týsdagur 13. august 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2002
27
Sumbingar eru nú
seks stig aftanfyri FS
Vágar, og B36 hevur
vunnið seg uppá
triðja pláss í aðru
deild
2.DEILD MENN
Jákup Mørk
2. lið hjá B36 vann aftur
hetta vikuskiftið ein torfør-
an útidyst. Seinasta viku-
skiftið vann árstalsfelagið
heima á Sandi, og hesuferð
stóðu sumbingar fyri skot-
um. Í góðveðrinum á
Krossinum í Sumba vann
B36 við einum máli ímóti
ongum.
Javnur fyrri
hálvleikur
Í fyrra hálvleiki leikaði
javnt á, og mesta av spæli-
num fór fram á miðjum
vølli. Báðir partar høvdu
eisini torført við at spæla
seg fram til rættiligar mál-
møguleikar í fyrra hálv-
leiki.
Tó so, einaferð kom
Sumba-framherjin, Eirikur
Joensen, at standa brendi
inni á fimm-metrinum,
men hann brendi stóra
møguleikan. B36 hevði eis-
ini ein stóran møguleika
miðskeiðis í hálvleiki, eftir
at sumbingar ikki fingu
bóltin burtur, men B36-
leikaran fekk ikki skot á.
Sumbingar høvdu eisini
nøkur skot útifrá, men antin
stóð B36-málverjin, Magn-
us Poulsen, teimum í vegin,
ella fóru skotini við síður-
nar av málinum.
Hálvleikstøðan var 0-0,
og hetta var góð mynd av
dystargongdini, har bæði
høvdu líka nógv spæl, og
har hvørgin partur skapti
teir stóru málmøguleikar-
nir.
Eyðun avgjørdi
Í seinna hálvleiki loysnaði
eitt sindur upp, og spælið
gjørdist meira ágangandi
frá báðum pørtum. Ágang-
andi spælið hevð eisinivið
sær, at fleiri møguleikar
vóru á bæði mál.
Eyðun Højgaard hevði
stóran møgleika fyri gestir-
nar miðskeiðis í seinna
hálvleiki, tá hann varð leys-
ur við málverjanum, men
Sumba-málverjin bjargaði.
René Thomsen hevði eis-
ini eina naska roynd á B36
málið tíðliga í seinna hálv-
leiki, men Magnus Poulsen
stórbjargaði.
Sum hálvleikurin gekk,
mundu áskoðararnir helst
ásannað, at talan var um ein
málleysan dyst, men seks
minuttir fyri leiklok, fall
einasta málið í dystinum.
Bergur Midjord fær eina
langa sending, sum hann
ímillum fleiri Sumba-verju-
leikarar fær fatur á, og finn-
ur hann ein leysan Eyðun
Højgaard, sum kundi leggja
B36 á odda.
Tað, sum var eftir av
dystinum royndi Sumba at
trýsta, men B36´arnir hildu
fast, og kunnu fegnast um
at fáa fulla úrtøku úr torføra
útidystinum á Krossinum.
Hjá sumbingum ósigurin
dátt við, tí nú eru seks stig
upp til oddaliðið, FS Vágar,
og samstundis eru hini lið-
ini farin at nærkast sumb-
ingum. Nærmastu kapping-
arneytarnir til upp- og niður-
flytingar dystirnar, eru B71
og LÍF, sum bæði hava 15
stig – trý færri enn Sumba.
Fyri B36 hevði sigurin
við sær, at havnarliðið nú er
á einum býttum triðja plássi
við NSÍ. Fyri tveimum um-
førum síðan lá B36 á næst-
niðasta plássi, og eftir tveir
sigrar er teri nú endaðir á
triðja plássi. Hetta sigur av-
gjørt nakað um hvussu
javnt tað er í aðru deild í
løtuni.
Dysturin í tølum:
Sumba-B36 0-1 (0-0)
0-1 Eyðun Højgaard
Tveir teir fremstu før-
oysku telvararnir í
løtuni, John Arni
Nilssen og Flóvin Tór
Næs, royndu seg í
seinastu viku í sterk-
ari kapping í Hol-
landi
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Báðir høvdu teir frískar
IM-normar í skjáttuni, sum
kanska hevur lagt eyka
trýst á herðar teirra, men
eisini eigur hetta at geva
teimum sjálvsálit og trúnna
uppá fleiri IM normar.
Talvsteðgurin hjá John
Arna Nilssen og Flóvin Tór
Næs hevur ikki verið lang-
ur. Seinast í juli mánaða
luttóku teir í Politiken Cup,
og heilt stutt framanundan
ognaði Flóvin sær jú ein
IM-norm í Týsklandi. Kan-
ska hevur troyttleiki tí spælt
ein leiklut hjá Flóvini í
kappingini í Hollandi.
John Arni fekk eina keði-
liga byrjan, tá hann í 2. um-
fari óvæntað tapti móti væl
lægri styrkismettum telv-
ara. Men hann reistist og
telvaði upp til sína rating
(2397), og heldur sítt rat-
ingtal nøkunlunda.
Flóvin fekk somuleiðis
eina ivasama kappingar-
byrjan, og hann reistist ikki
heilt fyrrenn seinastu tvey
umførini. Men ratingtal
hansara (2317) fekk eitt
skrædl, har hann missir út-
við 50 ratingstig.
Endaliga støðan í
Hogeschool Zeeland
1-2GM Nijboer . . .7,5 / 9
1-2GM Gyimesi . . . . .7,5
3 GM Tiviakov . . . . . .7
8 John A. Nilssen . . .6,5
33 Flóvin T. Næs . . . .5,5
John Arni møtti tveimum
tittulhaldarum, GM Tivia-
kov (fekk javnt ímóti hon-
um í Politiken Cup), sum
hann tapti ímóti, og IM
Werle sum hann í seinasta
umfari býtti stigið við. Hin-
ir mótstøðumennirnir lógu
allir um 1850-2150 í rating.
Flóvin fekk nærum eins og
nógv stig sum John Arni,
men mótstøðan var væl
veikari. Tann lægsti hann
hitti hevði umleið 1820 og
tann sterkasti 2135. Vón-
andi fer henda kapping
skjótt í gloymibókina hjá
Flóvini, soleiðis at hann
kann hugsa um komandi
kappingar og avbjóðingar.
Eitt nú Talvolympiaduna,
sum verður í oktober mán-
aða.
Enn frættist tó ikki um
Flóvin verður við ferðalag-
num. Á bíðilista stendur
eitt nú havnarmaðurin Jóan
Hendrik Andreasen, sum er
klárur at traðka til um Flóv-
in gevur avboð.
Íslandssúlan 2002
Telvað verður um íslands-
súlusteypið í Klaksvík í ár.
Higartil hava 17 telvarar
boðað frá luttøku, og talan
er um eina spennandi mann-
ing, sum tó ikki er so sterk
sum vónað varð.
Enn kann ein tekna seg
við at vitja heimasíðuna
www.talvkapping.subnet.dk,
og harfrá tekna seg, ella
møta upp á Ósaskúlanum
hósdagin 15. august kl.
18.00, tá kappingin fer av
bakkastokki. Virðislønirnar
eru methøgar, og umstøður-
nar sera góðar at telva í.
Telvað verður seks umfør
í døgunum 15-18. august.
Fyribils luttakaralisti:
Ólavur Simonsen
Carl Eli. N. Samuelsen
Terji Petersen
Olaf Berg
Herluf Hansen
Tummas M. Anthoniussen
Ingolf Gaard
Esbern Christiansen
Vagn Heldarskarð
Rani Baldursson
Jan Simonsen
Rógvi Mortensen
Rógvi Dragaberg
Danny Baldursson
Herborg Hansen
Ingi Isaksen
Bjørn E. Thomsen
Glímingin við
GM Tiviakov
John Arni hevur sitið yvir
av GM Tiviakov úr Hol-
landi (upprunarliga russi)
tveir reisir innan 3 vikur.
Fyrstu ferð varð í Politiken
Cup, tá hann við hvíta
fólkinum lættliga helt javnt,
og nú í Hollandi, har hann
við svarta fólkinum ikki
megnaði sama kynsturin.
Bæði talvini eru við í
blaðnum í dag.
John Arni Nilssen (2363)
– GM Tiviakov (2628)
Politiken Cup (3),17.07.2002
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3
Bb4 4.g3 c5 5.Rif3 cxd4
6.Rixd4 0-0 7.Bg2 d5
8.cxd5 Rixd5 9.Fb3 Ria6
10.0-0 Rixc3 11.bxc3 Be7
12.Rd1 Ric5 13.Fc4 e5
14.Ba3 Fa5 15.Bxc5 Fxc5
16.Fxc5 Bxc5 17.Rib5 a6
18.Rid6
Ra7
19.Rixc8
Rxc8 20.Rd7 b5 21.Rxa7
Bxa7 22.Rd1 Kf8 remis
GM Tiviakov (2628) –
John Arni Nilssen (2397)
HZ Vlissingen (6),08.08.2002
1.e4 c5 2.Ric3 Ric6 3.Bb5
e5 4.d3 d6 5.f4 exf4 6.Bxf4
Rif6 7.Rif3 Be7 8.0-0 0-0
9.Bxc6 bxc6 10.e5 (stór-
meistarin hevur longu eftir
10 leikum nokkso einfalt
telvað seg til eina betri
støðu) 10...Rid5 11.exd6
Bxd6
12.Bxd6
Rixc3
13.Fe1 Fxd6 14.Fxc3 (ein-
asti veikleiki hjá John Arni
er dupultfinnan. Og tað er
nokk hjá Tiviakov at gera
sær dælt av) 14...Be6
15.Fe5 Fd5 16.b3 Rae8
17.Rae1 f6 18.Ff4 Fd7
(John Arni verjir seg væl,
og hollendarin má stríðast
fyri sakina, tí lætt er tað
ikki) 19.h3 Bd5 20.Rid2
Bf7 21.Ff2 Fd4? 22.Re4!
Fb2 (John Arni hevur ikki
sæð vandan. Frúgvin er
nevniliga innilæst) 23.Fxc5
Bd5?
DiAGRAM
[23...Rxe4
var
seinasti
møguleiki,
men
svarta
støðan er kortini ikki nóg
sunn] 24.Rb1 Fxa2 25.Ra4
Fxb1+
26.Rixb1
Re1+
27.Kh2 Og John Arni valdi
at gevast. 1-0
Áðrenn 24.Rb1
B36 vann aftur hetta vikuskiftið
B36 vann óvæntað á
Krossinum, og liggur nú
nummar trý í aðru deild,
meðan sumbingar við
ósigrinum hava mist
samband við oddaliðið FS
Vágar, sum er seks stig
frammanfyri sumbingar
Mynd Savnsmynd
John Arni og Flóvin í Hollandi
27
26
Nr. 152 - 13. august 2002
Skálamenn stríðast í
botninum at sleppa
av niðasta plássi.
Seinasta vikuskifti
fingu teir ein avsmur-
ning í Havn móti B36,
men annars eru flestu
ósigrarnir teprir. Á
heimavølli hava teir
verið stinnir og fingið
tveir javnleikir og
annars oftast tapt við
einum málið
FÓTBÓLTUR
Álvur Hansen
Hesaferð høvdu skálamenn
vitjan av GÍ og høvdu teir
sett nøsuna upp eftir einum
góðum úrsliti - minst einum
stigi.
Gøtumenn
hinvegin
skuldu hava øll trý stigini
fyri at hanga í tí javna topp-
stríðinum.
Liðini vóru bæði nakað
skerd. Skála manglaði Dán-
jal Hansen og Jónhard
Frederiksberg
sum
eru
skaddir og Arnold Berg
sum var uttanfyri við leik-
banni. Hjá GÍ manglaðu
skaddi Sámal Joensen og
leikbannaðu Suni Olsen og
Magnus Skoralíð.
Misskiljing kostaði
Skála átti fyrsta stóra mál-
møguleikan eftir fýra min-
uttir. Teir høvdu hornaspark
sum Alexandur Johansen
sendi stutt til Alexandru
Gabor, sum rann út ímóti
horninum og móttekur bólt-
in og vendir móti málinum
eftir sjálvari baklinjuni og
rekur tætt inn undir málið
áðrenn hann avsluttar og GÍ
vejuleikari bjargar á sjálv-
ari málstrikuni.
Tá níggju minuttir vóru
leiktir leggur Súni Fríði Jo-
hannesen GÍ fram um 1-0.
Bartal Eliasen spælir Krys-
tof Popchynski leysan í
høgru síðu, sum eftir eitt
stutt trekk leggur flatt inn-
fyri málið. Júst sum Eugin
Voda
í
Skálamálinum
skuldi taka bóltin kemur
Skála verjuleikari í millum
við fótinum, soleiðis at
bóltin fór uppum teir báðar
soleiðis at Súni Fríð Jo-
hannesen kundi seta høvdi
á bóltin og beina hann í
málið. Ein vandaleys støða
sum eftir misskiljing gav
mál.
Eftir málið var tað GÍ
sum hevði bóltin mest.
Fyrstu løtuna flyttu teir
bóltin skjótt, men skála-
verjan lá tøtt aftarlaga og
bíðaði. Teir høvdu nokk
lært av avsmurninginum í
Havn seinasta vikuskifti.
Onkri málmøguleikar vóru
og átti GÍ teir flestu av hes-
um, uttan at nakað spurdist
burtur úr hesum Ferðin á
spælinum minkaði og gøtu-
menn høvdu framvegis
bóltin tað mesta av tíðuni.
Men í 39. minutti mundi
Skáli javnað. Alexandru
Gabor sendi eitt gott frí-
spark úr 27 metra fjarstøðu
framvið verjugarðinum á
stongina.
Áslakur gjørdi munin
Seinni hálvleikur var bert
3. minuttir gamal tá Skála
javnaði.
Kári
Nielsen
sparkar bóltin innum GÍ
verjuna, har málverjin Hall-
ur Hansen, slær bóltin burt-
ur, men óheppin rakar beint
á Bartal Eliasen, sum beinir
bóltin í málið til javnleik 1-
1.
Seinni hálvleikur var nú
javnari og bæði liðini
høvdu sínar málmøguleik-
ar. GÍ átti kortini teir flestu
og var tað serliga eftir
deyðbóltsstøður at gørtu-
menn vóru vandamiklir.
Tann allarstørsta átti Bárð-
ur á Lakjuni tá hann lang-
aði eitt skot úr 18 metra
fjarstøðu úr vinstru síðu.
Men Eugin Voda í Skála-
málinum hevði eina framúr
bjarging tá hann mátti út í
fulla longd. Hetta var ann-
ars fyrst landskappingar-
dysturin hjá Bárði fyri GÍ
eftir at hann í fyrru leik-
hálvu leikti fyri KÍ.
Í 21. og 22. minutti vóru
tvær
útskiftingar
sum
ávirkaðu spælið og úrslitið.
Skála
tók
miðvallarin,
Paula Hansen, sum var við
fyri fyrstu ferð eftir drúgv-
an liðbandsskaða hann fekk
fyrst í juni mánað. Uttan
iva var hann ikki heilt klár-
ur enn, men hann var besti
maður hjá Skála meðan
hann var á vøllinum. Eftir
at hann fór út misti Skála
takið á miðvøllinum sum
teir als so spakuliga høvdu
fingið hampuligt tak á.
Hjá Gí kom Áslakur Pet-
ersen á vøllin og hann fekk
meiri tyngd á miðvøllin so-
leiðis at teir vunnu fleiri
bóltar. Sera raskur og nógv
við í uppbyggjandi spæli-
num. Og so var tað eisini
Áslakur sum gjørdi sigurs-
málið.
Súni Fríð Johannesen
leggur innfyri úr høgru.
Skálamálverjin boksar út-
frá. Magni jarnskor skallar
móti málinum og dygst
niðri við vinstra málstólpa
fær Eugin Voda, enn eina-
ferð í fullari longd, fingrar-
nar á bóltin. Tá er Áslakur
Petersen fyrstur á retur-
bóltinum og smekkar hann
í málið til 2-1 til GÍ og 29
minuttir farnir av seinna
hálvleiki.
Eftir hetta var tað Gí sum
hevði bóltin mest og somu-
leiðis áttu størstu mál-
møguleikarnar.
2-1 sigur til GÍ, sum fekk
tað teir fóru á Skála eftir
hendan fagra sóldagin.
Skálamenn iðra seg uttan
iva. Enn ein tepur ósigur og
liðini omanfyri niðurflyt-
ingarstrikuna fáa stig, men
enn eru bert trý stig upp til
næst aftasta pláss.
Dysturin í tølum
Skála-GÍ 1-2 (0-1)
0-1 Súni Fríði Johannesen,
9
1-1 Sjálvmál, 48
1-2 Áslakur Petersen, 75
Skála: Eugin Voda - Ronn-
ie Hansen, Áki Petersen,
Rúni Rasmussen, Bent
Djurhuus - Marius Joensen,
Kári Nielsen, Pauli Hansen,
Alexandur
Johansen
-
Gheorge Callo Alexandru
Gabor
GÍ: Hallur Hansen - Bartal
Eliasen, Poul Ennigarð,
Leivur Hansen - Henning
Jarnskor, Magni Jarnskor,
Jóan Petur Olsen, Zidek
Janek, Bárður á Lakjuni -
Krystof Popcynski, Súni
Fríði Johannesen.
Hvørgin partur kann
brúka javnleikin til
tað stóra
2. DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Leygardagin var granna-
uppgerð í Fuglafirði mill-
um ÍF og LÍF. Dysturin
endaði við javnleiki 1-1,
eftir at fuglfirðingar høvdu
verið á odda 1-0 í hálvleiki-
num.
Javnur dystur
Úr Fuglafirði siga tey at
dysturin var gjøgnumgang-
andi javnur, og at úrslitið av
dystinum tí var ein góð
mynd av dystargongdini.
Dysturin var ikki serliga
væl leiktur, men leikferðin
var høg, og bæði lið bardust
manniliga.
Fleiri málmøgleikar vóru
í dystinum til báðar partar,
men tað komu ikki fleiri
enn tey tvey málini.
Fyrra málið í dystinum
kom í fyrra hálvleiki, og
tað átti heimaliðið. Høgni
Zachariassen skeyt horna-
spark, sum varð snittað víð-
ari til Rúna Petersen, ið
ótarnaður kundi leggja ÍF
frammum.
Leirvíkingar svaraðu aft-
ur í seinna hálvleiki, tá Pet-
ur Sjúrðaberg fekk javnað.
Eftir at ÍF-verjan ikki fekk
bóltin burtur, kom Petur at
standa væl fyri inni í ÍF-
brotsteiginum, og LÍF-
framherjin kundi lættliga
seta bóltin framvið ÍF-mál-
verjanum til 1-1.
Keðiligt úrslit
fyri báðar partar
Hvørgin partur kann brúka
javnleikin til tað stóra í
stríðum um uppflyting.
Týdningurin av dystinum
var stórur fyri bæði Eystur-
oyar liðini, sum bæði royna
fylga við í kappingini um
uppflyting í fremstu deild-
ina. Úr Fuglafirði verður at
sagt at stóri týdningurin av
dystinum allarhelst, var
høvuðsorsøkin til, at leik-
liga flogið yvir dysturin var
so sum so.
Tó so bæði lið tóku við
javnleikinum eitt stig inná
sumbingar, sum tapti sín
dyst um vikuskiftið. ÍF og
LÍF eru í løtuni ávikavist 4
og 3 stig frá sumbingum.
Fuglfirðingar hava ein
dyst eftir á heimavølli eftir
ímóti sumbingum, og tá
skulu teir helst vinna. Kom-
andi vikuskiftið spælir ÍF í
Gundadali ímóti B36, og tá
kravið einfalt- einki annað
enn trý stig.
Leirvíkingar stóðu seg
væl í fyrru helvt, men í
seinnu helvt hevur gingið
heldur striltið. Liðið hevur
bert megnað at fingið eitt
stig úr møguligum seks.
Komandi vikuskiftið koma
klaksvíkingar um fjørðin á
vitjan, og tá fáa leirvíkingar
møguleika at rætt uppá
gongdina seinastu dystir-
nar.
Dysturin í tølum:
ÍF-LÍF 1-1 (1-0)
1-0 Rúni Petersen
1-1 Petur Sjúrðaberg
Skála-GÍ 1-2 (0-1):
Lítil ferð í dystinum á Skála
Gøtumenn menn skutu øll
málini á Skála sunnudagin,
men vunnu ikki meir enn 2-
1 á botnliðnum.
Mynd: Samson Nesá
Grannarnir býttu stigini
C
M
Y
K
26