Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Sida 3 Utstykkingarætlanin i Havnardali: Landsvegurin må breidkast fyrst Tað er óvist, um ætlada útstykkingin í Havnardali verður seinkað, men í skrivi frå Landsverkfrødinginum, sum skal góð- taka alla bygging fram við landsvegum, verður sagt, at núverandi vegur kann ikki taka dagligu ferðsluna millum Havnina og bygdirnar vestanfyri. Men tá ein útstykk- ing, sum telur 500 íbúgvar verður gjørd, fer landsvegurin ikki at lúka tey krgv, sum í dag mugu setast sum trygg og skipaði ferðsluviðurskifti. Tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa at vita, um kommunalu byggimyndugleikar- nir høvdu roknað við, at Landsverkfrød- ingurin fór at góðtaka íbindingina. Landsverkfreðingurin kann ikki góðtaka, at tann ætlaða útstykkingin í Havnardali verður bundin í landsvegin í Havnardali, uttan hann fyrst verður breiðkaður. Hetta kemur fram í ein- um brævi, sum Lands- verkfreðingurin hevur sent byggideildini hjá Tórshavnar kommunu. Í brævinum verður sagt, at neyðugt verður at Model av komandi útstykking í Havnardali breiðka landsvegin, at gera gongubreyt á norðaru síðu og sum helst eigur at vera so mikið breið, at hon kann nýtast sum súkklubreyt eisini. Víðari verður tilskilað, at nær farast kann undir arbeiðið, er bæði ein tekn- iskur og ein fíggjarligur spurningur, sum samráðst eigur at verða um. Fund um málið Á teknisku deild býráð- sins upplýsir Símun Hansen, settur býarverk- frødingur, at deildin arbeidir i løtuni vid mål- inum og at landsverkfrød- ingsstovnurin hevur givið tilsegn um fund um málið. Heini Olsen á lands- verkfreðingsstovninum upplýsir, at har arbeiða teir í letuni við at kanna, hvussu stórt eki skal tak- ast fyri at breiðka vegin. Spurdur, um tað liggja nakrar ætlanir at breiðka vegin, sigur hann, at tað ger tað ikki i løtuni. Annars sigur Heini Olsen, at sjálvt útstykk- ingararbeiði kann byrja, sjálvt um vegurin ikki er breiðkaður, um alt annað passar saman. Hallið ov stórt Og tað ger tað ikki í let- uni. Tí í brævinum frá landsverkfreðinginum verður sagt, at hallið á vegnum í sjálvari íbind- ingini er ov stórt. Á landsverkfreðings- stovninum eru teir komnir til, at vegurin eigur ikki at hava sterri hall enn 25 0/00 einar 10 metrar frá landsvegnum, meðan tann teknaði vegurin er 150 0/00. Spurdur, um tær samráðingar, sum skulu fara fram og megu- ligar broytingar, fara at seinka útstykkingar- ætlanini, sigur Símun Hansen, at tað roknar hann ikki við. Mánadagin fingu blað- fólk hevi at royna tey nýggju kavadekkini, sum Sosialurin skriv- aði um seinasta heyst. Fara hesi Michelin- dekkini at roynast eins væl og tey royndust mánadagin, verður ó- neyðugt við píkum og ketum. Blaðfólkini fingu hevi at royna dekkini á Oyggjarvegnum í kava og í krapa. Dugur bil- ferarin at bremsa við slíkum dekkum, steðgar bilurin sum vanligt uttan at glíða. Og tá farast skal av- stað aftur, er einki við at spola, áðrenn tað slepst víðari. Men dekkini vórðu ikki bara roynd á Oyggjarvegnum, har tað er rættuliga slætt. Dekkini vórðu eisini royndi í einari av teim- um brattastu brekkun- um í Havnini — í Brettubrekku. Uttan at spola tað allar minsta kláraði Sámal Bláhamar, sum selur Michelin-dekkini, at koyra bilin niðan gjegnum brattan. Hann royndi eisini at steðga miðskeiðis í brekkuni fyri síðan at koyra heilt niðan uttan himpr. Sámal Bláhamar Super-kavadekkini koma á marknaðin til heystar hevur sjálvur saman við umboðum fyri tryggingina, Bileftirlit- ið og Landsverkfreð- ingin roynt dekkini í allan vetur. Sambært tí, sum hann sigur, hava tey roynst avbera væl. Hann hevur ikki brúkt annað. Annars upplýsir Sámal Bláhamar, at dekkini fara at kosta tað sama sum kava- dekk og at tey fara at halda tað sama sum vanlig dekk. Við á >royndartúrin- um« var eisini býráðs- limurin Leivur Jo- hannesen, sum i dagliga arbeidi sinum hevur vid m.a. asfalt og vegir at gera hjá kommununi Hann var stórliga hugtikin! Leivur upplýsti á túrinum, at árliga brúkar Tórshavnar kommuna einar tríggjar milliónir kr. til viðlíkahald av vegun- um í Havnini. Hevuðs- orsekin til at vegirnir slítast so illa eru píkar- nir og tann tunga ferðslan. — Kunnu lastbilar eisini brúka hesi dekk- ini, og tað slepst undan píkunum, skuldi nógv verið at spart, sigur Leivur Johannesen. Vilhelm Johannesen lagt uppskot fyri tingi: Mælir til at hækka pensiónirnar longu í ár Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løg- tingið, sum miðar í móti longu i ár at fremja tær ætlaðu broytingarnar í pens- iénunum. Talan er um broytingar i lógunum um almenna for- sorg, fólka-, avlamis- og einkjupensión við meira. Vilhelm Johannesen mælir til, at landsstýrið longu í hesi setuni leggur fram uppskot fyri løgting- ið og fólkatingið soleiðis, at hækkingarnar av hesum vensiionunum kunnu fremjast 1. apríl ella 1. juli í år. Samstundis åleggur uppskotið figgjarnevndini at taka hædd fyri meirút- reiðsluni, hækkingarnar koma at kosta. Ríkiskassin helvtina tøka Í viðmerkingunum til upp- skotið sigur Vilhelm Jo- hannesen: „Sum kunnugt vóru tvey fundarumfer í felags sosialu nevndini i 1980. Urslitið av hesum tinging- um var ein semja um at fremja ávísar broytingar í lógunum um almenna for- sorg, fólkaavlamis- og einkjupensión v.m. Semja var um hækkingar í veit- ingunum, sum tilsamans fara at kosta 18 milj. kr. árliga, og hevur ríkiskass- in longu í hesum fíggjar- árinum tær 9 milj. kr., ið er ríkiskassans partur av hesum, tekur til endamál- ið. Kann avgreiðast skjótt ; Fyri stuttum varð fyri- spurningur settur til landsstýrismannin í al- mannamálum hesum máli viðvíkjandi. Spurt varð, um sitandi landsstýri ætl- ar at fremja umreddu broytingar í sosiallóggáv- uni, og svarað varð, at landsstýrið ætlar at ar- beiða víðari við málinum, soleiðis at broytingarnar fáa gildi eina ferð í fíggjar- árinum 1982/83, men hetta er javnaðarflokkurin ikki negdur við. Flokkurin heldur at hesar broytingar eiga at koma í gildi sum skjótast. T.d. 1. apríl ella í seinasta lagi 1. juli 1981. Flokkurin er vitandi um, at málið liggur so mikið greitt, at tað kann verða avgreitt og koma í gildi í fyrra helmingi av fíggjar- árinum 1981/82. Vilhelm Johannesen: — Javn aðarflokkurin ikki negdur við, at landsstýrið ætlar at drála við at fremja ætlaðu pens- iónshækkingarnar til fíggjar- árið 1982/83 Størri skatta- inntøka Á framlagda fíggjarlógar- uppskotinum er roknað við eini hækking í skatta- innteku landskassans í fíggjarárinum 1981/82 uppá 15% í mun til fíggj- arárið 1980/81. Hetta gev- ur landskassanum eina meirinnteku í fíggjarárin- um 1981/82 stavandi frá skatti uppá umleið 50 milj. kr. í mun til skatta- inntekuna í 1980/81. Eftir ti, sum nú frættist frá løn- gjaldsstovum og útgerðar- felegum kring landið, er helst rættari at rokna við einum vekstri í skattainn- tekuni uppá umleið 26% ella eini meirinnteku til landskassan stavandi frá skatti uppá umleið 75 milj. kr. í mun til fíggjar- árið 1980/81. Sostatt skuidi tað verið meguligt at funnið tær 9 milj. kr sum eru neyðugar til enda- málið. Uppskotið hjá tjóðveldisflokkinum óneyðugt A tingi liggur uppskot frá tjóðveldisflokkinum, har mælt verður til, at skattur ikki verður eftirhildin hjá fójlki, sum fáa forsorgar- hjálp, men verða broyting- arnar í forsorgarlógini framdar so sum ætlað, er uppskotið frá tjóðveldis flokkinum óneyðugt, tá broytingin í forsorgar lógini fyri tað fyrsta tví- faldar forsorgarhjálpina g fyri tað næsta ger tað meguligt hjá fólki undir forsorgarhjálp at fáa eyka- ískoyti til rindan av skatt- inum