leygardagur 21. februar 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
telf. 147 20. 118 20
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Húsaneyðin —
ein góð forrætning
TAÐ ER HELST við góðari meining, at Fram-
burðs- og fiskivinnuflokkurin hevur lagt mál
á ting, sum eftir teirra metan fer at bøta um
íbúðartrotið. Flokkurin skjýtur upp, at bert
helmingurin av tí ein vinnur við útleigan
verður skattaður, mótvegis nú at leiguinn-
tøkan verður legd oman á skattin hjá við-
komandi útleigara.
AT ÍBÚÐARTORVURIN er stórur, her huga
vit serliga um Havnina, kunnu allir menn
vera samdir um. Tað, sum menn hinvegin eru
ósamdir um, er, hvussu fram skal farast fyri
at loysa henda spurning sum frægast. Vit
vita, at tað eru nógvar familjur og einstak-
lingar, sum búgva í so vánaligum íbúðum, at
tær als ikki eru egnaðar til fólk at búleikast í.
Somuleiðis eru tað nógv fólk, sum í dag
búgva í leiguíbúðum, sum eru so dýrar, at
ikki er hugsandi um hjá teimum at fara undir
egin hús, sum ynski hjá flestum fólkum er.
VIT HALDA IKKI, at íbúðarspurningurin
verður loystur við at samtykkja uppskot
framburðs- og fiskivinnufloksins. Húsaneyð-
in gerst tá bert ein enn betri forrætning hjá
ávísum fólkum, sum í flestu forum eru væl-
bjargaði frammanundan. At leigan minkar
um inntøkan verður partvíst skattafrí, trúgva
vit einki uppá. Harafturat kunnu vit als íkki
góðtaka, at inntøkur, sum arbeiði liggur aft-
anfyri, verða hart skattaðar, meðan inntøkur,
har einki arbeiði liggur aftanfyri, gjalda lítlan
og ongan skatt.
VIT VILJA HELDUR mæla til, at løgting og
kommunur styðja sambyggifeløgum til
byggjan av t.d. eigaraíbúðum. At legting og
kommunur gera nakað munagott fyri at út-
boðið av grundstykkjum til eina og hverja tíð
kann nøkta eftirspurningin, soleiðis at tað
eisini verður gjørligt hjá eini vanligari inn-
tøku at ogna sær eitt grundstykki. At Húsa-
lánsgrunnurin verður útbygdur soleiðis at
hann í enn stórri mun er førur fyri at lata fólki
lán til tílíkar treytir, sum ein vanlig inntaka
kann klára.
TI GAGNAR áðurnevnda uppskot ikki teim-
um, sum uppskotið sigst vera til frama fyri.
Húsaneyðin verður tá bert eitt enn størri
spekulatiónsobjekt, og tað kunnu vit ikki
góðtaka.
SOSIALURIN
Kappast við
folkaflokkin
Sambandsflokkurin å tingi farin at
kappast vid folkaflokkin um at vera
mest negativur i sosialmålum
Her fyri var fyrsta við-
gerð á tingi av uppskot-
um javnaðarfloksins um
at veita pensionistum og
støkum uppihaldarum
styrk til brenni og til iso-
lering av húsum.
Hevuðsinnihaldið í
hesum uppskotum er í
stuttum hetta, at tað al-
menna skal veita ellum
pensionistum við fullari
pensiónsviðbót samt
støkum uppihaldarum
ein brennistudning
uppá 1200 kr. Harnæst
mælir javnaðarflokkurin
til at veita eðrum pens-
ionistum ein studning
uppá 600 kr. Harnæst
skjýtur flokkurin upp at
allir pensionistar í egn-
um húsum fáa eitt rentu-
og avdráttarfrítt lán upp
til 20.000 kr. til isolering
av sethúsum sínum.
Uppskotini fingu sum
heild góða mótteku frá
uttan
sambandsflokkinum. At
umboðini fyri
ellum flokkum
hoyra
sambandsflokkin, , var
sum at lýða á reddir frá
fortíðini. Talað var,
segdu sambandsmenn,
um at taka patent uppá
pensionistar og um ráns-
veiðu í gomlum lands-
stýris málum Ein segði
seg vóna at tey gomlu,
hóast sín aldur, ikki
hevdu tikið skaða uppá
forstandið, so tey enn
vónandi vóru fer fyri at
gjøgnumskoda tilik
paraduppskot. Sjálvur
sosialministarin illgitti,
at ætlanin vid uppskot-
um javnadarfloksins als
ikki var at fjålga um
pensionistar og einsa-
mallar mammur, men at
raka »tey, sum hava
vandað sær eitt sindur
um peninganýtsluna<,
slík fólk er javnaðar-
flokkkurin jú altíð til
reiðar at »kanøfla« enntá
pr. definitión!
Annars harmaðist so-
sialministari sambands-
manna, at vit ikki longur
høvdu tann gamla stóra
kolovnin í tingsalinum,
tí so kundi ein „beint
málini í ovnin«!
Ein triði umboðsmað-
ur fyri sambandsflokkin
skuldsetti janaðarflokk-
in fyri altíð at hava livað
av „neyð og elendigheit«.
Hetta er sjálvandi skeivt
— javnaðarflokkurin
hevur alla sína tíð ført
ein virknan politikk á ell-
um samfelagsekjum.
Tað kann ein og hver,
sum lítir seg í kring,
vissa seg um. Hin vegin
kann tað um sambands-
flokkin verða sagt, at
hann í síni 75 ára longu
livitíð ikki hevur bekym-
rað seg serliga nógv um
heimsins neyð og elend-
igheit.
Atburður sambands-
manna undir viðgerðini
av hesum málum var
ógvuliga margháttligur
og nógv vóru eitt sindur
paff. >Skal sambands-
flokkurin nú hava leik-
við-
merkingar
lutin sum tann anti-
sosiali bakstopparin i
føroyskum politikki. Er
hann farin at kappast
vid fólkaflokkin um at
vera mest antisosialur?«,
hevði onkur hug at
spyrja.
Soleiðis var móttekan,
ið hesi skilagóðu upp-
skot fingu frá tí flokki, ið
hevur sosialmál um
hendi úti í Tinganesi. So
kann ein gita hví mót-
tøkan var so kallig.
Sannleikin er helst tann,
at sambandsflokkurin
nú er við at venda aftur
til sína gomlu og stokk-
konservativu linju í før-
oyskum politikki. Nú
skuldi jú borið væl til at
fort eina slíka linju, nú
ein er í samgongu við
tveir teir svartastu aft-
urhaldsflokkarnar á
tingi. Tí koma tílík skila-
góð uppskot um sosialar
ábetur illa við — tey for-
stýra ætlanir sambands-
floksins um at sleppa at
fora góðan, gamlan aft-
urhaldspolitikk í frið og
náðum saman við hinum
báðum javnlíkum hans-
ara i svartastu sam-
gongu i Føroya søgu.
Joannes Dalsgaard
Flakavirkid å Sandi — at enda
Nu fingu vit so at vita
hvussu lítið-sigandi nógv
orð kunnu vera.
Bleiv ikki sert heitur
um skallan at verða skýrd-
ur »øvundamadur sand-
ing« aftanå nakrar
viðmerkingar til rættleik-
an í at útbyggja eitt
»flakavirki«.
Í verjureðu síni byrja
heimasandsmaður at
skriva um
tek saman.
landbúnaðar-
virki og plegir seg so fram
til flakavirkið, fyri síðan
at svimja runt í hugaheim-
inum og vevja ymisk hug-
Lat meg skriva tað her
og nú: Sandsbygd, eins og
aðrar bygdir við fleiri 100
árum á baki, hava ein
sjálvsagdan rætt til ar-
beiðspláss sum gera, at
fólkið ikki nýtist av oynni
at arbeiði.
Her koma vit inn á hug-
takið bygdamenning:
Men spurningurin eg
setti var og er, um tað er
rætt at byggja eitt tílíkt
virki afturat, tá virkið,
sum er, ikki fær nóg mikið
av ráðveru.
Hetta hevur einki at
gera við um Per er stoltari
og raskari enn Pól ella um
Hans eigur fleiri bátar og
pengar enn Jens.
Fyri at koma upp um
>dunnuhyljasteðið< aftur,
mugu vit kveistra alt
hetta til viks.
Latum okkum venda
okkum til ídnaðarráðgev-
aran og fáa hann at koma
við alternativum loysnum.
Latum okkum verða slóð-
brótarar og fáa onkra aðra
vinnu í lag, og nýta eitt
vanlig! flakavirkið sum
seinastu loysn.
Hesin er útvegurin fyri
framtíðina.
Henda eftir míni meting
paranoidiska greinin
bygdamaður mín skrivar,
appellerar til teir vánalig-
astu eginleikarnar menn-
iskjan hevur. Heldur enn
at fylgja tankanum upp,
illgita tygum teir persónar
sum sagt hava sína hugs-
an at vera evundamenn
sandinga! Og skrivar um
stoltleika og annað óvið-
komandi fjas.
Ein ikki ókendur háttur
millum konservativar
kreftir í dag.
Sjómaður
Hvussu nógvum skal Feroya
fólk finna seg i?
Ja, nú man Pauli Ellefsen
vera liðugur at síggja
penur út; sum politikari.
Tað er ótrúligt, at teir
skuldu fáa seg til at skriva
undir handan sáttmálan í
Briixelles, tá teir saktans
kundi bíða. Eitt fyribils
loyvi vildi verið so nógv
betri. Har vóru so nógvir
góðir menn við, Eiler
Jacobsen m.a. Hann mátti
vitað, at 600 t av rækjum í
Vesturgrenlandi er tað
sama sum einki at liva av
hjá 15 rækjuskipum.
Hini 1200 t í Eysturgren-
landi eru so sera óviss, tað
er einki at líta á. Í nátt kl.
2 slitnaðu tær seinastu
samráðingarnar — alt var
ikki gingið á meti, men
Grenland fekk tað teir
hevdu biðið um, sum í
veruleikanum eingin vón
var um, við at lata Karl
Hjortnæs greiða steðuna.
Kanska fáa Feroyar nakað
eisini, men ongantíð tað
sama, sum um sáttmálin
ikki var undirskrivaður.
Harrin náði okkum um
Pauli Ellefsen skal sleppa
at týggja sær soleiðis í
framtíðini. Hann man
veruliga halda nógv um
seg sjálvan — tað hevur
hann jú eisini sagt fyri
opnari mikrofon í útvarp-
inum. Soleiðis hevur ongin
politikari fyrr umrett seg
sjálvan, men eg kann siga
P.E., at tað er Føroya fólk,
sum skal vera negt við