leygardagur 21. februar 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
f
SOSIALURIN
Síða 5
Ákæra
reist
Í »svana-
målinum«
— Ákærin fer at krevja
treytaleysa fongsulsrevsing
til allar teir ákærdu
Ákæra er nú reist móti
teimum trimum monnun-
um, sum í fjør blivu skuld-
settir fyri at hava framt
grovt herverk og dripið
ein svana í Viðalundini í
Havn.
Teir tríggir menninir,
sum eru 26 og 32 ára gaml-
ir, eru ákærdir eftir grein-
unum i revsilógini um her-
verk móti steðum, sum al-
menningurin hevur gagn
og gleði av, og um djóra-
pínslu. Somuleiðis eru teir
ákærdir fyri at tikið frið-
aðan fugl sambært løg-
tingslógini um fuglaveiðu
0.a. frå 1954.
Tveir av monnunum eru
í sama viðfangi ákærdir
fyri onnur brot á revsilóg-
ina. Annar fyri at hava
sligið ein ósekan mann
uttan fyri Havnar Klubba.
Hin fyri at hava stolið
nakað av turrari grind og
fiski uppi á Hvítanesi.
Umfatandi
herverk
Ákærumyndugleikin met-
ir, at herverkið í Viða-
lundini var so umfatandi,
at hann hevur tikið grein
291 í revsilógini við í
ákæruritið. Henda greinin
heimilar eitt árs longri
fongsulsrevsing. Tann,
sum verður demdur eftir
Politiið fann hevdið av tí dripna svananum í Viðalundini.
Eitt endurgjaldskrav uppá 8.000 kr. frá skógfútanum er
nevnt í sambandi við sakarmálið
grein 291, stk. 2, kann fáa
upp til fýra ára fongsul.
Málið var fyri í Feroya
rætti mikudagin. Men, av
tí, tann eini av teimum á-
kærdu ikki metti, bleiv
málið eftir ein stuttan
rættarfund útsett. Tann á-
kærdi hevði, eftir hvat
ákærumyndugleikin hevi
fingið upplýst, mynstrað
av einum frystiskipi í
Runavík um morgunin og
tað eydnaðist ikki politin-
um at finna hann, áðrenn
rættarfundurin byrjaði.
Allir teir ákærdu eru
fyrr avhoyrdir í rættinum,
so ákæri og verjar hevdu
bert fáar spurningar at
seta teimum mikudagin.
Tann eini av teimum
ákærdu hevur játtað seg
sekan í ákærunum viðvíkj-
andi hendingini í Viða-
lundini á Hvítusunnu í
fjør. Ein noktar seg sekan
og tann triði segði í rætt-
inum mikudagin, at hann
visti ikki, um hann var
sekur. Men verjin hjá hon-
um segði, at eftir teirri frá-
greiðing, hann hevur givið
rættinum um sín lut í mál-
inum, so er hann ósekur.
Hesa fatan hevur ákær-
in tó ikki. Hann fer at
krevja treytaleysa fongs-
ulsrevsing til allar tríggj-
ar.
Útreiðslurnar til olju
minka við 1/3 og út-
reiðslur til fiskireið-
skap við 1/5, tá skip
samtrola í staðin fyri at
trola einsæris.
Hetta er ein meting,
sum Fiskivinnuráðið
hevur gjert. Ráðið sig-
ur, at tað sær út til, at
samtroling er ein veiðu-
háttur, sum gevur
munandi betri rakst-
Havnar sjónleikarfelag
fer nú at gevast við
sýningunum av skemti-
leikinum Barnalótir.
Tað vil siga í Havnini,
tí ætlanin er eisini at
fara út at ferðast við
leikinum. Men áðrenn
hetta verða kortini
tríggjar sýningar í
Sjónleikarhúsinum, í
morgin og mikudagin
og hósdagin í næstu
viku.
Í mars verður so far-
ið at ferðast. Eitt tað
fyrsta plássið, farið
verður til, verður
Klaksvík, upplýsir
Oskar Hermannsson.
Tað hava verið einar 20
Brúka triðingin
minni olju
Gevast við
Barnalótum í Havn
rarúrslit.
Fiskivinnuráðið sig-
ur, at ymiskt bendir á,
at tey smærru skipini
fáa nakað meira burt-
urúr í negd við sam-
troling. Hinvegin fáa
tey sterru skipini neyv-
an meira fisk, um tey
samtrola í staðin fyri at
royna sjálv. Men út-
reiðslurnar eru minni.
sýningar av Barnalót-
um í Havnini.
Annars verður í let-
uni vandur ein danskur
barnaleikur í Sjónleik-
arhúsinum. Tað eru
ung fólk í Sjónleikar-
felagnum, sum hava
umsett leikin, og ung
fólk á dramaskeiðinum
hjá Tórshavnar kveld-
og ungdómsskúla, sum
seta leikin upp og
spæla í honum.
— Tað er ein gamal
dreymur hjá okkum at
hava ein unglingabólk í
Sjónleikarfelagnum.
Vónandi verður hann
veruleiki nú, sigur Osk-
ar Hermanns3on.
Tvinnir kostir hjá Grótvirkinum:
Antin lata aftur ella keypa
nýggjar maskinur
Verandi maskinur í virkinum eru so vánaligar, at virkið
hevur tvinnar kostir í at velja. Annaðhvort at lata aftur,
ella byggja út. Teir valdu seinna møguleikan, og hava
longu bílagt maskinur fyri 600.000 kr.
— Besta árið hjá virkinum
var í 1979, tá vit fram-
leiddu fyri umleið 800.000
kr. Men í fjør framleiddu
vit ikki fyri meira enn
helmingin, sigur Óli Niel-
sen, stjóri á Feroya Me-
kaniska Grótídnað. Um
orsøkina til hetta sigur
Fróði Helmsdal, grannskoðari, Óli Nielsen, stjóri og Svenn Brimheim, nevndarfor-
maður hava saman við Magna Joensen, bókhaldara, gjørt framtíðarætlanirnar fyri
Grótvirkið
hann, at teir hava havt so
stórar trupulleikar av
teimum gomlu maskinun-
um, teir hava á virkinum,
at teir ein stóran part av
árinum hava umvælt
hesar. Men samstundis
hava teir gjørt fyrireiking-
ar til at taka ímóti nýggj-
um maskinum.
— Av hesum skilst, at
ikki ber til at halda fram
undir núverandi umsteð-
um, og kunnu vit eins væl
lata aftur, um vit ikki
byggja út við nýggjum og
meiri tíðarhóskandi
maskinum. Hesar maskin-
ur eru bílagdar, og rokna
vit vit at kunna fara undir
hesa framleiðslu við
nýggju maskinunum um
ólavsekutíð, sigur Oli.
Óli Nielsen við grótsagini. Virkið skal nú hava eina
nýggja sag. sum hevur 10 ferðir so stóra orku sum tann
gamla
Nógvir ordrar
Tað stendur ikki á at fáa
ordrar til grótvirkið. Við
núverandi orku hava teir
nóg mikið av ordrum til
komandi trý árini.
— At tað er so long bíði-
tíð at fáa nakað gjert, er
sjálvandi ein stór forðing
fyri, at meira kann fram-
leiðast, sigur Óli Nielsen.
Han heldur, at við teimum
maskinum, sum teir nú
hava bílagt, kann fram-
leiðast so mikið meira, at
meginparturin av tí gróti,
sum verður innflutt, kann
tilvirkast har á virkinum.
Somuleiðis verður tá gjer-
ligt at kappast í prísi við
tað innflutta.
Stórir megu-
leikar í gróti
— Tað er so at siga einki
mark fyri, hvat tú kanst
Framhald á síðu 11