Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 - — Eg minnist væl Janus frá barnaárum mínum, og fylgdi væl við, tá hann kom heim at ferðast. Hann plagdi at koma inn á gólvið í Ólastovu, har vit búðu, og práta við pápa mín, Hans Andreas. — Janus var altíð tíðindafróður. Soleiðis greiðir Christian Djurhuus, fyrrverandi sýslumaður og legmaður frá. Umframt at vera skyldmenn eru báðir vaksnir upp í sama býlingi í Havn niðri við Eystaru vág. Tí hava vit havt eina samreðu við Christian Djur- huus um slekt, Aarstovu, Janus sjálvan og onnur viðurskifti. Um hetta tíðarbilið, sum Christian sipar til í innganginum, gekk Janus á la- tínskúla — studentaskúla — á Bornholm, og seinri, tá hann las við uni- versitetið í Keypmannahavn. Fátaksligar umsteður Janus var sonur Elsu Mariu og Óla Ják- up Djurhuus. Óla Jákup í Áarstovu, sum hann vanliga varð róptur, var út- róðrarmaður. Hann átti sjálvur bát og neyst og hevði ymiskar menn at rógva út við sær. Annars luttók hann í fyrifall- andi arbeiði. — Uppvakstrarumsteðurnar hjá Jan- usi vóru fátæksligar og foreldrini høvdu ikki ráð at halda Janus til at lesa. Men longu meðan hann gekk í skúla — í al- múgvuskúlanum — vísti hann framúr- skarandi gávur, og kom tí eisini at ganga í realskúla og seinri at lesa víðari í Danmark. Men, greiðir Christian frá, hetta kundi bert lata seg gera, tí ein pápa- beiggi Janusar, og abbabeiggi mín, Hans Andreas — Dia á Vertshúsinum — helt honum til Kinafarari og hoteleigari Hesin Hans Andreas hevði uppruna- liga verið sokallaður »kinafarari«. — Við týskarum og eingilskmonnum hevði hann siglt upp á Kina. Hann var frálíkur frásegumaður og visti nógv at fortelja. Tað, sum hann fortaldi, vóru bæði skemtisegur, fantasiríkur sum hann var, og frásegur um verulig viðurskifti í tí stóru verð. — Komin til mans og reiðuliga tað, kom Hans Andreas heim til Feroya aftur og búsettist í Havn, har hann rak vertshús undir heitinum Hotel Djur- huus — ella Vertshúsið, sum vit vanliga siga. A Vertshúsið komu nógv fólk, og i hesum alheimsliga umhvervinum hevur Janus óivað sitið alspentur og lurtað og gjert sær tankar um ta stóru verð, sum lá uttanfyri Eystaru vág og Havnina. Hesin sami Hans Andreas keypti eisini húsini, Knútsstova, sum lógu norðan fyri Vertshúsið — millum Verts- húsið og Áarstovu — barnaheimið hjá Janusi. Í Knútsstovu handlaði hann. SOSIALURIN Fåtæksligar umstødur Samrøda vid Christian Djurhuus Oman eftir Áarvegnum. Sunnanvert og vestanfyri brúnna sæst Åarstova Sjóvarbóndin bygdi Áarstovu Áarstova bar navn av ánni — Havnará. Húsini lógu út móti ánni — og beint norðan fyri tey gekk brúgv yvir ánna. Christian Djurhuus greiðir frá, at Sjóvarbóndin — Jens Christian Djur- huus — bygdi Áarstovu at gista í, tá hann var í Havn. — Nær, Sjóvarbóndin bygdi Áar- stovu, veit eg ikki, men eg veit, nær langabbi mín, og abbi Janusar, Hans Andreas, kom at búgva í henni. Tað var í 1834. — Og tað kom seg soleiðis, at hann var forpaktari á fútagarðinum í Hoyvík. Tá var skikkur, at tá ein garður var leysur, kundi maður av prestaætt, sum hann var av, sekja um at fáa garðin. Nú var ein garður leysur og langabbi, sum var dugnaligur jarðabrúkari eftir hvat sigst, sekti um garðin, men fekk hann ikki. Orsekin var hon, at fútin hevði ikki givið honum viðmæli, tí hann vildi hava hann verandi á fútagarðinum í Hoyvík. Rýmdi til Havnar — Tá hetta kom langabba fyri oyra, rýmdi hann av garðinum til Havnar. Abba mín, Christian, bar hann í leypi, meðan Óli Jákup, pápa Janusar, leiddu tey í millum sín. Meira hevdu tey ikki við sær. — Langabbi búsettist í Áarstovu, sum Óli Jákup fekk, tá hann var til- komin og giftist, meðan abbi giftist inn í Ólastovu. Óli Jákup vaks annars upp í Hósvík og giftist við hósvíksgentu, Elsu Mariu, sum var úr Frammistovu, í Toftum. Óli Jákup dugdi væl at skriva og lesa. Tað hevði hann lært í heiminum í Hósvík. Bert ein klokka Um tíðina, tá Óli Jákup og Christian í Ólastovu vóru ungir og róðu út, greið Christian Djurhuus forvitnisliga frá: — Eg minnist, at abbi plagdi at for- telja mær, at ikki drukku teir kaffi, áð- renn teir fóru til útróðrar. Nei, afturí- móti supu teir súpan. — Annars hevði eingin klokku tá. Umframt hjá teimum donsku embætis- monnunum, var bert klokka í einum hús- um. Tað var í Geil. Tá teir tíðliga á morgni skuldu til útróðrar, sóu teir van- liga á stjørnunum, hvat klokkan var, men tá myrkligt var í veðrinum, plagdi annar teirra at fara yvir um ánna og stilla seg undir húsunum í Geil, til klokkan einaferð sló. Hon sló so hart, at tað hoyrdist út. Royndi seg í politikki Hóast borin í heim og vaksin upp undir hesum trongu korunum, eydnaðist Jan- usi at vinna sær útbúgving og ganga aðrar leiðir. Longu í realskúlatíðini fekk hann ans fyri føroyskum máli og tjóð- skaparrerslan, sum um hetta mundið var í besta blóma, hevði eisini havt á- virkan á hansara sinni og lagt grundar- lag undir hansara politisku áskoðan. Eftir lokið prógv í 1911, starvaðist hann m.a. sum dómarafulltrúi í Dan- mark. Til Feroya kom hann í 1922 og rak sakføraravirki til síðst í tjúgunum. Í hesum árunum, 1926, royndi hann seg í politikki. Hann stillaði upp til fólkatingsval móti Maurentius Viðstein og Andrass Samuelsen. Hann fekk 450 atkveður, meðan hinir fingu ávikavist 1046 og 2462 atkvødur. Christian Djurhuus sigur seg ikki minnast nakað serligt í samband við valið: — Men eg haldi, at Janus hevði polit- iskar ambitiónir. Hann helt seg til somu hugsjón sum Sjálvstýrisflokkurin hevði og legði ikki egnar, sjålvstødugar ætlan- ir fram. — Var Janus loysingarmaður? — Nei, tað var hann ongantíð. Hann vendi ikki upprunaligu sjálvstýrishug- sjónini bakið. — Undir krígnum skrivaði hann nak- að móti Fólkaflokkinum, luttók hann annars nógv í politiskum orðaskifti? — Fólkaflokkin dámdi honum ikki og hann skrivaði nakað móti fólkafloks- monnum, men annars legði hann seg ikki nógv í politisk orðaskifti. Fekk fongsulsrevsing Steðgur í Føroyum vardi bert í nøkur år. Janus var demdur at sita: Hann skuldi innkassera pening fyri ein mann, sum fekk varhugan av, at Janus hevði fingið peningin, sum hann ikki hevði sent víðari. Maðurin stevndi Janusi og sakferarin, Simons, fór so vítt, at hann fekk Janus demdan at sita, hóast peningahæddin var lítil. Einar 100 kr., eftir tí sum okkum er upplýst. Um- framt fongsulsrevsingina misti Janus bestallingin, sum hann tó fekk aftur seinni. Eftir at hava sitið varð Janus verandi í Keypmannahavn, til hann í 1938 vendi aftur til Feroya fyri at vera. Hann var ikki stødufastur og búði í Havn, eitt skifti í Svínoy og nekur av krígsárunum búði hann á Tvøroyri. Øll hesi árini rak hann sakferaravirki.