Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalættjng Lýsingar: Uppseting: Prent: Soltin tingseta BORGARLIGA landsstýrið hevur skjótt sitid í tríggjar mánaðar. Hetta eru helst teir soltnastu mánaðarnir hjá løgtinginum í mong mong år. Á TINGFUNDI hósdagin, varð bidad eftir løgmanni, sum landsstyrisins vegna skuldi leggja mál fram. Tá løgmadur umsidir kom og fekk orðið til framløgu, byrjaði hann við at siga, at hann hevur stóra virðing fyri sínum arbeiðsgevara, nevniliga løg- tinginum. ORSØKIN TIL, at løgmaður var ov seinur niðan í tinghúsið, var ikki tann, at hann hevði ov lítla virðing fyri ting- inum, men tann, at seinnapart hósdag hava løgmadur og landsstyr- ismennirnir fasta viðtalutíð í Tinga- nesi. Tingformaðurin svaraði løgmanni, at tað var landsstýrið sjålvt, sum gjørdi av, nær tað vildi leggja mál fram, og vildi hann mæla landsstýrinum frá at leggja mál fram hósdag. ANNARS IVAST vit storliga í, hvussu tað er við virðingini, sum landsstýrið og samgongan hava fyri løgtinginum, tá hugsað verður um, hvussu ting- menn í nærum tríggjar mánaðar hava ferðast til og úr Havnini, uttan at teir hava fingið nakað frá landsstýrinum at arbeiða við. Nú í langa tíð hava tingmenn verið í Havn á einum fundi fyrst í hvørjari viku. Síðani eru teir sendir aftur til hús og eru bidnir um at koma aftur til ein fund seinast í vikuni. VID UNDANTAK av teimum mål- unum, sum javnaðarflokkurin og and- stødan hava lagt fram, og so teimum fyrispurningunum, ið eru komnir um landsstýrið til løgtingid frá ríkisum- boðnum um, annaðhvgrt ávísar danskar lógir skulu setast í gildi í Før- oyum ella ikki, hava so fá mál verið á tingi, at tað neyvan hevur givið løg- tinginum arbeiði í meira enn eina viku. UM TANN PARTIN av vetratingset- uni, sum er farin, kunnu vit bert siga, at higartil er talan um eina ta solt- nastu tingsetuna sum fólk, eisini eldri fólk, minnast. Idolið rustar Ein av fyrimyndunum hjá Óla Breckmann og hansara sterkt hegra- venda fólkaflokki er Margareth Tatcher og konservativi flokkur hennara í Bretlandi. Ferð eftir ferð er the iron lady — jarnkvinnan ella stálfrúan — hildin upp fyri feroyingar, sum ein fyrimynd. Soleiðis sum hon og hennara skurvblanding av deka- dentum aðalsmonnum, flekkutum stjórum og forblindaðum aftur- haldsfanatikarum hava handfarið tað økono- miska, sosiala og poli- tiska lívið í Bretlandi, skal sannur konserva- tivur politikkur vera. Hvat er tað so fyri politikkur, ið henda stál- frúa og hennara flokkur hava ført nú í nærum tvey ár? Hvussu sá hennara alternativ út — hetta alternativ, sum Dagblaðið hevur prísað í tíð og ótíð? Og hvat er úrslitð av hesum politikki i dag? Innihaldið í hesum politikki, var í stuttum hetta, at fakfelegini skuldu knasast, tær sosi- alu veitingarnar skerast niður, prísirnir hava frítt at fara, meðan lenirnar skuldu haldast niðri, út- reiðslurnar til hernaðar- dubbingina skuldu økjast og alt almennt virksemi annars setast niður. Hesin politikkur, ið sum vituligt er, byggir á Chigagoøkonomin Fried- mann og hansara bú- skaparligu jungluteoriir, var sum øll minnast treytaleyst fagnaður av Dagblaðnum og stavna- manni fólkaflokksins Óla Breckmann. Úrslitið av hesum poli- tikki liggur nú klárt fyri ollum, sum t. d. greitt frå í útvarpinum og í bretsku og amerikansku pressuni. Hetta úrslit vísir eitt arbeiðsloysi, sum er tað stersta síðan kreppuárini fyri annan heimsbardaga. Harnæst sæst, at livikorini hjá tí vanliga bretanum ongantíð í friðartíð hava verið so vánalig. T. d. tók stálfrúan mjólkina SOSIALURIN við- merkingar frá skúlabernunum í teimum blóðfátæku byarpørtunum. I mongum førum var henda mjólkaransón ein- asta trygd fyri, at fá- tækrabørn kundu fáa nakað gott í beinini. Av eðrum fylgjum kunnu verða nevnd at ein partur av fakfelagsvirk- seminum nú er kriminali- seraður, at skattatrýstið á tann vanliga lentakar- an er munandi harðnað. Síðst men ikki minst er at nevna, at samfelags- búskapurin sum heild er munandi verri fyri, enn hann var, meðan arbeið- arastjórnin ráddi. Infla- tiónin er sterri enn nak- rantíð, uttanlandaskuld- in vaksandi og vinnu- lívið klárar seg verri og verri mótvegis t. d. týskum og japanskum konkurrentum. Í hesum sambandi eigur at vera mint á, at formaðurin fyri bretska arbeiðsgev- .rafelagnum herfyri í sjónvarpinum upplýsti, t hann inniliga vónaði, at Tatcherstjórnin ikki náddi at oyðileggja alt Nú er at hugsa seg um Loyvið mær at seta hetta í blað okkara. Tað má sannast, at tíðin gongur skjótt, og at tíðin broytist nógv. Sum fólk verður eldri kundi ein rokna við, at tað bleiv klókari, sum erfaringarnar geva teimum; men tað er nógv man undrast á. Hava vit ikki eina and- steðu á tingi í dag? Duga hesir menn ikki at síggja, at Pauli Ellefsen ikki er sína uppgávu vaksin sum løgmadur? Fyri okkum smáu í samfelagnum, sum einki formáða uttan at royna at seta krossin til hvert tal við tann mannin vit rokna við vil gera sítt besta og er egnaður, sær tað út sum Pauli Ellefsen ferir okkum út á streyma- sjógv, so vit fullkominliga missa mótið. Okkum tykir tað sum Pauli Ellefsen ikki er sína uppgávu vaksin, og tað hevur hann prógvað fleiri ferðir. Kann andstaðan ikki seta eitt misálitisupp- skot fram á tingi, so vit kunnu fáa nýval? Ella skal nú alt Feroya fólk fáa at fela hvat tað vil siga, at bert teir, sum nú eru væl fyri, skulu fáa meir, og tann meinigi maðurin gjalda gildið. Hví er tað soleiðis? Hví er tað so, at ríkmenn yvir- hevur skulu fáa loyvi til at vinna so nógvan pening — finna ymisk hol í lógini, so teir eisini sleppa undan skatti. Peningurin teir vinna kemur ikki okkum vanligum fólki til góðar. Hesin peningur verður í mongum førum goymdur i utlendskum bankum. Ein skuldi trú, at her á landi átti at verið pláss fyri okkum ellum, men so er ikki. Ongantíð hevur mær dámt Tjóðveldisflokkin, tí eg havi hildið, at ov lítið hald er í tí hann setur út í kortið, men grein heur hann kortini í sínum máli. Tá ein hugsar seg um stendur á. Vit í Feroyum hava ikki hetta so nær at okkum, tí vit liggja so avsíðis. Men vit gera ein fiskisáttmála fyri og annan eftir, hvar vit loyva risalondum at koma her at fiska, ímóti at vit fáa eitt lítið sindur frá teimum. Men tá tann dagur kemur, tá hesi risa- londini hava fiskad alt upp, hvar sleppa vit tá at fiska, tá vit einki hava at lata afturfyri? Var tað ikki betur um vit sjálvir fiskaðu tað stovnurin kann tola. Kanska Grønland kundi loyvt okkum fiskiskap, við tað at føroyingar hava hjålpt grønlendingum, vid at læra teir at fiska Gomlu føroyingarnir løgdu stórstan dentin á at rættvíst skuldi býtast, og tað hevur tí eisini verið í hestu semju, at teir fisk- aðu undir Grenlandi. Teir legdu nógv fyri, men fingu eisini væl burturúr. Vit kunnu eisini minn- ast aftur á seinra heims- bardaga hvussu feroy- ingar fluttu fisk til Ong- lands. Hetta var vandafull sigling og mangir komu ikki aftur. Tá var tað Churchill segði, at hetta skuldi = ongantíð vera gloymt føroyingum. Men hvat er so i dag? Flestu lond siga seg vilja hjålpa okkum úr truplu stødu okkara uttan Ongland. Har er blankt nei. Hjå okkum er einki annað at gera enn at royna at finna nýggjar vinnu- vegir og innflyta minst meguligt. Eitt nú eplir kundu vit sjálvir velt. Ikki skuldi verið neyðugt at bretskt vinnulív, áðrenn Labour kom til ræðið aftur. Hann skoytti uppí, at hann sá onga aðra bjarging fyri bretskan búskap, uttan eina arbeiðarastjórn! Nú veit eg ikki um eitt slíkt úttalilsi er nakar heiður . fyri = arbeidaraflokkin, men tað vísir í hvussu so er, hvussu nógv hald, ið er í ellum dagblaðsreyp- inum um stálfrúuna og hennara búskaparligu bregd. Hvat viðkemur nú alt hetta føroyskum les- arum? Ikki so heilt lítið! Hetta er tann búskapar- politikkur, ið hevði verið førdur, um fólkaflokkur- in hevði fingið avgerandi ávirkan á búskap. Somuleiðis er ikki torfert at ímynda sær okkara sosialu vælferð og fyri okkara fakfelags- lív, um, hvat Harrin for- bjóði, einaferð skuldi komið til ræðið í Føroyum. føroyskan fylgjurnar fyri fólkaflokkurin já keypt eggini úr Sveríki ella Danmark. Mjólk kundi vit havt nógmikið av sjálvir. Klæðir somu- leiðis. Vit hava fleiri góð og stór klædnavirki sum kundi klára tað vit hava fyri neyðini. Tað sama er við húsabyggingini, har nógv meir kundi verið gjørt av okkum sjålvum. Tad er besta loysnin fyri at halda arbeiðsloysinum burturi og somuleiðis bíligari fyri landið. Tað vit treingja til er ein sum kann stíla fyri — hvat tænir landinum best í hesi neyð okkara. Lívið er stutt, og vit megu eisini hugsa um tey sum skulu taka við eftir okkum. Heldur henda leiðin fram, er tað ikki nógv sum komandi ættar- lið kann síggja fram til. Tíverri. Ein troytt húsmóður