Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 11 urin J.H.O. Djurhuus hevur vaksið um og útbygt myndaríkidemið, ørindislagid, teir rytmisku meguleik- arnar, alt tað listarliga skotbráið hjá føroyskum sum skaldsligt amboð. Men tað kunnu vit kanska venda aftur til seinni. Venda vit okkum frá formi til innihald, so ber til at siga um meginpartin av Janusar skaldskapi, at hann er djúpt individualistiskur og ikki knýttur at nakrari rerslu. Janus hevur yrkt nakrar tjóðskaparligar yrking- ar, men í teimum flestu av teimum er ivin og tortrúnið sjónskari enn trúgvin og áræðið. Í sínum flestu yrking- um er Janus — á ein heilt eðrvísi og fyri skaldskapin meira ríkandi máta enn hansara samtíðaryrkjarar — djúpt persónligur. Hansara yrkingar siga frá iva, sorg, longsli, mótloysi, miðloysi, beiskleika. Fyri tað fjórða er bakgrundin í Janusar skaldskapi, og ein varandi táttur í lívssjón hansara, ein mytisk, romantiserað fortíð. Fylgj- an av hesum er, at yrkjarin, tá ið hann vendir sær til nútíðina, annaðhvert sær hana í eini gyltari glæmu ella, um hann rakar við fyribrigdi, sum sýnast honum ódám- lig, heldur henni fastari við sínum gleggu falkaeygum og speirekur og avdúkar hana. Eitt gott demi um tað seinna fyribrigdið er yrkingin Slatur. Henda yrkingin er líka so fesk, líka so sonn og spillivandi, í dag, sum tá ið hon kom á prent fyrstu ferð tann 14. desember 1904 í Tingakrossi. Ein og hver føroyingur kennir seg sjálvan, sín granna og sítt samfelag aftur í hesari yrkingini. Hennara beinrakni, æviga aktuelli dómur verður stand- andi, tá mong sjálvrósandi og bjartskygd fosturlands- yrking er felnað. Ein yrking av tí seinna slagnum, tí slagnum, har yrkj- arin letur mytuna farga nútíðina, er Ingibjorg, helst yrkt seinast í triatiårunum. Henda yrkingin tykist elvd av einum minni, ið er livnað og hevur vaksið seg so stórt í yrkjarans hugi, at hann hevur noyðst at geva tí lív við skaldskapi. Yrkingin er stutt, fýra erindi. Hyggja vit gjøllari at henni, síggja vit, at hon er óvanliga fast og einfalt uppbygd. Tríggjar myndir ganga aftur í at kalla hverjum erindi. Tann fyrsta er myndin av tveimum per- sónum, yrkjaranum og gentuni, hann minnist, bæði eru ílatin hetjubúna. Tann næsta myndin er stjørnuhimmal- in, sum í yrkingini umboðar alheimin og vakurleikan. Tann triðja myndin er rósurnar og berjalyngurin, við eðrum orðum kærleikin. Lesarin upplivir soleiðis ikki bara nakað, yrkjarin minnist, hann upplivir hetta minnið, sett inn í eitt sterri samanhang, har himmalin og natúran eru við. Úrslitið verður ein kensla av ein- feldi, vídd og hædd og ein kensla av vakurleika, sum fyrst og fremst kemur av teimum trimum speglmynd- unum í fyrsta, eðrum og fjórða erindi: Man eg hitta teg, Ingibjorg, — síðsta er ferð mín mót Borgundarhólmi — stjorstjørnan glógvar á Eystrasalt, hevur lyngberjablómuna valt vini í smildraðum hjálmi? Man eg hitta teg, Ingibjorg, — síðsta er ferð mín mót Borgundarhólmi — goymir tú í tínum eygnabrá stjørnuglampan á ægin blå vini í smildraðum hjålmi? Minnist tú ungdóm vár, Ingibjorg, fagnar tú vini í smildraðum hjálmi? villar rósur og berjalyng barst tú altíð á stjørnuting, drottning á Borgundarhólmi. Ingibjorg, hittast vit oyggjalands born eina ferð enn á Borgundarhólmi? í tínum bláu eygum býr minni um Hjálmar og Angantýr — hetjur í smildraðum hjålmi. Eg havi nevnt hesa yrkingina, ikki bara tí at hon, við sínum einfalda, hábærsliga vakurleika, tykist at vera eitt gott dømi um Janusar romantikk, men eisini tí at hon tykist at siga nakað um Janusar lívssjón. Í eini stuttari grein um sína stóru fyrimynd Sapfo lýsir Janus betri enn nakar annar hesa lívssjón, lívssjónina hjá tí reindyrkaða estetikaranum: »Yvir okkum hvølvir seg hin stjørnupryddi himin — ófatandi í sínum stórleika og vakurleika. Í okkara hjørt- um hvelvur seg ein annar himin, ófatandi í sínum stór- leika og vakurleika, prýddur við teimum veldugu stór- stjórnum, ið rópast kærleiki, vakurleiki. Hann, ið á rætt- an hátt dugir at siga frå og kveða um hesar báðar himnar, er av sonnum skald. Eitt slíkt skald var Sapfo«. At vera formdyrkari, soleiðis sum J.H.O. Djurhuus var tað, er ikki vandaleyst. Yrkingarnar kunnu gerast sum vakurt útskornir kistlar, har í grundini ikki so nógv er innaní. Summar av yrkingunum hjá Janusi eru ikki fríar fyri patos og tóman orðaleik. Samstundis er tað áhugavert, at okkara kanska stersti kennari av Janusar skaldskapi, Christian Matras, hevur víst á, at vit í hans- ara skaldskapi síggja eina gongd frá tí kanska ov nógv ornamenteraðu, í innihaldi lettu yrkingini til tað form- liga einfeldu, tungu yrkingina, har einki ósamsvar er millum ham og hold. Um yrkingarnar, Janus yrkti í tría- tiárunum, skrivar Christian, at tær eru „einfaldari í máli, myndum og tóna enn tað mesta, hann hevur yrkt. Kanska verður slíkum yrkingum lagað at liva longst«. Christian nevnir m.a. yrkingina Utlegd, har ein einfald- ur formur og fimm ógloymandi myndir av ómeguligleik- anum til fulnar tulka ta djúpu ásannan og tær djúpu lívsroyndir, sum búgva undir yrkingini: Nær verður heimferð mín? Tá ravnur flýgur í brúðarlín, og reynið rodnar av rósum og vín — — tá verður heimferð mín. — Nær verður heimstund sæl? Tá Pan sær skemtar við floytuspæl, og dísar dansa um fjalladal — — tá verður heimstund sæl. — Nær man eg fjøllini sjá? Tá móðir min veittrar handan á við mildum brosi og baldursbrá — — tá fyrst — fyrstani tá. Eg havi hug at skoyta upp í hesa metingina hjá Christiani Matras, at nógvar av teimum yrkingunum hjá Janusi, sum út frá eini grunnari meting sýnast minst »poetiskar«, sum frá líður kanska fara at roynast sum nakað av tí mætasta, hann hevur skapt. Eg hugsi um tær yrkingarnar, har skaldið ikki styðjar seg til patos ella stavrím ella mergjað orð, men letur poesiin í vanligum feroyskum talumáli koma undan. Uppi í hes- um skaldskapinum eru nakrar av Janusar bestu týðing- um, m.a. hansara umseting av When you are old and grey, hesi undirvekru yrkingini eftir W.B. Yaets, og hansara Sapfo-týðingar. Eitt gott dømi um slíkan skald- skap er yrkingin Inngangur. Hoyr, hvussu nógvan vak- urleika ein yrkjari kann fáa burtur úr føroyskum ger- andismåli, tá hann ikki letur tað darvast av rími, øvugt- ari orðafylgju ella háfloygdum skaldadámi: Enn smildrast aldan mót Ithakas strond, enn vinlitt er havið, enn sært tú Taygetos' tind, enn skógvaksið er Eryman- tos, har sum Artemis veiðandi gekk við ørvum og boga. Eru tær tornaðar burtur Messeis og Hypereia, keldurnar, hvar úr vatn mátti bera Andromake, vívið Hektors, hann reystastur var millum kempur, ið fullu við Troja. Trý túsund ár — tó geislar hon enn, Nausikaa, fljóðið, kongadóttirin, hon sum leiddi til hallar Odysseus, og sum hin blindi kvað um, hitt æviga skaldið Homeros. Komi eg nú á tín fund, o móðir, á hallandi degi, umsett eg havi hans kvæði, á títt, hitt ásættaða málið — — um tú mær lenir við tínum brosi, ei spiltist mín dagur. Tað er kanska ikki av leið at enda hesa stuttu umtalu av nekrum fáum tættum í Janusar skaldskapi við at upplýsa, at tå ið Janus yrkir um tað »vinlitta« havið, so var tað tí at hann hevði sæð tað við sínum egnu eygum. Tað eydnaðist nevniliga Janusi einaferð at sleppa eina ferð inn í Miðalhavið við einum av farmaskipunum hjá DFDS. Teir løgdu at í nógvum havnum. Men tá ið teir komu til Piræus, var ófriður í Grikkalandi. Janus mátti sostatt lata sær lynda at síggja Athen og Akropolis í- gjøgnum kikara. , .. , I víggi í bardagaárunum Á HEYSTI 1938 flutti J.H.O. Djurhuus heim til Feroya fyri seinastu ferð. Eitt ár seinni brast 2. heimsbardagi á. Hálvt annað ár seinni, tann 9. apríl 1940, var Danmark, landið, har hann hevði virkað og búð ein stóran part av sínum lívi, og har hann hevði ognast ein stóran part av síni mentunarligu barlast, hersett av Týsklandi. Janus tók upp sakferarastarv tann 15. desember 1938 í Klaksvík. Krígsárini búðu hann og vinkona hans- ara, Rigmor Lútzen, skiftandi í Klaksvík, í Svínoy og á Tveroyri. Hann, sum hyggur í tey feroysku bleðini frá hesari tíðini, sær í teimum ofta navnið J.H.O. Djurhuus. Tað stendur, ikki bara undir yrkingum, men eisini undir tættum, greinum og lesarabrevum. Tættirnir og greinir- nar eru aktuellar viðmerkingar. Í nógvum av teimum kemur yrkjarans skemtingarsemi, spei og polemiska kynstur til sjóndar sum sjáldan áður. Er formurin skemtingarsamur, er evnið álvarsamt. Feroya stersta skald tyktar tann nýstovnaða Fólkaflokkin fyri at fre- ast heldur enn at harmast um, at ein breðratjóð er niður- bundin av fremmandum hervaldi. Tað eru ikki stundir til í hesum viðfangi gjellari at lýsa hesa skriving. Kort- ini havi eg hug at undirstrika, at Janusar mongu hvessu og manniligu mótmæli í krígsárunum siga ikki so lítið um menniskja J.H.O. Djurhuus, um hansara sjónarring, hansara kenslur og hansara mentunarliga grundarlag. Í hesum sambandi havi eg hug at nevna yrkingina, hann sendi tí hersetta Danmark, dagsett tann 31. juli 1940. Við hesari yrking kom føroyingurin J.H.O. Djurhuus at vera ein av teimum — aðrir vóru Otto Gelsted (»De mørke fugle fløj«) og Hjalmar Gullberg (»Ej tiger histor- ien det folk ihjål/ som Grundtvig har sjungit med psalm- ton samman«), ið veittu Danmark mót og bjartskygni í síni myrkastu stund. Um sannar og djúpar kenslur skapa stóran skaldskap, so er hetta stórur skaldskap- ur: Hverja ferð nú gjøgnum loftið ljóðar, Danmark, títt milda og væna navn, nøtrar mær hjarta. Ringt er at frætta um rændan pall, ilt er at hóma hungur og hall. Hóast stórt tykist títt fall, ymsir tó leikir í longum talvi, ei royndist illa í forðum tín alvi, vit títt og høgu mentun kúgar ei hungur og hall. Styrkist og hevjist tær hugur mót ský — — enn tey standa og stásilig randa — — tornini fogur og fríð — Absalons by. Kransað av ungdómsminnum títt navn, — Keypmannahavn. — Prísurin, J.H.O. Djurhuus mátti betala fyri at leggja upp í dagsins stríð, var høgur. Hann var álopin, háðaður og lagdur undir svik. Ivaleyst hevur hansara skriving nitið meint. Eisini eftir at hann var farin undir grenu torvu, var tað hildið at vera neyðugt at tykta hann. Helst hevur tað undrað mangan málamiklan sjálvstýr- ismann, at hesin yrkjarin, sum á ungum árum hevði kveðið Jóannesi Paturssoni lovsong, og hvers orða- snildi og skaldakynstur hevði lænt teirra rerslu flog og glæstur, nú — ikki ólíkur Henrik Ibsen, tá hann yrkti »Nu flokker seg om Tyras borg« — revsaði tann radikala vongin á hesi somu rerslu. Hann, ið kannar Janusar lív og tað lendið, hann nældi í, undrast ikki. Janus fekk tíð- liga í tíðini ein djúpan kærleika til og eina sterka trúgv á føroyskt mál. Samstundis vóru Føroyar í hansara ment- unarliga universi ein óskiljandi partur av Danmark og Skandinavia. Ein niðurstoða Í EINARI MINNINGARGREIN um J.H.O. Djurhuus sleppa vit ikki undan at spyrja, um hesin maður, borin og aldur í eini aðrari eld enn okkara, hevur nakran boð- skap at bera nútíðarferoyinginum, og, um so er, hver hesin boðskapur er. Fara vit at kanna Janusar lív og verk, fáa vit brátt ein varhuga av, at tey virðir, hann stóð fyri, og tær fyritreytir, sum skaptu hann, ikki eru so sjálvsegd í dag, sum tá ið hann livdi. Hetta sigur sjálvandi nakað um J.H.O. Djurhuus. Hetta sigur ikki minni um okkara tíð. Tað er ikki óvanligt í dag, at tað verður klikt niður á lærdóm. Janus var helst tann mest lærdi yrkjari, feroyingar nakrantíð hava havt. Tað hendir seg, at tú hoyrir orðið útiseta brúkt sum ókvæm- isorð. Janus var útiseti ein stóran part av sínum lívi. Tað verður ofta sett spurnartekin við hugtakið intellek- tuellur. Janus var intellektuellur, um nakar var tað. Við- hvert hoyrast reddir, sum, ikki uttan ein farra av tjóð- skaparligum patos, mæla til at skarva burtur av tí sleði av danskari mentan, sum vit ognast í føroyskum skúl- um í dag. Janus roknaði danska mentan og danskan skaldskap sum ein natúrligan og neyðugan part av síni andiligu barlast. Tað hendir seg, at vit hoyra reddir, sum mæla til at skerja okkara rætt til at læra fremmand mál. Yrkjarin Janus hevði verið óhugsandi, hevði hann ikki havt kunnleika til svenskt, týskt, enskt, franskt, spanskt, grikst og latín. Tað hendir seg, at tað verður klikt niður á tey, sum royna at fáa tað at grógva mentunarliga, við sjónleiki, málningaframsýningum, Framhald á síðu 13