Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á É g SOSIALURIN Hvar for min lø n i 1980? Í framhaldi av ti, sum hevur verið skrivað um len, skatt o.a., vil eg sum einlig stilla mínar útreiðsl- ur upp: Løn... 82.000,- skattur .......+ 84.780,- 47.220,- húsaleiga (2 smá rúm) „12.000, 35.220,- el og hiti 4.800,- 30.420,- lesilån 7.800,- 22.620,- kostur 11.000,- 11.620,- sjúkrakassi og lækni = 1.000,- 10.620,- leiga av sjónvarpi 2.400,- 8.220,- Sigarettir, blød og bio „ 8595, 4.625,- klæði > 2000. Avlop 2.625,- Tað er ikki satt, at nakað avlop er. Í veruleik- anum havi eg undirskot, sum kemur av óvæntaðum útreiðslum, t.d. tann- lækna, feðingardagsgáv- um o.g. Í leiligheitini havi eg bert gamlar meblar, havi hverki telefon, bil ella barn. Eg eri skrivstovu- kvinna lent eftir Starvs- mannafelagnum. Vónsvikin skattgjaldari AA — Hvar er arbeiðsmanna- felagið? Nú hava tit eina uppgávu. Hví fáa tit ikki aðrar menn, ið hava vilja og áræði til nakað nýskap- andi til at stjórna kola- rakstrinum í bygdini. Kolaarbeiðið hevur nú í 20 ár verið ein viðfáning- ur, hví ikki nú í tíðirnar eru broyttar, seta hetta aftur í gongd á nútímans hátt, og harvið skapa ar- beiði aftur í bygdini. Komið burtur úr hesi naggatódn og skapið nakað sjálvir. Elt ikki al- tíð, sum fyri er slóðað. Vísið, at tit kunnu gera nakað, so tað ikki bert er Landsverkfreðingurin og E. Pihl & Søn, sum kunnu geva arbeidi i bygdini. Vónandi verður henda rættleiðing tikin til eftir- tektar. umsíðir Síða 7 Fundarsið ella mangul uppá sama Í kveld er stovnandi aðal- fundurin í >Foreldrafelag- num í Gøtu kommunu«. Ein fer við opnum sinni á fund, og av góðum grund- um hevur man ætlað sær at vera opin fyri tankum, sum evt. skuldu komið fram í kveld. Fundurin byrjaði við at, talsmaðurin ella hann, sum varð biðin um at vera innbjóðari fyri foreldrum í Getu, segði frá ymiskum. Ein fundarstjóri varð valdur, og so kundi fund- urin byrjað, so sum ein hevði væntað at ein fund- ur sum 66 getufólk meintu at eitt tílíkt forum megn- aði. Aftaná at innbjóðarin hevði sagt frá at lóg ella í veruleikanum, uppskot til lóg, bleiv lagt fram, tók orðstýrarin orðið, og last lógaruppskotið upp. Ein maður meinti, at reglan viðv. hver ið kundi vera nevndarlimur, ikki var í ordan: Tað stendur komm- unustýrislimir, skúla- nevndarlimir og lærarar í Getu kommunu kunnu ikki verða nevndarlimir, og spurningurin er: Hví. Svarið var, at lærarar frammanundan hava so nógv við bern at gera. So skuldi ein sum meinar seg at hava skil á tí, siga frá muninum ímillum for- eldraráð og foreldrafelag. Og tá var tað, at eg misti ein stóran part av mini — ígjegnum upp- veksturin — respekt fyri lærarum, tí hetta var fyrstilærarin í bygdini. Aftur nú bronglaði hann — av misgávum — orð, sum vit høvdu sagt á fundi frammanundan. Nú skuldi hann aftúr fortelja okkum, at eitt foreldraráð (hann brúkti orðið for- eldrafelag) fungeraði fínt í seks ár í eini aðrari bygd (1971—1977). Eg rættaði hann ikki í kveld, tí at á einum stovnandi aðal- fundi semir tað seg ikki at sáa iva í luttakandi fólkið. Men tað smæddist hesin ikki fyri. Ferð eftir ferð hevur man hoyrt, at sami maður, okkara fyrsti- lærari, sum vit senda okkara bern í skúla til, bronglar orð, sigur ting, umformar meiningar, uttan at smæðast. — Konklusión?? — Maður- in meinar, at fólk her í bygdini er ikki ført fyri at hava meiningar um, hvussu lívið í bygdini kann vera. Orðið tilflytari hevur hann ikki brúkt, men hví hevur hann ikki tað? Eru tilflytarar fólk, sum eru komin úr »høj- huse« (citat) »asfaltmiljø« (citat)? Eru ikki fólk flutt til bygdina, sum hava næstan (málið) somu upp- aling, sum fólk úr Getu. Jú vit eru so sanniliga fólk, sum hava havt okk- ara barnaár í lítlari bygd. Tá var okkara forhold til lærara ein blandingur av respekt og vinskapi. Tá var eingin maður, sum við allari makt skuldi hevda seg. Har var einki klandur, sum kundi fera til smálig- heitir. Tá kundi ein líta á at alt gekk, sum vanligur fólka- skikkur kravdi av einum menniskja. Tað varð neyðugt hjá mær at rýma av fundinum í kveld. Av tí simplu grund, at eg ikki ætlaði mær at sita og bíða eftir, at ein maður skal siga okkum »okkurt« í 28 min- uttir (sbr. Churchill sála). Ongantíð hava so fá (1 maður) sagt so lítið í so langa tíð. Eg vóni fyri okkum øll, at vit nú með alla fáa frið til at liva og uppliva her í bygdini, men enn hava vit ov stóra mistrúgv til tað plássið, sum vit annars skuldu meint var trygt hjá bernum okkara. Jens Straagaard Holm Badminton: 150 dystir í felagsmeistarakappingini Seinasta vikuskifti skip- aði Havnar Badmintonfe- lag fyri árligu felagsmeist- arakappingini. Tilsamans vórðu 150 dystir leiktir. Úrslitini vóru hesi: Av dreingjum undir 12 ár vann Hans Lyngse í finaluni á Ólavi Ellefsen 11—4 og 11—4. Í double vunnu Kári Berg og Mortan Stens- borg á Hans Lyngse og Bjarna Kyster, 16—17, 15—11 og 17—15. Gendur undir 12 ár. Her vann Beinta Serensen og Elin Wang 11—4, 4—11 og 11—5. Í double vunnu Joan Joensen og Beinta Serensen á Elini Wang og Erlu Smith 15—12 og 15—1. Vinnari av dreingjum 12—16 år gjørdist Jåkup Midjord, sum i finaluni vann å Hedini Joensen 15—5, 4—15 og 15—12. I double vunnu Gunnar Gregoriussen og Heðin Joensen á Hegna í Stóru- stovu og Jákupi Midjord, 9—15, 15—1 og 15—12. Annika Berg vann gentubólkin 14—16 ár. Hon vann í finaluni á Ullu Wang 11—4, 4—11 og 11—5. Í double vunnu Harriet Rasmussen og Ulla Wang á Anniku Berg og Kristinu Jensen 15—8 og 15—12. Av kvinnuunglingun- um vann Diana Hansen í finaluni á Annbritt Jo- hansson 3—11, 11—2 og 11—2. Í double vunnu Annbritt Johansson og Gitte Olsen á Anne-Mari Hansen og Katrin Christ- iansen 15—4 og 15—6. I mix-double vunnu Margit Svarrer og Per Andersen å Katrin Mikk- elsen og Petur Hansen 15—4 og 15—13. Í B-bólkinum vann Heri Berg á Jákupi Dam 16—17, 15—13 og 15—13. Í double vunnu Árni Nielsen og Jákup Dam á Petur O. Hansen og Suna Rasmussen 15—3 og 15—9. Margit Svarrer vann kappingina fyri kvinnur. Hon vann í finaluni á Rigmor Berg 11—3 og 11—2 og í double vunnu Margit Svarrer og Nella Festirstein á Dianu Hansen og Katrin Mikkel- sen 15—8, 7—15 og 15—5. Í A-bólkinum vann Kári Nielsen á Peturi Hansen 15—4, 15—9 og 15—4 og í double vunnu Petur Han- sen og Kári Nielsen á Poul Michelsen og Hans J. Åhugin hjá teim yngru er stórur. Her eru nakrir av luttakarunum. Niðast frá vinstru: Karl Odmar Rasmussen, Jákup Pauli Midjord, Joan Joensen, Beinta Serensen, Kári Johansen og Johan Stenberg. Stenberg 15—4 og 15—10. Í oldboys vann Kurt Hansen á Thomas J. Mid- jord 15—6 og 15—2 og í double vunnu Kurt Hansen og Essa Arge á Thomas J. Midjord og Rudi Jensen 15—12 og 15—0. Í miðjuni: Tór Verland Johansen, Bjarni Kyster, Mortan Stensborg, Hans Lyngse, Ólavur Ellefsen og Terji Niel sen Aftast: Kirsten Petersen, Sigrid Olsen, Arndis Rasmussen, Elin Wang og Erla Smith