Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 á sm telf. 14720. 11820 søstalurin box 76, 3800 Torshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Lysifigar: Uppseting:- Prent: Dimmalætting Primitivur hugsunarhåttur TAÐ ER IKKI longur nóg mikið hjá stavnamanni fólkafloksins bert at leggjast eftir og forfylgja einstakling- um, sum ikki hava somu politisku áskoðan sum hann sjálvur. Hansara einaræðislyndi — hansara ótti fyri ødrum sjónarmiðum — kemur alt týðuligari til sjóndar. Kann hann ikki vinna á politisku métstødumonnum sínum í ærligum leiki — so skulu måétstødumenn knúskast á annan hátt. AT SOSIALURIN hevur mælt til at fáa eitt sakligt orðaskifti um mål, sum áður hava verið mett sum heilag kúgv, so sum t.d. fiskasølumål, kann hann als ikki góðtaka. Eitt tílíkt kjak má samb. Ó. B. ikki fara fram, og sum eina roynd at steðga Sosialinum í hesum, mælir hann til lýsingaboykott móti blaðnum. LYSINGA-INNTØKAN hjá einum blaði — eisini Sosialinum — er eitt týðandi fíggjarligt ískoyti, sum fá blød kunnu vera fyri uttan. Tad var ti eftir hansara hugsan nógv vunnið um handlandi og fyritøkur tóku undir við áheitan hansara. UM HETTA FER at eydnast honum, veit eingin. Vit vóna tað ikki. Eftir okkara hugsan er brúk fyri øllum teim blødum sum eru í dag. Hetta fyri at allar hugsanir um øll samfelagsmál kunnu vera nóg gjølla lýstar. Hetta er ein styrkja fyri fólkaræði. Men tað er, eftir øllum at dama, ikki fólkaræði, sum hesin persónur setur í hásæti. TAÐ ER EIN margháttligur háttur fyri frísinni sum Ó. B. umboðar. Hvat vildi fólkaræði verið um tað bert vóru tey, sum fíggjarliga vóru frægast fyri, kundu yvirliva? Tá fáa vit eitt »félka- rædi« fyri tey fáu. Men hvussu við hinum partinum? Hava tey ikki eisini fólkaræði fyri neyðini? Skulu tey íkki eisini vera hoyrd? Tómligt fer at kennast á blaðmarknaðinum, um vit bert høvdu blød, sum umboða eina ávísa hugsan. Tað mundi neyvan verið til nakrans gagn. — Ein primi- tivur hugsunarháttur. Undanfarna landsstýri SOSIALURIN fær skuldina A odda fyri eini føroysk- ari sendinevnd hevur legmaður verið á fundi við danska forsætisráð- harran og onnur umboð fyri donsku stjórnina. Etlanin við fundinum var at fáa danir at hjálpa til við at fáa EF at góð- kenna fiskiveiðusáttmál- an við Feroyar. Longu áðrenn fundin millum føroysku sendinevndina og umboðini fyri donsku stjórnina, hevði Anker Jergensen, forsætisráð- harri, sent skriv til bretska forsætisráðharr- an við áheitan um, at Bretland gevur eftir og tekur undir við, at fiski- veiðusáttmálin við Fer- oyar verður góðkendur. Hendan áheitan hevur tó enn í skrivandi letu onki úrslit givið. Í sambandi við sam- ráðingarnar í Keyp- mannahavn var legmaður í útvarpinum seinasta fríggjakveld. Aftur í hesum máli royndi løgmadur at geva fráfarna landsstýrinum alla skuldina. Vit (frá- farna landsstýri) vildu sjálvir samrådast við aðrar, vit vildu sjálvir gera okkara egnu sátt málar um sínámillum fiskiskap, vit vildu hava okkara egnu kvotur, segði legmaður, og tí kundu danir ikki hjálpa okkum nú. Vit (fráfarna landsstýri) hevdu alla skuldina. Men í sama anda- drátti segði sami løg- maður, at danir als ikki hevdu veitt okkum nakra hjálp í samráðing- unum við EF. Teir høvdu tvertur ímóti gjørt okkum »fortred«. Teir tóku ikki undir við at vit fingu so mikið sum 300 tons av rækjum í Vesturgrenlandi. Hugs- ið tykkum nú, at vit ikki vildu sjålvir, at vit ikki sjálvir sótu við samráð- ingarborðið, at vit ikki høvdu okkara egnu sátt- málar um sínámillum fiskiskap við aðrar og okkara egnu kvotur hjá eðrum, men lótu danir um alt hetta og so fingu ein part burtur av eini danskari kvotu. Hvat kundu vit væntað okk um í part burtur av hesi donsku kvotu, tá hugsað verður um, at danir, sambært Paula Ellefsen, løgmann, gera okkum »fortred« og ikki taka undir við at vit fáa so mikið sum 300 tons av rækjum í Vesturgrøn- landi? Hvussu stórar kvotur hevdu vit fingið í norsk- um og russiskum sjógvi, í íslendskum og canad- iskum sjógvi, um vit ikki vildu sjálvir, um vit ikki sjálvir sótu við samráð- ingarborðið og gjørdu okkara egnu sáttmálar um sínámillum fiskiskap við hesi lond. Hvussu nógv tons hava danir t.d. rætt til at veiða í russ- iskum sjógvi? Svarið er 0 tons. Hvussu nógv tons hevði legmaður hugsað sær at danir skulu latið okkum fingið burtur av hesum, ella hevur legmaður hugsað sær tann meguleikan, at danir fóru út at lána nekur tons fyri at koma Gud náde dig Guldberg, hvor lidet du kan við- merkingar upp um 0? Fyri alt tað, so er hetta, at vit sjálvir fóru vilja, at vi sjálvir settu okkum við samráðingarborðið = og gjerdu okkara egnu sátt- málar um sínámillum fiskiskap við aðrar og fingu okkara egnu kvot- ur, ikki nakað, sum varð uppfunnið av seinastu samgongu, ið var saman- sett av javnaðarflokkin- um, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum. Hetta hendi eisini í valskeiðnum frá 1970 til 1974 tá samgongan var samansett av javnaðar- flokkinum, sambands- flokkinum og sjálvstýr- isflokkinum og har sam- bandsflokkurin hevði á- byrgdina av fiskivinnu- málum. Mne vert er at undirstrika, at tað var ikki ein sambands-, men ein javnadarløgmadur, sum førdi samrådingar- nar tå og tad er just hetta, sum ger munin. at syna Vilhelm Johannesen Hesi orðini segði gamli doktari Nolsee, við eftir- mann sín, tá Guldberg hevði verið og roynt at hjálpt barnakonu, og sera illa hevði gingist i hond. Hesi orðini kann Atli av sonnum siga við Paula Ellefsen í dag. Harvið verið ikki sagt, at allar súður vóru syftar um Atli var í Paulasa stað, men nú er maðurin komin til, ið alt segði seg at duga frammanundan. Fyrsta bragdið hann gjørdi, aftaná øll ýlini um hesa púra óneyðugu utt- anlandsskuldina, sum Atli og Demmus vóru komnir okkum í, var, at vaksa um hana við fleiri hundrað miljónum. — Vit nýtast hverki vera nationaleko- nomar ella revisorar fyri at skilja, at skuldin mink- ar ikki av hesum. Og eitt er vist, hevði Atli lorkað so við úrsliti úr Bruxelles sum Pauli og hansara sera vælmannaða lið, so hevdu verið goyggj úr Dimmalætting og ikki minni úr sjálvum Paula. Nei, atburðurin er so út av lagi, at nú veit mangur eingi onnur ráð at leggja Paula uttan at fara ta tungu kanossagongdina at biðja sjálvan sín polit- iska deyðsfígginda, Atla Dam, hjálpa sær. Og hetta átti hann at gjert meðan tíð er til tess. Hatta stýrið hjá Paula hevur longu víst »elendig- hedernes elendighed«. Men hann fer 6ivad at royna at fjatla enn eina tíð, men úrslitið verður syndarligt, tað er vist, tað er longu sjón fyri segn. Men Pauli mátti sleppa at royna seg menn sóu hann spillnaknan sum politik- ara — ein sannan politisk- an kannustoypara. Uppsæla Pætur Kolanåmini i Hvalba yvir- tikin av privatum Mangt broytist å mansins ævi, hetta må åsannast einaferð enn. Landskass- in, sum í dag partvíst heldur kolanámsvinnuni í Hvalba gangandi, ger hetta bert fyri at nakrir vissir menn í bygdini skulu sleppa í vinnu. Ja, undarligt er at siga: „sleppa í vinnu«, ti sum monnum kunnugt, er hetta eitt ónossligt, tor- ført og vandamikið arbeið- ið. Henda vinna hevur nú í nekur ár ligið á láni, deils tí oljan hevur verið bílig, deils tí menn hava havt annað arbeiði. Men neyðin drívur nakna kvinnu at spinna. Feroyingar eru aftur farnir at nýta kol, alt land- ið rópar eftir koli, men fær einki kol, tí hvalbingar eru komnir frá hesi vinnu. Teir 2—5 menninir, sum øll hesi árini hava brotið og røkt nåmini, skulu hava alla tøkk fyri tað, men nú ið tað vísir seg at fleiri hava hug at fara í hesa vinnu, tí einki annað arbeiði er, verða hesir steðgaðir av tí gomlu garduni. Sakin er tann, at landið gevur stúðul til kolarakst- ur og jú fleiri eru um trogið, jú skjótari verður uppi. Her er eins og vit koma inn á eina blindgetu, at forða monnum i teirra na- túrliga rætti, og tað er, at kolaarbeiðið er fyri allar hvalbingar, ið hava hug til hetta arbeiðið, tí arbeiðs- ekið er stórt og meguleik- arnir eru stórir, um bert nakar vil bróta kol og ar- beiða í hesi vinnu. Eftirspurningurin á koli er stórur, og tá so er, er bert av leiðsluni at seta sterri drift á stovn, og ikki sum nú keva einasta ar- beiði í bygdini og virka sum ljósaslekkjarar. Orkuráðið hevur kann- að kolanámið í Hvalba, hví ikki gera sum hesir kenu menn mæla til. Ístaðin, sum nú, spæla sjálvklókir, og forða monnum í at koma til ar- beiðis. ST UU LS g