týsdagur 13. august 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2002
25
24
Nr. 152 - 13. august 2002
mannin, sum fyrst sneiddi
inn fyri verjuleikararnar, so
hesir ikki fingu takla, og tá
miðverjan hjá HB tóktist
hugsa meira um avleverings-
møguleikarnar hjá John
heldur enn um John sjálvan
takkaði hann fyri. Av brots-
teigarmarkinum smekkaði
hann til, og bólturin smoyg-
di sær inn um nærmara
stólpan uttan møguleika hjá
Bárði Johannesen at verja
fyri.
Var rætt atborið, so átti
B36 við hesum helst at
stongt dystin, men teir bóru
seg alt annað enn rætt at, tí
lítla løtu seinni hevði HB
minkað um munin. Upp-
havið til alt hetta var, tá
Arnbjørn Danielsen og An-
drew av Fløtum enn eina-
ferð vóru í hornatøkum, so-
leiðis sum teir so ofta vóru
í dystinum. Meðan bíðað
verður innleggi úr høgra
borði hjá HB, endar tví-
dysturin teirra millum við
at Arnbjørn hevnir seg
beint framman fyri dóm-
aranum, soleiðis at hesin
lítið og einki hevði í at
velja. Reytt kort til Arn-
bjørn og brotsspark til HB.
Mótmælini frá teimum
hvítu hjálptu lítið, og tá An-
drew eftirfylgjandi júst
fekk sent brotssparkið fram
við B36-málverjanum, var
dysturin aftur víðopin.
Meirilutin ræður
– ikki
Ein skuldi í øllum førum
hildið, at við einum manni í
yvirtali kundi HB veruliga
leggja trýst á B36, men so
varð tó ikki. Gaman í royn-
du teir at trýsta, og teir
høvdu eisini bóltin nógv,
men tað var merkisvert,
hvussu lítlan dent teir
løgdu í at spæla tunt, so-
leiðis at sleppast kundi inn
um mótstøðuverjuna. Mest
sum konsekvent varð roynt
at spæla beint upp á álops-
menninar, sum sostatt altíð
komu at spæla við ryggi-
num móti málinum, og tá er
sjálvt hjá einum superligu-
spælara torført at gera nak-
rar skreytir. Heldur var tað
so, at B36 mundi økt, tá
teir í einum tveimum
førum fangaðu vanda-
miklar returbólt-
ar
áraka
HB-brots-
teigin, men
tað gjørdist
ikki meira enn
næstan.
Umframt
at
HB sum nevnt
mest sum einki
hugflog hevði í
spælinum, so
var tað eisini
so, at hóast
B36 vóru ein
færri, so høvdu
teir
framvegis
kropsliga
munin.
Teir
vunnu framvegis flestu nær-
dystirnar, og sum minuttir-
nir gingu, tóktist eitt út-
javnandi mál alt meira
ósannlíkt.
Myndin helt sær, til tað
restaðu níggju minuttir av
vanligu leiktíðini. Julian
Florescu hevði fram til tá
spælt sín kanska besta dyst
fyri B36. Hann var við í
nógvum, vann hópin av
bóltum og slapp sær mest
sum hvørja ferð væl av
leðurkúluna, men hugur
hansara at stríðast gjørdist
brádliga kostnaðarmikil.
Stutt framman undan hevði
hann fingið kort fyri at
sparka bóltin burtur, og tá
hann so framdi eina eftir-
takling á Tór-Ingar Aksel-
sen, var liðugt.
Tað eydnaðist tó fram-
haldandi B36 at halda fast.
Heldur ikki við tveimum í
meiriluta eydnaðist HB at
seta trum á, og orsøkirnar
vóru
framhaldandi
tær
somu. Tað er sera torført
hjá álopsmonnum at skora
við rygginum móti máli-
num, og tí vóru
royndirnar hjá HB í
stóran mun avmark-
aðar til skot úr 20
metra-leiðini. Heldur ikki í
teimum átta (!) minutt-
unum, sum vórðu lagdir
afturat tíðini, eydnaðist HB
at skora, hóast B36 hesa
tíðina stóð við mest sum
øllum fólkinum í verju-
støðu, og so kundu negla-
bitnu áskoðararnir hjá B36
endiliga fagnast.
Kollektivur sigur
Skal takast samanum, so
ber illa til at siga annað
enn, at talan var um ein
undirhaldandi dyst sunnu-
dagin. Eina mest orsakað
av dramatikkinum við tveim-
um reyðum kortum og tí
spenningi, sum alla tíðina
var í, men leikliga mundi
dysturin ikki teljast millum
teir bestu her á landi, og
ferðin kom ongan tíð á
hædd við tað, sum roknast
kann við av tveimum av
fremstu føroysku liðunum.
Niðurstøðan er tó greið.
Fyrst og fremst at í løtuni er
ilt at síggja, hvussu HB í so
nógv umfør hevur átt status
sum fremsta liðið. Fyri
aðru ferð í tríggjar dystir
megnaðu teir ikki at gera
sær dælt, tá mótstøðumenn-
inir fingu mann riknan av
vølli, og yvir høvur høvdu
teir sera trupult
við at spæla seg til
nakrar veruligar málmøgu-
leikar. Møguliga fara hesir
at koma, tá Nocko Jokovic
er betri innspældur á liðið,
og møguliga var saknurin í
Rúna á miðvøllinum ov
stórur, men fyrst og fremst
mugu teir reyð/svørtu hugsa
um at fáa kollektivi at rigga
betri, áðrenn hugsingur
skal verða um at vinna
oddasessin aftur.
Júst kollektivið var hin-
vegin trumfurin hjá B36.
Hóast talan á nógvum
plássum er um leikarar við
stjørnustatus eftir føroysk-
um viðurskiftum, so sást
hetta á ongan hátt í spæli
teirra. Allir sum ein strídd-
ust teir, sum skuldu teir
prógva fyri venjaranum, at
teir eisini skulu teljast mill-
um teir fyrstu ellivu næstu
ferð, og tað var fyrst og
fremst hetta, sum gav sigur-
in. Gaman í telir liðið nak-
rar av frægastu føroysku
fótbóltsleikarunum, men
tað ger liðið hjá HB eisini.
Munurin var bara, at meðan
teir í HB mundu vita hetta
við sær sjálvum, tá teir fóru
á vøllin, so sýndu teir hjá
B36, at teir vildu vera best-
ir hendan dagin.
Dysturin í tølum
HB-B36 1-2 (0-1)
0-1: Egil Zachariasen, 19
0-2: John Petersen, 53
1-2: Andrew av Fløtum
(br.), 58
Dómari: Petur Skarðenni.
Royndi frá byrjan at leggja
eina harða linju og gjørdi
eisini spælararnar varugar
við hetta, og hetta viðførdi,
at hóast talan var um heilt
nógvar nærdystir, so gjørd-
ust hesir sjáldan av tí ljóta
slagnum. Til tíðir varð
floytan kanska brúkt í
meira lagi, men endamálið
var fyrst og fremst at
dempa spælinum, og hetta
endamál varð eisini rokkið.
Við einans níggju
monnum á vøllinum
seinasta korterið
eydnaðist einum væl
stríðandi B36-liði at
toga HB niður av fót-
bóltstindinum, sam-
stundis sum teir úr
árstalsfelagnum settu
seg sjálvar á dags-
skránna, tá tosast skal
um møguligar FM-
biðlar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað stóð nógv á hjá báðum
pørtum, tá grannauppgerð-
in millum HB og B36 var á
skránni sunnudagin. HB
hevur alt kappingarárið
borið heitið sum oddafisk-
ur, men eftir tapið í Klaks-
vík fyri viku síðani vóru
teir í álvarsligum vandi fyri
at missa sessin. B36 hevur
hinvegin havt eitt kapping-
arár, sum langt ífrá hevur
verið eins gott og tað í fjør,
og skuldu teir gera sær nak-
rar vónir um heiðursmerki,
so var kravið heilt einfalt,
at trý stig skuldu fáast til
høldar.
Sum eyka trumf til upp-
gerðina frættist leygardag-
in, at HB hevði gjørt sátt-
mála við danska Nocko
Jokovic, sum hevur nógv ár
í donsku superliguni á baki.
Tað hevur serliga verið í
álopspartinum, at HB hevur
haltað seinastu tíðina, og
við tilgongdini av danska
leigusveininum hevur HB
helst vónað, at betra um
hetta. Flestu viðhaldsfólk-
ini mundu vóna, at hetta fór
at vera júst tað, sum liðnum
tørvaði til tess at vinna,
men hinvegin bóru fleiri
ótta fyri, at missurin av
Rúna Nolsøe á miðvølli-
num fór at verða stórur.
Hjá
B36
var
Fróði
Clementsen leikbannaður,
og tá Jens Kristian Hansen
enn ikki er sloppin av við
skaðan, sum hann hevur
drigist við, noyddist Piotr
Krakowski at leita sær
hjálp frá Herbert í Lon
Jacobsen, sum í løtuni er
heima í summarfrí.
Tamur hálvleikur
Eini hálvt triðja túsund fólk
mundu hava leitað sær til
Gundadal í góðveðrinum
sunnudagin, men fyrstu trý
korterini mundi tað eina-
mest vera sólina, sum hesi
kundu njóta.
Nervin, sum vanliga er í
slíkum uppgerðum, var
sjálvandi til staðar, men tað
var tó ógvuliga avmarkað,
hvat liðini bæði skaptu á
vøllinum. B36 var helst
oman á stóran part av
tíðini.
Ikki
minst
á
miðvøllinum høvdu teir í
Klæmint Matras og Julian
Johnsson
eina
nærkampsstyrki, sum HB
hevði ilt við at taka dystin
upp við, men stórt meira
enn hetta var ikki á muni.
Bæði liðini høvdu ein
ógvuliga varisligan hug-
burð, har tað í nógvar mát-
ar ráddi um at avmarka
mistøkini, og tað er helst
eisini sera sigandi, at mest
sum allar vandastøðurnar í
fyrra hálvleiki íkomu eftir
deyðbóltsstøður.
Tað var eisini eftir júst
eina slíka, at B36 fekk hol
á, men HB verjan noyðist at
átaka sær stóran part av
skuldini fyri málið. Fyrst
nølaðu teir somikið nógv í
vandaleysari
støðu,
at
Bárður Mortansson vann
bóltin og hornaspark. Og tá
Jákup á Borg so sendi inn
fyri úr horninum, framdu
teir eina deyðssynd. Egil
Zachariasen hevur mangan
prógvað, at hann er ein
vandamikil harri við deyð-
bóltsstøður, men hesa ávar-
ing tók HB ikki í álvara.
Hornasparkið
ferðaðist
fram við alt og øllum til ein
fullkomuliga leysan Egil,
sum úr stuttari fjarstøðu
hálvfluktaði bóltin í kassan.
Málið loysti kanska eitt
sindur upp fyri dystinum,
við tað at B36 eftir hetta
tók seg eitt vet longur aftur
á vøllin, soleiðis at HB
hevði betri møguleika at
fáa nøkur líkinda innlegg,
meðan árstalsmenninir nú
dúvaðu meira upp á mót-
álop, tá HB misti í upp-
spælinum. Tað var um
reppið, at eitt slíkt kostaði
HB enn eitt mál, men eftir
at hava runnið hálvan vøllin
og sneitt ein verjuleikara
mátti Bárður Mortansson
lata sær lynda, at navnin í
mótstøðumálinum bjargaði
meistarliga. Stutt eftir hetta
vóru tó í tveimum førum
boð eftir René Tórgarð í
B36-málinum. Báðu ferðir-
nar var talan um deyðbólt-
ar, men fyrru ferðina bjarg-
aði René meistarliga, tá
Rógvi slapp at royna seg úr
stuttari fjarstøðu, og seinnu
ferðina stútaði Hans á Lag
upp um, tá ein óskipað
B36-verja lat hann standa
púrasta leysan við horna-
spark.
B36 avgjørdi og misti
Í seinna hálvleiki var fyrstu
løtuna líkt til, at forkramp-
aða spælið, sum hevði eyð-
kent dystin undan steðgi-
num, skuldi halda fram.
Møguliga darvaði hitin eis-
ini leikarunum í at fáa hæg-
ri ferð á dystin, men undir
øllum umstøðum var tað
framhaldandi so, at liðini
høvdu ilt við at leggja nak-
að veruligt trýst á mótpart-
in.
Um nakað, so fekk HB
nú eina yvirvág, sum komst
av, at B36 nú í enn størri
mun dúvaði upp á snarálop,
men brádliga stungu tvær
hendingar seg upp, sum
veruliga fingu lív í dystin.
Fyrst var tað B36, sum
átti tørn. HB var í álopi, tá
bólturin varð mistur, og so
gekk tað skjótt fyri seg.
Bólturin varð sendur til
John Petersen, og av mið-
vøllinum streyk hann so av-
stað við tveimum reyð/svørt-
um eftir sær. Hetta nervaði
tó á ongan hátt landsliðs-
HB-B36 1-2 (0-1):
Viljin var á muni
Nock-out. HB hevði helst vónað, at Nocko Jokovic varð
maðurin, sum lyfti liðið úr verandi aldudalinum, men
hann megnaði ongan tíð at prógva sítt virði. Partvíst tí
hann sjáldan varð rætt spældur,
og partvíst tí hann alla tíðina
varð sera væl ansaður av Her-
bert í Lon Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað varð sagt undan dystinum, at um B36
ikki vann, so vóru teir úti úr gulldystinum,
so tað stóð nógv á undan dystinum
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
– Tað má so merkja, at vit nú eru við í gullstríðnum,
er John Petersen skjótur at svara, tá vit eftir dystin
spurdu, um tað stóð nógv á leikarunum undan dysti-
num.
– Nú eru so bara fýra stig á muni, so vit hava í
øllum førum møguleikan.
Ein av broytingunum á B36 liðnum er sjálvandi, at
Julian Johnsson nú aftur er at síggja, men er tað veru-
liga soleiðis, at bara ein leikari hevur lyft alt liðið so-
mikið nógv?
– Tað veit eg ikki. Julian ger sjálvandi sítt, og hann
koyrir eisini á viðleikararnar, men í dag haldi eg allir
stríddust fyrimyndarliga. Líka mikið um vit vóru 11,
10 ella níggju á vøllium. Nú var hetta móti HB, og tá
eru allir altíð uppsettir, men eg trúgvi veruliga, at vit
nú hava fingið rætta hugburðin.
Spurdur um hetta eisini verður nóg mikið at vinna
seg heilt fram í oddin, er B36 liðskiparin tó eitt sindur
varin.
– Tað fáa vit so at síggja. Vit mugu bara royna at
vinna ein dyst í senn, og so vóna, at hetta er nóg mik-
ið til at yvirhála eitt og eitt av hinum liðunum, sum
eisini royna at stríðast í oddinum.
– Nú eru vit við
– Julian ger sjálvandi sítt, men í dag haldi eg at allir hjá
okkum stríddust fyrimyndarliga, helt John Petersen, tá vit
spurdu, um stríðsandin hjá B36 bara var úrslit av, at
Julian Johnsson nú aftur er á liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Umframt at ov lítið hugflog var í
spælinum hjá HB, so heldur Jóhannis
Joensen, at um HB skal gera sær vón um at
vinna nakað í ár, so skal hugburðurin hjá
leikarunum broytast
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Tá vit eftir dystin millum HB og B36 fingu orð á ein
av teimum meira royndu HB-leikarunum, vildi hesin
ikki nevna orðið, kreppa, men Jóhannis Joensen
ásannaði tó, at tað ikki er so langt ífrá kortini.
– Nei, eg vil ikki siga kreppa, men halda vit á fram
at tapa, so verður tað til tað.
Spurdur um orsøkina til, at HB heldur ikki hesa
ferð megnaði at gera sær dælt av reyðum kortum til
mótstøðumenninar er svarið hjá landsliðsmanninum
sera einfalt.
– Vit sýna alt ov lítið hugflog. Fram eftir vøllinum
skapa vit alt ov lítið, og vongspælið fáa vit als ikki at
koyra, soleiðis sum tað annars hevur gjørt fyrr í ár. Og
so stríðast vit eisini ov lítið fyri hvørjum øðrum. Í
nógvum førum er tað so, at leikararnir halda, at stigini
koma av sær sjálvum, men tað gera tey ikki. Tað krev-
ur hart arbeiði í 90 minuttir í hvørjum dysti gjøgnum
alt árið – ikki bara helvtina av árinum, og tað er tað,
sum vit nú skulu fáa fram. Gera vit ikki tað, soleiðis
at hugburðurin í dag verður galdandi framyvir, so
kunnu vit gloyma alt um FM, slær Jóhannis Joensen
at enda fast.
Mugu stríðast
alla tíðina
– Í nógvum førum er tað so, at leikararnir halda, at
stigini koma av sær sjálvum, men tað gera tey ikki, segði
Jóhannis Joensen millum annað eftir triðja ósigurin á rað
hjá HB
Mynd: Álvur Haraldsen
Bæði HB og B36 eiga nakrar av frægastu bóltspælarunum í landinum, men munurin
sunnudagin var, at meðan teir í HB mundu vita hetta við sær sjálvum, tá teir fóru á vøllin, so
sýndu teir hjá B36, at teir vildu vera bestir
Mynd: Álvur Haraldsen
John Petersen hevur júst runnið alla HB-verjuna av sær, og lagt B36 á odda 2-0, og B36-
leikararnir vóru sum vera man glaðir.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24