Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. august 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2002 23 Lagt var upp til ein lagnudyst í Gunda- dali leygardagin í 2. deild millum HB og B71, sum undan dystinum lógu ávika- vist á níggjunda og áttanda plássi 2. DEILD Heini í Skorini Kappingarárið hevur ikki hilnast væl fyri 2. deildar- liðini hjá HB og B71. Und- an dystinum í sólskininum í Havn leygardagin var HB á næstaftasta plássi, meðan B71 var triðaftast. Tískil vóru trý stig sera týdningarmikil fyri bæði liðini, um sleppast skal undan einum hørðum niðurflytingarstríði seinni í ár. Tá dysturin var av, vóru tað sandoyingar, sum høv- du drigið longra stráið við tveimum málum móti ein- um, og komu teir sostatt inn í miðjuna á stigatalvuni, meðan HB enn er á níggj- unda plássi, eitt stig aftan- fyri botnliðið VB. Málleysur fyrri hálvleikur Fyrri hálvleikur leikaði javnt á, og bæði liðini spæl- du seg til málmøguleikar og høvdu til tíðir royndir á málini. Men tað bleiv ikki til teir heilt stóru málmøgu- leikarnir, og tískil var einki mál komið í dystinum, tá farið varð til hálvleiks. B71 avgjørdi seint Gongdin frá fyrra hálvleiki hevði hug at halda á inn í seinna hálvleik, og tá góður hálvur tími av seinna hálv- leiki varð spældur, var støð- an enn málleysur javnleik- ur. Men næstu løtuna av- gjørdi sandoyingar dystin og fingu trý sera kærkomin stig í botnstríðnum. Eftir innleg úr høgru síðu frá Arumas kundi Jónsvein Thomsen leggja B71 á odda 1-0. Henda støðan helt sær ikki leingi, tí lítlu løtu seinni lá bólturin aftur aftanfyri Pól Næss Joensen í HB málinum. Símun Han- sen gjørdist leysur við mál- verjanum, og eftir at hann var farin framvið málverja- num, kundi hann ótarnaður økja um leiðsluna til 2-0 til B71 Í seinastu minuttunum minkaði Danny Kruse fyri HB, tá hann eftir innlegg úr vinstru skallaði bóltin í net- ið, men ov seint var fyri HB, og úrslitið var tískil 2- 1 til B71, sum við sigrinum slapp sær úr botninum, meðan HB enn er á næst- aftasta plássi. B71 vann lagnudyst HB er nú bert eitt stig frá niðasta plássinum eftir ósigurin ímóti B71 leygardagin. Sandoyingar kunnu fegnast um teir eru við aftur í stríðnum um uppflyting Mynd: Alvur Haraldsen 23 22 Nr. 152 - 13. august 2002 EB/STREYMUR-B68 Páll Holm Johannesen Felagsliðið EB/Streymur fekk vitjan av toftamonnum sunnudagin. Dysturin end- aði 3-3, og tað mugu tofta- menn iðra seg mest um, tí í tveimum dystum ímóti botnliðum, hevur úrtøkan bara verið tvey stig. Hevði B68 vunnið sínar seinastu dystir, so høvdu teir verið ájavnir við grannarnar úr NSÍ á ovastu rók. Fyri B68 mátti úrslitið sunnudagin kennast eitt sindur hugtungt, tí teir skoraðu trý mál, men fingu bert tað eina stigið við sær. B68 hevur ikki skorað tey mongu málini í ár, og liðið hevur havt torført við at spælt seg fram til opnar málmøgleikar. B68-venjarin, Frank Skytte, var eisini vónbrotin eftir dystin, tí hann vildi vera við, at toftamenn vóru betra liðið á Mølini, og hó- ast hansara menn endiliga fingu hol á málskjótingina, so rakk tað ikki til sigur kortini. Toftamenn ágrýtnir B68 vóru sera ágrýtnir fyr- stu løtuna, og løgdu trýst á heimaliðið. Longu eftir eitt korter gav trýstið eisini úr- slit. B68 hevði vunnið sær fríspark nakað uttanfyri brotsteigin hjá EB/Streymi, og sum ikki enn einaferð var tað Øssur Hansen, sum sum við beinleiðis frísparki fekk bent bóltin í málið hjá EB/Streymi. Tað vóru annars ikki meir enn hendinga mál- møguleikar í fyrra hálv- leiki. B68 hevði lítla leik- liga yvirvág, men fingu ikki umsett yvirvágini til málmøguleikar. EB/Streymur hevði bert tí einu royndina á mál í fyrra hálvleiki, tá Vinjard Dam gjørdist leysur við málmanninum, men pólski B68-málverjin bjargaði Hálvleikstøðan var 1-0 eisini til B68, og hetta var eitt rímuligt mynd av hvus- su fyrri hálvleikur gekk. Flott frísparksmál Felagsliðið legði út í seinna hálvleiki sum eitt ódnar- veður. Ikki meir enn tríggjir minuttir vóru farnir, so høvdu teir javnað. Teir fingu fríspark beint uttan- fyri B68-brotsteigin, við einari forkunnuðari frí- sparks-kombinatión, fekk liðformaðurin, Ronnie Samuelsen, seinasta fót á. Av Eiði verður sagt, málið avgjørt er ein kandidatur til ársins mál. – Hasa frísparkskombina- tionina hava vit vant dúg- liga, og tí tað er tað huga- ligt, at hon eydnast so væl, segði venjarin hjá felagslið- num, Trygvi Mortensen, eftir dystin B68 svaraði skjótt aftur, tí fimm minuttir seinni, legði Arnold Joensen B68 aftur frammum. Eftir góða sending frá Øssur Hansen, lá Arnold framvið, og fekk sett bóltin framvið Gunnari av Steig. Bæði liðini høvdu ágang- andi spæl í seinna hálvleiki, og spældu seg bæði fram til málmøguleikar. Av Eiði verður sagt, at B68 hevði flestar málmøguleikar, og at heimaliðið hevði ein vælleikandi, Gunnar á Steig, í málinum. Fleiri ferðir varð Gunnar noyddur at toyggja seg fyri at halda toftamonnum burtur frá skjóta mál. Serliga vóru toftamenn vandamiklir í deyðbóltsstøðum, har tað fleiri ferðir var um reppið, at teir fingu mál Miðskeiðis í seinna hálv- leiki fekk ungi Teitur Joen- sen eina sending frá Ronnie Samuelsen, og slapp ímill- um málverja og B68- verju- na, og skallaði bóltin upp- um B68-málverjan til 2-2. Hesa løtuna hevði heima- liðið gott tak á B68-mið- vøllinum, og spældi seg fram til fleiri møguleikar, men fingu onki málið Eitt korter fyri leiklok, eydnaðist tað EB/Streymi at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Eitt fríspark verður sent úr vinstru, har Ronnie Samuel- sen, millum vinir og fíggindar, fekk skot á, og við sínum næsta málið, fekk gjørt tað til 3-2 til heimaliðið. Toftamenn góvust ikki so, tí EB/Streymur-leiðslan vardi ikki longri enn tríggj- ar minuttir, eftir at lands- liðsverjuleikarin, Hans Fróði Hansen, var hægstur eftir hornaspark, og fekk skallað bóltin í málið til endaligu støðuna 3-3. Toftamenn iðra seg B68-venjarin, Frank Skyt- te, iðraði eftir javnleikin. – Vit hava sett fleiri óneyðug stig til seinastu dystirnar, og har meini eg ímóti HB, TB og so í dag, og tað er rætt og slætt ikki gott nokk. – Vit eru enn við í FM- stríðnum, men eftir okkara avrikum í seinastuni, vil eg ikki kalla okkara spæl nak- að meistaraspæl, segði Frank Skytte eftir dysti- num. Hann vísti eisini á, at tað er bara hugaligt, at lands- kappingin er so jøvn í ár, og um toftamenn skulu gera seg galdandi, er neyðugt við sjálvrannsakan, nú av- rikini ikki hava verið nokt- andi seinastu tvær vikurnar. – Vit fara at nýta næstu 14 dagarnar at hyggja eftir okkum sjálvum, tí í løtuni eru tað vit sjálvir, ið eru okkara ringasti fíggindi. Vit lata alt ov bílig mál fara inn, og fleiri av leikarunum spæla ikki upp til sítt ítar- sta, og tað skulu vit nú rætta uppá. EB/Streymur-venjarin væntar at klára skerini EB/Streymur venjarin var fegin um eina stigið, og at frástøðan til næsta niðasta plássið nú er fimm stig. – Eftir mínum tykki hava vit eitt betri lið enn TB, og tí vænti eg, at vit klára sker- ini í ár, segði Trygvi Mortensen eftir dystin. Annars vísti EB/Streym- ur-venjarin á, at teir enn onki taka fyri givið, og at tað ikki verður tikið meir enn ein dystur á gangin. Dysturin í tølum: EB/Streymur-B68 3-3 (0-1) 0-1 Øssur Hansen 1-1 Ronnie Samuelsen 1-2 Arnold Joensen 2-2 Teitur Joensen 3-2 Ronnie Samuelsen 3-3 Hans Fróði Hansen EB/Streymur: Gunnar á Steig, Teitur Joensen, Andr- zej Pacek, Christian Carls- son, Eyðfinnur Joensen, Hans Pauli Samuelsen, Ronne Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Vinjard Dam og John-Sigurð Gleðishegg B68: Michael Kokoszanek, Hans Fróði Hansen, Mess- ias Perreira, John Heri Dam, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Bogi Peter- sen, Øssur Hansen, Arnold Joensen og Anders Ny- gaard B68 dragnar Toftamenn munnu iðra seg nakað nógv í hesum døgum, tí ístaðin fyri at vera oddalið, eru B68 at finna á sætta plássi í landskappingin, eftir tveir javnleikir ímóti botnliðum. Mynd: Savnsmynd Runavíkingar vunnu leygardagin tepurt í Klaksvík við einum máli móti ongum. Við sigrinum nærkast NSÍ heiðursmerkja- plássum, meðan munurin til botnin tódnaði hjá KÍ 2.DEILD Heini í Skorini KÍ og NSÍ høvdu bæði 13 stig undan dystinum í Klaksvík leygardagin, og tá tað undan hesum um- farinum bert vóru trý stig millum nr. 3 og nr. 9, kann bert ein dystur endavenda øllum á tøttu stigatalvuni. Tað var eisini tað, sum hendi í Klaksvík leygar- dagin. NSÍ vann dystin tepurt, og endaliga úrslitið var 1-0 til runavíkingar. Einasta málið í dystinum skeyt Kristian Poulsen, og tryggjaði hann sostatt NSÍ trý týdningarmikil stig. KÍ niðureftir og NSÍ uppeftir Við úrslitinum datt KÍ frá fimta og niður á áttanda pláss, meðan NSÍ fór frá sjeynda upp á fjórða pláss. NSÍ hevur sama stigatal men verri málmun enn B36 á triðja plássi, og tískil eru runa- víkingar avgjørt í stríð- num um heiðursmerki. Við tapinum er KÍ hin- vegin bert trý stig frá botnliðnum VB, og tískil eru teir í eini heldur torførari støðu, nú hvør dystur verður avgerandi fyri trýsta KÍ liðið. NSÍ og KÍ hvør sín veg Í einum málríkum dysti á Mølini, setti B68 aftur stig til ímóti einum av botnliðunum C M Y K 22 HG TRANSPORT Tlf. 470 470 Fax 470 479 Vøruvognskoyring við lítlum og stórum vøruvognum og kølibilum við lift -har tað hendir