Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 til sjónvarpið Her kunnu allir aldursbólkar virka um somu rr tid Ein av teimum, sum verið við frá byrjan at fáa bygdahús bygt á Strond- um, er Ole Lauritsen Hann er ættaður av Sjællandi, men hevur hesi seinastu 15 árini búð á Strondum, har hann starv- ast sum skipsinspekterur Sosialurin vitjadi á Strondum í síðstu viku og hittu vit tá Ole Lauritsen og skiftu orð við hann um nevur byggingina av bygda- húsinum Ole Lauritsen greiðir frá, at ætlanin at byggja bygdahús skjótt er fleiri ára gomul Arbeiðsmanna- felagið og gamla dansistovan — Fyrr var bert tað gamla dansihúsið í bygdini. Tad var eftir áheitan frá Sjóv- ar Sóknar Arbeiðsmanna- felag, sum átti tað gamla dansihúsið, at gongd kom i ætlanina at fáa okkurt gjørt Leingi varð tosað um, hvussu hetta kundi gerast. Ynskini gingu frå at byggja eina stóra ítrótt- arhell til at smyrja nakað av máling uppá verandi dansistovu Soleiðis varð sað aftur og fram o rå verand proje Allir aldursbólkar út. Vit vistu, at hvussu ein enn bar seg at, so fór tað at kosta nakað av peng- um. Tí royndu vit beinan- vegin at leggja dent á at fáa so stórt areal burturúr sum gjerligt. Víðari sigur Ole Lauritsen, at sjálv- andi er húsið fyrst og fremst ætlað ungdómin- um fyri at hann kann blíva verandi í bygdini, men tað er so sanniliga eisini ætlað eðrum aldursbólkum, sum hava áhuga fyri at koma saman til eitthvert. Mugu gera okkurt sjálvi Tað er í dag so lætt at seta seg í ein stól heima hjá sær sjálvum og so bert lata seg undirhalda av eitt nú sjónvarpinum. Tað eg veit um, so hevur tað altíð verið gamal siður her í Feroyum at fólk undir- hildu hvert annað. Tað er so eisini nakað, sum vit vilja seta lív í aftur — og skal tað gerast í dag, so mugu umsteðurnar gerast meira tíðarhóskandi. Tí er neyðugt við einum tílíkum húsum. Ole heldur fyri, at sjálv- andi kundu húsini eisini verið bygd sum ein ítrótt- arhell, men tá verður av- markað, hvat bygdin sum so tær burtur úr Virðing fyri ítrótti — men! tíðina við í hesi bygging Her vera tá meguleikar hjá bernum, ungum, vaksnum og eldri fólki at takast við okkurt í frítið- ini. Men tað, sum eg meti hava serliga stóran týdn- ing, er, at nógv ymisk til- tek kunnu vera samstund- is, so ein skal ikki bíða til júst eina ávísa tíð í vikuni. Mentanar- arvurin Ole sigur víðari: — Skal eg siga mína Þpersónligu meining, so haldi eg, at føroyski ungdómurin í dag eigur ikki at brúka alla sína tíð á einum bilseturi. Heldur eigur hann at spyrja seg sjálvan, hvussu stórur tann mentanararvurin er, sum forfedrarnir legdu lunnar undir. Tað eru vissuliga nógvir meguleikar at kunna fera henda mentan- ararv víðari. M.a. tað kann nýggja bygdahúsið nýtast til. Ole Lauritsen sigur annars, at tað hevur verið eitt sera gott samarbeiði millum nevndina í bygda- húsinum, kommununa, landið og aðrar bólkar, um at fáa húsini upp at standa. Somuleiðis hevur Lions- felagið í oynni hjálpt til og stuðul er fingin frá Tips- fonden. Harafturat kemur øll tann sjålvbodna hjålp- in, sum hevur gjørt at hús- ini kunnu gerast fyri bert 3 mill. kr. Her hevur verið skipað fyri bygdastevn- um, sjónleiki, konsertum dansi 0.ø. Í samband við bygging- ina kann annars nevnast, at fólk frá Mellemfolkeligt Samvirke hava verið við at hjálpt. Tey koma aftur í summar, tá tey m.a. skulu gera eitt spælipláss sunn- anfyri bygningin. — Hetta er ein ógvuliga stór hjálp, sigur Ole Lauritsen. Hvat viðvíkur rakstrin- um av húsunum, so er ætl- SOSIALURIN 6 OR Ole Lauritsen uttanfyri bygdahusid anin at hann skal hvila i sær sjálvum. Arbeiðs- mannafelagið hevur bio- grafloyvi sum ætlanin er at brúka. Harafturat skal restauratiónin vera opin hvenn dag. Annars vísir Ole Laurit- sen á, at skúlin í komm- ununi hevur meguleika at fáa innivist har í eina tíð, meðan arbeitt verður við ætlanini at víðka um tann heldur tronga skúlan í bygdini. Kapast moti »lidnum uttanifrå« Uppå adar um Føroyum fyrispurning bygdir i ikki hava nakað at læra av bygdahúsinum á Strond- um, sigur Ole Lauritsen, at tær kunnu í hvussu so er læra, hvat ein ikki eigur at gera. Eg haldi, at prin- sippið um, at her skal vera so nógv av tiltøkum sum gjørligt samstundis, er ógvuliga týðandi. Hann leggur afturat, at eitt tílíkt bygdahús kann verða brúkt í kappingini móti ymsum lidnum, sum kem- ur uttanífrá, eitt nú sjón- varpinum. Í nevndini fyri bygda- húsið sita í dag: Irena Jo- hansen, Jóhannus Jo- hannesen, Karl R. Johan- sen, Ólavur Christiansen, Símun Rasmussen, John Rasmussen, Ole Lauritsen og Hjalmar Joensen. annars