leygardagur 28. februar 1981síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Uppvøkstur
Jens Hendrik Oliver Djurhuus var føddur tann 26. febr-
uar 1881 í Åarstovu í Tórshavn. Mamma hansara, Elsa
Maria Poulsen (1847—1897) var år Toftum í Hósvík.
Pápi hansara, Ola Jákup Djurhuus, Óla Jákup í Áar-
stovu (1832—1909) var útróðrarmaður í Havn. Ættin
var komin úr Kollafirði. Abbi Janusar, Hans Andreas í
Áarstovu, var tann fyrsti, sum flutti til Havnar. Av
kendum yrkjarum vóru í ættini m.a. Sjóvarbóndin Jens
Christian Djurhuus (1773—1853), langabbi Janusar,
sum m.a. yrkti Ormin Langa, og Jens Hendrik Djur-
huus (1799—1892), abbabeiggi Janusar, sum m.a. yrkti
Getuskeggjar.
Havnin var ikki stór um hetta mundið. Í 1880, árið
fyri Janus var feddur, var íbúgvaratalið 984. Fjórðings-
eld frammanundan vóru portur latin upp og sosial og bú-
skaparlig fjøtur slitin, sum bóru í sær stórar broytingar
fyri fólkið. Fríhandilin var komin í 1856. Lógin, sum
gjørdi tað gjørligt at keypa leigutraðirnar, var samtykt
í 1863. Realskúli var settur á stovn í 1861 og lærara-
skúli í 1871. Úr Áarstovu var bara eitt hanagleiv niðan í
Quillingsgarð, har barnaskúli var. og út í Gongina, har
Hans Niklái Jacobsen, bókbindarin, í 1865 var farin
undir bókaselu. Havnarmenn vóru hondverkarar og ar-
beiðsmenn, traðar- og útróðrarmenn. Fólkið var ikki
múgvandi, men raskt og hittinorðað. Janus hevur lýst
sínar bygdamenn við færri og nýtari orðum enn nakar
annar. »Fåtækir edilingar«, sigur hann í fráseguni Ferð
mín til Belgia um havnarmenn. Í okkara tíð, har hugs-
unnarhátturin tykist munandi eðrvísi, er sjónarmiðið,
hesi bæði orðini goyma í sær, vert at hava fyri eyga: at
lykilin til aðal er, ikki titlar ella skart ella rikidømi, men
hjartalag og andi.
Tað finst ein lýsing av tí komandi yrkjaranum, sum
hann sá út hesa tíðina, teknað 60 ár seinni av vinkonu
hansara, tí tíggju ár eldri Mariu Mikkelsen, Mariu í Dal-
Ólastovu. Í Útiseta 1948 skrivar hon soleiðis:
Tað finst eitt bílæti av ungum fólki og bernum, tikið
um 1890 inni í Quillingsgarði, ætlað sum gáva frá
næmingum til fyrrverandi lærara við Havnar skúla,
Christian Ludvig Johannessen.
Á bílætinum situr ein drongur við beinunum kross-
kastaðum og styðjandi armarnar á knøini; við rundum
ljóshærdum skalla, kúput eygu, lýsandi av viti; ein lítil
nes sum eitt nev peikar forvitin upp í loft. Hesin drong-
ur, sum líkist burturúr, er Jens, sonur Óla Jákups í Áar-
stovu. — Okkurt man spyrjast burtur úr hasum knass-
anum!
Janus gekk i realskúla — hesin skúlin var tå í håsun-
um, har H.N. Jacobsens bókhandil nú heldur til — frá
1892—1897. Try ting tykjast verd at hefta seg vid i hes-
um sambandi. Um hesa tíðina, frá 1893—96, gekk
Jákup Dahl á læraraskúla. Ein dagin bar hann upp fyri
Janusi yrkingina Nú er tann stundin komin til handa
hjá Jóannes bónda. Í bókmentasegu síni sigur Christian
Matras, at Janus »kendi skjálvta niður igjøgnum alla
menuna, so hugtikin var hann. Men samstundis rodnaði
hann av skomm — tí hann skilti ikki helvtina av orðun-
um í yrkingini«. Janus kallaði hesa hending >máldóp
sin«. Tað næsta, ið er vert at nevna í samband við hesa
tíðina, er at ein av lærarunum hjá Janusi í realskúlanum
var Oliver Petræus Effersee, farbróðir Rasmus og Oliv-
er Effersøe. O.P. Effersøe (1830—1897) hevði luttikið í
bardaganum í 1864 sum sjálvboðin hermaður, var blivin
róstur av yvirmonnum sínum fyri dirvi, treysti og
góðan sið og hevði fingið heiðursmerki fyri reystleika
sín. Hesin maður tykist at hava sett sær djúp spor í
Janusar sinni. Hann verður umtalaður í blaðgreinum
Janusar sum ein kyndil og eitt fyridømi. Í Ferð min til
Belgia tekur Janus soleiðis til: >Allir mínir lærarar í
realskúlanum í Havn, Berg, O.P. Effersee, Traber, eru
farnir til sínar fedrar. Heiðrað veri teirra minni. Berg,
hin nærlagdi, Effersøe, hin elskaði, hetjan á Dybbøls-
skansanum, Traber, hin høgt begåvadi«.
Hesi bæði viðurskifti, »måld6purin« og kennskapurin
við O.P. Effersøe undirstrika og bera í sær spírarnar til
tveir aðaltættir í lívi og hugsan Janusar, eðrumegin
kærleikan til og trúnna á tað føroyska málið, hinu-
megin fullvissuna um, at Feroyar á ongan hátt vóru ella
áttu at vera mentunarliga avskildraðar, men vóru djúpt
bundnar at, ja partur av Danmark. Tá, við Gelsteds orð-
um, teir myrku fuglarnir flugu inn yvir Danmark, kom
henda fullvissan til sjóndar í einum trúskapi, sum rakk,
ikki til Munkin, men heilt suður til Dannevirke.
SOSIALURIN
Janus, klipp eftir William Heinesen, 1976
Vit koma nú til tað triðja og kanska týdningarmesta,
sum hendi Janus í hesum viðkvæma aldri. Presturin í
Suðurstreymoy um hetta mundið var Emil Bruun (1864-
1914, prestur í Suðurstreymoy 1892-97). Tá ið Janus
gekk til, ansaði Bruun eftir, hvussu framúr gløggur
hann var. Hann bar so í bandi, at Janus kom at ganga til
latín og grikst úti í Sandagerði. Har gekk hann saman
við eðrum unglingum og javnaldrum, m.a. Eliesari
Olsen, Eliesari á Stongunum í Klaksvík. Umframt at
vera kenur í klassiskum málum og at hava stóran kunn-
leika til klassiska mentan var Emil Bruun ein frálíkur
lærari. Janus var ikki negdur við at læra mál og mál-
læru, hann vildi eisini hava kunnleika um klassiskan
skaldskap og hugsunarhátt. Og soleiðis, sigur Gud-
mund Bruun í grein síni í Útiseta 1948, fekk Janus fyri
fyrstu ferð kunnleika til Anabasis eftir Xenofon og
Metamorfosurnar eftir Ovid. Tá ið Emil Bruun í 1897
fór til Hasle á Bornholm at vera prestur, bar hann so í
bandi, at Janus í 1898 kom at ganga á studentaskúla á
Renne lærde Skole, haðani hann tók studentsprógv ár
1900. Hurðin, sum í Sandagerði var gloppað inn í tann
klassiska heimin, var á Renne studentaskúla latin upp á
víðan vegg. Janus fekk her eina vitan um og ein tokka
til grikskan skaldskap, heimspeki og segu og rómverska
tungusnild, sum setti sítt eyðkenda merki á hansara
skaldskap, á tað sindrið av prosa, sum finst eftir hann,
og á hansara persónliga stíl restina av ævini.
. . ,
Yrkjarin stigur fram
FYRSTA PRENTADA YRKINGIN hjå J.H.O. Djur-
huus var Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sum stóð i
Tingakrossi tann 30. oktober 1901. Brátt komu fleiri
henni á baki. Tær komu á prent í ymsum bleðum, í Vár-
skoti, ið var blaðið hjá Feroyingafelag í Keypmanna-
havn, í Jóla- og nýarsbók, sum Símun av Skarði gav út, í
Búreisingi hjá A.C. Evensen og í Tingakrossi. Vit vita
eitt sindur um, hverja mótteku hesar yrkingarnar fingu.
Christian Matras sigur, at tá ið Ódn kom á prent í
Tingakrossi 1902, vistu allir skilamenn, at Feroyar
hevdu fingið eitt stórt skald. Og Rikard Long, sum kom
til Keypmannahavnar í 1905, greiðir frá, hvussu glaðir
teir ungu feroyingarnir vóru um hesar yrkingarnar,
»sum vit tordu at meta javnt við nútíma útlendskan
skaldskap«.
Eina eitt sindur eðrvísi samtíðarmynd fáa vit, um vit
hyggja í Tingakross, sum kom út á fyrsta sinni tann 1.
januar 1901. Í hesum blaði mettust radikalisman hjá
Georg Brandes og Viggo Herup og sosialisman, javn-
aðarrerslan, íbirt ein mansaldur frammanundan av tí
óhepna Louis Pio. Blaðsins stavnhald kundi í stuttum
sigast at vera: fyri upplýsing, móti órætti. Blaðið helt
seg øll tey fyrstu árini á einum høgum professionellum
stigi. Bókmentir vóru sum matur og drekka hjá blað-
stjóranum, Kristini í Geil. Hann umtalaði og ummældi
Herman Bang, Johs. V. Jensen, Karin Michaélis, Hen-
rik Pontoppidan, Jeppe Aakjær o.s.fr. Men hann hevði
eisini eyguni við, um nakað nældi í foroyskum nýlendi.
Á vári 1902 kom fyrsta hefti av Búreisingi út. Tann 19.
mars ummælir Kristin í Geil heftið og skrivar í hesum
viðfangi um yrkingina Ódn eftir J.H.O. Djurhuus:
„Med Student Jens Djurhuus' Ódn slutter Heftet.
Det er en kraftig og smukt formet Lovsang over den
færøske Uvejrsnat med rugende Mørke, Havbelgers
Fraaden, Fosseskum og hylende Storme. Der syder i
disse klangfulde Vers en ægte følt Vildskab, som kunne
være en Johs. V. Jensen værdig«.
Um yrkingarnar Vetrarljóð og Eitt feroyskt kveld
(Mangan dvaldi eg við strond) í meiheftinum skrivar
Kristin:
»Den unge Lyriker, stud. jur. J.H.O. Djurhuus giver
Heftet en saare tiltalende Afslutning med sine to, lang-
fra helstøbte, men kønne og stemningsbevægede Digte
»Vetrarlj6d« og »Eitt føroyskt kvøld«, det første et ve-
modigt Udtryk for Sommernats-Elskovens flygtige
Død i den isnende Vinter, det sidste en spæd og fin
Sommeraftens-Stemning ved den færøske Strand«.
Og í ummælinum av Jóla- og nýarsbók, áramótið
1904-05, skrivar Kristin (tann 28. desember 1904):
»Kronen udi Poesien bærer dog J. Djurhuus med sit
vemodig-inderlige »Åstarkvædi«, hvor en dyb og ægte
Følelse har fundet det skønneste Udtryk. Også hans —
desværre altfor lille — Digt »Gledigentan« med dets
triste Storstadsstemning er interessant som et Førse-
forsøg i Benyttelsen af moderne Emner i færøsk Poesi«.
I eini samrødu vid undirritada hevur Christoffur
Liitzen givid okkum ein varhuga av, hvussu tad man
hava kenst hjá ti tjúgu ára gamla yrkjaranum, sum iva-
leyst ikki enn hevur verið herdur av lívinum, at fáa
Tingakross heimanífrá og síggja, hvenn ans hansara
yrkingar vaktu. Tá ið Janus las tað, sum Kristin hevði
skrivað um Ódn, var hann so lukkuligur, at hann legði
blaðið undir koddan. Vaknaði hann um náttina,
tók hann tað framaftur og las umaftur og umaftur tað,
sum Kristin hevði skrivað.
Ein og hver, sum hevur fingist við at skriva ella
yrkja, man fata, hvussu stóran týdning ein mótteka
sum henda hevði fyri ein viðkvæman ungling, sum fyri
fyrstu ferð vágaði sær at vísa sínar gávur fram fyri al-
menninginum. Tað er samstundis vert at geva gætur, at
gleðin hjá Kristini ikki tykist at káma hansara kritiska
sans. Hann skrivar um »Førsteforsøg« og um yrkingar,
sum eru »langtfra helstøbte«. Tað er áhugavert at sam-
anbera eina slíka kritiska stødutakan við ta mangan
treytaleysa og kravlítlu dyrkan, sum Janusi hevur verið
fyri seinni, og sum man hava verið føroyskum skald-
skapi, ikki minst Janusar mongu kritikkleysu eftirapar-
um, meira til skaða enn til gagn.
Skaldslig eyðkenni
SUM YRKJARI STENDUR J.H.O. Djurhuus einsa-
mallur í føroyskum skaldskapi, ólíkur ollum eðrum før-
oyskum yrkjarum, bæði teimum, sum komu undan hon-
um, og teimum, sum komu eftir hann. Tað er ikki gjør-
ligt í hesi grein á fullfíggjaðan hátt at greiða frá, hví
hetta er so. Kortini havi eg hug at nevna fýra viður-
skifti, sum kanska kunnu varpa ljós á hesa sersteðu.
Fyri tað fyrsta er Janus eðrvísi enn aðrir føroyskir yrkj-
arar í tí, at fyri honum er formurin, sniðið, líka so týð-
andi sum innihaldið, ja, ofta leggur hann meira dent á,
hvussu nakað verður sagt, enn á hvat ið verður sagt.
Fyri tað annað eru fyrimyndirnar, hann smíðar sínar
skaldsligu snekkjur eftir — her verður hugsað um ta
formligu beinagrindina, um ørindislag, ørindisføtur,
biløt, tilsipingar, skaldsligan dám — tiknar úr gomlum
grikskum og rómverskum skaldskapi og úr nýggjari
europeiskum skaldskapi. Tað kundi verið áhugavert
ikki minst í ein tíð, har humanistiskar lærugreinir sum
mál og sega hava ein lækkandi kurs, at víst á, hvussu
tann lærdi, málsliga og skaldsliga víðfarni humanist-