Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SS Sambandið millum avroknin SOSIALURIN 1. partur Andras Kristiansen lesur å fiskivinnuskúlanum i Bodø: garprisin og virkini Tey smærru virkini mugu rationaliserast — um tey ikki framhaldandi skulu rekast við undir- skoti og toga meðalavrokningarprísin niður! Prísásetingin av feskum fiski hevur verið nógv frammi ta síðstu tíðina, bæði í bleðunum og út- varpinum. Serliga hevur tað verið prísáseting og flokking av heilt feskum fiski (eisini nevndur dag- gamal fiskur), sum skriv- að og tosað hevur verið um. Hetta orsakað av einum áliti, sum ein 10- manna nevnd, sett av landsstýrinum í februar 1980, legði fram nakað fyri jól. Í hesum viðfangi hev- ur einamest verið við- gjørt, hvussu ein møgu- lig eðrvísi viðgerð av fiskinum umborð kann hava við sær hægri av- reiðingarprísir til fiski- menn og bátar. Undirrit- aði ætlaði ikki at leggja seg út í hetta kjakið, men har aftur í móti er ætlanin at viðgera prísá- setingarskipanina við Ráfiskagrunninum út frá einum eðrum enda, nevniliga hvussu skipan- in ávirkar raksturin av teimum ymisku flaka- virkjunum, hvert hon er til tað betra fyri nekur, men samstundis til tað verra fyri onnur virki. Eitt annað, sum ger eina viðgerð av skipanini við Ráðfiskagrunninum áhugaverda, er, at tann nýskipaða samgongan á legtingi hevur í sínum samgonguskjali sett sær fyri meguliga at gera broytingar í skipanini. Skipanin við Ráfiska- grunnin hevur virkað síðan á sumri 1975. Eftir hesari skipanini verða tveir = ymiskir prísir ásettir, annar nevndur avreidingarprisurin og hin nevndur avrokning- arprísurin. Avreiðingarprísurin er tann prísurin, sum teir, ið avreiða fiskin, fáa út- goldnan frá virkjunum fyri fiskin. Soleiðis, sum skipanin við Ráfiskagrunninum virk- ar, so verður meguligur studningur til ráfiska- prísirnar lagdur til av- reiðingarprísin. Sostatt er studningurin frá tí al- menna við í tí upphædd- ini, sum virkini gjalda til teir, ið avreiða fiskin. Til tess at avrokna virkini verður ein avrokningar- prísur ásettur, sum er tann prísurin, ið virkini í veruleikanum skuldu lata fyri fiskin. Munurin millum avreiðingarprísin og avrokningarprísin verður javnaður yvir Rá- fiskagrunnin soleiðis, at um avreiðingarprísurin er sterri enn avrokning- arprísurin, verður mun- urin goldin úr grunnin- um til virkini, og umvent um avrokningarprísurin er sterri enn avreiðingar- prísirnir Við tað at avrokning- arprísurin er tað, sum virkini í veruleikanum lata fyri fiskin, er tað hesin, ið ávirkar rakstur- in av virkjunum, meðan avreiðingarprísurin ikki er av beinleiðis áhuga í hesum sambandi. Tí skal ikki verða nomið meir við tann prísin her; har afturímóti skal verða greitt frá hvussu avrokningarprísurin verður ásettur. Avreiðingarprísurin verður ásettur soleiðis, at eitt virki eftir útrokn- ingunum hjá nevndini fyri Ráfiskagrunnin skal kunna bera seg. Tað vil siga, at virkini skulu kunna gjalda fram- leiðslukostnaðir og hava eitt passandi skiftisav- lop at gjalda tær festu útreiðslurnar við. Til tess at koma fram til avrokningarprísin verður gingið út frá marknaðarprísinum. Trekt verður frá fyri rentur, farmagjald og tryggingargjeld, og komið verður fram til seluprísin fyri veruna á goymslu; frá hesum seluvirðinum verður eitt selugjald til selufelagið (Fiskaseluna) trekt frá, og er man tá komin fram til uppgerðarprísin mill- um selufelagið og flaka- virkini. Afturat hesum kemur so tað, ið virkið kann fáa fyri slógvið og farsið, sum kemur frá tí råvøruni, ið er farin við til at framleida eitt kilo av lidnari vøru. Frå hesi samladu upphæddini verða síðani beinleiðis framleiðsluútreiðslurnar og útreiðslur, sum stand- ast av pakkitilfari, trekt- ar frá. Tað, sum tá er eftir, og tað, sum skal býtast millum flakavirk- ið (skiftisavlop) og skip- ini (avrokningarprisur). Fyrst verður henda upp- hæddin umroknað til pr. kg. ráfisk eftir ti úrtoku- lutfallinum (tvs. tann parturin av ráfiskinum, sum fæst til lidna veru), ið verður brúkt til tey ymsu fiskaslegini (fiska- úrdráttirnar). So verður skiftisavlopið til virkið trekt frá, og tað, sum tá er eftir, verður avrokn- ingarprísurin, tvs. tann krónuupphæddin sum flakavirkini í veruleikan- um lata fyri fiskin. Grundarlagið undir útrokningunum av avrokningarprísinum er taltilfar, ið verður fingið til vega frá teimum um 20 flakavirkjunum í landinum og selufelog- unum (-felagnum). Tilfar- ið frá virkjunum umfat- ar fastar útreiðslur, rá- vørunøgd síðsta rakst- rarár og framleiðsluútreiðslur og úrtekulutfall fyri hvert fiskaslag (fiskaúrdrátt) sær. Tilfarið frá selufe- løgunum umfatar mark- naðarprísir, -útlit og seluútreiðslur (her uppi í farmagjald, trygging OSV.). Við tað at virkini eru ólík til støddar og eisini útgjerd og skipað á yms- an hátt, er tað tilfarið, sum tey leggja fram, líka so ymiskt sum virkini eru. Einstek virki hava lutfallsliga lágar fram- leiðsluútreiðslur og stórt urtøkulutfall (rasjonell virki), meðan onnur kanska stridast við høg- ar framleiðsluútreiðslur og eitt lágt úrtekulut- fall. (órasjonell virkir). Um so var, at avrokn- ingarprisirnir skuldu verid åsettir soleidis, at raksturin av hverjum einstøkum virki júst skuldi javnviga, hevði tað, at virkini eru so ólík í rakstri, ført vid sær, at tað máttu verðið ásettir líka nógvir avrokning- arprísir, sum tað eru virkir, tvs. ein avrokn- ingarprís fyri hvert virkið. Ein slíkur fram- ferðarháttur verður ikki brúktur og heyði neyvan latið seg gera. Í staðin verður funnið fram til miðaltel fyri tær ymisku upphæddirnar, sum við- víkja útrokningunum av avrokningarprísinum. Við at brúka hesi miðal- tølini verður so komið fram til ein miðal av- rokningarprís, sum so øll virkini verða avroknaði eftir. Spurningurin er so, hverjar avleiðingar hesin framferðarháttur- in hevur fyri tey ymisku virkini. Svarið er stutt og greitt, at eitt virkið, sum hevur meir eftir enn avrokningarprísin, tá fiskurin er liðugt ar- beiddur, gongur við yvir- skoti, meðan eitt, sum hevur minni eftir, gongur við undirskoti. Avrokningarprísurin verður ásettur 14. hvenn dag, og tað er møguligt, at tað ikki altíð eru tey somu virkini, sum hava yvirskot/undirskot í øll- um 14-daga tíðar- skeiðunum, tað velst um so mangt sum t.d. inn- keypta ráverunegd og slag, framleiðsla o.l., alt hetta samanlikna við tað, sum liggur aftan fyri útrokningarnar hjá nevndini fyri Ráfiska- grunninum. Men tá alt kemur saman um alt, vildi eg mett, at tað týðuliga vil vísa seg, hverji tey eru, sum ganga við yvirskoti (ra- sjonell virkir) og hverji, sum ganga við undir- skoti (órasjonell virkir). At júst hesi ganga við undirskoti og hasi við yvirskoti er ein beinleið- is avleiðing av prísáset- ingarháttinum. Sum ein niðursteða higartil kann tí verða sagt, at soleiðis sum avrokningarprísirnir verða ásettir verða ásett- ir, so verða tað altíð nøk- ur virki, sum hava eitt rakstraryvirskot, meðan tað samstundis eisini altíð eru onnur, sum har afturímóti hava eitt rakstrarundirskot. Fyri tey virkini, sum ganga við undirskoti, vil tað alla tíðina verða ein spurningur, hvussu tey kunnu koma at fáa eitt yvirskot ella í tað minsta fáa raksturin at javn- viga. Tað sum ger, at tey ganga við undirskoti, er at tey samanlagt hava sterri útreiðslur av at ar- beiða fiskin, enn hvat ið eitt miðal virki hevur. (Við eitt miðal virki verður her meint eitt virki, sum tilsvarar teim- um miðaltelunum, ið nevndin ásetir). Tað, sum tí er neyðugt at gera hjá hesum virkjunum, er at fremja útbyggingar og/ella broytingar, soleiðis at tey gerast meira effektiv, (lægri fram- leiðsluútreiðslur og sterri urtøkulutfall), og meguliga eisini gerast for fyri at taka í móti meir av ráveru. Men til tess at fremja eina tílíka útbygging krevst peningur, bæði til útbyggingina av sjálv- um virkinum og eisini til veiðuflotan, orsakað av kravinum um sterri rá- verunegd, sum ein út- bygging í flestu forum hevur við sær. Um hugt verður eftir rakstrarúrslitunum hjá teimum feroysku flaka- virkjunum sæst, at tey virkini, sum ganga við undirskoti, fyri tað mesta eru tey minnu virkini. Hetta eru eisini virkini í teimum smærru/ miðal bygdunum. Tað eru sostatt virkini í hesum bygdunum, sum av prísásetingarskipan- ini verða noydd til at fara undir kostnaðar- miklar útbyggingar, um tey ikki í allar framtíð skulu hava eitt undirskot. Tað er rímuligt at ganga út frá, at peninga- kreftirnar á einum minni plássi eru avmarkaðar. Tí kann tað hugsast, at meguleikarnir fyri at fáa tann neyðuga peningin til vega ikki eru teir bestu. Aftur at óvissuni um meguleikarnar at fáa tann neyðuga peningin, kemur spurningurin, um tað ikki er skilaleyst, hóast tann neyðugi peningurin er tekur, at gera ílegur í nýggj skip, so vánaligt sum rakst- rarúrslitið hevur verið og kann væntast at koma at verða nakað framyvir. Vert er eisini at hava í huga, at jú meir, ið flotin verður ektur, jú minni verður í part til hvenn og rakst- rarúrslitið tilsvarandi verri. Framhald