leygardagur 28. mars 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Ein hjálp — men eingin loysn!
Síða 3
— Gera vit einki annað enn at gjalda hesa rokningina, fáa vit eina
upp aftur stórri rokning komandi ár, søgdu tingmenn
Eftir at hava fingið hogg,
sakligar viðmerkingar og
undirtøku frá framsøgu-
mønnunum fyri teir
ymisku flokkarnar og frá
eðrum legtingsmonnum í
útvið fýra tímar miku-
dagin, varð uppskotið um
>Broyting í stuðulsskip-
anum til fiskivinnuna«
beint til viðgerð í fíggjar-
nevndini.
Uppskot landsstýrisins,
sum fevnir um broytingar
av fýra legtingslógum,
fer, um tað verður sam-
tykt í núverandi líki, at
kosta - landskassanum
205,85 mill. kr. Í hesum
fíggjarárinum fer stuðulin
til fiskivinnuna sambært
metingunum at kosta 185
mill. kr., meðan játtanin er
nakrar milliónir hægri.
Tær fýra lógirnar, sum
koma undir stuðulsskip-
anina, eru lógirnar um
minstulen, oljustudning,
agnstudning og veiðu av
ídnaðarfiski.
Ráfiskagrunnurin
fer við stórsta part-
inum
Sambært uppskotið fer
Rakstrargrunnur ráfiska-
grunnsins við 67 mill. kr.,
48,8 mill. kr. fara til
rakstrarstudning til skip-
ini, meðan oljustudning-
urin er mettur til 40,7 mill.
kr. Allar hinar upphædd-
irnar eru niðan fyri 10
milliónir. Hægst av
teimum er agnstudningur-
in, sum er 9 mill. kr. Land-
ingarstudningurin er
mettur til 7,2 mill. kr., út-
róðrarstudningurin til 6,8
mill. kr., minstalønin til
6,0 mill. kr., sum eisini er
metta upphæddin fyri
fiskirannsóknir á fremm-
andum hevum. Ídnaðar-
studningurin er mettur til
4,2 mill. kr., meðan út-
róðrarstudningurin er
settur til 4 mill. kr. Har-
afturat koma so nakrar
smærri upphæddir.
Kunnu ikki blíva
við at oysa út
— Tað ber ikki til at blíva
við at oysa út til ein flota,
sum ikki fæst at bera seg,
segði Erlendur Patursson
í niðursteðu síni.
— Um vit ikki gera
annað nú uttan bert
gjalda rokningina, so
kemur ein uppaftur sterri
rokning næsta ár, segði
Erlendur Patursson.
Hann fanst at, at hetta
og undanfarna landsstýr
ikki í sterri mun hevdu
fylgt ráðnum frá Fiski-
vinnuráðnum, Búskapar-
ráðnum og fiskifroð-
ingunum.
— Hevdu vit fylgt
hesum ráðunum, so sótu
vit ikki í núverandi
kreppusteðu, segði
Erlendur Patursson, sum
vísti á, at tá umsóknir til
stuðulslán vóru hjá lands-
stýrinum í 1977, mælti bú-
skaparráðið frá at játta
umsóknunum til 19 skip.
— Men landsstýrið
veitti stuðul, og síðan er
ein fjøld av skipum komin
afturat. Ráðini vórðu ikki
fylgt, og tí sita vit við eini
yvirinvestering, segði Er-
lendur Patursson.
Hvar er alternativið
hjá landsstýrinum?
Framsegumaður tjóðveld-
isfloksins vísti annars á,
at tað nýggja landsstýrið
hevði lovað at gera stuð-
ulin og lógina um ráfiska-
grunnin einfaldari, men
hann hevði einki sæð til
tað, og spurdi eftir alter-
nativinum, sum lands-
stýrið hevði boðað frå:
— Jú, vit finna tað í
skjalinum, har nekur tel
eru broytt, so tað hevði
verið óneyðugt við einum
nýggjum landsstýrið til at
broyta nøkur tel og orð,
segði Erlendur Patursson.
Hann mælti annars til
at brúka ein part av
teimum 200 mill. kr. til at
sanera flotan so hann hósk-
aði til okkara veiðumegu-
leikar — bæði í stedd og
samanseting — og ein part
til at finna alternativar
vinnumeguleikar.
Minstivinningurin
ikki hækkaður
Tórálvur Mohr Olsen úr
javnaðarflokkinum sakn-
aði, at minstuvinningurin
ikki er hækkaður. Hann er
pristalsvidgjørdur, men
hevur ikki fingið nakra
reallønarhækking.
Viðvíkjandi prísviðbót-
ini til manningarnar, so
vísti Tórólvur Mohr Olsen
á, at ein lækking var farin
fram frá 32 oyrum til 26
oyruni pr. kilo. Skipanin
er hon, at studningurin
verður avtrappaður í mun
til príshækkingarnar.
Men Tórólvur Mohr
Olsen helt, at nú var tíðin
komin til at lutfallið bleiv
broytt, soleiðis at hverja
ferð prísurin hækkaði við
15—20 oyrum, so minkaði
studningurin við einum
oyra. Sum nú er verður
viðbótin avtrappad við
einum oyra, hverja ferð
prísurin hækkað við 10
oyrum.
Fiskimenninir ov
lítið
Landsstýrið hevur mælt
til at broyta oljustudn-
ingin. Nú verða latin 44
oyru pr. litur. Landsstýrið
mælir til at lata 7 oyru pr.
kg. av veiddum fiski til
línubátarnar og 14 oyru
pr. kilo til trolararnar.
Tórólvur Mohr Olsen
helt, at hetta var megu-
liga rætta leið, men vísti á,
at nekur skip, ídnaðar-
skipini, einki fáa í olju-
studningi.
At enda vísti framsegu-
maður javnaðarfloksins á,
at sambært uppskotinum
fingu fiskimenninir yvir-
hevur ov lítið, men tó
segði hann seg ikki vita,
um hinir, eigararnir, fingu
ov nógv.
Tiltekini í fjør
hevdu bett
— Vit meta, at hetta er
eitt gott uppskot. Dentur
er lagdur á at fylgja til-
mælunum, sum Fiski-
vinnuráðið er komið við,
og Fiskivinnuráðið er sett
saman av ógvuliga ymisk-
um greinum í okkara fiski-
vinnu, segði framsegu-
maður fólkafloksins,
Svend Áge Ellefsen.
Honum dámdi ikki, at
spurnartekin ofta varð sett
við, um samfelagið hevði
ráð at stuðla fiskivinnuni.
Hann helt, at spurning-
urin heldur átti at skoðast
frá hinum endanum.
Svend Áge Ellefsen helt
ikki, at vit kundu sanera
flotan, tí so varð grundar-
lagið tikið undan fiski-
vinnuni.
Hilmar Bech:
— Hækkið
flutningsstudningin. Opnu
bátarnir hava stóran týdn-
ing á smáplássunum
Viðvíkjandi krepputil-
tøkunum, sum vórðu
framd í fjør, segði Svend
Åge Ellefsen, at tey høvdu
bøtt um kreppuna. Hann
vísti á, at tað var stórur
munur at tosa við teir sum
róku bátarnar í dag aftur í
móti í fjør.
Annars kom framsegu-
maður fólkafloksins mest
inn á, hvussu lítið vága-
menn hevdu fingið í sín
lut av íslandskvotuni.
Stuðul — ringasta
leið
Adolf Hansen segði seg
vera í móti studulsloggåv-
uni. Hann meinti, at pen-
ingurin skuldi verið fingin
í hægri prísi. Um leiðin
kanska var gongd, so var
hon tann dýrasta og ring-
asta leiðin.
Eisini vísti Adolf Han-
sen á, at sambært upp-
skotinum frá landsstýrin-
um, so fingu manningarn-
ar minni, meðan rakstrar-
studningurin ikki: varð
skerdur, tverturímóti.
— Hetta eru óhugnaligir
tendensir við hesi borgar-
ligu samgonguni, sum eg
upprunaliga hevði sett álit
á, segði Adolf Hansen.
Opnir bátar týdning
fyri bygdasam-
felagið
Hilmar Bech úr javnaðar-
flokkinum vísti á, at opnu
bátarnir hevdu stóran
týdning fyri bygdasam-
felagið. Nógvir eldri menn
eru bundnir at teimum
opnu bátunum, og meira
átti at verðið hugsað um
teir, helt Hilmar Bech.
Hann spurdi um olju-
studningurin eisini var
galdandi fyri opnar bátar.
Um ikki, so mælti hann til
Olaf Olsen: — Eina enda-
liga loysn á trupulleik-
unum finna vit ongatíð.
Fyritreytirnar broytast alla
tíðina
at taka teir við, tí oljuút-
reiðslurnar = eru eisini
hækkaðar til hesar
bátarnar.
Somuleidis heitti hann á
nevndina, sum fór at við-
gera uppskotið, um at laga
lóggávuna so, at útróðrar-
menn eisini kundu fáa
minstaforvinning.
Mælti til at taka
flutningsstudning-
in upp
Hilmar Bech spurdi,
hvussu hjálpast kundi
monnum á plássum, har
ikki slapst av við fiskin,
og kom inn á flutnings-
studningin, sum hann
mælti til at hækka.
Hann hevði roknað við,
at okkurt kom fram um
flutningsstudningin, men
tað var tað ikki, so Hilmar
Bech mælti til at taka
hann við í viðgerðini av
uppskotinum.
Loysir ikki kreppu-
steðuna
— Hetta uppskotið um
fyribilsloysnir broytir ikki
steðuna hjá fiskivinnuni.
Stuðulin er ein hjálp, men
loysir onga kreppu og
okkurt nýskapandi má
henda, segði Petur Rein-
ert, úr Tjóðveldisflokk-
inum m. a. í innleggi
sínum.
Hann vísti á, at tað
hjálpir ikki at leggja
studning oman á studn-
ing, meðan fiskaslegini,
sum feroyingar hava
dúvað upp á, minka,
meðan skipini gerast fleiri.
Finna ongatid nakra
loysn
At enda í orðaskiftinum
Erlendur Patursson: — Vit
kunnu ikki blíva vid at
oysa til ein flota, sum ikki
fast at bera seg
treiv Olaf Olsen í tað, sum
framsegumenninir høvdu
fert fram. Hann roknaði
ikki við, at tað nakrantíð
fanst ein loysn á fiski-
vinnutrupulleikunum, ti
fyritreytirnar broytast
alla tidina.
— Vit vita ongatíð fult
út, hvat vit skulu broyta
til. Tað kann ikki koma frá
einum degi til annan, men
so við og við, segði Olaf
Olsen.
Príshækkingarnar
manningum til
góðar
Til teirra, sum hevdu víst
á, at manningarnar vóru
við skerdan lut, segði
fiskimálaráðharrin, at
seinast, tá avreiðingar-
prísirnir hækkaðu, varð
serliga hugsað um mann-
ingarnar.
— At stuðulin nú í meira
mun fer til skipini, so er
tað gjørt, fyri at fáa tey at
ganga, so fiskimenninir
hava nakað at vera við.
Nógv eru farin á heysin,
men ell kunnu ikki fara á
heysin, áðrenn funnið
verður fram til nakað
annað, segði Olaf Olsen.
Viðvíkjandi tí, sum fert
var fram um opnar bátar,
so vísti Olaf Olsen á, so fór
hesin fiskurin kanska at
hækka í prísi, um ein ávís
flokking av fiski varð
fingið í lag. Ein slík flokk-
ing hevði serliga komið
teimum opnu bátunum til
góðar, segði Olaf Olsen.
Agnviðurskiftini
eiga at kannast
Fleiri av reðarunum funn-
ust at agnprísinum og
eftirlitið við honum. Fert
varð fram, at hverja ferð
Framhald á síðu 12
Svend Á. Ellefsen: — Eitt
gott uppskot um stuðuls-
lóggávu, tí vit hava fylgt
Fiskivinnuráðnum