Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Arne Kittelsen, stjóri á fiskaalistød í Noregi: Neyðugt við størri alistóðum i Foroyum enn teimum í Noregi — um tit skulu framleiða fleiri túsund tons um árið Í síðstu viku vitjaði norð- maðurin Arne Kittelsen í Feroyum, har hann helt fyrilestur um fiskaaling í Noregi og eisini hevði fund við landsstýrið og umboð fyri Fiskirann- sóknarstovuna um út- byggingina av fiskaali- vinnuni í Føroyum. Arne Kittelsen er eitt av teimum kendu nøvnun- um innan fiskaaling í Nor- egi. Hann hevur hesi sein- astu 15 árini arbeitt á ymsum royndarsteðum við fiskaaling. Í letuni er hann leiðari á royndar- steðini í Sunndalsera, har teir í nógv ár hava havt til endamál at finna fram til fisk, sum er best egnaður at ala í fangilsi. Finnið plássini til fiskaaling Blaðmaðurin hjá Sosialin- um hitti Arna Kittelsen, áðrenn hann fór aftur til Noregs leygarmorgunin. Uppá fyrispurning, hverjir meguleikar eru fyri fiskaaling i Føroyum, sigur Arne Kittelsen, at teir eru góðir, men hann metir teir ikki vera eins góðar sum í Noregi. Har eru nógv fleiri pláss, sum eru egnað at reka fiskaal- ing. — Eg vil tí mæla tykk- um til beinanvegin at finna fram til tey plåss, sum kunnu brúkast til fiskaaling. Her hugsi eg bæði um aling í feskum vatni og á sjónum. Í dag eru umleið seks alisteðir í gongd í Feroy- um. Arne Kittelsen held- ur, at vit eiga at brúka royndirnar hjá hesum fyrstu alistødunum sum grundarlag fyri, hvussu henda vinnan skal út- byggjast í framtíðini. Steddini millum 100—500 tons Hvat viðvíkur steddini á alistødåunum á sjónum, heldur Arne Kittelsen, at mugu vit bíða at leggja hana í eina fasta legu, til vit kenna úrslitini á teim- um fyrstu royndarsteðun- um. Í fyrilestrinum á Deb- esartrød seinasta hóskveld greiddi Arne Kittelsen m.a. frá, at norð- menn kunnu ikki byggja alt ov stórar alisteðir. Hetta er ásett við lóg, sum m.a. sigur, at alisteðirnar á sjónum mugu í mesta lagi rúma 5000 m', tvs. at alalst kunnu eini 50 tons. Tað verður gjert fyri at spjaða nógvar alisteðir kring alt landið. Hetta er liður í einum tilrættis- legdum bygdamenningar- politikki. Uppá fyrispurning, um feroyingar skulu brúka norsku lógina um stedd á alisteðum til fyrimynd, sigur Arne Kittelsen, at tað er ikki rætt at saman- bera í hesum ferinum, tí tað eru avmarkaðir møgu- leikar í Føroyum til aling. — Skulu tit kunna fram- leiða fleiri túsund tons av alifiski, so mugu steðirnar vera lutvíst stórar. Eg meti sjálvur, at tær koma at liggja millum 100 og 500 tons hver. Nógvar smolt- steðir Tá vit tosa um fiskaaling, so eru tveir hevuðstættir í hesi vinnu. Fyrst er tað kleking, startfóðring og fóðring til smolt, sum er í feskum vatni, og síðani er tað sjálv alingin á sjónum. Arne Kittelsen arbeiðir Nógv fólk var komið út á Debesartreð at hoyra fyrilesturin hjá Arna Kittelsen um fiskaaling í Noregi. Í mannamúgvuni eru eisini fyrrverandi rækjupionerar innan tann fyrsta táttin. Hann hevur verið við til at selja feroyingum fyrstu sendingarnar av laksa- rogni. Tað er hetta rognið, sum í dag er klækt og gongur í hyljunum kring landið. Arne Kittelsen heldur, at vit eiga at útbyggja við fleiri smoltsteðum. Hann er ikki í iva um, at fer- oyingar sjálvir verða ferir fyri at framleiða tað smolt, sum brúkast skal í Feroyum. — Tit eiga ikki at hava nakrar fáar stórar smolt- steðir. Men harafturímóti byggja fleiri — kanska einar 6 til 7 smoltstødir runt kring landid. Vandin vid at hava bert eina ella tvær smoltstødir er tann, at kemur sjúka, so verður grundarlagið tikið undan allari alingini. Almenna — privata! Arne Kittelsen heldur ikki, at allar smoltsteðirnar eiga at verða riknar av tí al- menna. — Tað er at leggja alt ov stóra ábyrgd á for- oyska statin, um tað al- Arne Kittelsen, stjóri á royndarsteðini í Sunndalsere: — Eg eri sannførdur um, at fiskaaling er ein vinna, sum hevur framtíð í Føroyum. Hóast meguleikarnir ikki eru so nógvir sum í Noregi, so hava tit góðar umsteður — eitt nú er feska vatnið hjá tykkum nógv betri enn okk- aral menna einsamalt skal reka smoltstødirnar. Smolt- steðirnar skulu verða rikn- ar av privatum, men tað almenna eigur at hava ein- ar tvær tílíkar steðir — eina við Áir og eina á Sundi — har serliga tær fyrstu royndirnar skulu verða gjerdar. Arne Kittelsen sigur víðari, at tað almenna — í hesum ferinum Fiskirann- sóknarstovan og PÍf Fiskaaling — skulu hava eftirlit við, hvat rogn kem- ur til landið fyri at fyri- byrgja meguligum sjúk- um. Keldan við Áir gull verd Um klekistødina, sum verður bygd við Áir, sigur Arne Kittelsen, at hon hevur ómetaliga stóran týdning fyri framleiðsluna av m.a. laksayngli, tí han fær ókeypis heitt vatn frá eini keldu nakað omanfyri vegin við Air. — Hon er gull verd fyri tykkum. Tit eiga somu- leiðis við boringum at kanna, um grunnvatn er, sum hevur sama hega hitan, sum nevnda kelda. Keldan talan er um er 15%. Nú verulig gongd kem- ur á framleiðslu av laksa- yngli bæði við Áir og vón- andi skjótt á Sundi eisini, kunnu framleiðast fleiri milliónir fiskar, sum síð- ani skulu fóðrast til smolt (smolt merkir, at laksurin kann sleppast á sjógv og fóðrast víðari). Brúkið vetnini Arne Kittelsen vísir á, at aftaná at fiskurin er start- fóðraður á Sundi og við Framhald á síðu 12 er Aftaná fyrilesturin vóru tað aðrir, sum tóku um endan og »suppleradu«. Her er tað Knút Nolsøe, id tosar vid næmingar í Hoydølum. Teir hava valt at gera uppgávu um fiskaaling