Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|- på å g i = 8 | hi SOSIALURIN Bjargaður úr livsvanda: — Hevði ikki klárað fimm minuttir afturat! Kaj Egholm (v.m.) og Dan Ingi Andreasen. Teir ætla báðir á sjógvin aftur. Men fyrst mugu teir keypa nýggja útgerð. Teir tríggir mistu froskmanna- útgerð fyri tilsamans einar 3.000 kr. friggjakvøldid — Eg hevði ikki klárað fimm minuttir afturat. Luftin var við at vera uppi í fløskunum. Eg feldi, at draktin bleiv tyngri og tyngri. Men so hoyrdi eg róp aftanfyri okkum. Tað var Kaj, sum var komin í einum báti. Tá vóru vit riknir langt norðureftir. Tað er tann 16 ára gamli Dan Ingi Andreasen úr Havn, sum greiðir frá. Saman við einum 22 ára gomlum manni lá hann slakar tríggjar tímar í sjónum út fyri Stykkinum og Leynum seinasta fríggjakveld. Teir og tann 18 ára gamli vestmenn- ingurin Kaj Egholm blivu tiknir av einum broti, tá teir vóru í ferð við at seta á seg froskmannaútgerð á einari hellu niðanfyri Stykkið. Tað eydnaðist Kaj Egholm at sleppa á land aftur. Hann lænti ein bát úr Kvívík, fekk ongan at koma við sær, og fór tí einsamallur hinum báðum til hjálpar. Tað var í evstu stund, at hann fekk teir í bátin. Búnin hjá Dan Inga skrædnaði, tá hann bleiv slongdur út í av brotinum, og fyltist av sjógvi upp á miðjuna. Dan Ingi var so illa fyrikomin, at hann misti vitið, beint, sum Kaj hevði hálað hann upp í bátin. Tiknir av briminum Tað er eitt satt bragd, sum tann ungi Kaj Egholm gjerdi hetta fríggjakveldið. Sjálvur helt hann ikki, at tað var nakað at tosa um, tá vit hittu hann mánadagin. Kaj greiðir frá, at teir vóru fýra farnir til Stykkis at svimja og kava á sjón- um. Teir ætlaðu sær út í beint niðanfyri bygdina. Meðan teir standa á veg- num, síggja teir, at tað brýtur tvær ferðir, har teir ætla út í. Teir bíða eina letu eftir tí triðja brotin- um, men tað kemur ikki. Teir fara tí oman á helluna og gera seg klárar at fara út í. Tá kemur fyrst eitt brot og síðani eitt sterri og tekur teir tríggjar. Teir verða fyrst drignir niður. Har er rættiliga djúpt, Kaj metir, at hann var 11—12 metrar niðri. Meðan teir eru undir, sær hann Dan Inga. Hann fer til hansara og sleppur luft í búnan hjá honum, so- leiðis, at hann flotnar upp aftur. Tá teir eru komnir upp aftur, síggja teir, at tað er vorðið rættiligt brim, so tað er ikki hugs- ingur at sleppa upp á land aftur á sama stað. Kaj er best fyri av teim- um, hinir hava mist fitjur og maskur, og meðan teir halda hver í hondina á eðr- um svimur hann inn móti landi við teimum. Slongdur upp í grótið Teir blíva nú greiðir yvir, at tað er ógjerligt at sleppa aftur í land. Semj- ast so um, at Kaj skal royna einsamallur og fáa fatur á einum báti. Hann svimur nakrar hundrað metrar eftir botninum og verður so slongdur upp í grótið í urðini millum Stykkið og Leynar. Ein maður kemur honum til hjálpar og koyrir hann til bilin, teir fýra vóru komnir í. Fjórði maðurin var ikki varugur við, at hinir skolaðu út, og helt tí, at teir vóru lopnir út í og, at teir ikki vóru í vanda. Nú byrja so royndirnar hjá Kaj at fáa fatur á ein- um báti. Hann roynir fyrst í Leynum, men uttan úrslit. So koyrir hann til Kvívíkar. Í triðja húsin- um, hann er í, fær hann bát og bátseigarin útvegar honum motor. Nakað av fólki kemur oman á lend- ingina. Men Kaj fær ongan at koma við sær, hóast hann greiðir frá, hvussu hættislig steðan er. Teir siga við hann, at hann er ikki rættsiktaður at seta út bát í hesum veð- rinum. Motorurin steðgar Kaj fer so einsamallur av stað. Tað er vorðið myrkt, men aftur kemur ein maður uppi á landi Kaj til hjálpar. Hann hevur ein ljóskastara og lýsir út í brimið, har teir báðir liggja. Kaj siglir til teirra og biður teir halda í stokk- in á bátinum. Síðani bakk- ar hann út frá. Men í tí, hann skal venda bátinum, steðgar motorurin. Hann hevur júst tá fingið hinar umborð. Hann rópar til fólk inni á landi um at senda ein annan bát út. Eftir at hava ligið uttan- fyri Leynasand í ein góðan tíma fylgir hann áheitan- unum frá fólki á landi um at koma inn á sandin. Hann hevur ringan hug at gera tað, tí hinir eru so illa fyri, at teir neyvan orka at halda sær uppi, hvelvist báturin. Kaj sigur, at hann hevur hoyrt okkurt um at telja aldurnar. Tað ger hann og aftaná sjeyndu alduna fer hann inn. Royndin eydnast og menn standa klárir at taka ímóti teimum. Teir fara síðani í eini bóndahús á Leynum, har teir fáa turr klæði og heitt at eta og drekka. A Landssjúkrahúsið Tá teir eru komnir í land, er politiið, menn úr bjarg- ingarfelegum og onnur fólk komin til staðar. Somuleiðis eru skip og bátar á veg úr Vestmanna. Men tað er ov seint. Kaj Egholm hevur einsamall- ur bjargað báðum vin- monnum sínum frá at drukna. Seinni um kveldið fer Dan Ingi á skaðastovuna, tí hann ikki sleppur av við sjálvtan. Hann verður inn- lagdur, hevur m.a. fingið vatn í lunguni. Hann slapp heim aftur seinnapartin mánadagin, og tað var ikki at síggja á honum, at hann tríggjar dagar frammanundan í tríggjar tímar hevði ligið í ísakeldum sjógvi, meira undir enn omaná. Hann var hin frískasti, tá vit prátaðu við hann beint, sum hann kom heim av sjúkrahúsinum. Hann segði, at av tí teir báðir eru vanir at svimja á sjónum, kom ongantíð panikkur í teir, meðan teir bíðaðu eftir bjargingini. — Vit royndu ikki at sleppa í land. Vit høvdu yvirhevur ikki klárað tað. Teir báðir Kaj og Dan Ingi ætla sær báðir á sjógvin aftur hóast hend- ingina fríggjadagin. Teir hava ikki fyrr verið á stað- num, har teir blivu tiknir út. Men teir vita um aðrar, sum eisini eru komnir illa fyri har. — Eg fari hereftir at hugsa meg um tvær ferðir, áðrenn eg fari aftur á tílík steð, sigur Kaj Egholm. Siga upp sáttmálan Klaksvíkar arbeiðs- mannafelag samtykti eisini á eykaaðalfund- inum sunnudagin at siga upp sáttmálan við Feroya arbeiðsgevara- felag. Sáttmálin er sagdur at fara úr gildi 1. mai. Síða 5 Í ár hittist talv- fólkið í Hvalvík I fjør var einstaklinga- kappingin í talvi í Kollafirði. Og í ár verð- ur hon eisini norðan- fyri, í Hvalvík. Tað er talvdeildin hjá ítróttar- felagnum Streymi, sum hevur átikið sær at skipa fyri hesaferð Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar og kappingardagarnir á- settir. Teir eru 4. og 5., 11. og 12. og 15. og 19 apríl. Kappingin endar annan páskadag við Feroyameistarakapp- Fotboltsvøllurin er undir tå háflóð er Fótbóltsspælararnir hjá ítróttarfelagnum Streymi noyðast eisini at hugsa um flóð og fjóru, tá teir leggja venjingina til rættis. Tí tá háflóð er, liggur fót- bóltsvellurin, sum er á einum hólmi í fjøruni, undir sjónum! Men i summar verður væntandi klárt at fara undir at gera nýggjan fótbóltsvell omanfyri bygdirnar. Tá liðini hjá Streymi spæla á »heimavølli«, spæla tey norðuri á Eiði. EB og Streymur hava eitt gott sam- starv. Felegini skiftast m.a. um at hava lið í fótbóltskappingini i dreingjadeildini. I år hevur EB meldad seg, men fleiri dreingir ur Streymi spæla å EB- liðinum. Annars hevur Streymur meldað tvey lið til fótbólts- landskappingina i summar, smådreingir ing i snartalvi. Telvað verður í fýra bólkum, unglingabólki, fyrsta og eðrum bólki og landsliðsbólki. Streymur boðar frá, at skrivlig fráboðan við luttekugjaldi, 120 kr fyri vaksin og 80 fyri unglingar, skal vera talvdeildini hjá felag- num í hendi í seinasta lagi 13. mars Kappingin verður Hvalvíkar skúla. Mat sela verður í skúlanun kappingardagarnar og piltar Ítróttarfelagið Streymur hevur heim- stað í Hvalvík/Streym nesi, men limir eru ur ellum Sundalagnum. Limirnir spæla hond- bólt, fótbólt, borðtenn- is og felagið hevur eis- ini eina talvdeild. Hó- ast felagið er ungt, hevur tað longu vunnið foroyameistaraheitið So seint sum um viku- skiftið fór eitt meist- araheiti norðru Sundalagi. Finnbjern Zachariasen og Jákup Hansen vunnu borð- tenniskappingina i double fyri piltar. Og Finnbjørn bleiv annar i einstaklingakappingini. Og i fjør vann Streym- ur unglingadeildina i liðkappingini í talvi. Talvdeildin hjá Streymi fyrireikar nú føroyameistarakapp- ingina fyri einstakling- ar i talvi, sum veråur i Hvalvik i april. AU ff cf ccvcocccccccccE — Janus og føroyskur dansur í NRK I kveld kl. 20.15 hevur norska útvarpið eina sending um feroyskan dans. Sendingin kallast >No gár dansen pá Færeyane!< Tað er Rolf Myklebust, sum leggur til rættis. Send- ingin, sum er í reðini „All verdens folke- musikk«, varar 20 min- uttir Og »noråmadurin« ætlar eisini at minnast Janus Djurhuus á 100 ára degnum. Ivar Org- land hevur gjert send- ingina >Ver sterk, mi sjel, pá kalde natte vakt«, sum kemur morgin kl. 12.40 okk- ara tíð