Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. mars 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSIALURIN Fótbóltsliðið hjá Royn venur bæði norðan- fjørås og sunnan. Tað vil siga, at helvtin av liðinum venur á gras- vellinum í Hvalba, hin helvtin í Gundadali. Í Hvalba er Trygvi Mid- jord venjari. Í Havn íslendingurin Svein- bjørn Danielsson, sum nú aftur er komin i Royn. Hann var annars av ídnastu málskjót- arum hjá Feroyameist- aranum TB í fjer. Sostatt er hetta fimta árið, at Royn hevur íslendskan venjara. Royn spælir í aðru deild. Felagið hevur eisini meldað lið til kappingina í pilta-, smádreingja- og dreingjadeildunum. Vit hava prátað við Trygva Midjord, næst- formann í Royn. Hann sigur, at felagið hevði nakað av halli í farna fíggjarári. Men hetta kunna teir beta um í ár, meta teir, við tað, at nú slepst undan útreiðsl- unum, sum standast av einum útlendskum venjara. Vellurin er eisini dýrur at halda. Hvalbingar hava ein- asta grasvellin i Føroyum. Og hann krevur í flestu ferum fleiri ábetur enn ein vanligur eyrvellur. Tað veldst tó nógv um, hvussu harður veturin er. Ongan hondbólts- venjara Felagið klárar seg sjálvt fíggjarliga, burt- ursæð frá teirri hjálp, kommunan hevur játtað í sambandi við inngirðing av vellinum. Henda upphæddin er kr. 5.000 í fýra ár. Tann eina síðan varð gjerd liðug seinasta summar. Arbeiðsmegin varð latin ókeypis av hval- bingum sjálvum, og sum heild má sigast, at Helvtin av liðinum venur heima — hin helvtin í Havn oll bygdin stendur einastandandi væl saman, tá tað snýr seg um at fáa pening til vega. Meginparturin av fíggjarorku felags- ins stavar frá tí árliga basarinum. Í ár er ætlanin at hava basarin fyrstu viku í apríl. Roynhellin ber seg gott og væl. Inntøkurnar hjá henni stava einamest frá Sveinbjørn Danielsson spælir við Royn í ár dansi, dunnuspæli, sjónleikum og eðrum tiltøkum. Vidari sigur Trygvi Midjord, at Royn er vant at hava eini 3—4 lið við í hondbólts- kappingini um summ- arið. Men hetta verður av ongum i ár, tá eingin er, ið sær seg feran fyri at taka sær av venj- ingini. Ítróttarfelagið Royn varð stovnað í 1923 og telur í dag stívliga 300 limir. Felagið hevði aðal- fund 3. januar í ár. Allir nevndarlimir vórðu afturvaldir, uttan Levi Niclasen, sum bar seg undan afturvali. Formaður er Ivan Vang og hinir nevndar- limirnir eru: Trygvi Midjord, Arnfinn Ziskason, Mannbjern Holm, Mortan Morten- sen, Mortan Garðs- hamar og Poul Poulsen, sum er ný- valdur. Avreiðingar í seinastu viku: Polarfrost: kg Múlatangi 1.858 Nesborg 10.386 Royndin 134 Saturn 2.456 Tridrangur 24.974 1 vevsvstkin 82 úr Suðuroynni Áheitan á Tvøroyrar byråd: Latið skúlan og kirkjuna fáa breyt til rullustólar! Tveroyrar byråd hevur fingið áheitan um, at skúl- in og kirkjan sum skjótast fáa breyt til rullistólar. Áheitanin er í eini fund- arsamtykt, sum heima- hjálparar gjørdu á Tvør- oyri í farnu viku. Hon varð gjørd í samband við ár teirra brekaðu. Í samtyktini stendur, at í ellum almennum bygn- ingum eigur at verða skip- að soleiðis fyri, at brekað eins væl og onnur hava møguleika at koma og fara sum teimum lystir. Sum nú er, er ógjerligt hjá einum, sum situr í rulli- stóli at ferðast á almenn- um steðum. Ongar breytir eru til rullistólar og har- afturat eru aloftast nógvar trappur og ongar lyftur. Hetta er sent býráðnum við ben um, at bæði skúlin og kirkjan sum skjótast fáa breyt til rullistólar. 29 heimahjálparar Katrina Nattestad á Tver- oyri er eftirlitskvinna hjá teimum 29 heimahjálpar- unum í Suðuroyar norðaru helvt. Hetta starvið hevur hon havt, síðani heima- hjálparaskipanin varð sett í verk í 1973. Hjálparveit- ingarnar eru ektar nógv hesi 8 árini. Tá Katrina byrjaði vóru einans tvær »røktir«. Nú eru tær 64. Umleid helvtin av heimahjálparunum hevur útbúgving. Hin helvtin fær hana nú. Byrjað verð- Skúlin á Tvøroyri. Her eigur at vera ein breyt til rullustólar, siga heimahjálpararnir ur í Klaksvík, har skeið verður á Sjómansheim- inum tann 25. mai. Arbeiðið hjá einum heimahjálpara er sett til í mesta lagi 7 tímar um dagin. Tær hava rætt til frí triðja hvert viku- skiftið. Tíðindi vaktu esing Leiðarin av feroysku heimahjálpini, Sonja á Argjaboða, var við á fund- inum á Tveroyri í farnu viku. Hon plagar tvær ella tríggjar ferðir um árið at vitja tær sterru bygdirnar fyri at halda fyrilestrar og greiða heimahjálparunum frá nýskapanum í skipan- ini, soleiðis at heimahjálp- ararnir altíð eru kunnugir við slíkt, sum viðvíkur ar- beiðshættum og reglum fyri arbeiði teirra. Tíðindini, sum Sonja á Argjaboða hesaferð hevði at bera, elvdu til mikið tjak og rættiliga esing millum tær 30 kvinnurnar, sum vóru á fundinum. Hon hevði fingið at vita frá landsstýrismanninum í almannamálum, Eilif Samuelsen, at heimahjálp- in skal spara og skerjast. Eilif Samuelsen sigur hinvegin, at í landsstýr- inum kenna teir ikki til nakra skerjing av heima- hjálpini. Tað er heldur hin- vegin, hjálpin eigur í ávísum førum at víðkast Men tað er givið, at vit eiga at spara á ellum al- mennum økjum, har tað ber til, sigur landsstýris- maðurin. Fegnast Annars fegnast Sonja á Argjaboða um virknið hjá heimahjálpini í Suður- oynni og tey mongu tiltek, ið skipað verður fyri. Eitt av hesum tiltøkum er innsavningin av peningi til eina jólaveitslu fyri við- skiftafólkinum. Savnað verður inn við m a. dunnuspelum og upplýst verður, at næsta dunnu- spæl verður í Sandvík í næsta mánað. VB-kvinnurnar flyta upp Seinasti dysturin í lands- kappingini í hondbólti varð spældur um viku- skiftið í ítróttarhellini í Vági. Dysturin var millum VB og Kyndil, 2. lið kvinn- ur. Kyndil vann dystin við 11 málum móti 9. Hóast Kyndil vann, vóru tað kortini VB-kvinn- urnar, sum gjørdust vinn- arar av 2. deild. Í hesum sambandi fingu tær steyp handað av Tor- bjørn Mikkelsen, sum Framhald á síðu 12 Kvinnuliðið hjá VB, sum næsta ár spælir í 1. deild