Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 úr Suðuroynni Sumbingar sterri áhuga fyri hondbólti Orsøkin: hollin í Vági og C-HM Av tí sumbingar nú hava høvi at fara til Vágs at síggja góð- ar hondbóltsdystir, m. a. heimsmeist- arakapping, er áhugin fyri hesi ítróttargreinini vak- sandi, kemur fram í hesi greinini um Sumbiar Itrottar- felag. Smádreingirnir spæla í Dania Cup. Felagið fær skifti- rúm í summar og Tveir skemti- ligir tímar í Kollafirði — og í Hvalba Hóast onki navn fylgdi við hesum ummælinum, sum vit fingu við post- inum mikudagin, seta vit tað í blaðið. Tað kann neyvan skaða nakran. Í letuni verður skemti- leikur framførdur í Bygdarhúsinum í Kollafirði. Leikurin, ið er í trimum pertum, er skrivaður av Arnold og Bach. Leikir av somu rithevundum hava verið framferdir her á landi fyrr. Hesin leikur er einki undantak, hvat inni- haldi og leikkynstri viðvíkur. Alt tykist vera ein ógreiðilig flokja, við manni og konu, leysingabarni, foreldrum, verforeldr- um, lygnum og veru- leikum, veikleikum og styrki, falsi og rætt- skafni, stívrendni og viðeiriligheit o. s. fr. Trupulleikarnir, ið stinga seg upp, sum leikur líður, fyrikoma tær óloysiligir, men sum í lívinum annars verður alt lekt og loyst av tíðarinnar tonn og lívsins sannroynd. Leikurin er torferur at spæla, men tað kanst tú ikki merkja á teim leikandi, ið øll klára sín leiklut sera væl. Veteranurin á palli í Kollafirði Ásla Geyti, prýður altíð um ein pall við sínum leikgávum. Debutanturin Andra Joensen, ið hevur ikki so stóra rollu í hesum leikinum, vísti, at hon eigur framtíð innan leiklistina. Leikararnir hava lagt stórt arbeiði í henda leik, tjald, klæði og ikki minst venjingina, og tað kann við vissu sig- ast, at hetta arbeiði er eydnast teimum sera væl. Slekk sjónvarpið, fær til sjónleik og ynn tær ein skellilátur í Kollafirði. Og vit kunnu skoyti uppí, at leikurin Óðalsarvingin verður sýndur í Royn- høllini í Hvalba í dag kl. 17 og 20. Atgongumerki kunna bíleggjast á tlf. 75061 millum kl. 13—16 í dag. dómaraspurningur- in verður væntandi loystur Sumbiar Ítróttarfelag hevur í ár meldað tvey lið til landskappingina í fót- bólti. Tey bæði liðini eru eitt 3. deildarlið og eitt smádreingjalið. Jonhard Poulsen, for- maður í felagnum, sigur í viðtali við Sosialin, at í fjør heyst søkti Sumbiar Ítróttarfelag eftir venjara til fótbóltin. Levi Niclasen úr Hvalba sekti og varð settur. Hann byrjaði venjing- ina hálvan februar og fer at halda áfram kappingar- árið ut. Vant verður tríggjar ferðir um vikuna, og uppmetingin er sum heild góð. — Og vit eru sera væl nøgdir við venj- aran, sigur Jonhard. Sumbiar Ítróttarfelag ætlar at gera eina uttan- landsferð í summar. Leiðin gongur til Dan- markar, har smádreingja- liðið skal luttaka i- Dania Cup, sum verður í degun- um 6. til 12. juli. Spurdur um, hvussu fel- agið klárar seg figgjårliga, sigur Jonhard Poulsen, at í fjør høvdu teir eitt hall upp á 30.000 krónur. Tó eigur felagið nakað av peningi, ið er fingin til vega við basarum, dunnu- spelum og dansi, meðan tann minsti parturin kemur inn við selu av at- gongumerkjum til dyst- irnar. Byggja skiftingar- rúm Kommunan hevur ikki stuðlað felagið fíggjarliga, men nú hevur hon játtað, at bygd verða tvey skift- ingarrúm afturat skúlan- um. Hesi rúmini skal ítróttarfelagið kunna brúka, og ætlanin er, at tey skulu vera liðug at taka í brúk nú, tá kapp- ingin fer at byrja. Fótbóltsvellurin í Sumba er nýggjur, hann varð liðugtgjerdur í de- sember 1974 og varð tikin í brúk á sumri 1975. Vell- urin er avbera góður at spæla á og hevur altjóða mát. Vellurin verður eisini brúktur til hondbóltsvenj- ingar og dystir. Emma Lisberg, sum vit hava tosað við um hondbóltin, sigur, at felagið hesi sein- astu árini hevur luttikið í summarkappingini í hond- bólti. Eisini í ár eru fleiri lið meldað til. Sumbiar Ítróttarfelag hevur ikki havt umsteður til at luttaka í vetrarkapping- ini. Við tað at eingin fim- leikarhøll er í bygdini, fer øll venjing fram uttan- dura, og hetta letur seg sjålvsagt ikki gera vetrar- hálvárið. Fara á dómaraskeið Í Sumba sum í so mongum eðrum bygdum sýnist áhugin fyri fótbólti vera væl sterri enn fyri hond- bólti. Tó tykist tað, sum ein lítil broyting er komin í, síðani vágbingar fingu ítróttarhell. Hevi hevur verið at sæð nógvar góðar dystir — og serliga C-H M kappingin í fjør hevur verið við til at økja um áhugan fyri hondbólt- inum. Venjarin hjá liðinum í ár, Poulsen, sigur: kvinnu- tannvå Her suduri hava vit somu trupulleikar sum onnur lið í suðri. Vit standa alt ov ofta við ongum dómara, men vónandi verður bett um hesi viðurskifti, nú fleiri hidani úr bygdini ætla sær å démaraskeid i Vågi um månadarskiftid. Sumbiar Ítróttarfelag telur um 100 limir. 8... % Heilsumidstødin í Vági: Ongir pengar — arbeiðið steðgað Arbeiðið upp á heilsu- miðsteðina í Vági hevur ligið stilt síðani frammanundan jólum. Orsekin til arbeiðs- steðgin er, at fíggingin ikki var í lagi. Býráðsformaðurin í Vági váttar, at hetta er rætt. Arbeiðið var frá byrj- an ikki nóg væl fyri- reikað, eins og tað verður væl dýrari enn av fyrstan tíð mett. Men málið er nú komið so nær eini loysn, at farast kann aftur til arbeiðis beinan vegin. Pengar eru fingnir til vega, í minsta lagi so mikið, at læknaviðtalu- helini kunnu gerast liðug og takast í nýtslu fyrru helvt av apríl. Arbeitt verður nú við at útvega írestandi fígging, so at gjerligt verður at taka alt húsið í nýtslu einaferð í summar. Sunnudagsskúla- børn avloystu deknin Seinasta sunnudag var barna- og familjuguds- tænasta hildin í Vágs kirkju. Bjarni Bæk, sigur, sóknarprestur, at vanligt er, at skipað verður fyri slíkum gudstænastum eina ella tvær ferðir um árið. Hesaferð kann sig- ast, at gudstænastan var sermerkt av ti dámi, hon bar av til- knýti sínum til »år teirra brekadu«. Meðan sóknar- presturin helt prædi- kuna, gjørdu sunnu- dagsskulabørn ta van- ligu deknatænastuna, eins og barnakórið við Vágs kirkju luttók við 1. Ei líkist mær hver alvi, sum borin er í verð. Alt Gud tó hevur skapað — ófatuligt tað er. 2. Tað berast bern í heimin hvers evnir eru smá. Um tilkomin tey verða, tað er bert uttaná. 3. Tað berast bern í heimin av sjúku illa nívd. Tey stíga ei av beði, og Gud er teirra lívd. 4. Tað eru børn, hvers eygu ei hóma fjallatind, sjålvt ikki sólarglæmu, tí at tey eru blind. Avreiðingar í seinastu viku: Polarfrost: pund Bláfossur ....... 214 Birita .......... 1850 Birita .......... 2954 Diana .......... 172 Diana .......... 318 Diana .......... 124 Fimmbreður .... 2214 Fimmbreður .... 4186 Marita ......... 3316 Marita ......... 836 sangi. Talvan gekk til frama fyri brekað bern — inn komu 3.500 kr. Tað, sum setti sín serliga dám á gudstæn- astuna, var sangurin eftir Dorte F. Larsen, sum Niels Petur Nol- see, lærari í Vági, hevði týtt til dagin eftir áheitan frá sunnudags- skúlanum. Ein framúr- skarandi týðing. Við einfaldum og liv- andi máli megnar hann stak heppisliga at lýsa verð teirra brekaðu og ikki minst skyldur okk- ara og ábyrgd í hesum sambandi: 5. Tað eru børn, hvers oyru Ei heiðafugla songur 6. Eg veit, at tú tey elskar tey eru skept av tær. Tey læa og tey gráta, sum onnur bern við mær. 7. Eg síggja kann og hoyra og leika lætt í lund. Eg takki tær mín Harri alt fyri hverja stund. 8. Olli brekað børn á foldum, tey eru børn sum eg. Gud sum alt hevur skapað, lat leika tey og meg. Marita .. 1792 Múlatangi ..... 6244 Múlatangi .. 8494 Nólsoyar Páll . 314 Ogvin ..... 306 Saturn . 6670 Sylvia 3672 Sylvía ...... 2164 Trýdrangur 22598 Polarborg 1 ..... 171562 Polarborg 2 . 170206 Ørnin . 1890 Ørnin 1160