leygardagur 28. februar 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Okkurt hissini um J.H.O.
Síða 9
Eftir Janus Kamban
»Sonur min, vara
teg fyri skaldinum«
Fyrra part av triatiårunum búði J.H.O.
Djurhuus i Keypmannahavn. Um hetta
mundið setti eg fótin á land á fyrsta
sinni í hesum stórbýi. Eg kendi væl Jan-
us Djurhuus heimanífrá. Hann búði eina
tíð í húsunum hjá Klett í Briugsnagetu,
meðan vit búðu yvirav í býráðshúsun-
um.
Tá var eg bert smádrongur, nú var eg
við at verða tilkomin og við at vinna á tí
sámilga smædni, ið fylgir við ungdómin-
um.
Helst var tað í Feroyingafelag, at
landsmenn komu saman, og her metti eg
aftur J.H.O., sum hann eisini varð kall-
aður. Hann helt tað vera spennandi, at
eg skuldi fela meg drignan av listini og
hava tikið upp námsgrein innan listina,
og spurdi hugaður, tá vit hittust,
hvussu gekkst og hvat eg fekst við —
ofta við skemtandi speisemi.
Ein dagin koma Niclas á Kák og eg
gangandi eftir Stroynum — Niclas hevði
tá beint tikið studentsprógv og var farin
at lesa í Keypmannahavn — nú meta vit
Janusi. Eg steðgi á og heilsi. Niclas
mutlar: — At tú torir.
Janus var í tí heilt góða lagnum. Eg
nevni Niclas fyri honum og sigi, at hetta
er abbasonur Niclas á Kák og at hann er
júst byrjaður at lesa við universitetið.
Janus spyr, hvat hann lesur, og Niclas,
beðskeðin sum altíð, svarar lágmæltur:
— Latín og franskt.
Janus tekur hetta uppaftur einar
tvær ferðir: — Latín og franskt. Abba-
sonur Niclas á Kák latín og franskt.
Hetta kom líkasum at verða tað ganda-
orðið, ið skuldi fáa J.H.O. í ekstasu.
— Jamen tað er aldeilis herligt. Tað er
aldeilis praktfult! Abbasonur Niclas á
Kák — latín og franskt. Gangandi á
Stroynum gleddu við at hesum veipandi
manni. Hann livnaði upp, sum birtist
fyri honum umhvervið heima í Havn,
hann sjálvur var komin frá. Tað var sum
sá hann eftirkomararnar av hesum út-
róðrarmonnum við eitt broytast til eina
legión av intellektuellum. (Gamli Niclas
á Kák var ein vælkendur útróðrarmaður
í Havn; útróðrarmaður var eisini Óla
Jákup í Áarstovu, pápi Janusar).
Var Niclas ovfarin, Janus var upplyft-
ur og beyð okkum við sær heim.
Hann búði tá í Breiðugetu, í einum
lágum húsum inni í garðinum. Komnir
inn um portrið, var heilt landsbydgar-
ligt, vítt tún við bellutum túnsteini, og
aftanfyri tær lágu lonirnar á gamla
Fríðrikshospitali. Við inngongdina var
matveruhandil og her keypti Janus eina
hálva flosku av portvíni, sum hann
drakk tað mesta av, meðan hann førdi
orðið og vit hildu tátt, tí ungir og
óroyndir sum vit vóru, høvdu vit kortini
eina kenslu av, at um vit segdu okkurt
býtt ella hvenndagsligt, so kundi tann
góði hýrurin rúka. Honum dámdi hitt
kvika hittinorðaða aftursvarið — hina
góðu replikkina. Týðing hansara av
verjureðu Sokratesar var beint komin,
og tá vit fóru, fingu vit hvert sítt tal-
merkt eintak við dedikatión. Í eintakið
hjá Niclasi skrivaði hann: Til minnis um
steðna og neystini. Og í mítt: Ver sacr-
um — heilaga vár — vit vóru jú so ungir.
Gefion-gosbrunnurin í Keypmannahavn. Frá vinstru: Vilh. Magnussen, Chr. Matras,
Sigga Olsen, J.H.O. og Tróndur Olsen
Tá vit aftur stóðu uttanfyri í Breiðu-
getu, sigur Niclas: — Veitst tú hvat, tá
eg fór úr Feroyum, tók mamma mín tað
lyfti av mær, at eg ongan tíð mátti vera
saman við Janusi Djurhuus.
Force majeure og heimsbardagi voldi
at tað kom ikki at verða latínið og tað
franska, Niclas fór at íðka burturav,
men í staðin hitt meira henta enska.
Listmeting eitt summarkveld
Onkuntíð sær ein tað danska orðið kro
— vertshús — feroyskað til krógv. Hósk-
andi, tá ein hugsar um at krógva nakað
— seg sjálvan — burtur úr eygunum á
fólki. Uttan uppruna og týdning orð-
anna annars, hevði tað svenska krog
(krok) mangan hóvað fult so væl. Í
hvussu er, var ein sovorðin krókur fyrr
beint uttan fyri tollbúðarportrið í Keyp-
mannahavn. Her kundi ein sita og leska
seg við einum glasi av frískum fatøli,
meðan ein bíðaði eftir »Tjaldrinum«, ella
um kveldarnar, tá tollportrið var aftur-
latið og lítið fólk á ferð um hesar leiðir, í
friði og náðum njóta ein einfaldan bílig-
an verð og okkurt drekkandi afturvið.
Navnið — LUMSKEBUGTEN — var
bæði dárandi og ávarandi. Eina tíð í tría-
tiárunum komu ung lesandi nógv her
um kveldarnar og, meðan prátið gekk
um materiur á ymsum stigum, drukku
øl úr høgum gløsum, formaði sum stivl-
ar.
Eg var tá nýbyrjaður at ganga í
skúla. Stórbilsin gjerdist eg, fyrsta
dagin eg tríni inn um gáttina á konga-
liga akademiinum fyri tær føgru listir-
nar. Hver situr har ? J.H.O. Djurhuus.
Han sat og telvaði við onkran, sam-
stundis sum hann sat fyri hjá einum
eldri næmingi. At sita fyri, vera stillur
og hyggja beint fram og telva, alt í senn,
ber ikki væl til, so tað var dapur í huga,
Leif Johannesen — soleiðis æt hesin
næmingur — royndi at fáa skapilsi á
henda so eyðkenda knokk. (Myndin er
seinni vorðin ogn studentaskúlans).
Eitt summarkveld vóru navnin og eg
dottnir inn her í henda sniðfundiga krók.
Tá vit fóru, gjørdu vit eina vend yvir
ímóti mikla gosbrunninum hjá gamla
Anders Bundgaard. Janus peikar við
nøsini upp ímóti GEFION, har hon høgt
uppi pløgir fram vid sinum oksum,
síðani yvir ímóti mær: — Og hvat mein-
ar so hin ungi kunstnérurin um hetta
verkið ? Tá var eg sum sagt byrjaður á
akademiinum og hevði fingið at vita, at
hetta var eitt seinromantiskt monstr-
um, og í ungligum fyrilitarloysi orðbar
eg meg eitt sindur lættmynt. Á skúlan-
um tosaðu bæði lærari og næmingar
rættiliga óhátíðarliga og ikki altíð við
spekt og undranarvirðing um ávís lista-
verk. Soleiðis tók lærari mín Utzon-
Frank til ein dagin: — Ja, Langelinje
den burde bli' afluset for skulptur.
Navnin hugdi at mær bilsin, sum at
einum ólátaðum barni, so gjerdi hann
eitt syft við hevdinum og eitt viðbragd
við hondini niðan ímóti gudinnu gróðrar-
magnsins. Hann mundi hava varhugan
av, at hetta hevði eg neyvan tikið úr
mínum egna brósti. Hann segði bert:
— Hatta er veldigt. Nú var eg noyddur
at verja ta stødu, eg einaferð hevði tikið,
og fór at greiða frá tí mismuni, ið var
millum hesa yvirvaksnu ásynju og tarv-
arnar av vanligari stedd. Teir líktust
einum samanteggjaðum hópi av hund-
um, hon rak undan sær.
Janus lurtaði við opnum eygum, men
klípti so hegra eitt sindur í. Tá eg var
liðugur, gjerdi hann aftur eitt syft við
hevdinum og segði: — Veldigt.
Nú hevði hann funnið lagið, so hverja
ferð eg var við at koma við mínum smá-
ligu atfinningum, so var hann har bein-
anvegin: — Veldigt! At enda hevði hann
báðar hendur á lofti, og bara eg læt
munnin upp, rópti hann: — Veldigt!
Hann hevði øst seg sjálvan upp —
ikki heilt ekta — undir leikti íspegilin.
Hóast Janus hevði yrkt um »marmor í
Hellas<, so var hansara fatan av mynd-
listini, sum vera man, mest borin av
skaldsligum kenslum.
Eg kom at hugsa um navnan, tá eg sá
standmyndina hjá svenska Eric Grate
— ein heldur fer liggjandi granitt-
kvinna, sett upp í Gávle — neyvan tað,
J.H.O. skilti við hitt ediliga marmor.
Men heitið kundi kanska haft virkað
vegleiðandi — sagt honum nakað: >Gud-
inna Við Hyperboreiskt Havn«.
I Feroyingafelag
Seinastu tíðina, áðrenn J.H.O. fór heim
stutt fyri kríggið, búði hann úti í Valby
a Limfjordsvej. Hagar út fóru ein góðan
dag Christian Matras, Jóannes Rasmus-
sen og eg. Christian hevði onkur erindi
til Janusar — tey mundu ikki hava stórt
uppá seg. Helst var tað bara eitt inn-
skot, vit høvdu fingið — hug at hitta
hann. Vit ringja uppá. Har rerist eingin
innanfyri. Vit ringja eina, tvær og
tríggjar ferðir. Nei. So gerst einki. Nú
vit eru við at fara, gloppast hurðin og
annað eygað hjá Janusi kagar út. Hann
býður okkum inn, men tað er ein fjáltur
á honum. Í stovuni eru pappír breidd út
alla staðni, á borðunum og á stólunum.
Hann flytir varliga nekur pappír, so vit
fáa sett okkum niður og spyr, hvat vit
vilja. Christian sigur so síni erindi. So
sigur Janus: — Á Harrin havi lov, eg
bleiv so illa við, tá eg sá tykkum, eg
trúði tit komu at biðja meg tala í Fer-
oyingafelag.
Tá hann seinri fór uttar í køkin, sigur
Christian so spakuliga.
— Hann arbeiðir. Tað er best, vit
sleppa okkum avstað. Vit so gjerdu, og
Janus helt okkum ikki aftur. Á geilar-
horninum beint yvirav var eitt vertshús,
sum æt »Aalborg«, og her fóru vit inn,
áðrenn vit fóru undir ta longu ferðina
inn aftur til býin.
Janus var ikki blíður, tá vit hittust
nakað aftaná í Føroyingafelag. Tænarin
á »Aalborg« hevði smettað. — Ju tríggir
av hansara landsmonnum hevdu sitið
har tað mesta av seinnapartinum. At vit
kundu hava verið so níðskir ikki at hava
boðið honum við.
Var J.H.O. biðin um at tala og hevði
hann sagt ja, kom hann ikki ófyrireik-
aður. Talan var fast uppbygd við
byrjan, evni og enda. Inngangurin
kundi vera ein anektdota. Yvirhevur
dyrkaði J.H.O. hina stuttu marghátt-
ligu skemtiseguna. Sum t.d., tá hann
byrjaði eina talu í Feroyingafeag:
Longsta tala, segan veit um at siga,
varð hildin ár 448 fyri okkara tíðarrokn-
ing. Tað var tá Perikles, sonur Xant-
hippos frá Cholargeis heitti á Atenarar-
nar um at standa saman um demokra-
tiið; stytsta varð hildin her í Feroyinga-
felag, tá Johs. Djurhuus, apotekari, sló
inn á glasið, reisti seg upp og segði: —
Vælbekomið, og small aftur í sessin.
Hann var samstundis ein av hesum
fáu talarum, sum kundi megna at hevja
taluna upp til patos: form, hugflog og
álvarsemi. Helst var tað í Feroyingafe-
lag, har hann hevði fólk sum Mariu í
Dalólastovu og Trónda Olsen at kappast
við. Meg minnist eina skerpikjets-
veitslu, Janus var biðin um at vera tal-
ari.
Hann byrjaði við at reða um veitslu-
talarar: henda plága, sum spilti tann
góða matin. Títt og knapt hin leskiliga
rúkandi dunnan varð borin inn, so var
okkurt klombur har sum ikki kundi bara
sær, men mátti sláa á glasið — úrslitið,
at teir vælsiðaðu gestirnir í somu letu
løgdu kniv og gaffil. Tá so hesin salon-
elefanturin eina ferð varð liðugur, var
har eingin, sum troystaði sær at seta
tenninar í hetta nú kalda dunnulíkið. —
Men soleiðis var ikki við skerpikjeti.
Nei, ein lítil tala spilti ikki matin, hann
var líka matligur aftaná.
Men tað, sum eg vildi siga frá — helt
Framhald á síðu 13