Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Heimahjålpin skal spara men Framhald av forsíðuni ávísur vøkstur er í tølum, tá ein stovnur er undir uppbygging, men tað skal tó ikki útilokast, at hesin vekstur skal finna eina rímuliga legu, tí tað er givið, at heimahjálpin, sum verður latin, kann vera ógvuliga variabul, sigur Eilif Samuelsen, sum leggur afturat, at tað er rímuligt, at heimahjálp- arskipanin sjálv finnur eina rímuliga legu. Finna út av aftaná Sonja á Argjaboða sigur, a hon frá landsstýrismann- inum ikki hevur fingið at vita, hvar hon nágreinliga skal spara. Hon er biðin um at lurta eftir, tá fíggjarlógin fyri komandi ár verður sam- tykt. Verður upphæddin á fíggjarlógini minni enn tann ynskta upphæddin, skal finnast fram til, hvar og hvussu skal sparast. Sosialurin: — Ber til at minka um tímatalið, sum veitingarnar fevna um. Sonja á Argjaboða: — Tað fer at vera torfert at skera tímatalið niður, men skal tað gerast, fær tað fyrst og fremst avleiðingar fyri teir „tungu patientarnar< — rektarsjúklingarnar. Teir krevja nógvar tímar, tí avlamin sjúkling- ar krevja ofta tvær heima- hjálpir samstundis. Men spurningurin er, um rektin verður forsvarlig, um hesir sjúklingarnir fáa færri tímar. Vit meta í ollum førum ikki, at tað er forsvarligt. Sterri samstarv við familjurnar Sosialurin: — Hvar aðra- staðir kunnu tit spara? Sonja á Argjaboða: — Eg haldi, at vit kunnu spara, um vit gera familj- urnar varugar við, at sjálvt um heimahjálpin er komin í heimið, skal familjan ikki halda, at heimahjálpin eigur alla ábyrgdina av teimum gomlu. Vit kundu megu- liga spart, um eitt ávíst samarbeiði fekst í lag millum heimahjálpina og tey avvarðandi, soleiðis at familjan tók sær meira av teimum eldru t. d. í viku- skiftunum. Í summum fer- um ganga vit eisini út í vikuskiftunum at gera degurða og annars taka tey fram. Og í vikuskift- unum er timalønin jú høg í vikuskiftunum. Vaksin steðugt Heimahjálpin er vaksin steðugt tey seinastu árini. 1. januar fingu 656 feroy- ingar heimahjálp. Talið av heimahjálparum var 502. Hetta talið er nakað hægri enn í fjør, tå 306 heima- hjálparar góvu 569 fólkum heimahjálp. Í krónum er heimahjálp- in eisini vorðin dýrari. Játtanin fyri 1979—80 var fyri landskassan og kommunurnar, sum ber ein lítlan part av útreiðslu- num, 3,6 mill. kr. Danski ríkiskassin letur tilsvar- andi upphædd. Men heimahjálpin kostaði tað fíggjarárið 6,4 mill. kr. Játtanin fyri íverandi fíggjarár er fyri heima- Sonja á Argjaboða: — Skal tímatalið skerast, fær tað av- leiðingar fyri róktarsjúklingarnar, og tað meta vit ikki er forsvarligt stýrið 5,5 mill. kr., men hetta talið fer ikki at halda. Tvífalt so nógv Trúgvi Strem, fulltrúi á Almannastovuni, upplýs- ir, at við endan av februar hevði heimahjálpin netto kostað 20,6 mill. kr. Harav rindar ríkiskassin helvtina. Sambært metingum, sum Almanna- stovan hevur mett, fer kostnaðurin av heima- hjálpini at koma upp á 22,4 mill. kr. Upphæddin, sum Al- mannastovan hevur ynskt á fíggjarlógina fyri kom- andi fíggjarár, sum byrjar 1. apríl, er 14,6 mill. kr. Harav er parturin hjá kommununum 2,4 mill. kr., soleiðis at útreiðslan hjá landskassanum er 12,2 mill. kr. Saman við danska partinum er heimahjálpin ætlað at kosta 29,2 mill. kr. Tá er tikið hædd fyri bæði prís- talshækkingum og megu- ligum lenarhækkingum 1. mai. Ikki órímuligt við fleiri starvsfólkum Síðan dagpeningaskipanin byrjaði hevur hon biðið um fleiri starvsfólk. Í eini samrødu við Sosialin leygardagin segði Steinbjørn Lilå, at fyrisitingin fekk ikki gjørt eftirlitsarbeiði til fulnar, og ivadist í, um nakað var spart. Vit hava biðið um eina við- merking frá Eilif Samuelsen, landsstýrismanni — Tað ljóðar í hvussu so er rímuligt, at dagpen- ingaskipanin skal hava eitt fólk afturat, vil eg meta, sigur Eilif Samuel- sen. Hann tekur sostatt undir við sjónarmiðnum hjá Steinbjørn Lilå um, at dagpeningur kanska verður útgoldin til persón- ar uttan viðkomandi hevur rætt til dagpening. Í samreðu við Sosialin seinasta leygardag segði Steinbjørn Lilå, leiðari av dagpeningaskipanini, at fyrisitingin fekk ikki gjørt tað umfatandi eftirlits- arbeiðið til fulnar, tí hon er undirmannað. Stein- bjørn Lilå setti spurnar- tekin við, um nakað varð spart í peningi við at spara um starvsfólkini. Figgjarnevndin avger Ein umsókn kom fyri stuttum til landsstýrið frá Almannastovuni um setan av fleiri starvsfólkum á dagpeningaskipanina. Eilif Samuelsen sigur, at landsstýrið hevur ikki viðgjert skrivið, men hevur beint tað víðari til fíggjarnevndina. Soleiðis stendur tað upp til hana at avgera starvsfólkaspurn- ingin. Landsstýrismaðurin í almannamálum vísir á, at samb. álitinum skuldu fleiri starvsfólk starvast á dagpeningaskipanini, og sigur at tá ein stovnur er undir uppbygging, kemur hann skjótt eftir, hver veruligi arbeiðstervurin er, um hann skal rekja skyldurnar. So má yvirtíðin endurgjaldast Annars vísti Steinbjern Lilá í samreðuni á, at dag- peningaskipanin skyldaði starvsfólkum sínum heilt upp í nógvar mánaðir í frígongu (avspasering) fyri yvirtíðararbeiði. Hann segði, at hendan frí- gongan ikki kundi frem- jast. Í hesum sambandi sigur Eilif Samuelsen, at prin- sipielt er landsstýrið sinnað fyri, at yvirtíðar- arbeiði verður endurgoldið við frígongu, men um ein slík ikki kann lata seg gere í núverandi steðu hjá dag- peningaskipanini, mugu starvsfólkini fáa peninga- upphæddina, tey eiga til góðar, útgoldna. Síða 3 Stjórin á Shell svarar fyrispurningi: — Hava ikki roynt eftir eyka rentu- inntøku Fólk halda tað er legið, at tey mánaðar- ligu gjøldini eru so ymisk frá húsi til hús. Men Shell hevur roynt at fingið eina rættvísa skipan, sigur Hjarnar Djurhuus Hvussu ber tað til, at mánaðargjaldið til olju er sett so hegt. Hevur oljufelagið roynt at fáa sær ein rentuvinning. Og hvussu ber tað til, at tá viðskiftafólk ynskja tað, verður gjaldið sett niður í helvt ? Hesar spurningar hava tvey viðskiftafólk hjá Shell sett Sosialinum í samband við ta nýggju gjaldskipanina, Shell hevur sett í verk. Hjarnar Djurhuus, stjóri á Shell, sigur, at gjaldskipanin er ikki sett i verk fyri at utvega felagnum eina eyka rentuinnteku: — Afturímóti hevur Shell broytt skipan fyri tey viðskiftafólk, sum ynsktu tað, og uppruna- liga er ynskið um eina mánaðarliga gjaldskipan komið frá viðskifta- fólkum. Hendan skipanin er vanlig í grannalondum okkara. Utjavnad hvert hálvár Sambært tí nýggju skip- anini hevur hvert húski fingið eina fasta upp- hædd at gjalda um mán- aðin. Útrokningin er grundað á meðalhita og meðalbrúk og eftir hesum er mánaðarliga upphæddin sett, greiðir Hjarnar Djurhuus frá. Hvert hálvár — í juni og desember — verður steddin á gjaldinum regulerað. Hevur við- skiftafólkið tá brúkt minni virði, enn tey seks gjeldini geva í alt, minka avgjeldini tað komandi skeiðið. Og evugt, hevur við- skiftafólkið brúkt meiri olju, enn gjeldini geva, hækka gjeldini lutfals- liga næsta hálvárið. — Men fólk halda, at tað er so legið, at upp- hæddirnar, tey ymisku skulu gjalda, eru so ójavnar, og summar eru so hegar. Og at skorið verður nógv niður, tá viðskiftafólk gera olju- felagnum vart við upp- hæddina ! Skyldaðu kanska Hjarnar Djurhuus sigur, at ein orsekin til, at summi hava fingið eitt hegt gjald, er kanska hon, at viðkomandi skyldaði oljufelagnum pening. Gomul skuld er nevniliga javnað út yvir nýggju gjeldini. Halda fólk, at gjeldini eru ov heg, verða tey sett niður eftir ynski. Men, sigur Hjarnar Djurhuus, tá kann bert henda tað, at viðkom- andi skal gjalda meira seinri. Viðvíkjandi nýggjum húsum verður stedd á húsi og á húski saman við meðal brúkinum hjá einum vanligum húski annaðhvert í Havn ella á bygd lagt til grund fyri útrokningina, verður upplýst. Flestu tikið av Annars hava nógv tey flestu viðskiftafólkini hjá Shell tikið undir við nýggju gjaldskipanini. Sjálvur heldur stjórin á Shell, at tað er ein fyri- munur við skipanini. Serliga nú oljan er so dýr og er ein byrða hjá nógvum húskjum. — Tað er lættari hjá húskjunum at leggja til rættis við eini vissari upphædd um mánaðin. Og vit hava í øllum førum roynt at finna fram til eina so rættvísa skipan sum gjerligt, sigur Hjarnar Djurhuus.