mikudagur 25. mars 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Politikkur og
børnini, tey ungu
og tey gomlu
Seinasta býráðsfund var
fíggjarætlanin fyri. Hon
varð beind aftur í fíggjar-
nevndina vildi bleðini vera
við So nú verður
spennandi um fíggjar-
nevndin framvegis heldur,
at tað er frægast at strúka
nøkur av projektun-
um/postunum, sum raka
børn, ung og gomul.
Byrådspolitikkur er ål-
varsamt mannfólkaprát.
Fíggjarpolitikkur er álvar-
samur. Bern eru ikki altíð
álvarsom. Vinnulívið skal
takast alvorligt. Fíggjar-
steðan í dag er alvorlig.
Bern, ung og gomul eru
ikki altíð alvorlig. Teirra
steða í samfelag okkara
verður ikki tikin so alvor-
liga.
Tá talan er um umsteð-
ur teirra — børnum, teirra
ungu og teim gomlu —
verður tað ikki mett, at
tað er alvorliga galið.
Bern, ung og gomul(?) eru
ikki tey, ið taka steðu í
fíggjarmálum. Tey hava
ikki skil fyri fíggjarsteð-
uni, verður sagt. Tey
skilja ikki at t. d. ein bilur
er dýrur og tí má sleppa
skjótt og effektivt, ratio-
nelt fram í ferðsluni, tíðin
skal passast í vinnulívi,
ferðslu og fíggjarviður-
skiftum. »Time is money =.
Bern skulu læra at passa
tíðina og læra at bíða bæði
í ferðsluni og tá talan er
um hvat okkara fíggjar-
orka, sum er heilt spent í
dag, skal brúkast til. Tíð
er pengar sigur eitt orða-
felli. Vit skulu ikki brúka
ov nógva tíð til børn, ung
og gomul. Tey skulu effek-
tiviserast til at brúka sína
tíð. Bern eru bern og tað
vera vit við... á jólum ella
»tå eplini blíva biligari«.
Nú fáa vit at frætta
hvat hendur komandi bý-
ráðsfund 26. Kanska
verða tey — bern og
gomul løgd á ís ella køld
av, fryst inni.
»Wait and see, said the
blind man<
Hans Andr. M. Joensen
Tórgarðstreð 2
Tórshavn
En fin jubi-
leumsfest
120 festkledte og fest-
stemte venner av Norsk
Færøysk Lag møtte opp
da laget 14. mars feiret 50
års jubileum i Tøyen Sam-
funnshus i Oslo. Danserin-
gen i Føroysk Felag i
Ballerup var invitert, og
de 26 representantene der-
fra satte en ekstra spiss
på festen. Etter at lagets
formann Per Hovda hadde
ønsket alle de frammøtte
velkommen, ble de to av
lagets > æresmedlemmer
som var tilstede, Zakarias
Nielsen og Sverre Stove,
presentert, og Øyvind
Helland, før formann i 9 år
og styremedlem i 20 år,
ble utnevnt til nytt æres-
medlem.
Maten var typisk norsk
og typisk færøysk, nemlig
spekemat og skerpikjøt,
selvsagt med alt tilbehør.
Etter middager. kaffe og
gode kaker. Festkomitéen
hadde virkelig gjort seg
umake med både maten og
pynting av salen. Kjente
og kjære sanger ble sun-
get, og stemningen var
høy. Sverre Stove gav en
beretning om lagets liv og
virke fra det ble stiftet i
1931 fram til i dag. Det er
imponerende hva som er
blitt gjort, tatt i betrakt-
ning at laget alltid har
vært lite. Hilsningstele-
grammer var kommet
både fra privatpersoner og
fra flere offentlige instan-
ser på Færøyene med
Landsstyrid i spissen, og
det varmet og gledet fest-
deltakerne inn til hjerte-
røttene da de ble lest opp.
Elinborg Joensen hilste
og takket fra foreningen i
Ballerup og overrakte gav
til laget, en platte og 6
vakre bordflagg.
Etter bordsetningen
underholdt — medlemmer
fra »Laget for Folke-
musikk« med forskjellige
norske danser, som måtte
imponere alle. Ikke
mindre gledet alle seg
over den færøyske dansen,
som takket være danse-
ringen fra Ballerup var
ekstra god. Innimellom
ble det danset gammel-
dans alt med samme gode
stemning. En fin jubile-
umsfest som sluttet kl. 2.
Senere i år vil et fest-
skrift som laget gir ut i an-
ledning av jubileet, fore-
ligge. Det vil koste 60 kro-
ner og kan bestilles hos
Per > Hovda, General
Birchs gt. 30 A, Oslo 4.
Andreas Andreasen 75
Í morgin 26. marts verð-
ur lærarin og yrkjarin
Andreas Andreasen 75
ár.
Andreas er føddur í
Vestmanna og fór sum
ungur til skips og silgdi í
nøkur ár. Hugurin til
sjógvin var góður — ein
hugur í helt sær í mong
ár; men hugurin til bokur
og lesnað var størri. I
1926 før Andreas å Før-
oya læraraskúla, har
hann tók prógu í 1931.
Aftan á nekur ár sum
lærari í Skálavík, har
hann og konan Daniella
vóru stak væl lýdd av
bygdafólkinum, búsett-
ist hann í heimbygd síni
Vestmanna. Eitt skifti
høvdu tey eisini verið á
Selatræð.
I Vestmanna kom
Nú sprettir á fold
re hr 5 er ne vie
64 EFT
pe
SE ES Hø — =
! ;
Andreas at vera við í tí
stóra arbeiðinum sum í
árunum aftan á kriggid
varð gjert til tess at nú-
tímansgera skúlan í
bygdini. Sjálvur setti
hann seg fleiri ferð aftur
á skúlabonk til tess at
beta um sína útbúgving
bæði í Bretlandi og í
Danmark, og hevur
hann, stak målkønur
sum hann er, verið Vest-
manna skúla ein dyggur
stuðul. Áhugi Andreasar
fyri skúlaskapi hevur
altíð verið stórur og er
tað framvegis, hóast
hann hevur verið
pensioneraður í seks ár.
Virðingin fyri lærarayrk-
inum hevur altíð ligið
honum á hjarta og hevur
hann sjálvur allar sínar
dagar verið fyrimyndar-
H. |. Højgaard
r, nú summ-ar í hond-um er
me
+H
ar, brátt bunast ølikråk - u - ber
ligur umboðsmaður fyri
sín stætt. Áhugi hansara
fyri bókum og lesnaði
ferdi hann inn í arbeiðið
við båkasavni í skúlan-
um, har hann í mong ár
gjørdi eitt stórt arbeiði.
Andreas Andreasen er
eisini yrkjari og tá vit
siga, at tað er hann, sum
hevur yrkt okkara vakr-
asta summarsong >Nú
sprettur á fold og
spirar«, so munnu tey
flestu tilkomnu kenna
hann. Leggja vit so
afturat, at tað er hann,
sum hevur útgivið sang-
bókina >100 sangir«, so
kennir hvert barníFer-
oyum hann. Í hesi vekru
bók finna vit sangir, sum
Andreas hevur yrkt, týtt
ella umyrkt. Hesir sang-
ir eru eyðkendir av ein-
um klárum og einfaldum
málbúnað og lættfatilig-
um — ofta sera yndis-
ligum náttúrumyndum.
Tað er ikki ov nógu sagt,
at Andreas við >100
sangum« hevur rakt at
kalla allar teir streingir,
ið rera barnaoyrað og
barnahjarta — eitt
kynstur ið fáur mann
fara at gera honum eftir.
Besta prógvið um hetta
er, at sangirnir nú trý ár
eftir, at bókin kom út,
ljóða alla staðir, har børn
eru — í skúla, úti og
heima umframt í barna-
útvarpinum sjálvandi.
Tað ljóðar, at Andreas
hevur eina nýggja bók í
gerð og vónandi er hetta
satt, tí so hava vit øll
bæði bern og vaksin
nakað at gleða okkum
til.
Samanumtikið, kann
verða sagt, at tann
skaldskapur, ið Andreas
hevur lagt úr hondum
antin tað so er úr egnum
brósti ella týðingar, er
eyðkendur av einum
djúpum kærleika til
náttúruna, til lívið og til
bernini. Bók hansara
»100 sangir« kom i einari
løtu, tå føroyski fólka-
skúlin so at siga rópaði
eftir sangtilfari á móður-
málinum. Andreas eigur
tí stóra tekk uppiborna
frá lærarum og foreldr-
um. Tað liggur eitt stórt
arbeiði yvir fleiri ár aftan
fyri eina tílíka bók og
man besta tekkin, ið
høvundin hevur fingið tó
vera tann stóra
undirteka sangirnir
hava millum bernini.
Vit eru mong kring
landið, ið fegnast um at
kenna henda vinsæla, og
mentaða mann og vit eru
takksom fyri tann sang-
skatt, ið hann hevur
givið bornum okkara.
Hann kom í tekum
tíma.
Vit ynskja Andreasi
hjartaliga tillukku við
teimum 75 árunum og
vóna, at hann fer at
halda fram við sínum
bókmentaliga virksemi
og ynskja fyri hann, at
hann má hava heilsuna
og áræði til hetta virk-
semi í mong ár.
Vinir
Til Rasmus Olsen
bankastjóra
Rasmus fylti sjeyti
henda heilsan fleyg ti
fram til visan mann.
Almanakkin leyg, ti
Rasmus aldri sjeyti
fylla kann;
År grannskara og skalda
høgar nornur telja og falda,
— har aðrar løgi
enn hjá teim av
r valda —
breytið,
ið fylla kunnu sjeyti,
hvat Rasmus aldri kann
— nei, nei, nei, nei — mín sann.
Hettar rimmarkvæði, ið Janus sendi Rasmusi á
Háskúlanum tá hann fylti 70, sendi eg tær her,
Rasmus Olsen, nú tú fyri stuttum fylti sjeyti.
Tað kann tykjast ógvusligt at líkna teg við
tann stóra vísmannin Rasmus Rasmussen; men
tú hevur verið skilamaður í tínum starvi.
Tað var einki vælabúgv tú tók við, tá tú gjerd-
ist skipari á skútuni tú hevur fert, men væl hevur
vignast.
Vit eru mong um alt Feroya land ið hava gott at
bera tær, og ynskja tær og Juttu mong góð ár
enn.
Skálavík, 20.3.81.
Viggo Dalsgaard