Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. mars 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN telf. 147 20. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Kvalifikatiónir eila partíkort TAÐ TYKIST at vera beiskur biti hjá ávísum monnum, at fyrrverandi løg- maður, Atli Dam, er settur í álitis- starvið sum at vera leiðari av »Rea- linum«. Ikki tí at menn ivast í um hann er kvalifiseraður og um hann hevur nóg gott innlit í tey mál, sum hann har skal viðgera, men bert tí at hann er javnaðarmaður. Tað bar sein- asta oddagrein Dagblaðsins sjónlig prógv um. SJÁLVANDI vilja vit bera yvir við fólkafloksmálgagninum, at tílíkt kennist teimum at kalla ókent og óynskt. At venja seg til tankan, at tað í dag ikki er neyðugt at velja Fólka- flokkin fyri at fáa stórkjans, fyri at nýta orð Dagblaðsins, tekur sjálvandi sína tíð. Rúm fyri øllum meiningum SUM VANLIGT verður mangt og hvat óviðkomandi vavt uppí tá stavnamaður Fólkafloksins viðgerð eina sek. Kann Sosialurin, ella ongan- tíð betur allur Javnaðarflokkurin, leggjast undir heiðinskap, sum teir so mangan hava roynt, er ivaleyst nógv vunnið. Í HESI SOMU oddagrein Dagblaðsins verður sipað til eitt brot úr grein, sum ein blaðmaður á Sosialinum við fullum navni undir, skrivaði herfyri. Hann skrivaði m. a....Ella, tá menn noyddust at loypa í karið, skuldu teir fáa ein trolaratjans. Hetta fær Dagblaðið til, at hetta er sjónarmiðið hjá Sosialinum. Hertil er at siga, at Sosialurin als ikki tekur undir við hesum sjónarmiði sum blað- maður okkara har bar fram. Hinvegin loyva vit øllum at hava sína hugsan og somuleiðis at seta hana á prent í Sosialinum. Í Sosialinum er rúmsátt fyri øllum meiningum, og tað meta vit er beint. HJÁ OKKUM er ikki neyðugt, at øll fylgja einum førara í einum og øllum. Lærarindan vorðin 75 Ein stillfor kona, ið ongum hevur gjert ilt, men mongum gott er vorðin 75 ár. Konan Jensen. Hon kom sum blaðung til Froðbiar úr Havnini og bleiv trúfast verandi her. Í útvið 40 ár var hon lærar- inda okkara og hevur sett djúp spor eftir seg. Øll børn róptu hana lær- eitur Ebba arindan, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn hon einki annað navn hevði í bygd- ini. Øll hesi 40 ár var hon samvitskufull, altgevandi og passaði sín skúla fyri- myndarliga. Tað var ikki lítið lærar- indan gav okkum afturat lærdómi. T. d. tá jólini nærkaðust keypti hon okkum jólapynt, sum vit gjørdu vit, og tå so jólini komu, fingu vit piparnetir og annað góðgæti frá henni. Vit bern vóru góð við lærarinduna, men hon var ikki minni góð við okkum. T. d. vóru øll skúlabernini boðin í fødingardag henn- ara hvert einasta ár. Lærarindan, eg veit, at tygum ikki leggja í hóva- sták, enn minni at nakar ger nakað burtur úr týgum. Lat hetta tí einans vera ein stutt heilsan. Men vita skal lærarindan, at vit eru mong, ið siga tygum takk og aftur takk fyri barlast fyri lívið. Gud leni tygum eitt blítt lívskveld. Skúlanæmingur, ið ikki gloymir 23. 3. Lenin hjá landsskjalaverðinum Kann Sosialurin upplýsa mær, hvat landsskjala- verðurin fær í len. Grund- in til at eg spyrji almennt er tann, at tað á mínum arbeiðsplássi verður sagt, at lenin er 240.000 kr. og hevur hetta eisini staðið í Dagblaðnum. Eg haldi at hetta ljóðar heldur ótrú- ligt, hóast eg veit at fleiri almennir stjórar fáa eina slíka len. Arbeiðsmaður Svar: Sosialurin hevur vent sær til núverandi landsskjala- verðin, Jóannes Dals- gaard, sum upplýsir, at lenin er samsvarandi 34. lonarflokk hjá tænastu- monnum. Hetta gevur pr. 1. januar í ár eina brutto- løn uppá 181.000 kr. alt íroknað. Sosialurm hevur fingið váttað hesa upphædd á landsskrivstovuni, og merkir hetta, at Dagblaðið hevur sagt ósatt sum ikki einaferð. Vit hava eisini kannað, hvat ein danskur lands- skjalaverður fær í len. Í Danmark eru 4 landsarki- varar — ein fyri hvenn landspartin. Teir eru í 36. lønarflokki eftir donsku tænastumannaskipanini og gevur hetta eina len uppá 230—250.000 kr. brutto. Tað er sostatt heldur ikki beint, tá Dag- blaðið hevur sagt, at Jóannes fær danska løn. At enda hava vit kannað, hvussu feroyski landsskjalaverðurin ligg- ur í løn í mun til aðrar stovnsleiðarar í Feroyum og úrslitið er, at hann saman við landsbókaverð- inum liggur í lægra end- anum. Teir flestu stjórar og stovnsleiðarar fáa væl meira, sum tað framgong- ur av fylgiskjølum til fíggjarlógina. Bladstj. Javnadarpolitikkur og Reagan- politikkur Hóast Føroya Javnaðar- flokkur í letuni stendur í andgletti og er ein av skansunum til verndar fyri tí veti at vælferð, fólk flest hava upplivað sein- astu árini, og sum borg- araliga harkaliðið vil taka frá fólki og metta lumma- ullina hjá teim Scweitz- banka-geddu við, so haldi eg at tað er tíð komin til at spyrja javnaðarfólk um nekur grundleggjandi mál. Eitt er: tekur Feroya Javnaðarflokkur undir við teim avgerðum sum breðraflokkar hans taka? Eg veit, at neyvt sam- starv er millum danska og føroyska javnaðarflokkin t. d. Men nú hevur Sosi- alurin júkað leingi um fólkafloksmannin Ronald Reagan í USA, Dagblaðið hevur tikið henda atom- cowboy til sín, osfr. Men veit Feroya Javnaðar- flokkur, hvat breðraflokkur hans í Dan- mark, sum situr við stjórnarvaldi, ger? Jú, eitt er at teir hava selt meguleikan til samfel- agsligari nýtslu av norður- sjóaroljuni til monopol- kapitalistarnar A.P. Møller. Teir borgaraligu klappa. Men annað er, at boðini frá Reagan eru farin so djúpt í mergin á donskum javnaðar- monnum, at reseptin er skrivað og fullferd. Javn- aðarmenn og stjórnin ganga á odda eftir resept- ini: meir til militerið, minni til menniskjuni (MMMM-reglan). Sam- stundis sum sosialminis- tarin Ritt Bjerregård sker niður, og politiið verður sett til at bróta barna- garðar, reka bernini hjá arbeiðaraklassanum í býn- um út á getuna millum bil- arnar, meðan foreldrini slavast og slítast á onkrari fabrikk fyri dagliga breyð- ið — ja, so siga teir egiliga sosialistisku javnaðar- menninir á Christiansborg við 170.000 í len árliga, og við krígsministara teirra á odda -- við boðum frá Reagan í mappuni — at Danmark sgu hevur ráð at seta deyðaframleiðsluna (militerið) hægri í met, og her skal sgu ikki sparast, nei, her vilja javnaðar- menninir enntá hægri hernaðarútreiðslur. Atomgoymslur skulu byggjast og gravast í Jyllandi. Fólkið verður ikki spurt um hvat, hví ella hvat. Javnaðarmenn- inir og Reagan avgera. Planir um goymslur, sum amerikumenn skulu yvir- taka, um teir tolka stød- una sum eina »krisesitua- tión<, økt agressión móti »figgindanum« eystarfífrá, alt hetta og aðrar upp- skriftir Reagans hava danskir javnadarbossar slúkað, og tað rátt. Samstundis hava bláoygdir ungir javnaðar- menn í S. U.-heima viðtik- ið, at NATO er óynskt. Go'-morin. »Øksaskaft« er svarið. Fyri tað fyrsta: 1. var tað ikki javnadar- bossurin P. M. Dam, sum gladbeintur tók móti NATO, og sum sostatt kann metast sum landa- svikjari? 2. Hvat hevur Føroya Javnadarflokkur, gubba- flokkurin hjå S. U. gjørt fyri at fåa løgtingssam- tyktina um eitt hernadar- leyst Føroyar, gjøgnum- førda? Hesin flokkur hevur sitið við valdið í parlamenti og stjórn alla tíðina síðani NATO koma og hertók Feroyar. Og uttan at spyrja okkum eftir — gjerdi Feroyar til basa og bumbumál. Hann hevur gjørt NULL. Onki. Allarhelst eftir ordrum frá hansara breðraflokki >Det danske sosialdemokrati< sum nú er ein Reagan- flokkur. 3. Eiga vit ungu at trúgva á at legtingið hevur nakað sum helst vald, tá tað, eftir at hava tikið eina sameinda sam- tykt um at NATO eigur ikki at vera í Feroyum, alíkavæl grínur býtt (javn- heldu" þé kkt adarflokkurin incl.) og ikki tekur sínar avgerðir fyri fult? Skulu vit ungu tá taka legting og javnaðar- flokk fyri fult? Vónandi taka tit ungu SU- arar avleiðingarnar av steðu tykkara: tað merkir einans eitt kubb av samb- andinum millum tykkum og teir javnaðarflokkar í vesturheiminum, sum ein- ans eru eitt skálkaskjót fyri borgaraligum politikki, hernaðargreði, Reagan-logikki og Dag- blaðsfasismu. Fyri mær er lítil munur millum fólka- flokkin og so hernaðar- politikkin hjá danska javnaðarflokkinum. Og ikki at forgloyma frú Bjerregárd, sum helt at samfelagið hevði ikki ráð til at lata fólk liva ov leingi. Das Reich? Nei, danski javnaðarflokkurin. >Den nedvendige politik<, „Den oh, sá, menneskelige socialdemokratiske social- politik«. Góðan morgun øksa- skaft. Krippi