leygardagur 14. februar 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Beinleiðis til
Mallorca úr Føroyum
Skipað verður fyri trimum ferðum í summar
Aftur í summar ber til at
gera eina beinleiðis ferð
suður á Mallorca. Seinasta
summar var ein slík ferð
gjørd, men í ár verður
flogið tríggjar ferðir.
Hver ferðin varir í 14
dagar og kostnaðurin er
næstan hin sami sum í
fjer, hóast prísveksturin
fyri slíkar hópferðir hevur
verið stórur hetta seinasta
árið.
Eins og í fjer er tað
Trygvi Askham, sum
hevur fingið ferðina í lag.
Fyrispurningar til tey
stóru ferðamanna feløgini
— Tjæreborg og Spies —
góvu ikki úrslit, men
ferðamannafelagið Jet-set
var sinnað at gera sjálv-
steðugar ferðir beinleiðis
úr Feroyum til Mallorca.
Mótvegis ferðini í fjer
ber í ár til at velja í millum
fleiri ymisk hotel og íbúð-
ir. Hotellini liggja millum
5 og 15 km. frá hevuðs-
býnum á Mallorca, Palma.
Øll hotellini liggja tætt
við baðistrond. Kostnað-
urin liggur um 3000 kr. og
3700 kr. Sostatt eru ferð-
irnar væl bíligari enn um
farið skuldi verið yvir
Keypmannahavn og so
víðari suður eftir.
Trygvi Askham roknar
við, at áhugi er fyri ferð-
unum. Tey hava fingið
fyrispurningar í allan
vetur, og longu nú —
áðrenn ferðirnar eru lýstar
í bleðunum — hava
millum 40 og 50 fólk biðið
um pláss.
Tann fyrsta ferðin úr
SOSIALURIN
Sementstoypivirkið :
Framleiðir nú element
til skorsteinar
Sementstoypivirkið úti
í Mattalág er nú av álv-
ara farið at framleiða
element til skorsteinar,
Talan er um element úr
lava, sum verður inn-
flutt úr Íslandi.
Uni Persson, virkis-
eigari, upplýsir, at
virkið hevur maskin-
orku til at gera alt tað
av elementum, sum
brúkt verður í Feroy-
um. Í prísi eru tey fer-
Ketlar til olju
Ketlar til fast brenni
oysku elementini kapp-
ingarfer við tey, sum
verða innflutt.
Higartil hevur Se-
mentstoypivirkið gjert
nakað av skorsteinsele-
mentum, men nú er
virkið farið undir eina
sterri framleiðslu.
Annars ger virkið
eisini byggisteinar úr
lava til húsabygging.
Fyrimunirnir við lava
er, at hon isolerar væl.
Ketlar til olju
& fast brenni
Varg)
HA
Trygvi Askham saman við konu hevur aftur í ár tikið stig
til ferðir suður á Mallorca
Skúla og tón-
listamaður
Feroyum er 30. juni,
onnur er 14. juli, meðan
tann triðja er 28. juli.
A Mallorca verður m.a.
A A—
skipað fyri útferðum.
Meðalhitin liggur um 30
stig í juni-juli á Mallorca. .
Vid einum scanUnit
brenniketli til kol,
fimti
Tysdagin komandi fyll-
ir kendur skúla og tón-
listamaður fimti. Tað
er lærarin, tónleikarin
og kórleiðarin Ólavur
Hátún.
Ólavur man í dag
vera mest kendur fyri
sítt ídna virki innan
tónlistaheimin millum
annað sum leiðari av
Havnakórinum. Hetta
kór stovnaði hann
undir navninum Út-
varpskórið í 1966, og
hevur hann øll árini
verið leiðari tess. Hetta
er tó bert eitt av virkis-
ekjum hansara innan
tónleikalívið. Umframt
sjálvur eins og saman
við eðrum hevur
Ólavur staðið fyri
mangari konsert, og
var hann fyri góðum
ári síðani við til at
stovna Konsertfelagið.
Tad, hetta felagið
hevur fingið av skafti
uppá so stutta tíð, og
undir so trongum fíggj-
arligum korum, er eitt
av prógvunum um
hansara vilja og hegni
innan hetta ekið
|
1
Upprunaliga var
hann skúlalærari og
tók læraraprógv í
Havn í 1952. Eftir at
hava verið lærari í
I nøkur år. vann hann
sær útbúgving sum
fimleikalærari,
lærari, lærari í træsmíð
og sum svimjilærari.
Somuleiðis var hann
á ársskeiði í týskum og
donskum, fyri so at
fara á Musikkonserva-
sang-
toriið í Keypmanna-
havn, og tók prógv
sum musikkpedagogur
og helt fram at lesa
musikk í nekur ár, sam-
stundis sum hann
eisini læs týskt. Hann
tók prógv sum lærari í
týskum í 1965. Ólavur
byrjaði tá sum vikarur
á Feroya Læraraskúla
og gjerdist fastur lær-
ari við skúlan árið eftir,
har hann starvast enn.
Vit ynskja Ólavi
hjartaliga tillukku við
teimum fimti
t.
——p"———G——IK€HN DE
Framhald av síðu 7
enn megna at seta bygdini
forðingar fyri vanligari út-
bygging og trivnaði, og
tað uttan at vit við einum
orði ella umben hava biðið
nakran, hverkin skopun-
ingar ella aðrar sterri
bygdir um pening, fisk
ella arbeiðsmegi. Vit hava
í ein vissan minni mun
fingið eginpening úr
eystanbygdunum og
skúvoynni, har somu
arbeiðisloysistrupulleikar
eru at berjast við, sum vit
hava.
Tá flakavirki í Skopun
— sum ongantíð hevur
verið hildið at vera serliga
rationelt — varð bygt,
vóru skopuningar erpnir
við rætti, men tá var
eingin útróður á Sandi av
týdningi at byggja virkið
upp á, nei skopuningar
ætlaðu sær sjálvir at foða
og dríva virki sítt — og
tað var rætt hugsa.
År seinri varð sum sagt
roynd gjerd til samstarv
millum Sólaris og Borg-
ina, men tá vildi leiðslan á
Sólaris ikki, teir skuldu
nokk klára seg sjálvir,
varð sagt, og teir vóru líka
glaðir við, hvat sandingar
funnu upp á at seta í verk
Tað arbeiðið, sum fingið er
haðani til nekur fá konu-
fólk av Sandi, er alt ov
lítið at nevna sum nakað
mótargument. Tann væl-
vilji, sum leiðslan á skop-
unarvirkinum hevur sýnt
sandingum, er enn minni
verdur at nevna.
Hóast hetta vilja vit
sandingar — sum Eyðun
skrivar — fegnir sam-
starvast við skopunar-
virkið, sjálvandi — tí sam-
starv er einasti vegurin
framm fyri hesa oyggj.
Men latum okkum á Sandi
fáa frið til at skapa okkum
okkara livikor og livi-
meguleikar fyri bygdina.
Hava tit nógv góð ráð til
foredling av fiski, so gerið
tit vælsignaðir brúk herav
sjálvir, tit hava royndan
mann (Harry) innan ekið
gangandi í Skopun. Biðið
síðani tykkara útróðrar-
menn og fiskimenn
(Hvannholm o.a.) avreiða
fiskin til virki tykkara,
ella gevið teimum tær
semdir, teir eiga, so teir
koma í oynna at landa —
kemst ikki at í Skopun,
skal Hvannholmur o.a.
vera vælkomnir til at
landa á Sandi, vit hjálpa
tykkum fegnir við hesum.
Fáið tykkum síðani fleiri
bátar, sum kunna liva við
teim havnameguleikum,
sum eru í Skopun. Eingin
á Sandi vil leggja tykkum
nakað í vegin fyri hesum,
men vit vilja fegnir hjálpa
og samstarvast, har tað er
gagnligt og neyðugt.
Heimasandsfólk standi
saman um tiltak tykkara.
kFólkið á Sandi hevur av-
gjørt, at fremja tey tiltøk,
sum eru og eru við at vera
timbur, pappír
og annað burturkast,
hava tit altid
biligan hita.
Eisini hava vit alt tilfar til
hitaverk og sanitet
Vit geva fegnir fullfiggjad tilboð
3800 Tórshavn
sekir sjúkrasystir til skurðdeild B 5.
Arbeiðstíð, mánadag - friggjadag frá kl.
15,00 — 19,00, frá 16. februar 1981.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til fyristødukvinnuna.
|[f[|[ [fy y gg AT)
framd, fólkið á Sand: sigur
hesi tiltøk, og fólkið sjálvt
rindar hesi tiltøk. Standa
vit saman, so vera hesi til-
tek at betra livikor okkara
í bygdini, ja vónandi í
allari sýsluni, um
samstarv og semja og væl-
vild kann vera sett í staðin
fyri evund og spennan
bein fyri framtakshuga
fólksins.
Heimasandsmaður