mikudagur 18. februar 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÓSIALURIN
a — 007
gt TRADERLINE
Vit ferma
i Ålborg
fHalmstad
í Kebenhavn
hvenn mánadag og týsdag
hvenn mikudag
hvenn hósdag
2. hverja viku í Larvik 2/3
3. hverja viku í Álesund 26/2
3. hverja viku í Sandnes 25/2
4. hverja viku í Blyth 18/2
til Feroyar
Frystikontainarar eins væl og
vanligir kontainarar eru tokir
AVGREIÐSLUR:
Chr. Jensen, tlf. 122566 Álborg
A/s Traderline, tlf. 203311 Kebenhavn
Wilson & Co., tlf 18135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund
Sandnes Dampskibs Aktieselskab
tlf. 63570, Sandnes
W Harney & Co., tlf. 2331 Blyth
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN
Måttøkutidir hjá
byrådsformanninum
i Havn
efat hitta hvønn
mikudag kl. 15—17 og
friggjadag kl. 13—15.
Tey, ið ynskja at hitta býráðsformannin,
eiga frammanundan at siga býráðsskriv-
stovuni frá og vissa sær tíð.
Tórshavn tann 16. februar 1981
Tórshavnar býráð
Kokkur søkist
Starv sum kokkur hjá Vaktar- og Bjarg-
ingartænastuni er leyst at søkja.
Fyri at verða settur í starvið krevst at
viðkomandi hevur prógv sum kokkur og
hevur læknaváttan fyri at kunna gerast
roykkavari.
Starvið er lønt eftir sáttmála millum
Føroya Landsstýri og Starvsmanna-
felagið í 19. lønarflokki.
Møguligar umsóknir skulu vera Vakt-
ar- og Bjargingartænastuni í hendi í
seinasta lagi 15. mars 1981.
Vaktar- og Bjargingartænastan
box 347, 3800 Tórshavn
Nøkur ráð til útisetar
Aftaná steðgin í summar
fór ráðgevingin aftur til
verka í september í 1980.
Opið er hvort hóskvold frá
ki. 18—20. Tifnr. er
01373061. Ráðgevingin
tók eisini lut í pisuskeiðin-
um í Gilleleje í heyst.
At tørvur er á slíkari
ráðgeving vísa hagtølini.
Av tí at stórur partur av
spurningunum hava áhuga
fyri onnur, eisini fyri for-
oyingar í Føroyum, sum
ætla sær undir víðari lestur
í Danmark, skal eg taka
nakrar av spurningunum
fram her, nevniliga skatta-
mál (serliga Føroya-frå-
dráttin), umséknarblød til
og stuðulin frá Statens
Uddannelsesstøtte og
uppihaldsskyldu millum
hjúnarfelagar og børn
teirra í samband við sosial-
ar veitingar.
Skattamál
Feroyingar, sum eru komnir
beinleiðis úr Føroyum til Dan
markar fyri at fara undir vidari
lestur ella útbúgving av einum
ella hverjum slag, eiga serlig
an skattafrádrátt, sambært
Skattedepertementes
cirkulære MB 30. aug. 1977,
sum kall Vejledning om
beskatnirff af færøske ud
dannelsessøgende i Dan
mark. Tað er tó loyvt at ar
beiða í upp til 3 mår. í Dan-
mark, beint áðrenn farið
verður undir lesturin. Megin-
reglan er, at tú er komin til
Danmarkar fyri at fáa útbúgv-
ing, og at tú fert aftur til Før-
oya eftir lokna útbúgving,
skalt tú koma undir nevndu
skattaskipan við Feroya-frá-
drátti
Nógvar kommunur kenna
ikki omanfyri nevnda rund-
skriv, tí er neyðugt, at hin ein-
staki, ið eigur rætt til Foroya-
frádráttin, sjálvur kennir heiti
á rundskrivinum og ger vart
við tað í líkningarvaldinum í
kommunini hann býr.
Føroyingar, sum koma til
Danmarkar at læra, og sum
ikki hava lønarinntøku, skulu
bert vísa til nevnda rundskriv í
forskotssjálvuppgávuni. Før-
oyingar, ið hava løninntøku
undir útbúgvingini skulu bein-
anvegin biðja um fríkort upp
til ta upphæddina, sum vænt
andi verður forvunnið, tó
hægst Føroya-frådråttin, per-
sónsfrádráttin og lenarfrá-
dráttin til samans. Í 1980 eru
frádráttirnir hesir:
Foroya-frádrátturin
kr. 30.000, -
Personsfrådråtturin
kr. 16.000,-
Lønarfrådråtturin
kr. 2.000,
Tilsamans kr. 48.000,-
T.v.s. at fríkortið hægst
kann vera 48.000 kr. Uppi inn
tøkuna verður eisini stuðul frå
Statens Uddannelsesstotte
roknaður. Tað er eingin orsøk
til at biðja um hægri fríkort
enn tú veruliga væntar at
hava í inntøku. Frådråtturin er
bert galdandi, so leingi tu ert
undir útbúgving. T.v.s. at fert
tú í arbeiði i Danmark eftir
lokna útbúgving, verður tú
skattadur, sum vanligur borg
ari i landinum. Føroya-frå
dråtturin kann ikki flytast yvir
á hin hjúnarfelagan, men eru
bæði undir útbúgving, so fáa
báðir hjúnaðarfelagirnir
Føroya-frådråttin.
Ein annar vanligur skatta-
spurningur er, hvussu verdur
tå id ein flytur aftur til Føroya
eftir lokna útbúgving. Her er
at síga, um núgaldandi skatta-
lóg framvegis er í gildi, (vón-
andi verður kelduskattaskip-
anin skjótt veruleiki) at um tú
flytur til Føroya beint eftir
lokna útbúgving, so skalt tú
geva upp, tað tú væntar at
hava i inntøku í árinum tú
flytur. Samstundis kanst tú
søkja landsstýrið um at verða
skattaður sum fastbúgvandi.
Verður umsóknin gingin á
meti, verður tú skattaður av
veruligu inntøkuni, og ikki
eftir = roknistykkinum hjá
skattamyndugleikunum. Hev-
ur tú havt arbeiði í Danmark
eftir lokna útbúgving og
síðani flytur til Føroyar, verður
tú skattaður av tí tú væntar at
hava í inntøku, í árini tú flytur
og síðani verður tú skattaður
av somu inntøku árið eftir.
Viðmerkjast skal, at
Føroya-frådråtturin íkki er
galdandi fyri føroyingar, sum
eftir lokna grundútbúgving
seinri fara undir víðari- ella
serútbúgving, sum til dømis á
ársskeið.
Statens
Uddannelsesstøtte:
Fleiri ferðir hevur tað hent
seg, at føroyingar fáa um-
sóknarblað síni aftur, og her
við verður eisini avgerðin um
útbúgvingarstuðul seinkað,
av tí at umsóknarbleðini íkki
eru nóg fullfiggjað útfylt. Tað
sum aloftast gevur trupul
eikar er inntaka og ognir for
eldranna. Øll, sum ikki eru fylt
22 ár, skulu frá skattamynd-
ugleikunum í Ferayum hava
áteknað umsóknarblaðið við
inntøku foreldranna. Harum-
framt skulu foreldrini sjálvi
geva upp, hvussu nógv tey
eiga í ogn, bæði í fastari ogn,
so sum sethús, innistandandi
pening og virdisbrøv. Fasta
cgnin verður roknað eftir met-
ingarvirðinum ella eftir trygg-
ingarupphæddini frádrigið
skuldina.
Tey, ið fylt eru 22 ár, skulu
uppgeva egnu inntøku og
ognir.
Um tú vilt hava stuðulin frá
Statens Uddannelsesstotte
rættstundis, mást tú lata um-
sóknina inn rættstundis og
rætt skrivaða, annars verður
tað at ganga út yvir teg sjálv-
an.
Í Danmark er komin nýggj
lóg, sum kom í gildi 1/1-
1981, sum fevnir um sokall-
aðu »sosialinntøkuna«.
Henda góða sosialinntøka
kemur at fáa ávirkan á allar
persónligar veitingar frá tí al-
menna, eisini stuðul til lesna,
frá komandi skúlaári. Høvuds-
reglan er hon, at afturat
vanligu = inntøkuni verður
lagdur % partur av ognini.
Hetta kann koma at raka for-
oyingar undir útbúgving, sum
ikki eru fyltir 22 ár, meint, av tí
at fólk í Føroyum, í hesum
føri foreldrini, vanliga eiga
fasta ogn, sum hevur høgt
metingarvirði, men við lágari
lániupphædd, eftir donskum
viðurskiftum.
Ráðgevingin ætlar at venda
aftur til spurningin um sosial-
inntøkuna, tá ið reglurnar frá
Statens Uddannelsesstotte
eru tøkar, væntandi i maí í ár.
Viðmerkjast skal, at hægsti
stuðul frá Statsens Uddann-
elsesstøtte er kr. 28.800 um
árið. Av hesum er beinleiðis
stuðulin millum kr. 11.000 og
kr. 17.000, meðan hin parturin
kann vera veðhaldslán frá
peningastovni.
Stuðulin fellur burtur um
persónliga inntøkan saman
við stuðlinum er meira enn kr.
36.700,-.
Uppihaldsskylda
Maður og kona hava uppi-
haldsskyldu yvirfyri hverjum
Framhald á baksíðuni
Hava tygum ikki havt høvi at vitja okkara vanligu
TUNDURFLISAR, 5 mm
ÚTSØLU
— so er ein rúgva av frálíkum tilboðum eftir enn. T.d.:
GÓLVBELEGNINGU
R, 400 cm br.
kr. 92,- pr. m?
TEPPIR, 400 cm br.
kr. 195,- / 240,- / 285,- pr. m.
TAPET
frå kr. 225,- pr.m.
frå kr. 10,- pr. rl.
SPONTAPET, 20 m.
kr. 22,50 pr. rl.
VEGG-VINYL fyrr kr. 270,-
NU kr. 190,- pr ri.
Seinasti Utsøludagur er leygardagin komandi
tlf. 12120 - Tórsgeta 16
-
ælabogin
sø
oe
se
P
i