Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Fólkaflokkurin — flokkurin uttan moral Vit vóru fleiri, sum hildu, at nú kundi Dagblaðið ikki sekka longur niður í dýkið í síni jagstran av ikki- fólkafloksfólki. Men tað var tó ikki so. Í síni hata- fullu skriving móti annað- leiðis hugsandi, er blað- stjórin komin við teirri »nyskapan« at háða fólk fyri teirra útsjónd. Eina slíka mannagongd ber ikki longur til at gera viðmerk- ingar til. Oddagreinin í Sosialin- um leygardagin seinasta viðger eisini nýggju »re- kordina<, sum Dagblaðið hevur sett í óndsinnaðari skriving. Og endað verður við at spyrja Jógvan Sundstein, formann í fólkaflokkinum: »Hevur Jógvan Sundstein somu áskoðan og verður hetta linja floksins og lands- styrisins framyvir?« Jógvan fer ikki at svara hesum spurningi, og tað nýtist hann heldur ikki. Steðuna hjá fólkaflokkin- um til skrivingina hjá DB nýtist ein ikki at ivast í longur. Tað var áðrenn JS varð formaður í flokkin- um, at hann í Oyggjatíðini legði sjógv millum seg og stóran part av skrivingini hjá Dagblaðnum. Síðan tá er Jógvan vorðin floksfor- maður, og vit kunnu bert konstatera at Dagblaðið er vorðið um meguligt enn fúlari og hatskari og per- sónligt, samstundis sum blaðstjórin hevur styrkt sína steðu í flokkinum munandi. Beint eftir valið var hann floksins uppskot sum limur í formansskap- inum hjá tinginum. Í nýggju samgonguni hevur fólkaflokkurin fingið for- mansskapin í fýra nevnd- um, og av hesum er ÓB longu vorðin formaður í tveimum av hesum nevnd- um. Ein av hesum nevnd- um er tann týdningar- mikla skúlanevndin. Og tá hugsað verður um tað »av- rek« nýggi formaður i skúlanevndini framdi móti einum av sínum kollegum, má hetta nýggja starv sig- ast at vera ein ófer viður- kenning fyri hansara »inn- sats< innan skúlagátt. So tá oddamenn í fólka- flokkinum látast at harm- ast skrivingina í DB, er tað einki uttan hyklarí og lótir. Tað er nógv fyri at siga tað, men sum frá líður, er tað minni og minni, sum bendir á, at fólkaflokkurin ikki skal vera ein flokkur av politiskum yvirgangs- monnum, sum, uttan nakra virðing fyri med- menniskjum og uttan skruplir av nekrum slag, gjøgnum blað teirra terrorisera og jagstra medborgarar, bert ti teir loyva sær tann frekleika ikki at studla teirra flokk. So kunnu teir låtast so penir teir vilja. 6. Er hetta ikki mismunur og avbjóðing móti arbeiðandi fólkinum Okkara æraði danski Fer- oya Læraraskúli hevði hesa lýsing í bleðunum fyri stuttum: Ikki ell vita, at lærarar — sum útbúgvast á og starvast millum annað við Feroya Læraraskúla — fáa fulla månadarløn fyri 24—28 undirvísingar- tímar um vikuna, alt eftir starvsaldri og »reducti6n«. Hvør undirvisingartimi er umleið 45 min. i miðal. Feroya Læraraskúli hevur sostatt ein starvs- dag uppá 28 arbeiðstímar um vikuna, men hon/ hann, sum sekt verður eft- ir sum skrivstovufólk við fýra ára útbúgving eins og lærararnir, skal hava 28/40 av fullari skriv- stovulen, meðan lærarar- nir fáa 40/40, ella fulla månadarløn??? Er hetta ikki at gera mismun, at fólk, sum ar- beiða á sama arbeiðsplássi somu arbeiðstíð, summi bert fáa 28/40 av mánaðar- lenini, meðan onnur í lær- arastervum fáa fulla mán- adarløn??? Ella áttu øll at arbeitt 40 tímar um vik- una fyri at fingið fulla månadarløn?å Lærarastarvid er ikki altid lætt, lat tad vera sagt, men skoytt upp i, hvat starv er tað? Eru lær- ararnir veruliga so móðir og »stessadir« eftir hesar 24—28 tímarnar, hvussu orka teir tá yvirtímar- nar??? Nærum allir skúla- lærarar krevja 33 tímar at undirvísa í og summir hava av åvisum orsøkum enn fleiri tímar, hvar alt útyvir 24—28 tímar er at rokna sum yvirtíð? Nógvir hava eisini kveldskúla, tó einki ilt orð um tað, nei, men ein undrast og spyr: eru teir veruliga so troytt- ir? Er hetta rett arbeiðs- steða at bjóða einum bólki — mótvegis ellum hinum? Ikki skal vera komið inn á skúlafrítíðirnar her. Er tað ikki so, at teir nógvu dugnaligu lærarar- nir, sum eru sínar uppgáv- ur vaksnir, og sum ein lítið hoyrur til, teir kunnu væl arbeiða 40 tíma arbeiðs- viku við innbygdari >re- duktión< og umhugsni til fyrireikingar og rættingar, og so fáa vanliga mánaðar- løn aftur fyri, sum teir kunnu liva av? Men hetta gongur neyv- an fyri teir minni dugna- ligu lærararnar, sum antin fakliga ella uppalingarliga eru minni væl egnaðir til starvið, ella sum rekja Framhald á síðu 14 AFHHHHHHHH—— ye] hann, skal hann sita sum legmaður í Feroyum. Tað er sjálvandi ongantíð komið í tankarnar á P.E. Tað má sigast at Hilm- ar Kass varð okkum ein dýrur sonur. — Gamla sjálvstýrið var tyngdin á vágskálini tá landsstýrið skuldi mannast. Hevdi tað veruliga so stóran týdning fyri Hilmar Kass at sleppa í marknaðarnevndina, at hann læt alt um seg ganga? Nei, eg sigi sum Adolf Hansen. Lat okkum fáa Paula Ellefsen útskiftan, ongantíð ov skjótt. Ella skal Feroya fólk merkja enn meira til, at grundar- lagið verður máa undan okkum. So mikið ringar verður at rætta upp aftur. Ofta eru fólk seint fatandi,' men tann dagurin kemur, hvar tað er ellum greitt, hvenn — »brølara« tey gjørdu við at velja P.E.: Ikki fyri at ofra seg fult og heilt, so at landi Feroyar kann unnast yvirlivingar- umsteður soleiðis sum vit sóu og hoyrdu fyrrverandi legmann Atla P. Dam. — Hann stríddist og royndi alt tað sum er menniskj- anum meguligt fyri at gera sítt besta, tað eru tað eisini nógvir politikarar uttanlands sum hava havt á orði. Hvussu framtíðin verður nú, er ringt at meta um; tað kann bert tíðin vísa; Livst so spyrst. úr Suðuroynni Steðgaðu lastbilum Í farnu viku hevði poli- tiið í Havn grein 13 kanning í Suðuroynni. Teir kannaðu fyrst og fremst lastbilar, sum koyra grót av Vágseiði til Lopra. Tað vísti seg, at bilar- nir yvirhevur vóru í góð- um standi, tá undantikin eru onkur vánalig dekk og onnur smábrek. Last- irnar sjálvar vóru í góð- um standi og tað var ikki ov nógv í teimum. Í hálkuni og kavan- um, sum verið hava, eru bert smávegis ferðslu- óhapp hend, sigur poli- tiið á Tveroyri. Politikkur og dunnuspæl Hóskveldið í seinastu viku skipaðu javnaðar- feløgini í Suðuroynni fyri politiskum fundi við kaffiborði og dunnu- spæli. Atli Dam og Hilmar Bech, løgtingsmenn, lystu politisku støduna i dag, og fundarfólkið fekk høvi til at seta fram spurningar um ymisk mál. Fundurin varð hildin í VB-húsinum og eini 160 mettu. Barnabati havt aðalfund Barnabati fyri Suður- oyar sunnaru helvt hevði aðalfund í seinastu viku. Á fundinum vóru 20 limir. Í nevnd komu: Nakað av fiski frá útróðrarbátum í Vági Lítil og eingin fiskur er komin upp á land í Vági hig- artil í ár. Í seinastu viku tók Polarfrost ímóti 23.5 tonsum av fiski frá útróðrarbátum: túrar pund pund pund Birita 2 1054 1856 Brekkubreðir 114 Conny 244 Diana 698 5 breður 2 1932 952 Maj 1178 Marita 3 2126 1616 1936 Milatangi — 2 5346 9228 Nykbrandur 326 Nólsoyar Páll 3 714 990 478 Ógvin 302 Saturn 3 1646 6944 6112 Toftafossur 2 166 Ørvur 2 872 644 Turid Kjærbo, afturvald, Brynjolf Kristiansen, afturvaldur, Elsebeth Magnussen, afturvald, Jastrid Sørensen, aftur- vald og Lars Djurhuus, nyvaldur, sum kom i stadin fyri Jåkup Olsen, sum ikki kann sita i nevndini, nå hann er vorðin býráðslimur. Felagið, sum telur uml. 50 limir, skipar fyri dunnuspæli komandi hóskveld. Annars fer landsumfatandi plakat- sela fram í hesum deg- um og frá Barnabata í Vági frættist, at tey hava selt 125 plakatir. Eldur í Rólanti Í síðstu viku var eldur í lugarinum á tveráskipin- um Rólanti. Eldurin kyknaði av einum ovni og slóknaði av sær sjálvum. Skaðin varð lítil. Í síðstu viku var eisini innbrot á posthúsinum á Tveroyri. 22 kasettubond eru stolin.