mikudagur 4. mars 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
»Ulpumaåurin« á Tvøroyri
aftur gjørt vart við seg
— Var á úthurðini og stovuvindeyganum hjá einsamallari
kvinnu mánanáttina
»Ulpumadurin« á Tver-
oyri hevur aftur gjørt vart
við seg. Um eitt-tíðina
mánanáttina ringdi ein
ung kvinna innan úr
Trongisvági til politiið á
Tveroyri og boðaði frá, at
hon hevði havt vitjan av
»ulpumanninum«.
Hon sat i stovuni, tå
hon hoyrdi onkran taka í
úthurðina. Hurdin var
stongd. Kvinnan, sum var
einsamøll inni, fór út at
vita, hver var á hurðini,
men sá ongan. Tá hon so
kom aftur inn í stovuna,
stendur »ulpumadurin« og
hyggur inn gjøgnum vind-
eygað. Hann rýmdi tó
beinanvegin.
Hava illgruna
um ávísan mann
Politiið á Tveroyri sigur
seg hava illgruna til ein
ávísan mann. Og mána-
náttina fekk tað enn eitt
spor at ganga eftir. Ein
tubbakspakki bleiv funnin
uttanfyri húsini hjá teirri
ungu kvinnuni.
Fráboðanin mánanátt-
ina um »ulpumannin« er
tann fjórða higartil, sum
politiið hevur fingið. Tann
fyrsta kom í desember í
fjør. Fólk, sum hava havt
vitjan av honum, siga, at
hann er í stórari ulpu og,
at hann hevur snert sær
Trongisvágur. Tað er serliga her, »ulpumadurin« ger vart við seg
hettuna væl fyri andlitið
fyri at gera seg ókenni-
ligan. Hann sigur einki og
ger einki. Fyrstu ferðina,
hann bleiv meldaður, kom
hann á dyrnar í einum
húsi, har fleiri fólk vóru
inni. Hinar tríggjar ferðir-
nar hevur hann roynt at
sloppið inn til einsamallar
kvinnur. Ta einu ferðina
var hann inni í forstovuni,
men hann fór út aftur, tá
kvinnan bað hann um tað.
fund um innflutt
typuhús
— Samstundis sum arbeiði
minkar í landinum og tað
frættist, at fyritøkur eru
noyddar at senda fólk til
hús, verður ein stórur
partur av handverkara-
arbeiði innflutt liðugt-
gjørt. Hetta eru arbeiði,
sum eins væl kundu verið
gjerd í Feroyum. Hetta
kunnu vit ikki góðtaka í
framtíðini, sigur Óli Jo-
hannesen, nevndarlimur í
Fuglafjarðar handverk-
arafelag, og hava teir í
hesum sambandi skipað
fyri einum panelfundi
komandi hóskveld.
Fundurin verður á Muntra
kl. 19.30 og eru umboð fyri
allar = politiskar flokkar
Handverkarar halda
bodnir við.
Óli Johannesen sigur,
at teir her fyrst og fremst
hugsa um innflutningin av
lidbugtgjørdum húsum,
kekum og eðrum hand-
verkaraarbeiðum.
Pottasláing
í Losjuni
Bernini, sum ganga til frí-
tíðarítrivið í Losjuni í
Havn, hittast í dag van-
liga tíð til pottasláing.
Filmur fyri bern
Í dag kl. 16 vísir Barna-
bókasavnið filmin Geitin
Zlateh fyri bern 8 ár og
eldri.
Seguna, sum filmurin
snýr seg um, hevur ameri-
Singer skrivað. Ein fátæk-
ur pelshandlari hevur
trupult við at fáa pening
til lívsins uppihald. So ein
dagin sendir hann sonin,
Aron, avstað at selja ta
gomlu geitina. Aron fer.
avstað hóast hetta er hon-
um tungt. Meginparturin
av filminum snýr seg um
henda spennandi túrin hjá
Aroni og geitini. Kavarok
og óveður kemur á tey, og
tey leita sær skjól í eini
sátu, og har gista tey í
nakrar dagar. Tá ið óveðr-
in heimaftur, nú er kavin
komin og kalt er. Pápi
hansara hevur fingið nóg
mikið at gera, og nú tosar
eingin longur um at selja
geitina Zlateh.
13 útlendsk skip
Mánadagin vóru 13 út-
lendsk fiskiskip við Feroy-
ar. 6 russiskir svartkjafta-
trolarar royna 50—60
fjórðingar eystur úr Akra-
tons tilsamans um vikuna.
Ein eysturtýskur svart-
kjaftatrolari var eisini
komin hendanvegin. Hann
var fyrst norðanfyri. Men
har hevur eftir ellum at
døma ikki borið til, ti hann
spurdi Vaktar- og bjaring-
artænastuna, hvar russar-
nir vóru. Tað fingu eystur-
týskararnir at vita og dag-
in eftir vóru teir á somu
leið sum russarnir.
Umframt hesi skipini
eru 5 danskir laksabátar
og ein norskur línubátur
kanarin Isaac Bashevis..ið er av, fara Aron og geit- „. bergi. Teir fáa eini 500 undir Feroyum í letuni.
Síða 5
Gott ár hjá Jazz-
felagnum — umleið
14.000 gestir
1980 var eitt gott ár
hjá Havnar Jazzfelag.
Umleið 14.000 fólk vitj-
aðu tey mongu tiltekini
hjá felagnum. Og við
árslok var límatalið
komið upp á 1000.
Býráðið hevur veitt
Jazzfelagnum innivist í
Perluni og hevur helið
ikki staðið óbrúkt. Í
fjør skipaði Jazzfelagið
fyri tilsamans 75 til-
tøkum har. Tað eru
yvir 15 um mánaðin, tí
felagið flutti ikki inn
fyrr enn í august. Í ár
hava longu verið uml.
30 tiltek í Perluni.
Jazzfelagið letur væl
at Perluni. Hon hevur
verið ein hollur stuðul
til virksemi felagsins.
Og ikki bert hjá tí, men
eisini = hjá teimum
nógvu feroysku
orkestrunum, sum
næstan bara spæla í
Jazzfelagnum. 16 or-
kestur, ella umleið 80
tónleikarar, hava nú
fingið eitt stað at
spæla.
Eisini
útlendingar
Jazzfelagið hevði eisini
í fjør vitjan av fleiri út-
lendskum bólkum og
einstaklingum. Nakrir
av teimum hildu skeið
fyri feroyskar tónleik-
á 04
arar. M.a. John Tchicai
úr Danmark og Frode
Thingnæs úr Noregi,
sum hver í sínum lag
umboða tað fremsta í
skandinaviskum jazz-
tónleiki. Vitjanirnar
hjá teimum vóru
fingnar í lag og goldnar
av norðurlendska ráð-
harraráðnum, deildini
fyri rytmiskan tónleik:
Nordjazz.
Í januar hevði Jan
Danielsson eitt viku
langt skeið í svenskum
fólkatónleik í fyri fi6l-
spælarar.
Í letuni arbeiðir
Jazzfelagið við at fáa
bólkin Coma úr Árhus
henda vegin.
Fimm ár
Hóast virksemið hjá
Havnar Jazzfelag byrj-
aði í november 1975,
bleiv felagið ikki stovn-
að formliga fyrr enn 21.
apríl 1976. Tað verð-
ur tí fimm ár um hálv-
anannan mánað. Hetta
verður m.a. hildið við
eini konsert, Jazz
annan
minnir,
páskadag.
Endamálið við felag-
num er framvegis tað
sama, at stuðla og
fremja áhuga og fram-
ferslu av jazzi, fólka-
tónleiki og beattón-
leiki.
Perlan — góður stuðul hjá Jazzfelagnum
Tveir hildu føstu-
lávint í detentiónini
Politiið í Havn tók
tveir mans inn at sova
rúsin út festulávints-
mánakveld. Annar
bleiv tikin eftir at hann
hevði brotið tveir rútar
í Bøgøtu. Hin bleiv tik-
in fyri fyllskap.
Annars hava verið
innbrot, herverk og
stuldur í Havn um
vikuskiftið. M.a. eru
3.000 kr. stolnar úr eini
íbúð. Tveir bilar blivu
eisini stolnir. Annar
bleiv afturfunnin illa
farin við síðuna av
Oyggjarvegnum. Hin
bleiv funnin við nýggja
útvarpshúsið. = Hann
hevur eftir ellum at
dema ongan skaða
fingið.