mikudagur 4. mars 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Konan, eg nevndi, er
ikki einsamøll. Vit í J.
Broncksgetu hava roynt
at hildið hús okkara í tolu-
ligum standi uttan, men
nú tykist tað, sum fólk
hava givið upp. Í bilspor-
unum flýtur evja av upp-
loystum asfalti og olju.
Bilar koma við rúkandi
ferð og sletta hesa
6humsku inn á gongu-
breytina og upp á húsa-
veggirnar. Eg kom nú ein
dagin fram við einum
havaportri. Har stóð ein
kona, sum eg kenni. Hon
peikar á portrið og sigur:
>Í gjárkveldið vaskaði
maður mín portrið av eins-
listum og hygg nú, hvussu
tað sær út!< Soleiðis er
lagið her.
Motorosin frá koyrandi
og standandi bilum dálkar
luftina. Tað er ikki hugs-
ingur um at gloppa eitt
vindeyga. Og sjálvt um
vindeyga ikki verður latið
upp, so treingir henda ó-
reina luftin inn igjøgnum
hverja sprekku og legst á
alt, ið inni er, vindeyga-
karmar, borð, hillar og bú-
nyttur. Vaski eg av gólv-
inum, má eg skifta vatn
fyri hvert lítið stykki, eg
vaski. At hanga toy út á
snórin, er ikki hugsingur
um. Summi hús hava ein
lítlan urtagarð, sum tey
royna at rekja, men tá ið
blómurnar koma undan,
verða tær beinanvegin
bráar og ótrivaligar.
Alla hesa dálkaðu luft-
ina anda vit inn nógvar
hundrað ferðir um dagin.
Áðrenn eg vági mær at
hanga eitt plagg út á snór-
in ein leygardag seinna-
part, tá ið mesta ferðslan
er hasað av, taki eg ein
klút eftir snórinum, og
klúturin verður kolasvart-
ur. Hetta er luftin, vit
anda inn. Eg eri ikki
lækni, men hvussu munnu
lunguni hjá okkum síggja
út innan? Tað undrar meg
ikki sert, at einki orð hoyr-
ist frá heilsunevndini um
hetta.
Vit, sum búgva her,
tosa ofta um hetta óskil, ið
stendst av allar hesari
ferðslu, og fyri okkum er
tað, sum akfer og ferðsla
hava fyrsta rætt — fram
um vælferð og trivna hjá
fólki. Eg hugsi her serliga
um bernini, sum vaksa
upp í slíkum umhvervum
og fáa hesa dálkaðu
luftina niður í seg.
Ráðið fyri ferðslutrygd
ger eitt dygdargott
arbeiði fyri trygdina hjá
fólki, ið gongur. Men hitt,
at geturnar verða hildnar
reinar til eina og hverja
tíð, at bilar ikki koyra ella
standa osandi, at arbeiðs-
vognar ikki lata slóð av
mold og sandi eftir sær, er
tað ikki eisini vert at gera
nakað við. Eg haldi, tað er
ógvuliga umráðandi.
Elisabeth Andreassen
At tú kemur tær, Vilhelm!!
Alt síðani 1959, við und-
antak av árunum 1963-67,
hevur Javnaðarflokkurin
sitið við sosialmálum í
Tinganesi. Hetta hava
verið avbera góðar tíðir,
so vit lukkuvís hava kunn-
að givið okkara gomlu
eina hampuliga góða ellis-
rentu. Hetta hevur verið
gjørt saman við dønum. Í
hesi grein skal ikki kom-
ast inn á pening, tí tað
hóskar seg ikki.
Onki er at ivast í at
Javnaðarflokkurin hevur
spunnið atkveðugull av
hesum málseki. Men
sleppur ein ikki at endur-
nýggja seg, so armast
sevjan burtur, og soleiðis
varð við Javnaðarflokkin-
um í sosialmálum. Ábetur
á sosiallóggávuna hava
verið so sum so seinastu
árini.
Men tað er ikki langt
síðani at Vilhelm Johanne-
sen gjerdist landsstýris-
maður, har málsekini vóru
lógarmál, ídnaðarmál og
sosialmál.
Í ídnaðarmálunum
gjørdi hann eitt skrædl, og
fekk elmálið framt, við
hjálp úr tinginum. Men í
ellum hesum ølruduleikan-
um >gloymdi< hann sosial-
mál. Ella skuldu tey
kanska »gloymast« við
vilja, tá ið líkt var til at
val varð útskrivað? Okk-
urt skuldi jú brúkast til at
gjara út við uppundir val.
Og val varð gjarað hjá
Vilhelm.
Hann ók nærsagt á
hvørjari køksgått í Norð-
oyum og bað so benliga
um atkveður. Og væl
gekst. Slottið varð vunnið,
og nú var at fara í holt við
tey »gloymdu« sosialmál-
ini.
So skjótt sum nýggja
landsstýrið hevði tikið
við, og framlega var á
tingi, boðaði
javnaðarflokkurin frá
uppskoti um ábetur á
sosiallóggávuna. Og tað
var ikki hissini, sum har
kom fram. Fólkapensiónin
skuldi tvífaldast í hesum
ári. Alt var leyst og liðugt,
tað var bara at fremja
mál.
Men tá ið nú landsstýr-
ið fer at kanna málið er
ikki eitt klovið oyra sett
av á tí fíggjarlóg, sum
hansara landsstýri legði
fram!! Og ikki nokk við
tað. Hverki danska sosial-
málaráðið ella fíggjar-
málaráðið vistu av nekr-
um!!
Hetta uppskot javnað-
armanna minkaði nógv
um virðingina hjá flokkin-
um. Og tá, serliga hesin
flokkur, kastar torvmold í
eyguni hjá fólki, sum hann
heldur seg eiga.
Ymisk eru uppskotini,
sum koma á tingborð, men
hetta var ikki borðbart.
Til seinast ein áminning
til Javnaðarflokkin. Tað
er ikki negdin av uppskot-
um, sum telja, men dygdin
í teimum.
Sjúrður Samuelsen
Pauli Ellefsen, royn teg nú
Dimmalætting, saman við
Paula Ellefsen á odda,
skrivar, at fiskivinnusam-
ráðingarnar við EF vóru
so góðar fyri feroyingar,
at teir ikki sluppu at fiska
í EF sjógvi.
Jú, ein kann siga tað
uppá nógvar mátar. Eg vil
geva Paula Ellefsen eini
góð ráð. Ger ein verri sátt-
mála, so sleppa feroyingar
kanska aftur at fiska í
Grenlandi og Norðsjón-
um.
Men Pauli Ellefsen,
hvat ætlar tú at gera?
Stórir partar av okkara
fiskiskipum liggur við kei.
Tey hava onganstaðni at
fiska. Teir menn og teirra
familjur, sum hava havt
sítt dagliga breyð við hes-
um skipum, hava nú, tú
ert komin til stýrið, einki
lønandi arbeiði. Tey sein-
astu árini hevur Dimma
næstan hverja viku havt
stórt bílæt av tær, so alt
Føroya fólk kann síggja
hver tú var. Tú hevur
skrivað greinir, tú hevur
skrivað blød. Og øll hava
havt sama evnið. Kritiser-
að, sett niður á aðrar,
reypað um teg sjálvan, tú
kundi gjørt alt betri sjålv-
ur, bara tú komst til stýr-
ið.
Tú hevur sæð niður á
tær fiskivinnusamráðing-
ar, sum undanfarni
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
løgmadur hevur gjørt. Atli
Dam gjørdi altíð tað,
sum skeivt og ringt var.
Men hvat nú við tær sjálv-
um, Pauli Ellefsen? Alt
Feroya fólk hyggur at tær
nú. Øll tosa um teg. Atli
Dam kláraði við sínum
fiskivinnusamráðingum
at hava ell skipini gang-
andi í vinnu. Hvar eru val-
lyftini nú? Alt tað skeiva
og ringa, sum tú skuldi
broyta. Tú skuldi fáa Før-
oyar upp á fót aftur. Tú
skuldi skaffa nótabátum
sild aftur í Norðsjónum í
kraft av ríkisfelagsskapin-
um. Tú skuldi skaffa trol-
arunum tosk aftur í Grøn-
landi í kraft av Danmark.
Og mang, mangt annað.
Men hvar er nú alt hetta?
Tú kann gera eitt. Fara til
Óla Breckmann og fáa
hann at skriva í Dagblað-
num, at alt hetta er kortini
avbera gott, sum tú hevur
gjort. Hann klárar tað
væl. Hann kundi enntá fáa
Eiler Jacobsen at úttala
seg, at Islands-såttmålin
var sera góður, sjálvt um
Eiler onga lodnu fekk,
ongan svartkjaft fekk í Ís-
landi. Óli Breckmann fekk
eisini Eiler at siga, at EF-
sáttmálin var fínur, sjálvt
um Eiler onga sild fekk,
ongan makrel, ongan bris-
ling, ongar rækjur í Gren-
landi. Men sáttmálin var
kortini góður. Alt kláraði
Óli Breckmann. Pauli, tú
kanst eisini halda fram,
sum tú ert vanur, at skilda
uppá aðrar og siga sum
drongurin segði við
mammuna: Góða mamma,
tað var ikki eg,
dreingirnir, sum
meg.
men
fýrdu
sjómaður, sum hevur
havt sítt livibreyð
við 60 tonsara
Síða 7
Soleiðis var sam-
bandsflokkurin
fyri eg minnist
Nú ein dagin las eg í ein-
um blaði, at ein fram-
standandi sambandsmað-
ur hevði ynskt eftir, at tað
var sum í gomlum degum,
tá ein ovnur stóð í legting-
inum, tí so kundu uppskot
frá javnaðarflokkinum til
at beta um tær veitingar,
sum fólka-, einkju- og av-
lamispensionistar fáa,
verðið beind í henda ovnin
og brend.
Eitt slíkt úttalilsi fær
tað at renna kalt niður
eftir rygginum, av tí at eg
minnist aftur á tíðina í
1930- og 1950-árunum. Eg
eri nú komin so mikið til
árini, at eg upplivdi ta tíð-
ina, og eg minnist, hvussu
sambandsmenn og aðrir tá
umtalaðu tær royndir,
javnaðarmenn gjerdu fyri
at beta um lívsmeguleik-
arnar hjá gomlum, einkj-
um, faðirleysum og sjúk-
um.
Eg vil biðja eftir, at
slíkar tíðir ikki koma aftur
í Feroyum fyri tey, sum
ikki sjálvi kundu forvinna
til lívsins uppihald.
Tey, sum ung eru í dag,
eiga tí at fáa at vita, at um
Feroya fólk við valið í
1958 ikki hevdu givið
sambandsmonnum og
eðrum ein hvekk, soleiðis
at javnaðarflokkurin tá
fekk so stóra undirteku
millum veljararnar, tí
hann vildi fremja grund-
leggjandi broytingar í so-
siallóggávuni, so hevdu
aðrir neyvan nakrantíð
gingið við til at gjøgnum-
føra tær tilætlaðu broyt-
ingarnar.
Tað skal sigast, at aftan
á valið í 1958 kom sam-
bandsflokkurin at samar-
beiða við javnaðarflokkin
og varð soleiðis kroystur
til at vera við til at fremja
teirri nýskapan í sosisal-
lóggávuni, sum javnaðar-
flokkurin kravdi. Men tá
eg nú síggi hetta úttalilsið
frá einum sambands-
manni á tingi, um at
brenna uppskot hjá javn-
aðarmonnum, tí teir vilja
hjálpa teimum gomlu,
einkjum, sjúkum o.e., so
er tað, at eg má spyrja
meg sjálvan, er tann gamli
sambandsandin frá 1930
og 1950-árunum aftur
settur í hásæti hjá teirri
nýggju sambandsmann-
ingini á tingi, nú teir aftur
eru komnir í hóslag við
fólkaflokkin og hin gamla
sjálvstýrisflokkin.
Ein eldri kona á bygd
Fantastiska
Dagny!
Aftur ein mentunarlig
gullperlugrein úr hond
tínari!
Bert spell, at tú ert tann
einasta, ið hevur funnið út
av, at hóast tíðir og eldir
renna, so nýtist sangur,
tónleikur og onnur ment-
unarvirði ikki at broytast.
Púra rætt hevur tú í at
sangir teirra nytta einki —
man »skakast« av orðun-
um! Tað er annað ment-
unarvirði í okkara sangum
— t.d. hin »ein indi — tveir
indi — tríggir indianarar,
fýra indi fimm indi«
0.S.V tú minnist nokk!
hann endar við >10 indi-
anarabørn« — man merkir
hvussu orðini „seta seg
fest í sálina og geva
upplivilsi«.
Latið okkum fáa fleiri
tílíkar — og so geva vit
Dagny bókmentavirðislen
fyri 1981.
jr
3815 Strendur
Føroysk
måling
P. F. Måling