst. Og heldur ikki í seinna hálvleiki trutu møguleikar- nir. Tá 10 minuttir vóru far- nir, løgdu runavíkingar eitt fríspark væl innfyri, har Óli Hansen púra fríur skallaði uppum. Beint aftaná spældi Ulrik Balling Óla frian, men aftur hesuferð fór bólturin við síðuna av. Atsóknirnar á VB-málið blivu fleri og fleiri, men runavíkingar høvdu ilt við at raka málið. Bøði Ian Højgård og Ul- rik Balling komu tætt uppá næstu løtuna, men royndir- nar fóru við síðuna av. Fyrr ella seinni mátti trýstið frá NSÍ geva úrslit, og teir fingu eisini bóltin í mál tá tað manglaðu 12 minuttir. Men Sonni L. Pet- ersen var dømdur fyri at standa rangstaddur. Beint eftir kundu vág- bingar avgjørt dystin, tá eitt mistak í NSÍ-verjuni við- førdi, at Nenad kundi renna einsamallur móti málinum, men Jens Martin Knudsen bjargaði frálíkt. Aftur Balling Tá 7 minuttir vóru eftir, kom so einasta málið í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn í VB-brotsteig- in. VB-verjan tóktist at hava tamarhald á støðuni, men í staðin fyri at sparka bóltin vekk drálaðu vág- bingar, og so var Ulrik Balling har han skuldi verða og smekkaði bóltin inn, og harvið tryggjaði NSÍ trý stig. Ulrik var ann- ars væl dekkaður av Slobo- dan Mazar, og bert fáar ferðir slapp hann at vísa sínar dygdir. Tíðin var við at renna út fyri VB, men Palli August- inussen fekk í yvirtíðini seinasta møguleikan í dystinum, men Jens Martin bjargaði royndini. Dysturin endaði tí við sigri til heimaliðið, sum nú aftur liggur ovast í fyrstu deild. NSÍ var vandamikl- ara liðið og átti flestu møguleikarnar, men VB við sínum vælskipaða kontraspæli, átti sín lut í at dysturin gjørdist undirhald- andi. Dysturin í tølum: NSÍ-VB 1-0(0-0) 1-0: Ulrik Balling NSÍ: Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson, Arnfinn Langgaard, Djóni Joensen, Sjúður Jacobsen, Brynjólv- ur Nielsen, Sonnie L. Peter- sen, Helgi L. Petersen, Eddie Mikkelsen, Óli Han- sen og Ulrik Balling VB: Bjarni Johansen, Slo- bodan Madzar, Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Michael í Lágabø, Palli Au- gustinussen, Marek Wierz- bicki, Tórður Holm, Jóan Pauli Olsen, Robert Cisli- vicz og Nenad Zivanovic. Ulrik Balling skeyt aftur mál hetta vikuskiftið, og hann hevur víst seg at vera gullverdur fyri NSÍ í ár. Mynd: Savnsmynd 21 20 Nr. 152 - 13. august 2002 Tekniskur leiðari Hervið verður søkt eftir tekniskum leiðara til Vestmanna Kommunu. Høvuðsverkevni: • Hava dagligu leiðsluna av øllum tekniskum útbúnaði hjá kommununi • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar- arbeiði • Bygdar- og byggiætlanararbeiði • Málsviðgerð og ráðlegging • Tilrættislegging og eftirlit við kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Skrivari hjá teknisku nevnd Førleikakrøv: • Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur líkn- andi útbúgving • Royndir á omanfyri nevndu arbeiðsøkjum • Royndir í projekteringsarbeiði og eftirliti • Hollan telduførleika • Hollar royndir í tekniforriti/-ritum Lønin verður sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Starvið verður at seta sum skjótast í fyribils eitt royndarár. Bygdarráðið skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Skrivlig umsókn saman við prógvum skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 2. september 2002, kl. 16.00. Vestmanna Kommuna Lærlingur Søkt verður eftir lærlingi til bókhaldið. Umsøkjarar við HH-prógvi hava fyrimun. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsing- um um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 25. august 2002. Meira fæst at vita við at venda sær til skrivstovu okkara á tlf.345900 og tosa við Jóannes á Váli ella Ninu Djurhuus. P/F SMYRIL LINE Postboks 370 110 Tórshavn Frá Trinity Consult Ráðgevarar okkara eru at hitta á Hotel Tórshavnar Sjómansheimi týsdagin 13. august kl. 16.00. Greitt verður m.a. frá, hvussu ein fyritøka ella stovnur kann rekast og mennast út frá kristnu lívsvirðunum. Fundurin er ókeypis. Trinity Consult Útbjóðing Niðurtøka av Heyganeshúsunum Hervið verður arbeiðið at taka niður Heyga- neshúsini á kaiøkinum í Vestmanna boðið út. Arbeiðið umfatar: • Niðurtøku av bygningi • Burturbeining av fundamenti • Burturbeining av tilfari • Bróta av veitingar til og frá bygninginum. Skrivlig tilboð skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 26. august 2002, kl. 16.00. Vestmanna Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini ella einki tilboð at velja. Vestmanna Kommuna www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 20