Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Agner Hansen, stjóri i Føroya Banka: Høga uppsparingin heldur samfelags- virkseminum i gongd Um yvirskotið — Rentuna — Hotel Føroyar — Landsbankan — Rentuskattauppskotid 0.3. 1 Í morgin tann Í 75 ár, síðan feroyingar fóru undir regluligt banka- yrki. Fyrsti feroyski bank- in — Feroya Banki — varð settur á stovn i 1906. I hetta 75 ára langa tíðar- skeiðið er partapeningurin vaksin úr 300.000 kr. upp í 30 mill. kr. Bankin hevur í dag deildir á flestu sterri plássum í Feroyum, og talið á starvsfólki er í dag upp ímóti hálvtannað- hundrað. Sosialurin hevur hitt stjóran í Feroya Banka, Agner Hansen, og skift orð við hann um virksemi og steðu bankans í fer- oyska samfelagnum. mars eru Fólk íðin at spara Agner Hansen: — Eg meti uppgávuna hjá einum banka í dag vera í so stór- an mun sum gjerligt at vera við til at fíggja tað virksemi, sum er í samfe- lagnum — tað veri seg pri- vatar ella almennar ílegur — og síðani eisini at royna at reka ta fyritøku, sum ein banki jú er. Um úrslit bankans við- víkjandi innlánum í farna ári, sigur Agner Hansen, at tað varð betri, enn ein hevði roknað við í byrj- anini av árinum. Tað sá ikki ov bjart út við fiska- kvotum aðrastaðni. — Men fólk hevur kort- ini sett pening á bankabók - og serliga 12 mánaðar uppsparingin er vaksin munandi í 1980. Læna meira enn fólk sparir Innlánini vuksu í 1980 við 115 mill. kr. (+ 16,5% upp i 809 mill. kr., og ut- lånini og kredittir vuksu vid 110 mill. kr. (+ 14,5%) upp i 860 mill. kr. sam- mett við árið fyri. Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at bankin lænir meira pening út, enn hann hevur inni- standandi í uppspardum peningi, sigur Agner Hansen, at tað ikki er 6 vanligt fyri føroyskar pen- ingastovnar, at útlán eru sterri enn innlán. Hvat viðvíkur Feroya Banka kann eisini sigast, at tað neyvan í nekrum banka í kongaríkinum er so stórur munur millum útlán og innlán. Orsekin til at bankin hevur verið ferur fyri at ganga lánitervinum á meti er tann, at uppspar- ingin hevur verið stór, og at bankin hevur kunnað lænt frá Tjóðarbankanum. Stór krev til likviditetin Agner Hansen vísir tó á, at henda steðan setir stór krev til likviditetin hjá bankanum. Likviditeturin er tann teki peningurin, sum bankin hevur til at gjalda út. Vanliga broytist likvidi- teturin i Føroyum tyttari enn i t.d. Danmark. Hetta kemst serstakliga av okk- ara stóra uttanlands- handli. Fyrr var likviditeturin serliga treytadur av pen- ingi í fiskagoymslum, meðan hann í dag er meira bundin av bæði privatum og almennum iløgum. Sum víst á omanfyri, so er tað tann hega uppspar- ingin, sum ger tað megu- ligt at fíggja steðugum virksemi í samfelagnum. Her er so munurin mill- um uppsparing í Feroyum og t.d. Danmark tann, at meðan feroyingar seta pengarnar í peningastovn- arnar, so seta danir har- umframt pening í obliga- tiónir og onnur virðisbrev. Her er skatturin eins stór- ur, um tú hevur pening á bankabók ella hevur hann í virðisbrevum. Í Fer- oyum harafturímóti er ser- ligur rentuskattur á inni- standandi peningi í pen- ingastovnum galdandi. Hækka parta- peningin — Men Agner Hansen, hvussu fíggjaðu tit meir- útlánið uppá 50 mill. kr. í fjør? — Tað hevur verið gjørt á tann hátt, at við tað at yvirskotið hevur verið nóg stórt, hevur peningur verið tikin av hesum, um- framt at vit hava lænt frá danska tjóðarbankanum og eðrum peningastovn- um. Hetta síðsta hevur Fer- oya Banki brúkt í stóran mun, tá tað hava verið stórar broytingar í likvidi- tetinum. — Á roknskapinum fyri 1980 sæst, at bankin hevur 35,8 mill. kr. at ráða yvir, harav nettoyvir- skotið í 1980 er uppá 15 mill. kr. Nýtist einum banka eitt so stórt yvir- skot? — Peningastovnar eru noyddir at hava eitt ávíst yvirskot. Bankalógin krevur, at ein banki skal halda eitt ávíst soliditets- prosent, tvs., at hann skal hava ein ávísan eginkapi- tal. Eginkapitalurin skal í minsta lagi vera 10% av skuld- og garantiskuld- bindingum hjá einum banka. Viðvíkjandi Feroya Banka er veksturin í egin- kapitalinum, sum stavar frá sjálvum yvirskotinum ikki meira enn akkurát nóg mikið til at halda soliditetsprosentið 6- broytt. Agner Hansen leggur afturat hesum, at tå virk- semið og javnvågin vaksa er neyðugt við meira egin- kapitali — tí má bankin hava eitt ávíst yvirskot. Rentan — Ber tykkara yvirskot ikki júst prógv um, at út- lánsrentan er ov heg? — —> Innlånsrentan er bundin av útlánsrentuni. Tá vit skulu áseta innláns- rentuna í kapping við rentuna á obligatiónum, sum hevur verið rættiliga heg, so er innlánsrentan fyri tíðina høg og harvið eisini útlánsrentan, við tað at reellu inntekur bankans koma til sjóndar í +” SOSIALURIN Teir báðir stjørarnir i Føroya Banka. Esbern Simonsen vm. og Agner Hansen hm. rentumarginalinum, tað er munurin millum innlåns- rentu og útlánsrentu, og hann er munandi lægri i Føroyum enn i Danmark. Harumframt vil tað i tíð- um, har likviditeturin er stórur, vera tørvur á at læna frå utlendskum pen- ingastovnum, sum fer at bera í sær, at tað verður til munandi hægri rentu enn tann, sum er galdandi í Føroyum. »Risikoprojekt« — Tú nevndi á einum tid- indafundi herfyri, at Før- oya Banki hevur verid vid til at fåa gongd å menn- ingina i føroyska samfe- lagnum — men hevur bankin ikki verid i so varin at lata lån til »risikopro- jekt«? — Tað haldi eg ikki. Vit hava verið við til at fíggja virki, skip o.a. alt eftir okkara orku. — Taka vit tá eitt ser- stakt demi, svartkjafta- trolaran Giljanes, tá fingu eigararnir ikki fígging í Feroyum. Tordu tit ikki at taka eina tílíka risiko? — Nú dámar mær ikki at fara inn á eitt ávíst pro- jekt. Vit eiga tó at gera okkum greitt, at hjá Fer- oya Banka eru útlánini sterri enn innlánini, og hetta er jú ein avmarking í sær sjálvum. Vit kunnu nú einaferð ikki læna út pening, sum vit ikki hava tekan. Tí hava-vit eisini biðið menn og feløg um at taka uttanlandslán fyri at skaffa neyðuga fígging. Viðvíkjandi Giljanes er at siga, at hetta er ein roynd, og tað er stórur kapitalur, sum skal útvegast. Vit koma helst at vera við til at fíggja goymslu í tí sam- bandi. Annars hevur Giljanes nú fingið fígging frá Nord- isk Investeringsbank, og tað haldi eg er heilt natúr- ligt. — Men hvussu við iva- somum projektum, sum krevja stóran rakstrar- kapital yvir fleiri ár, eitt nú fiskaaling? — Tað eru vit eisini við til at fíggja, men har eins og við eðrum projektum, so eru lán treytað av, hverji fólk standa aftan- fyri, og hvussu nógvan kapital tey kunnu skjóta inn. Seta pening í hotell — Er tað góð forrætning at seta pening í eitt nýtt Hotel Feroyar? — Stigið til at byggja eitt nytt hotel er ikki komið frá bankanum. Men vit hava sett pening í pro- jektið, tí vit meta, at tað er tervur á einum tílíkum hotelli — og serstakliga nú ætlanin er at niðurleggja verandi Hotel Feroyar. Vit mugu eisini hugsa um tað ekta virksemi, sum verður í Føroyum við m.a. nýggjum Norðurlanda- húsi 0.ø. Landsbanki savnar og stýrir — Hver er tín persónliga hugsan um ætlanina at seta landsbanka á stovn í Feroyum? — Tað velst sjálvandi um, hvussu ein tílíkur banki fer at virka. Sjálvur havi eg ta uppfatan, at hann fer at virka sum ein banki, sum savnar virk- semi hjá tí almenna og stýrir tað — og tað haldi eg er natúrligt. Virsemið hjá lands- bankanum fer at líkjast tí hjá danska Hypotekbank- anum, sum umsitur tann pening, sum staturin lænir út og hevur eftirlit við, at skyldurnar verða hildnar. — Men verður ein lands- banki ikki ein konkurrent- ur hjá t.d. Feroya Banka? — Tað kann hann blíva við tað at hann skal sam- skipa almenna fígging undir eitt og so plasera peningin á einum stað. Um bankin tá vil fera tann politikk, at rentuinn- tekan hjá tí almenna skal trýstast upp, so fer hetta at føra við sær rentuhækk- ing í samfelagnum sum heild. Fer landsbankin at seta pening í peningastovn- arnar í landinum og krevja hægri rentu enn í dag, so fara rentuútreiðslurnar hjá bankanum at hækka. Skuldi tað so hent, at peningurin hjá tí almenna varð plaseraður í útland- inum fyri at fáa hægri rentu, tá fáa vit i Føroyum likviditetstrupulleikar — og tå mugu peningastovn- arnir so taka stødu til, um innlånsrentan og harvið eisini utlånsrentan skal hækkast. Danskur banki eigur 60% av Føroya Banka — Hvør eigur Føroya Banka? — Den Danske Bank eigur 60% av partapening- inum. Hini 40% eru bytt her i Føroyum millum um- leid 500 ognarar. — Er Føroya Banki tå ikki ógvuliga bundin av Den Danske Bank? — Vit eru ikki bundir av danska bankanum. Vit reka henda bankan, sum ein og hver sjálvsteðugur banki verður rikin í dag. Tað er tó givið, at við sín- um nógvu atkveðum gjøgnum partabrøvini, so kann danski bankin fåa å- virkan å virksemi hjå Før- oya Banka, men tad er so ikki nakað, sum vit merkja nakað til. Den Danske Bank letur allar nevndarlimirnar í Feroya Banka vera feroyingar, og hetta meti eg sum eitt prógv um, at teir meta, at føroyingar hava betri skil á viðurskiftunum hjá sær sjálvum. — Men annar av stjór- unum er dani! — Jú, so er, og soleiðis hevur tað verið næstan altíð. Framhald á baksíðuni