Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- sm telf. 14720. 11820 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Frumskógar- ideologi MILLUM TEY mongu mál, sum eru til viðgerðar á 29. ársfundi Norðurlanda Ráðsins í Keypmannahavn í vikuni, er arbeiðsloysisspurningurin. Hetta verður roknað sum eitt hitt alra- størsta vandamál hjá norðurlendsku tjóðunum. HESUM VIÐVÍKJANDI eru tað døpur tel, ið eru komin fram. Sagt verður, at fyrst í sjeytiárunum vóru umleið 130.000 arbeiðsleys í norðurlondum. Síðst í sjeytiárunum var talið umleið 400.000 og roknað verður við, at við árslok er talið á arbeiðsleysum í norðurlondum ikki undir 600.000. HER Í FØROYUM hava vit ikki verið eins hart rakt sum í grannalondum okkara, hóast vit als ikki kunnu siga, at arbeiðsloysi ikki er til her á landi. Ein av orsgkunum til, at vit hava verið betri fyri er, takkað verið eini skilagóðari almennari stýring á vinnulivsøkinum. Tað almenna hevur hjálpt til, har hjálp hevur verið fyri neyðini, og har tað privata ikki hevur rokkið, er tað almenna gingið á odda. Soleiðis hevur verið gjørligt at halda vinnuhjólini gangandi, og harvið hildið arbeiðsloysinum burtur so væl tað hevur latið seg gjørt. SUM TAÐ SKILST sær nýggja lands- stýrið annaðleiðis uppá hendan spurning enn hitt undanfarna. Al- menn stýring er bert av tí ónda, fyri ikki at tala um alment fyritaksemi. Tilvildarligt privat fyritakssemi skal nú setast í hásti og alt tað sum ber feril av almennum, skal skjerjast. Sum kunnugt hevur hetta landsstýrið gingið so vítt sum at slakta arbeiðs- pláss, tí hetta var ikki í tráð við teirra primitivu frumskógarideologi. TAÐ ERU Ti allar orsøkir til ótta tá frumskógarideologi nýggja lands- stýrisins nú vísir seg í verki. Tað tek- ur vanliga drúgva tíð at byggja upp, men at bróta niður tekur ikki langa tíð. Tað hevur nýggja landsstýrið longu víst. Verður sitandi lands- stýrið fjarstýrt? Fyri stuttum legdu teir sjey limirnir í løgtingsins figgjarnevnd fram uppskot til legtingslóg, sum heimilar landsstýrin- um at veðhalda fyri einum útgerðarláni uppá 6 mió. kr. til svartkjaftatrolaran »GILJANES«. Undir umrøduni å tingi visti undirritadi å, at tad ikki er vanlig manna- gongd, at ein løgtings- nevnd leggur lógaruppskot fyri tingið, men at hetta vanliga verð- ur gjert av landsstýrinum ella teimum einsteku løg- tingsflokkunum. Tá eg eisini var vitandi um, at spurningurin um hetta veðhald var reistur yvir fyri landsstýrinum, loyvdi eg mær at spyrja, hvat or- sekin var til, at landsstýr- ið ikki vildi leggja málið fram. Eg fekk onki svar á tí fundinum. Tá málið seinni sama dag kom til 3. viðgerð, bað eg aftur um orðið. Eg vísti á, at eg undir 2. viðgerð av málinum hevði víst á tað løgna í tí, at tað er fíggjar- nevndin og ikki Feroya Landsstýri, sum hevur lagt lógaruppskotið fram. Eg minti á, at eg undir 2. viðgerð onki svar fekk frá nekrum av teimum trim- um landsstýrismonnun- um, sum vóru í tingsalin- um tá. Eg spurdi nú aftur, hví Feroya Landsstýri ikki hevur lagt málið fram og vísti á, at Feroya Fiska- sela og bankarnir hava verið sera negativ í hesum máli, og spurdi, um tað, at landsstýrið ikki hevur lagt hetta málið fram, hevði nakað samband við ta negativu steðuna hjá fiskasøluni og bankunum, ella um aðrar grundir vóru fyri hesum og so hverjar. Eg boðaði frá, at áðrenn endalig atkveðugreiðsla fór fram í málinum, vildi javnaðarflokkurin eina ferð enn seta spurningin fram og heita á teir báðar landsstýrismenninar, sum nú vóru til staðar, um at svara. Nú hendi tað, at Páll SOSIALURIN ; N við- merkingar Vang, landsstýrismaður, fyrst kom á pallin og vátt- aði, at málið var reist yvir fyri landsstýrinum og at málið var vidgjørt har, men at landsstýrið kortini ikki vildi leggja málið fram. Nakra grundgeving fingu vit ikki. Nakað seinni kom Eilif Samuel- sen, landsstýrismaður, upp og segði, at landsstýr- ið tók undir við málinum, men hann gav onga frá- greiðing um, hví lands- stýrið tá ikki hevði lagt málið fram. Tá málið var fyri í log- tinginum var Pauli Ellef- sen, legmaður, uttan- lands, men undir viðgerð- ini av einum eðrum leg- tingsmáli nakrar dagar seinni, segði legmaður frá, at hann var ímóti at lands- kassin veðhelt fyri einum útgerðarláni til svart- kjaftatrolaran »GILJA- NES« og at hann ikki vildi atkvett fyri málinum, um so var, at hann var heima tá atkveðugreiðslurnar fóru fram. Hervið munnu vit hava fingið váttan fyri, at landsstýrið ella ein meiri- luti av tí var ímóti málin- um, og at hetta var orsek- in til, at fíggjarnevndin legði lógaruppskotið fyri legtingið. Eftir stendur so spurningurin, hví lands- stýrið var ímóti hesum máli, um hetta hevur nak- að samband við ta nega- tivu steðutakanina hjá Fiskaseluni og bankun- um. Kunnu vit rokna við, at landsstýrið er samansett av nøkrum »robottum«, ið verða fjarstýrdir, og at tað eru fiskaselumenn og bankarnir, sum trýsta á knettarnar. Legmaður er næstan feddur við penni í hond. Kundi hann ikki givið okk- um eina frágreiðing um, hví landsstýrið og leg :nað- ur sjálvur vóru ímóti, at landskassin skuldi veð- halda fyri útgerðarláni til svartkjaftatrolaran >GILJANES< ? Vilhelm Johannesen Getan var rein inntil píka- tíðin byrjaði Herfyri hevði útvarpið samreðu við ein býarverk- frøding um vegirnar i Havn. Hann var sera greidur og sakligur og greiddi frå, hvussu trupult og kostnaðarmikið tað var at halda vegirnar í for- svarligum standi. Nevndi einar tvær, kanska tríggj- ar getur, sum teir ikki hevdu serstakar trupulleikar við at halda í standi. Hann nevndi Jón- as Broncksgetu, sum eina góða getu, tí hon var so væl bygd. Rætt er tað, einaferð var J. Broncks- geta ein rein og nosslig geta, tað var tá ið het- lendingurin á sinni var komin at læra feroyingar at asfaltera og sjálvur as- falteraði J. Broncksg. Hann var ein knassi at ar- beiða, tað tóku øll til, sum sóu hann! Tá var J. Broncksg. eitt prýði, og henni nýttist onga pábót í nógv, nógv ár. Rætt skal vera rætt, tá var heldur ikki so nógv ferðsla. Men hygg nú! Tað letur til, at teir byarverkfrød- ingar, sum hava ferðslu og getur undir sær, halda J. Broncksg. fram sum eina fyrimynd uppá eina góða og sterka getu. Men vit, sum búgva fram við hesari getu, kunnu ikki rósa av. Býarverkfreðing- urin talaði hetta kveldið um kostnaðin hjá býráð- num av at halda geturnar í standi. Men tað var eitt,hann ikki nevndi, og sum eftir mínum tykki er sera týdningarmikið. Tað er tað fólkið; sum býr við hesar geturnar. Vælferð og trivni hjá hesum borg- arum verður ikki tikið upp á tungu. Fyrst akfør av ollum slag, síðani gremj- ingar um, hvussu dýrt tað er hjá býráðnum (te. skattaborgarunum) at halda hesar getur. Seinast í raðnum kemur menniskj- an, men hon kemur valla upp á tal. Eg sjálv búgvi í J. Broncksgetu. Tey, ið búgva í eðrum getum, kunnu siga frá sínum royndum. Eg minnist ikki, hvussu ofta J. Broncksgeta er as- falterað øll sum hon er, síðani hetlendingurin gjørdi sítt valaverk. Men hverja ferð havi eg frett meg um, hvussu rein og nosslig henda getan tá hevur verið — inntil píka- tíðin byrjaði 1. oktober. Tað var so eyðsýnt, at tá ið nakað var liðið út í ok- tober, tað kom nakað ann upp á veðrið, var getan ikki at kenna aftur. Eru geturnar ov hålar, latið bilin standa. Eingin hevur so langan veg til arbeiðis her í Havnini, at hann ikki kann ganga tað á sín- um beinum. Tað eru hóast alt ikki so nógvir dagar á árinum. Og hví kunnu fólk ikki ganga longur. Nú bussleiðin er komin, hví ikki nýta hana? Og so hetta, sum tykist at vera so bráðneyðugt, men als ikki var tað, at flyta tær stóru fyritøkur- . nar niðan á Háls, áðrenn tað vegasamband, ið mátti vera ein fyritreyt fyri hesi flyting, var í lagi. Alt tað, sum hesar stóru fysitøkurnar handla við, timbur og byggitilfar av ellum slag, jarn og sement, heilseluverur og mangt, mangt annað, slíkt, sum fyrr fór eftir ymiskum getum í býnum, alt hetta skal nú J. Broncksgeta og R.C. Eff- ersøesgøta taka. Hetta haldi eg vera eitt tað stersta mistak, býráðið hevur gjørt. Var tað so á- troðkandi at flyta hesar fyritøkur so yvir háls og herðar? Nú eru teir farnir í holt við ringvegin, sum teir siga skal taka m.a. ta tungu ferðsluna, men tað koma at ganga ár, áðrenn hann verður veruleiki. Eg fór ein dagin inn á gólvið hjá einari grann- konu. Hon sat og græt. Hon er farin um tey 80 nú. Hon hevur altíð lagt doyin á at halda hús síni rein bæði uttan og innan. Hon bað meg hyggja út igjøgn- um keksvindeygað. Men har sást illa út. >Ég eri beint nú liðug at skola vindeyguni uttan, men hygg nú!< segði hon. Eg mátti geva henni rætt, tí soleiðis er vorðið her í J. Broncksgetu. Taxakoyr- ing og privatkoyring er eitt, men so hesir stóru lastbilarnir, summir hegir sum hús, so skýmligt verður inni, aðrir við mold, eyri ella sandi við eini ótættari lúku aftan, so far- vegurin sæst allan vegin gjøgnum getuna. Er ikki ein býarviðteka, sum bannar slíkum? Og hver eigur at ansa eftir, at hon verður fylgd? Eg var eina- ferð fyri ikki so nógvum árum síðani stedd í einari getu í Keypmannahavn, tá ið ein lastbilur var fyri tí óhappi at missa nakað av lastini niður á getuna, eg haldi, tað var sandur ella okkurt tílíkt, men hann varð steðgaður í stundini av politinum. Hvat verður gjert her í slíkum feri? + F UUU | ES EN SL AG