leygardagur 21. februar 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nógv arbeiði
á vestaru síðu
á Skålafjørdinum:
Meðan menninir
smíða á Skála
skera kvinnurnar
flak á Strondum
Meira enn 100 fólk til arbeiðis á Båtafisk
Nýggja flakavirkið á
Strondum — Bátafisk —
hevur birt nýtt lív í á pláss-
unum á vestaru síðu á
Skálafjerðinum.
Meðan Skála Skipa-
smiðja higartil hevur ver-
ið einasta stóra arbeiðs-
plássið og tá nærum bert
fyri mannfólk — so gevur
nýggja flakavirkið á
Heygssteð á Strondum nú
eisini arbeiði til ein stóran
part av kvinnunum í
bygdunum á vestaru síðu
á Skálafjerðinum.
Sosialurin vitjaði á virk-
inum mikudagin. Júst
henda dagin var meira ar-
beiði enn nakrantíð áður
Heili 100 fólk til arbeiðis
— tveir bátar landaðu. Ar-
beitt verður frá kl. 8 á
morgni til 9 á kveldi.
Nógvur fiskur
Vesturland, sum partrolar
saman við Hviltenni, land-
aði 80.000 pund, mest upsi
og síðani nakað av bland-
aðum, kongafiski, hav-
tasku 0.ø.
Strandingur landaði
150.000 pund av garna-
fiski, mest upsi og toskur.
Hetta er annars fyrstu
ferð, at tveir av teimum
stóru bátunum hava av-
reitt samstundis til flaka-
virkið. Týsdagin avreiddi
Hegiklettur 163.000 pund
av trolfiski.
Bátarnir komu annars
inn fyri veður í vikuni,
men eru nú farnir útaftur
Franski trolarin, sum
strandingar hava keypt,
hevur annars roynst væl
til nýliga, tá hann mátti
bróta túrin av, tí elek-
trisku spelini vórðu
ólagi. Hann liggur nú við
bryggju á Hulki
Umframt nevndu bátar
avreiða eisini Morning
Star og Havfrúgvin, báðir
við gernum, fast til Báta-
fisk. Tað hevur verið ófer-
ur garnafiskiskapur í sein-
astuni.
600 tons í ár
Nýggja flakavirkið á
Strondum varð tikið í
nýtslu í juli í fjer. Tað
fyrsta hálva árið tók virk-
ið ímóti umleið 1000 tons-
um.
Hóast tað hevur viðrað
illa í ár hevur virkið tikið
ímóti umleið 600 tonsum.
Á virkinum verður fiskur-
in skorin til flak, nakað
verður saltað, meðan rest-
irnar fara til fryst slógv og
til fars. Umframt vanligu
linjurnar hava teir eina
japanska farsmaskinu.
Bert fá virki í Feroyum
hava tílíka maskinu.
Endamálið við at hava tí-
líka maskinu er at so lítið
sum gjerligt av fiskinum
skal fara burtur
Skopuningur
virkisleiðari
Á flakavirkinum eru teir
annars bjartskygdir hvat
viðvíkur ráveru í hesum
árinum. Roc Amadour,
franski trolarin, varð
keyptur til at avreiða fast
til virkið. Teir rokna við at
hann fer at fiska eini 2300
tons. Tilsamans verður
mett, at virkið fer at fáa
eini 5000 tons við verandi
bátum.
Flakavirkið hevur ann-
ars fingið nýggjan virkis-
leiðara. Tað er Tenner Ja-
cobsen úr Skopun. Hann
byrjaði herfyri og hevur
annars arbeitt í Grenlandi
í rættiliga nógv ár. Stjóri í
P/f Bátafisk er Sandur
Janielsen
SOSIALURIN
Strandingar kunnu vera
bygdina
|
Le | i
birddnmredmn. Lem mk mmm í | ; ;
SR
Hverki tað oysandi regnið ella tann kaldi ísurin setti dám á arbeiðshugin. Her verður fiskur frá Vesturland
landaður
Í skerihellini á Bátafisk. Tær hava úr at gera, tí heilir tveir bátar landa