mikudagur 25. februar 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sjónarmið
2. partur
Andras Kristiansen lesur á fiski-
vinnuskúlanum i Bodø
Råfiskagrunnurin er
ikki bygdamenning
A sama hátt sum tey ó-
rasjonellu virkini ynskja
at fremja útbyggingar
til tess at gerast meir
effektiv og harvið kunna
fáa eitt betri úrslit fram-
yvir, so vil tað vera na-
túrligt, at eisini tey ra-
sjonellu virkini ynskja
at fremja útbyggingar
og gerast meir effektiv
Roknast kann við, at
leiðslan á hesum virkj-
unum eins og á hinum er
greið yvir, at jú longur
niður miðalið, sum
nevndin fyri Ráfiska-
grunnin brúkar, man
kann koma, jú meir hev-
ur ein eftir sjálvur, tá all-
ar útreiðslurnar eru
goldnar og kann harvið
fáa eitt betri úrslit enn
áðrenn
Meðan endamálið hjá
teimum órasjonellu
virkjunum við
útbyggingum fyrst og
fremst má haldast at
vera at koma á hædd við
eitt miðal virki og harvið
fáa javnvág í raksturin,
er endamálið hjá teimum
rasjonellu virkjunum við
sínum útbyggingum at
kunna koma enn longur
burtur frá tí miðalinum,
sum nevndin fyri Rá-
fiskagrunninum brúkar,
og harvið kunna fáa eitt
betri úrslit. Men hóast
endamálið við útbygg-
ingunum ikki er tað
sama fyri tey ymisku
virkini, so eru avleiðing-
arnar fyri avrokningar-
prísirnar kortini tær
somu í báðum førum,
nevniliga at framleiðslu-
útreiðslurnar í miðal
lækka, soleiðis at av-
rokningarprísirnir, sum
jú eru miðaltel fyri ell
virkini Í landinum,
hækka tilsvarandi
Spurningurin er nú,
hvussu hesar útbygging-
arnar ávirka rakstrarúr-
slitið hjá teimum
ymisku virkjunum. Tey
virkini, sum fremja út-
byggingar og broyting-
ar, hava væl fyrimunir
av teimum, annars
hevdu tey væl heldur
ikki gjørt tær. Oðrvísi er
við teimum virkjunum,
hvar tað av eini ella aðr-
ari orsek, t.d. ikki nóg
mikið av eginpeningi,
ikki letur seg gera at
fremja útbyggingar ella
broytingar, so at virkini
gerast meir effektiv. Av-
leiðingarnar av útbygg-
ingunum hjá hinum
virkjunum eru, at hesi
seinnu eins og hini mega
gjalda ein hægri avrokn-
ingarprís enn fyrr, við
tað at framleiðsluút-
reiðslurnar lækka í mið-
al. Samstundis standa
útreiðslurnar hjá hesum
virkjunum í stað. Harvið
gerst steðan fyri hesi
virkini og fyri bygdirnar,
hvar tey eru, enn verri
enn hvat hon var framm-
anundan.
Frammanfyri er víst
á, at tað fyri tað mesta
eru virkini í teimum
smærru/midal bygdun-
um, sum hava tey verru
rakstrarúrslitini at visa
til, medan tey virkini,
sum hava tey betru ur-
slitini at visa fram, eru
virkini å teimum størru
plåssunum. Fyri hesi
seinnu vil tað óivað ikki
verða so ringt at fáa
fígging til eina betran av
virkjunum, tey eru fíggj-
arliga lutfallsliga sterk,
sum jú er tað, ið bankar
og aðrir fíggingarstovn-
ar ganga eftir, tá lán
skulu veitast. Har aftur-
ímóti er ikki so lætt hjá
hinum at fá eina betran
av virkjunum fíggjaða,
við tað at tey eru lut-
fallsliga veik fíggjarliga,
umframt at meguleikar-
nir at fáa til vega egin-
pening á einum minni
plássi eru avmarkaðir.
Summum av hesum
kann tað eydnast at fáa
fígging, meðan tað fyri
tey veikastu helst ikki
letur seg gera. Avleið-
ingarnar fyri hesi virkini
eru, sum víst oman fyri,
at tey smokka enn long-
ur burtur ímillum.
Niðursteðan verður tí,
at skipanin við Ráfiska-
grunninum m.a. heldur
hondini yvir, at nekur
virki, (tey sterkastu)
ganga væl og hava lut-
fallsliga góðar meguleik-
ar at fremja útbyggingar
og broytingar, so tey
gerast enn sterkari.
Samstundis heldur skip-
anin eisini hondina yvir,
at nekur virki, (tey veik-
astu), ganga illa og hava
lutfallsliga ringar megu-
leikar at fremja útbygg-
ingar og broytingar fyri
at kunna betra um rakst-
rarúrslitið.
Tey seinastu árini
hevur frá politiskari síðu
ofta verið tosað um at
stuðla bygdunum á ym-
iskan hátt, bæði vinnu-
liga og mentunarliga.
Hetta hevur gingið
undir heitinum bygda-
menning. Tað síðsta
nýggja hesum viðvíkj-
andi er, at tað nýskipaða
landsstýrið hevur av-
gjørt at gera bygda-
menning til eitt
sjålvstødugt målsøki.
Ein kann so spyrja,
hvussu skipanin við Rá-
fiskagrunninum sam-
svarar við bygdamenn-
ingarpolitikkin, sum allir
teir politisku flokkarnir
hava sagt seg at vilja
fora? Við tað at skipanin
heldur hondina yvir, at
virkini í teimum smærru
miðal bygdunum koma í
eina verri og verri stødu,
kann ikki sigast, at hon
er í tráð við nakran
bygdamenningarpoli-
tikk, heldur tverturí-
móti. Havt má verða í
huga, at nærum tey ein-
astu arbeiðsplássini á
landi í hesum bygdunum
eru tey, sum flakavirkini
geva. Alt annað vinnulív
í hesum bygdunum er
samstundis grundað á
eksistensin av tí ein-
staka flakavirkinum. Tí
kemur tað at raka eina
tílíka bygd ógvuliga
meint, um so var, at hon
skuldi mist sítt flaka-
virki. Men vandin fyri,
at so skal verða, er alla
tíðina til staðar og lúrir
seg fram í dagsins ljós so
leingi skipanin við Rá-
fiskagrunninum óbroytt
stendur við og einki
verður gjert til tess júst
at tryggja eisini teimum
minnu virkjunum rímu-
lig kor og harvið fram-
haldandi rakstur til
frama fyri fólkið í hesum
minnu/miðal bygdunum.
Alt hetta fer fram,
meðan teir politisku
flokkarnir næstan
kappast um at bera fram
hvussu stóran dent teir
leggja á eina menning av
bygdunum, soleiðis at
tær framvegis kunnu
vera tann berandi stuð-
ulin undir Feroya til-
veru, so sum tær hava
verið tað gjøgnum øldir.
Nú skipanin við Rá-
fiskagrunninum hevur
verið lastað so nógv
framman fyri og legd
undir at vera ein av óiv-
að mongum orsekum í at
ávís flakavirki neyvan
hava meguleika fyri at
klára seg í framtíðini,
hvat kann so verða gjørt
fyri at beta um hetta?
Her skal ikki verða so
nógv gjert burtur úr tí,
men okkurt skal kortini
verða nevnt.
Ein, ið lesur hesa
greinina, fær óivað ta
uppfatan, at undirritaði
metir, at útbygging av
teimum rasjonellu virkj-
unum einans er til skaða
og eigur at verða steðg-
að. Hetta er ikki rætt. Í
hesum ringu tíðunum,
serstakliga fyri fiskiflot
an sum heild, er alt um
at gera at fáa sum mest
burtur úr fiskinum, so-
leiðis at tann samlaða úr-
tøkan gerst størri. Hetta
kunnu m.a. útbyggingar
og broytingar av flaka-
virkjunum vera við til at
fremja.
Tað vildi verið skeivt
ikki at tikið tann nýggja
teknikkin og vitanina í
brúk, um so var at hetta
hevði gagnað okkum.
Men hinvegin eigur tað
at verða gjert á tann
hátt, at eisini tær minnu
miðal bygdirnar kunnu
hava síni flakavirki.
Undir núverandi skipan,
hvar alt sær út til at
verða lagt til rættis fyri
teimum sterru bygdun-
um, eru møguleikarnir
fyri at so skal verða, ikki
av teimum bestu. Tí
eigur frá almennari síðu
at verða sett í verk til-
tek, sum kunnu gera tað
meguligt eisini hjá teim-
um minnu virkjunum at
fremja útbyggingar og
broytingar. Hesi tiltok
mega bera við sær, at
munurin millum virkini
gerst minni, eisini eftir
at tey rasjonellu virkini
hava gjert sínar broyt-
ingar.
Ynskir man framvegis
at hava skipanina við
Ráfiskagrunninum í nú-
verandi líki, kunnu hesi
tiltøk vera t.d. ein ser-
støk lóggáva, sum
tryggjar teimum veiku
virkjunum lagaliga fígg-
ing, so tey gerast fer fyri
at gjegnumfera tær
neyðugu útbyggingar-
nar og broytingarnar.
At okkurt annað enn
hetta, sum er nevnt her,
kann verða gjert, er ikki
at ivast í. Ein gjøgnum-
gongd av rakstrinum av
hvørjum einstøkum
virki sær hevði óivað av-
dúkað, at nógv er, sum
kann gerast fyri at betra
um rakstrarúrslitið hjá
virkjunum og sum
heldur ikki hevði kostað
tað nógva. Sum demi
kann verða nevnt tað at
hava eitt neyvt og steð-
ugt eftirlit við årtøkulut-
fallinum.
Endamálið við hesari
greinini var fyrst og
fremst at fáa lýst hverj-
ar avleiðingar skipanin
við Ráfiskagrunninum
hevur fyri tey minnu
virkini og tær bygdirnar,
hvar hesi eru. At skipan-
in eisini hevur aðrar av-
leiðingar, bæði til tað
betra og til tað verra, er
sjálvsagt. Tað hevði tí
verið áhugavert, um
eisini onkur annar setti
seg niður og festi á blað
sínar tankar um hesa
skipan, soleiðis at eitt
sakligt og ikki minst
upplýsandi orðaskifti
skipanini viðvíkjandi
kom í gongd.
SOSIALURIN
É.
f