Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Sjóvar sóknar kommuna í menning: Fleiri nýggj arbeiðspláss — byggja stórt og stásiligt bygdarhús Sjóvar sóknar kommuna fevnir um fimm bygdir. Tær eru Selatrað, Morsk- ranes, Kolbeinargjógv, Strendur og Innan Glyv- ur. Tað búgva í dag umleið 900 fólk í kommununi. Tað kann ikki sigast annað, enn at tað eru farn- ar rættiliga stórar broyt- ingar fram í kommununi hesi seinastu árini. Meðan íbúgvarnir | — megin- parturin strandingar — fyrr hava verid noyddir at leita sær til aðrar bygdir, eitt nú Skála, at fáa sær arbeiði, so eru nú fleiri nýggj arbeiðspláss komin í kommununi og fólk noyð- ast ikki at leita burtur. Nevnast kunnu t.d. nýggja flakavirkið, alginatvirkið, málinga- virkið fyri bert at taka nøkur. Í løtuni verður eisini bygt eitt stórt og stásiligt bygahús á Strondum. Vit hittu nýggja bygda- ráðsformannin, tann bert 26 ára gamla Poul Godt- hard Danielsen, meðan hann var til arbeiðis á flakavirkinum á Strond- um. Her hevur hann á- byrgdina av arbeiðinum í skerihøllini, har fiskurin verður skorin til flak og pakkaður. Poul Godthard Daniel- sen hevur annars arbeitt í Havn í fleiri ár. Nú hann er komin aftur til heim- bygdina fyri at vera, er hann ikki sert fegin um ta stóru menning, sum er far- in fram á plássinum hesi seinastu árini. Utstykking Nú er so at fara til verka í bygdaráðnum. Eitt tað fyrsta, sum nýggja bygda- ráðið fer at arbeiða við, er ein útstykking uppá 22 grundstykki nakað oman- fyri bygdina á Strondum. Planurin til hesa útstykk- ing er næstan klárur. Tað liggja rættiliga nógvar umsóknir til grundstykki hjá kommun- uni, og tað er greitt, at henda nýggja útstykking fer ikki at nekta allan tervin. Seinni er so ætlan- in at fremja aðrar smærri útstykkingar ymsa staðni í bygdini. Trongligt á skúlanum Eitt annað mál, sum er á- troðkandi at loysa, er skúlaspurningurin. Í dag verða allar skúlastovurnar bæði á gamla og nýggja skúlanum nýttar fult út. Umframt at vera vanligur Strondum eisini framhaldsskúli fyri tvær aðrar kommunur, nevni- liga Skála og Oyndarfjarð- ar kommunur. Tað er trongligt á skúlanum, og har er einki pláss til ser- stovur, sum annars eru neyðugar hjá framhalds- deildunum. Gamla bygda- ráðið arbeiðddi við skúla- málinum, og tað fyriliggja ymsar ætlanir at víðka um skúlan. Lítið atlegupláss Síðani nýggja flakavirkið Bátafisk varð tikið í brúk úti á Heygsstød, er vorðið meira og meira trongligt við atløguplåssi. Har fáa í mesta lagi ligið tveir bátar við bryggju samstundis. Eisini er ókyrt at liggja úti á Heygssteð í ringum veðri, og tá eru bátarnir tí oftani noyddir at flyta norður á Hulk. Í letuni kannar lands- verkfreðingurin meguleik- an fyri eini útbygging av havnini framman fyri flakavirkið. Nógv arbeiði Tað er annars arbeiði til allar hendur í kommununi. A flakavirkinum eru mill- um 50 og 100 fólk til ar- beiðis, tá nógvur fiskur er, á Alginatvirkinum eru 14 fólk í arbeiði og á málinga- virkinum eru umleið 6 fólk í arbeiði. Síðani eru onnur arbeiðspláss sum eitt nú maskinverkstaður, báta- smiðja, elverkstaður, tet- ingarvirki og mekaniskur verkstaður. Bygdahús Annars er ikki sert av frí- tíðarvirksemi á Strondum. Har er bæði ítróttarfelag og sjónleikarfelag. Í letuni verður so eisini bygt bygdahús. Um nýggja bygdahúsið sigur Poul Godthard Dan- ielsen, at tað er avgjert neyðugt við einum tílíkum húsi, um ungdómurin skal steðast á plássinum. Alginatvirkið á Hulki er eitt av teimum nýggju virkjunum í kommununi, sum gevur arbeiði til fleiri fólk Bygdahúsið í næsta blað Nýggja bygaráðið Í Sjóvar kommunu * Nýggi bygdaráðsformaðurin, Poul Godthard Danielsen, er bert 26 ára gamal Tað er neyvan nakar ivi um, at tað er Sjóvar sóknar kommuna, sum í dag eigur tann yngsta bygdaráðsformannin í landinum. Hann er bert 26 ára gamal og eitur Poul Godthard Daniel- sen. Hinir limirnir í bygdaráðnum eru: Sof- us í Selvindi, sum er næstformaður, Karl Robert JOhansen, Martin Frederiksberg og Finnbjern Herman- sen. Í byggi- og heilsu- nevndina eru valdir: Poui Godthard Daniel- sen, form. Martin Frederiksberg og Finn- bjern Hermansen. Í havna- og vega- nevndina eru valdir: Poul G. Danielsen, form., Karl R. Johan- sen og Sofus í Selvindi. Sum umboð í Feroya Kommunufelag og sum umboð í SEV er Sofus í Selvindi valdur. Í renovationsnevnd- ina fyri Suðureysturoy er Karl R. Johansen valdur, og sum umboð í Skálafjarðar Slekkilið er Martin Frederiksen valdur.