Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SA alt ov tilvildarligur Ídnaðarráð setast á stovn Hóskveldið kl. 19,30 skipar Føroya Ídnaðarfel- ag fyri limafundi á Hotel Hafnia. Á skránni er tjak um m. a. gjaldfrían inn- flutning av ráveru, hálv- fabrikata v. m. til fram- leiðandi = vinnulívið. Í hesum sambandi hevur felagið sent út eitt tjak- álit til limirnar. Vit prenta brot burtur úr hesum »åliti«. Skrivað verður m. a »Skjott skiftandi nadarvidurskifti heima og úti, ovurdýr orka, hækkandi rentur, lækkandi keypiorka, vaks- andi kapping við út- lendskar risafyritøkur, tørvandi hjálpartænasta 0. s. fr. eru brotasjógvar, sum i dag skola yvir okk- ara unga — yvir hevur bert 8—10 ára gamla — ídnað. Eftir forimuni — men tó helst mest eftir trýsti frá ídnaðinum sjálvum — hevur okkara legting og landsstýri í hesum 8—10 ára skeiði roynt at bett um arbeiðskor ídnaðarins. Vit hava m. a. fingið Ídnaðargrunnin og Menn ingargrunnin og harum- framt ymiskar lógir um toll- og gjaldfrían innflutning av ráverum og maskinum til ídnaðar- virkini. Men enn tervar okkum tað týdningarmesta: EIN MIÐVÍSAN ÍDNAÐAR- POLITIKK — ein poli- tikk, ið klárt og týðiligt fortelur teimum, ið vilja byrja eina ávísa fram- framleiðslu, at her snýr tað seg um ein ídnað, ið fellur innan ella uttanfyri tær rammur, sum samfel- agið metur vit hava fyri neyðini, og sum tí skal stuðlast. Onkur vil her kansk asiga, at sjálvandi skal allur ídnaður stuðlast líka nógv (»fria initiativid«), men um so skal verða, so hava vit jú longu orðað ein føroyskan idnadarpolitikk og mugu sostatt eisini taka avleiðingarnar av tí. mark- bæði Tann stuðul, sum í dag verður veittur framleið- andi vinnulívinum er tí- verri ov tilvildarligur. Ødrumegin — á ílegusíð- uni — hava vit grunnarnar (Menningargrunnin og Id- naðargrunnin), ið »solda« umsóknirnar eftir »sjålv- gjørdum« reglum (krite- ria). Hesar »reglur« broyt- ast bæði týðugt og nógv, (sum tær eisini skulu!), men eyðsæð ofta minni eftir broytingunum í vinnulívinum og eftir veruliga tørvinum, enn eftir ávísum áskoðanum hjá teimum, sum í letuni fyrisita grunnarnar. Hinumegin — á rakstr- arsíðuni — skapa steðugt ymiskar tulkingar av gjald/tollógini (frí tí ovur- liberala til tað strangt restriktiva) ein dekkan dám av vónloysi innan vinnuna, ið sjálvandi ongum er at gagni. — Tað sama ger seg í ein vissan mun eisini galdandi í sam- band við tulkingunum av, hvat, ið er ella ikki er ídnaðarframleiðsla. At viðurskiftini her eru vorðin sum tey eru, er ikki Gjaldstovuni fyri at lasta (stovan ger eftir umsteð- unum eyðsæð eitt gott arbeiði), tí í ellum ivamál- um verða avgerðirnar tiknar í Tinganesi. Men líka skeivt vil tað eisini vera at tveita alla ábyrgd á landsstýrið, tí í veruleik- anum snýr málið seg um royndarskipanir á einum heilt nýggjum øki í okkara vinnulívi — skipanir, sum allir partar eru og hava verið greiðir yvir mugu endurskoðast. Vit meta, at tíðin nú er búgvin at fremja eina tílíka endurskoðan, og tað tað hevur skund at fáa hana framda. Tilráðing okkara miðar ímóti ødrumegin: — at fáa burtur eyðsýnt- ar skeivl-ikar í galdandi toll/gjaldskipan hinumegin: — at visa å skynsamar gongdar leiðir úr einari skipan, ið ikki longur er tíðarhóskandi og til eina betri og rættvísari skipan, sum samstundis vil slætta nakrar av teimum brota- sjógvum vit nevndu í inn- ganginum. Vit meta tað verða í tøkum tíma at ídnaðar- framleiðslurnar nú verða flokkaðar eftir ávísum hugsjónum um, hvat, ið gagnar okkara samfelag sum heild mest. Tað sigur tó seg sjálvt at flokkingin ikki má skapa verri semdir fyri verandi virkir, enn teim- um stendur í boði í dag. Vit meta tað vera skyldu landsfyrisitingsins at upplýsa ellum, ið ætla at byrja eina ávísa ídnað- arframleiðslu, um, hverjar semdir teimum stendur í boði viðvíkjandi tolli, gjøldum o. s. fr., áðrenn farið verður undir at byggja virkið, og vit skjóta upp, at eitt kompe- tent >Ídnaðarráð< verður sett, ið kann geva lands- stýrinum tilmæli í slíkum málum og eðrum innan sama eki (eitt slíkt ráð skal sjálvandi ikki »kosta« landskassanum nakað !). At enda verður skotið upp, at eykainnflutnings- gjaldið (7%-gjaldið) fyri rå- verur og hálvfabrikata til ídnaðin verður avtikið beinan vegin, og at inn- tekumissur landskassans verður kompenseraður við at hækka innflutnings- gjaldið á ellum eðrum inn- fluttum verum við umleið 2% (javnvágur fast við 1 1/2%). Vit meta at fólk yvir- hevur, so sum tíðirnar eru, góðtaka, at slík tiltøk verða framd. M. a. hótt- andi arbeiðsloysi borgar fyri tí. Vit trúgva »punkt-loysnir« fyri ávís virkir/fram- leiðslur) innan galdandi skipan er nekur gongd leið, tí royndur lutur er, at tá verða tað bert tey virk- ir, ið »répa harðast< og sum hava »stuttan veg« út í Tinganes, ið fáa bestu semdirnar ikki at (loysinir Steingrímur Samuelsen, nýggjur føroya-meistari i billard SOSIALURIN Fuglfirðingur nýggjur føroya- meistari í billard Tvøroyrar Klubbi hýsti kappingini Seinasta vikuskiftid var føroyameistarakapping i billard spæld å Tvøroyri. Steingrimur Samuelsen ur Fuglafjardar Klubba gjørdist nyggjur føroya- meistari. Føroyameistari i fjør var Jørleik Næss ur Mimir. Kappingin fór fram i nyggja billardhølinum hja Tvøroyra Klubba og var hetta fyrstu ferð, at fremmandir billardspæl- arar vitjaðu har í felagn- um. Tilsamans fimm spæl- arar luttóku í finaluumfar- inum: 3 úr Mimir, 1 úr Havnar Klubba og 1 úr Fuglafjarðar Klubba. Tá avtornaði varð úrslit- ið av hesi fimtu feroya- meistarakappingini í bil- lard fyri einstaklingar hetta: Nr. 1 Streingrímur Samuelsen, Fuglafjarðar Klubbi við 6 stigum, nr. 2 Jan Miller, Mimir við 6 stigum, nr. 3 Eirikur Niel- sen, Havnar Klubbi 4 stig, nr. 4 Jerleif Næss, Mimir 2 stig og nr. 5 Eyðfinn Hansen, Mimir, 2 stig. Við tað at nr. 1 og 2 stóðu á jevnum í stigum vórðu eyguna avgerandi. Her hevði Steingrímur 10 eygu fleiri enn nr. 2. Føroyameistarakapping in i billars fyri einstaklin- gar hevur hesi fimm årini verið spæld á ymsum plássum. Fyrsta árið varð spælt í Havnar Klubba, síðani í Mimir, Klaksvíkar Klubba, Fuglafjarðar Klubba og nú í ár í Tver- oyrar Klubba. Klubbin á Tveroyri hevur fingið eitt sera snegt og hugnaligt billard høli í felagshøl- inum. Teir hava keypt tad gamla billardbordid frå Vågs Billardfelag, sum ikki er vid longur. Havnar Sjónleikarfelag: Skemt og bingo i SMS Havnar Sjónleikarfelag skipar fyri skemt og bingo í SMS nú sunnudagin 29. mars kl. 16,00. Havnar Sjónleikarfelag, sum hevur stívliga seksti ár á baki, hevur alla tíðir roynst sum hitt undan- gangandi sjónleikar- felagið í landinum, og hevur troytt allar teir meguleikar, sum vóru til at stuðla og fíggja sjón- leik so dyggiliga sum gjør- ligt, fyri at leikurin og leikarar skulu hava so frælsar umsteður sum til ber, og á tann hátt kunna útinna so ediliga og sanna list, sum kann skapast á hesum eki, óheft av figgj- arviðurskiftum. Síðani Sjónleikarhúsið varð bygt í 1926, hevur felagið roynt at klára seg sjálvt, brúkt húsið til dans og konsertir og eisini sjálvt fingið ymsar inntekur til frama fyri sjónleikin. Av tí at so nógv sjálvboðin arbeiðs- megi hevur verið felagn- Framhald á síðu 8