Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN = ti | = Feroyski tónleikabólkurin millum útisetar í Dan- mark, »Avføroyingarnir«, vitjar í hesum døgum í Feroyum. Teir hava longu spælt til dans í Havn. Fríggjakveldið skuldu teir so spæla í Kagganum og leygarkveldið í Mimi. Sunnudagin verður helst spælt í Perluni. Tað vera bæði teir nýggju og teir gomlu tón- leikararnir við hesaferð. Núverandi tónleikararnir eru: Jan Danielsen, Snorri Poulsen, Bjarni Rest- Restorff, Martin Joensen og Kári Petersen. Tríggir hava ikki spælt við, síðani teir fluttu heimaftur til Feroya. Teir eru Niels Olsen, Rolf Djurhuus og Magnus Paouli Poulsen. Teir verða 80 allir við hesa ferð. Avføroyingarnir spældu seinast í Feroyum í fjør summar. Eins og ta ferðina rinda teir sjálvir útreiðslurnar til ferðina. Tað verður mett, at inn- tekurnar fara at rinda ferðaútreiðslurnar. FØROYA BANKI 1906 - 1981 1. mars verður Føroya Banki 75 ár, elsti banki í Feroyum varð stovnaður henda dag í 1906. Á einum tíðindamannafundi í gjár, sum nevnd og stjórn høvdu boðið til, varð boðað vælkomið av bankastjóranum, Agner Hansen, og formannin- um í bankanevndini, Thomas Thomasen, fyrrv. stjóri í Tryggingarsambandinum. Greitt varð eis- ini frá sjálvum bankans virki. Síðani var Eiden Miller, sum hevur lagt 75-åra minnisrit, ið kemur at verða borið í hvert hús í Feroyum í næstu framtíð, biðin at siga pressuni eitt sindur frá innihaldinum í hesum riti. Eiden segði, at ætlanin við ritinum bæði var at greiða frá Feroya Banka og virki hansara frá byrjanini í 1906 til dagin í dag og samstundis geva eitt yvirlit yvir, hvussu menningin í føroysk- um vinnilívi er farin fram hesi seinastu 75 árini, soleiðis sum bankin sjálvur hevði ynskt tað. — Ritið er, helt Eiden fram, ótraditionelt at kalla í allar vegir, bæði viðvíkjandi tilfars- og evn- isúrvalinum, umbrótan, lay-out og uppsetan ann- ars, og hetta nýggja mynstrið, sum í dag verður fylgt allastaðir uttan um okkum, er eisini nýtt í hesum riti. Málingavirkið á Strondum: Selja meira máling enn nakrantíð fyrr Tvífaldaðu framleiðsluna í fjør Í starvspraktikki á Sosialinum — vitjaðu Málingavirkið á Strondum Høgni Hoydal og Eyðun Hansen skriva: P/f Máling á Strondum, ið nú hevur framleitt máling í sløk 6 ár, hevði í tíðar- skeiðnum 1979/80 ein um- setning uppá 1,85 mill. kr. Hetta er ein tvífalding í mun til árið fyri. Virkið bygdi út í fjer summar við tí fyri eygað at fáa sterri goymslu- pláss. Á virkinum starvast í dag 4 mans umframt eitt konufólk. Sterri sela Vit hittu stjóran á P/f Máling, Johan Thorleifs- son og sigur hann, at selan higartil í ár longu er sterri enn í somu tíð í fjer. Hann greiðir víðari frá, at virkið selur mest til handlar og skipasmiðjur. Tað útflytir tó ikki mál- ing. Ráveran til målingina verður øll innflutt og kem- ur meginparturin úr Sve- ríki. Pakkitilfarið verður innflutt úr Danmark, með- an navnaseðlarnir verða gjerdir á Estra í Getu. Johan Thorleifsson metir, at teir væl kunnu kappast við útlendska máling, t.d. Tol — húsa- Johan Thorleifsson, stjóri málingin, ið verður nýtt um nærum allar Feroyar, hevur havt stóra fram- gongd í seinastuni. Skiftir luftina út Viðvíkjandi heilsutrygd- ini á tílíkum virki, heldur Johan Thorleifsson, at teir eru væl fyri, nú teir hava fingið nýtt tól til at skifta út luftina á virkinum. Eisini sigur hann, at alt burturkast frá virkinum verður koyrt til Æðuvík- ar, har tað verður brent. Einki burturkast fer í fjørdin. Málingavirkið á Strondum ger seg út til summarið At enda spurdu vit Johan Thorleifsson, um hann metir, at virkið kann framleiða alla ta máling, sum í dag verður brúkt í Feroyum. Útbyggja framhaldandi Til tað sigur hann, at virk- ið sjálvsagt ikki kann klára ein so stóran eftir- spurning beinanvegin, men teir hava so við og við útvegað sær maskinur at nøkta steðugt sterri part av eftirspurninginum. Hann vísir á, at higartil hava teir selt lítið av van- ligari plastikkmáling, men hann roknar við, at gongd fer at koma á seluna av hesum málingaslag eisini — serliga nú summarið er í nánd og m.a. hús skulu málast uttan. Arbeiða alt árið á Málingavirkinum Tann steðugt ekta fram- leiðslan hjá målingavirk- inum hevur havt við sær, at tað nú verður arbeitt alt árið. Tey fyrstu árini var lítið og einki at gera vetr- armánaðirnar.