Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN FM i borðtennis: Piltarnir gera um seg í eldru deildunum Piltaleikararnir í borðtennis gera vart við seg í eldru deildunum. Petur Niclassen úr Fram gjørdist føroyameistari bæði í pilta- og dreingjadeildini. Næstseinasta vikuskifti vóru .einstaklingakapp- ingarnar í piltadeildini leiktar. Í einmansleiki varð leikt í bólkum og komu bert vinnararnir úr hverj- um bólki víðari í kapping- ini. Kappingin fór nú fram eftir >cup-háttinum“, t.v.s. at leikari, ið tapir dyst, missir víðari lut- tekurætt í kappingini. Í semifinaluna komu Finnbjørn Zachariassen, Streymur, Oluf Morten- sen, TBF, Gunnar Djur- huus, H71 og Petur Nicla- sen, Fram. Medan Finn- bjørn uttan stórvegis trupulleikar, vann semi- finalu sína móti Oluf við 3—0, gjerdist hin semifin- alan millum Gunnar og Petur avbera spennandi. Gunnar vann bæði tey fyrstu settini, men í triðja setti fekk Petur veruligt lag á leik sín, og kom nú vend í. Petur vann henda góða dystin 3—2, og tryggjaði sær harvið finalupláss móti Finn- bjerni. Hevdi tað verið trupult hjá Peturi at koma í fin- aluna, so tóktist tað hon- um heldur lætt at vinna finaluna og feroyameist- araheitið. Petur leikti tryggan, góða og róligan leik, og hevði hann als ongar trupulleikar at ogna sær fyrsta meistaraheitið sítt. At tað júst vórðu Finn- bjørn og Petur, ið komu í finaluna, høvdu mong væntað frammanundan, tí í liðkappingini, ið hevur verið leikt allan vetur við úti- og heimadystum, eru tað júst hesir báðir, ið hava staðið seg best. Streymur — við í fremra endanum Ítróttarfelagið Streymur úr Hvalvík/Streymnesi hevur ikki nógv ár á baki, men longu nú hevur felag- ið í fleiri ítróttargreinum gjørt vart við seg í fremra endanum. Innan yngru deildirnar í fótbólti hevur felagið roynst væl; felagið er við í talvkappingini og er nú eisini veruliga farið at gera um seg innan borð- tennis. Ikki bert í einmansleiki gjørdu Streymur og Finn- bjørn vart vid seg, men so sanniliga eisini i tvimans- leiki. Kappingin i tvimans- leiki varð fyriskipað eftir »cup-håttinum« og í final- una komu Rói Årting og Dia Midjord ur Fram og Finnbjørn Zachariassen og Jákup Hansen úr Streymi. Meðan finalan í ein- mansleiki = ikki hevði roynst Finnbjerni væl, so gekk betur hjá honum og Jákupi í tvímansleiki og vunnu teir tryggan 3—0 sigur og harvið feroya- meistaraheitið. Luttóku í dreingjadeildini Leygardagin vórðu so ein- staklingakappingarnar í dreingja- og unglinga- deildini leiktar í Komm- unuskúlanum í Havn. Einamest knýtti spenn- ingurin seg at, hvussu teir báðir, Petur og Finnbjern fóru at standa seg í ein- staklingakappingini í dreingjadeildini, ið teir jú hevdu vunnið sær luttøku- rætt til leygardagin frammanundan. Væntad var, at teir fóru at roynast væl í kappingini, og at onkur teirra meguliga eis- ini hevði meguleika at koma so langt í kapping- ini, at hann kundi tryggja sær rætt at leika í kapp- ingini í unglingadeildini. Og langt komu teir eis- ini í kappingini, ja, Petur kom enn einaferð so langt at hann slapp ikki longur fram í hesi deildini. Petur prógvaði, at sjálvt um ein »bert« hevur aldur at leika í piltadeildini, ber væl til at klára seg í eldri deild eisini. Petur vann nevniliga eisini feroyameistaraheit- ið í einmansleiki í dreingjadeildini. Streymur og H71 Í tvímansleiki sæst skilligt prógv fyri, at ikki er neyðugt at vera limur í stórum ítróttarfelag fyri at gera seg galdandi innan borðtennis. Tað er jú so, at væl ber til at íðka borðtennis í øll- um teimum feroysku bygdunum at kalla. Ikki er neyðugt at vera meira enn tríggir-fýra leikarar á hverjum liði, og haraftur- at er ítróttargreinin ikki ein av teimum, ið krevur stórar figgjarligar iløgur á hverjum ári. Sjálv byrj- unarílegan er kanska held- ur stór hjá lítlum felagi — ella bygd — tí veruliga gott borðtennisborð og góð batt eru heldur dýr, men um ein vandar sær um lutirnar, kunnu ganga nógv ár, áðrenn nýggjar iløgur krevjast. Tá skúla- hølid, ið væl ber til at nýta til borðtennis, er í hverjari bygd og hesi, uttan iva, fáast fyri lítið og lætt frá bygda- og skúlamyndug- leikunum, er einasta veru- liga afturvendandi út- reiðsla, keyp av nýggjum bóltum — tó kann ikki noktast, at borðtennis- bóltar hesi seinastu árini eru vorðnir í dýrara lagi, í hvussu er í mun til stedd- ina. Og tað vórðu leikarar úr smáum feløgum, ið komu í finaluna i tvimansleiki i dreingjadeildini. Felegini eru kanska smá, tá hugsað verður um íðkandi limir, men innan borðtennis í yngru deild- unum mugu tey nú teljast millum tey »størru«. Finaluluttakararnir vórðu Árni Ellefsen og Framhald á síðu 15 Mansunglingalandsliðið. Húkandi frá vinstru: Óli Samuelsen, Fleyr, Torkil á Steig, FS, Tummars Óli Mortensen, Fleyr, liðleiðari og Dánjal Pouli Mohr, Fleyr. Standandi í miðjuni, frá vinstru: Bjarni Joensen, Mjelnir, Jóhannes Ejdes- gaard, Fleyr, Bjarki Ellefsen, Fleyr, Sonni Johansen, St. ÍF og Jákup Reinert, venjari. Aftasta rað frá vinstru: Eyðstein Jensen, Fleyr, Hans Mikkelsen, FS, Niclas Joensen, Fleyr og Jens Christian Hansen, Fleyr. Fyra landsdystir í flogbólti millum Føroyar og Ísland verða leiktir í Før- oyum komandi vikuskiftið. Tveir av dystunum verða millum kvinnulandsliðini, meðan hinir báð- ir verða millum mansunglingalandslidini. Fyri fyrstu ferð verður landsdystur í flogbólti leiktur í Suðuroy, tá báðir teir fyrru dystirnir, ið verða leiktir friggjakvøldid, verða leiktir í ítróttarhollini í Vági. Fyrri dysturin byrjar klokkan 18 og er hann mill- um kvinnulandsliðini, meðan seinni dysturin, mansunglingadysturin, byrjar beint aftaná loknan kvinnudyst. Leygardagin verður leikt í ítróttarhellini i Havn, men verður raðfylgj- an á dystunum tá broytt. Mansunglingadysturin byrjar klokkan 18, meðan dysturin hjá kvinnunum byrjar aftaná at dysturin millum mans- unglingaliðini er liðugtleiktur. Spennandi verður nú at síggja, hvussu foroysku liðini fara at roynast, men sjáldan hava vónirnar verið bjartari — í hvussu er millum foroysku leiðararnar — um heiðurlig úrslit, enn á hesum sinni. Feroyska kvinnulandsliðið. Fremstra rað frá vinstru: Sunneva Jacobsen, Fleyr, Marjun Mortensen, Mjølnir, liðleiðari, Maria Johannesen, FS og Anna Gásadal, Fleyr. Miðraðið frá vinstru: Heidi Hansen, Fleyr, Birita Weihe, Mjelnir, Andrea Sivertsen, SÍF og Maria Sólheygg, Mjølnir. Aftasta rað frá vinstru: Laila Jacobsen, FS, Katrin Hejgaard, Fleyr, Finn- gerð Sólbjerg, Melnir Mjelnir, og Jacoba Hansen, SÍ.