Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Bygdamenning við lít: jálvboðið arbeiði stødi undir stásiligum bygdahúsi 4 ÞA0GHHDISHAn I 3 1. scena, 2. salur, 3. filmsfyrivisingarsalur, 4. gong, 5. garderoba, 6. umklæðing —bað, 7. hell, 8. toilet, 9. billetsøla, 10. proviantrúm, 11. køkur, 12. restauration Bygdahusid å Strondum er uttan iva eindømi i før- oyskari bygdasegu. Neyvan nakrantíð hevur nekur bygd, ella fyri tað, býur fingið so nógv burtur úr fyri so lítið. Stóra og þrýðiliga bygdahúsið á Strondum hevur skjótt verið í gerð í fleiri ár — og nú húsið er um at vera liðugt — fer kostnaðarætlanin at halda. Húsini fara at kosta 3 mill. Harav er stórur partur fíggjaður við sjálvbodnum arbeiði, og harafturat er nógvur peningur innkomin við ymsum tiltøkum í bygd- ini. Tað, sum ger ein av- bygdamenn bilsnan, tá ein fyri fyrstu ferð stígur inn í nýggju bygdahúsini á Strondum, er, hvussu ómetaliga nógv bygdin har hevur fingið burtur úr. Her er hugsað um fólk í ellum aldursbólkum, og her her hugsað um nógv ymisk og fjølbroytt itriv bæði mentanarliga og ítróttarliga. Liðugt í ár Bygdahúsið er ikki liðugt enn, men teir ætla at taka ein part av tí í nýtslu skjótt. Meginparturin av húsinum skal tó helst verða liðugur í hesum ár- inum Húsini eru bygd í fýra lonum og eru tey gjerd við sniðinum av einum goml- um føroyskum bóndagarði í huga. Í sterstu lonini vestast er tann stóri salurin. Hann er 27X10 metrar og 6,5 metrar millum gólv og loft. Salurin skal kunna brúkast til fleiri endamál. Har verður meguleiki at íðka ítrótt sum t.d. volley- bólt og badminton og somuleiðis venja t.d. hondbólt. Salurin skal eisini kunna brúkast til sjónieik, konsertir, samkomur av ymsum slag, fundir osfr. Pláss er fyri 300—400 fólkum. Í endanum á sal- inum er ein stórur pailur. Umframt at nýtast til konsertir og sjónleikir o.t. kann hann brúkast sum á- skoðarapláss til ítróttar- kappingar. Har verða til- samans 80 sitipláss. Salurin kann eisini brúkast til borðhald av ymsum slag. Tað eru um- leið 300 sitipláss. Undir pallinum í kjallarahæddini eru stór goymslurúm til stólar og borð, sum verða flutt við eini lyftu. Somu- leiðis er her eisini eitt ljóð- studie, har fólk kunnu ar- beiða við ljóðupptekum. Her er so eisini ætlanin at møguleikar skulu vera fyri sjónvarpsupptekum At enda kann stóri sal- urin so nýtast til dans og bygdastevnur ella hvat ein nú vil. Í løtuni verður seinasta hond løgd á at klæða salin innan, síðani skal hiti leggjast inn, og salurin skal málast. Nevndin fyri bygdahúsið vónar annars, at tey kunnu taka stóra salin í brúk 2. hvítusunnu- dag, tá tann árliga bygda- stevnan verður hildin á Strondum. Biografur Í tí næstu lonini er bio- grafsalur við 120 sitipláss- um. Men eisini her er meguleiki at seta pall upp, soleiðis at salurin kann nýtast til m.a. sjónleik og onnur tiltøk sum fyrilest- rar og ymiskt upplýsandi arbeiði. Eisini kunnu her vera konsertir. Operaterrúmið liggur millum stóra og lítla sal (biografsalin). Her er eisini alt væl umhugsað, soleið- is, at filmsfyrivísarin kann snarast og vísa film fyri eini sterri mannfjeld í stóra salinum. Í triðju lonini ella mið- bygninginum er hevuðsinngeingin, billet- sela, kiosk, garderoba, wc og umklæðingar- og baði- rúm. Umklæðingarrúmini eru ætlað í samband við ítrótt í stóra salinum. Eis- ini eru umklæðingarrúm- ini innrættað við skápum, speglum og eðrum stand- ard tilhoyri í samband við sjónleik. Uppi á loftinum í hesi miðlonini eru rúm til bóka- savn, felagsvirksemi, goymslu, skrivstovu og sidani eisini høli, har gest- ir og vitjandi kunnu gista Stor restauration I fjórðu lonini er restaura- tion vid 60 sitiplåssum. Sida 9 SR Bygdahúsini sæð frá bygdini Trappur ganga upp á loft, har pláss eru fyri nøkrum fólkum at sita. Eisini hava menn hugsað um megu- leikan at brúka helið til onnur endamál eisini. T.d. er lítil pallur, har m.a. or- kestur kann vera. Útsýnið frá restauratiónini er tað besta ein kann hugsa sær — allur Skálafjorðurin. Síðani er stórur og rúmlig- ur kekur umframt eitt holi, sum kann nýtast til t.d. pylsuselu. Í kjallarahæddini í hesi niðastu lonini eru fleiri holi. Har er fýrrúmið, har ætlanin er at seta upp ovn í samband við t.d. kera- mikarbeiði. Hølini í kjall- aranum eru annars ætlað at nýta til træ- og jarn- smíð, til matgerð, har ant- in kveldskúli, onkur bólk- ur ella felag kunnu gera brúk av hesum. Samlaða gólavarealið í bygdahúsinum er 1050 kvm, meðan sjálvt grund- ekið er 2000 kvm. Ætlanin er at gera stórt parker- ingspláss norðan fyri hev- uðsinngeingina og eitt spælipláss sunnan fyri bygningin. Vindorka Nevndin fyri bygdahúsið hevur eisini hugsað um at nýta eina vindmyllu í sam- band við virksemið í hús- inum. Tey hava verið í samband við Birgir Enni og kannað, hvussu hetta kann lata seg gera, og hvat ein fer at fáa burtur úr. Verður hetta við vind- mylluni til veruleika, skal sjálvsagt peningur fáast til vega fyrst. Inni í restauratiónini. Alt pláss verður brúkt Havnamaður um bygdahúsið Ég eri heilt ovfarin — Eg gjerdist heilt ovfarin — ja, eg etað- ist við, ta eg sá, hvat strandingar hava fingið burtur úr nýggja bygdahúsin- um. Soleiðis sigur Oliv- ur Næss úr Havn við Sosialin, aftaná at hann hevur verið á Strondum og m.a. vitjað inn á gólvið í bydgahúsinum. Olivur var á Strondum herfyri og skipaði fyri skeiði fyri sjónleikarunum har í bygdini. — Tað er »fantast- iskt.« at siggja, hvussu nógv teir hava fingið burtur úr, og hvussu væl alt er gjegnumhugsað. Og tá ein so fær at vita, at meginparturin er gjørdur við sjålv- bodnari arbeiðsmegi, tå gerst ein enn meira bilsin Olivur Næss sigur víðari, at aðrar bygdir og feleg, sum hava ætlanir um at byggja hús, eiga at vitja á Strondu m og síggja bygdahúsið har Olivur Næss