Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— ER i SOSIALURIN i FM Síða 3 Fullteknad Hósdagin var freistin úti at tekna seg til altjóða barnalegurnar í útlondum í summar. Tað sleppa 10 dreingir og 10 gentur við og fleiri meldaðu seg til. Fýra bern luttaka á hverjari legu í teimum ymisku londunum, sum í ár hava legur. Saman við hverjum bólki skal ein vaksin leiðari vera við. Enn tervar felagnum Altjóða Barnalegur fólk, sum eru áhuga at fara við sum leiðarar. Hesi, sum skulu vera myndug, skulu hava áhuga fyri bern- um og kunnu luttaka aktivt saman við børnunum í legunum. Áhugaði kunnu venda sær til Vibeke Ingvards- son, Nordaskåia, tlf. 22226. Vit ynskja ... Framhald av forsíðuni Uppsagdur Starvsmannafelagið hev- ur sagt sáttmálan upp til 1. apríl. Tað er óvist, nær samráðingarnar byrja, men Starvsmannafelagið hevur fyri landsstýrið skotið upp, at tær skulu byrja 2. mars. Men felagið hevur einki svar fingið frá mótpartinum enn. Nágreiniliga hverji krev Starvsmannafelagið fer at seta, ber ikki til at fáa upplýst, men Ernst Hansen sigur, at felagið ynskir ein sáttmála fyri hvenn stovn sær og at sáttmálin bert kemur at galda í eitt ár. Yvirskot Starvsmannafelagið hevði eitt rakstraravlop upp á 1,4 mill. kr. seinasta árið. Samlaðu inntekurnar vóru 1,7 mill. kr. Tær stava frá limagjaldi og rentuinntekum. Lima- gjaldið, sum er 2 pst. av mánaðarlenini, var til umreðu á fundinum. Av- gjørt varð at halda fast um núverandi hædd. Útreiðslurnar fara til skrivstovuhald og fyri gjald til ein arbeiðssteðg í 1978. Ognin hjá felagnum er um 4 mill. kr. Alt av- lopið fer í tiltaksgrunnin. Limatalið í Starvs- mannafelagnum er 682. Tað eru alt fólk í almenn- um stervum. Flestu teirra eru í Havn, men nakað er á bygd, t.d. fólk við strand- faraskipum og á gjald- stovunum. Limatalið hevur ligið rættiliga fast tey seinastu árini. Undirtekan á aðalfund- inum hevur ongantíð verið sterri enn í ár. 164 fólk vóru á fundi. Rekord slær rekordina Opel Rekord — hin stóri og snøggi bil- urin frá Opel. Roynið hann sjálvi og sannføri tygum um góðsku og orku- sparsemi. Opel Rekord vigar minni enn 1100 kg., og eru ti gjøldini låg. SE P/f Vilhelm Nielsen & Søn tlf. 11140 Vilhelm Johannesen: Húsaneyðin ein vinnuvegur Um uppskotið hjá framburðs- og fiski- vinnuflokkinum um skattafrælsi fyri leiguinntøkur verð- ur samtykt, førir hetta til, at húsa- neyðin gerst ein vinnuvegur hjá ein- um parti av fólkin- um, skrivar Vilhelm Johannesen. Kramburðs- og fiskivinnu- flokkurin hevur lagt upp- skot á ting, sum hevur til endamáls, at fólk, ið eiga í- búðir og leiga út, bert skulu rinda skatt av helm- inginum av leiguinntekuni og at henda inntøka verð- ur skattað einsæris. Lat tað verða sagt beinan veg- in, at javnaðarflokkurin neyvan kann taka undir við hesum uppskoti. Í fyrsta lagi er tað okk- ara metan, at tað, at henda leiguinntøka sum er, verður skattað fult, í ávísan mun heldur prísin- um á íbúðum niðri. Hjá teimum flestu, sum leiga í- búðir út, verður leiguinn- tøkan legd oman á aðra innteku á sjålvuppgåvuni, við tí úrsliti, at henda inn- tøka kemur undir so- nevnda markskattin. Hetta forða: sjálvandi fyri at prísurin á íbúðum gerst alt ov hegur. Verður hin- vegin bert helmingurin av leiguinntekuni skattaður og verður hesin helmingur skattaður einsæris, er ong- in ivi um at prísurin á í- búðum hækkar beinan vegin. Í ødrum lagi eru vit i javnaðarflokkinum greið yvir, at tað, at landið og kommunurnar missa skattin av helminginum av leiguinntekunum, ikki vil siga tað sama sum tað, at landskassin og komm- unurnar = skulu verða hendan pening fyri uttan. Nei, vit eru fullkomiliga greið yvir, at hesin pening- ur skal fáast til vega á annan hátt og at hann fyri ein part verður kravdur frá teimum, sum búgva til leigu. Hetta vil við eðrum orðum siga, at hesi fólkini, orsakað av hægri útreiðsl- um til býli og orsakað av hægri skatti og tolli, ger- ast enn verri fer fyri at seta fetur undir egið borð, enn verri fer fyri at fáa sær tak yvir hevið. Verður hetta uppskotið samtykt, verður úrslitið av hesum, at tey, sum frammanundan eru væl fyri í samfelagnum, verða enn betur fyri, meðan tey, sum frammanundan eru illa fyri, verða uppaftur verri fyri. Men hetta upp- skotið fellur helst væl saman við niðurlagnum hjá tí borgarliga kórinum her á ting, so heilt bilsin gerast vit ikki, um hetta uppskotið vinnur frama. Vit vóna tað kortini ikki. Í okkara samfelag er steðan tann, at allar tær inntekur, sum veruligt ar- beiði liggur aftan fyri, verða rættuliga hart skattaðar, meðan so- nevndar arbeiðsfríar inn- tekur bert verða lítið og onki skattaðar. Vit hava dømi um, at rentuinntøka einans verður skattað við stívliga 4%, at vinnings- býti einans verður skattað við 12,5% og at tað eisini ber til hjá persónum at út- vega sær fullkomiliga skattafrian kapitalvinn- ing. Fyriliggjandi uppskot til samtyktar frá fram- burðs- og fiskivinnuflokk- inum er bert eitt framhald av hesi skeivu og órætt- vísu gongd. Ein persónur kann t.d. útvega sær ein bygning til vinnuligt endamál fyri 500.000 kr. Tá ein tíð er fráliðin verður eitt parta- felag stovnað av sama per- sóni og bygningurin seld- ur til partafelgið fyri t.d. 2 milj. kr. Burtur úr tí kem- ur ein skattafríur kapital- vinningur uppá 1,5 milj. kr. Av hesum kann við- komandi t.d. seta 1 milj kr. inn uppá longstu upp- segn. Tað gevur eina ár- liga rentuinnteku uppá 120.000 kr. Men hesar 120.090 kr. verða einans skattaðar við 5.000 kr., ; Ltr Ba Hóast tað eru mong, sum búgva til Á ER VA leigu, er bert í fáum førum bygt við tí endamáli at leiga út. Myndin vísir lonirnar í Eysturbýnum, sum eru kommunalar. Vilhelm Johannesen, løgtingsmadur, metir, at uppskotið hjá FF-flokkinum um at skatta leiguinntøkur lættari, ger ein bólk av fólki til spekulatiónsobjekt ella stívliga 4%. Hinar 500.000 kr., sum eru eftir av tí skattafría kapital- vinninginum, kunnu setast í partabrev og/ella virðisbrev. Tað vinnings- býtið, sum kemur burtur úr hesum, verður einans skattað vid 12,5%. Av øll- um hesum lítið og onki skattaðu peningi, rennur nú so mikið inn, at góðir meguleikar eru fyri at fara undir at byggja nakrar í- búðir at leiga út, og verður so uppskotið hjá fram- burðs- og fiskivinnuflokk- inum samtykt, verður bert helmingurin av leiguinn- tekuni skattaður. Og hetta er helst tað, sum borgarliga kórið kall- ar fyri privat fyritakssemi og virkisfýsni, men hvat sigur so maðurin á gøtuni til alt hetta? Tímir hann at standa uppi yvir einum línustampa og egna, tímir hann at standa við stavn- in og kryvja ella við línu- rulluna umborð á einum skipi fyri eina hart skatt- aða úrteku og tíma kvinn- ur og menn yvirhevur at standa við flaka maskinu ella við eitt rein- eima skeringsborð á einum flakavirki fyri eina hart skattaða len, tá tað er nógv ómakaleysari og nógv sterri skattligir fyri- munir av øllum tí, sum veruligt arbeiði als ikki liggur aftan fyri? Nei, sjálvandi vil tað ar- beiðandi fólki eisini sleppa undan ómakinum og fáa lut í teimum skattligu fyrimununum. Tey vilja sjálvandi eisini hava skattafrían kapitalvinn- ing, lítið skattaða rentu- innteku, lítið skattað vinningsbýti og so eina leiguinntøku, har bert helmingurin kemur undir skattskyldu. Spurningur- in er so hvussu mikið tá verður framleitt her á landi. Hvat skulu vit fer- oyingar tá liva av? Hvat skulu vit selja? Trýr borg- arliga liðið at vit kunnu liva av at >know uppá skattafrían kapitalvinning og aðrar skattligar fyrimunir hjá fyritakssomum, virkis- fýsnum spekulantum ??? Verður hetta uppskotið samtykt, er selja how« húsaneyðin hjá einum parti av fólkin- um gjørd til ein vinnuveg hjá einum eðrum parti av fólkinum — til ein vinnu- veg, sum eisini skal hava almennan stuðul, um ikki beinleiðis, so óbeinleiðis um skattalóggávuna. Hetta uppskotið ger ein ávísan bólk av fólki til spekulatiónsobjekt hjá eðrum og tí kann javnað- arflokkurin neyvan taka undir. Men vilja flokkarnir vera við til at finna veru- ligar og radikalar loysnir á íbúðartrupulleikunum, so vil javnaðarflokkurin vera við til tað. Her hugsa vit um at útvega ungfólki, sum skulu seta búgv, hægri, bíligar og lagaligari lán til sethúsabygging og at kanna prísirnar og vinn- ingin á byggitilfari við tí fyri eyga at fáa prísin á niður. Um nevndin, byggitilfari tann fi hetta málið til viðgerða UT £ sum er vil taka slíkar spurningar upp, so er javnaðarflokk urin við og kann geva t segn um eina sakliga og positiva viðgerð