leygardagur 28. mars 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Føroyar keypa møguliga
steinullavirki úr Ísrael
Í hesum degum eru tvey
umboð fyri eitt steinulla
virki í Ísrael í Feroyum.
Ísraelarnir umboða eitt
heldur minni virki í Ísrael,
og hava teir á føroya-ferå-
ini havt fundir við m. a.
landsstýrið um ætlanina
at byggja eitt virki ið skal
framleiða bjálvitilfar í
Feroyum
Tað hevur leingi verið
arbeitt við eini ætlan at
bygga eitt virki í Miðvági,
sum skal framleiða glas-
"
ull. Metingar, sum menn
hava gjørt, visa, at tad
kann lena seg fyri
føroyska samfelagið, at
vit sjálvir = framleiða
bjálvitilfarið ístaðin fyri
at innflyta tað fyri rætti-
liga nógvan pening.
Upprunaliga var talan
um eitt glasullavirki.
Hesum hava menn kortini
ikki verið heilt á einum
máli um. M. a. hevur
ídnaðarráðgevin meint, at
vit eiga heldur at byggja
eitt steinullavirki, tí tá
verður ikki neyðugt at
skula innflyta megin-
partin av ráveruni.
Higartil hevur trupul-
leikin tó verið tann, at
flestu steinullavirkini
aðrastaðni eru í sterra lagi
og rættiliga kostnaðar-
mikil. Nú eru menn so
komnir eftir, at ísraelar
hava smærri av hesum
virkjum, og hevur Ídnað-
arstovan tí boðið teimum
báðum ísraelunum til
Feroya.
Frá Idnadarstovuni fáa
vit upplýst, at prísurin á
einum tílíkum steinulla-
virki liggur millum 15 og
20 mill. kr. Ætlanin er nú,
at ísraelar skulu koma við
einum tilboði uppá eitt
tílíkt virki.
Tað er annars Jóannes
Hansen í Miðvági, sum
stendur fyri ætlanini at
byggja nevnda virki. Í
samreðu við Sosialin í juli
í fjør segði Jóannes
Hansen, at eitt tílíkt
bjålvitilfarsvirki fer at
spara landinum pening og
geva fleiri arbeidsplåss.
SOSIALURIN
FØDA-FISK
nytt føroyskt
felag i Hirtshals
Í august mánað i fjør keypti Føroya Fiskasøla
eitt virki i Hirtshals við tí endamáli at fáa betur
fótafesti á meginlandinum.
Í hesum sambandi hevur umboðsnevndin á
fundi tann 20. mars 1981 viðtikið at seta á stovn
felag í Hirtshald, hvers navn verður A/S FØDA-
FISK
Í nevndina eru valdir:
Johan Schliiter, advokatur, København, form.,
Birgir Danielsen, stjóri, Tórshavn
Jákup Joensen, stjóri, Lopra,
Svend Thulesen, stjóri, Klaksvík,
Aksel Hansen, stjóri, Tórshavn.
Endamálið við hesum tiltaki i Hirtshals er:
1. At effektivisera
avgreiðsluna
ígjegnum
Hirtshals sum hesi seinastu árini hevur verið í
stórum vekstri.
2. At koma tí stóra marknaðinum á europæiska
meginlandinum nærri við at skapa okkum eitt
fótafesti innanfyri E. F.-samgonguna, og soleiðis
effektivisera marknaðarferingina.
3. At skapa nýggjar marknaðarmeguleikar sum
passa inn í okkara framleiðslumynstur.
4. At gera tað meguligt at útnýtta møguleikarn-
ar á feskfiskamarknaðinum, fyrst og fremst við
verum úr Feroyum, men eisini við verum úr t. d.
Danmark, um hetta gerst ein fyrimunur.
Ungfólk í Sjónleikarhúsinum í Havn:
Framføra barnaleikin
„Steðgið bilunum
Mánadagin klokkan 18
verður ein nýggjur barna-
leikur framferdur á pall-
inum í Sjónleikarhúsinum
í Havn. Tað er leikurin
»Stedgid bilunum«, sum
14 ungfólk millum 14 og
18 år hava lagt til rættis
og vant i vetur.
Tey 14 ungfólkini ganga
í letuni á dramatikskeiði á
kveldskúlanum, har
Gríma stendur fyri undir-
vísingini. | Næmingarnir
hava so umframt at fylgja
undirvísingini á kveld-
skúlanum eisini sjálvir
lagt ein barnaleik til
rættis
Leikurin er dagsaktuell-
ur, kanska serliga fyri
okkum her i høvudsstadn-
um. Teir mongu bilarnir
treingja íbúgvararnar
burtur. Serliga bernini
merkja hetta, tí spæli-
plássini gerast færri og
smærri.
Leikurin !
Leikurin snyr seg i stutt-
um um tvey børn, Petru
og Niclas, ið eru vorðin
rættiliga ónegd við ta
nógvu ferðsluna. Henda
ónegd veksur til veruliga
ødi, tá yngra systir Petru
verður ákoyrd. Tey bæði
semjast nú um, at allir
bilar, sum koyra skjótari
enn 20 km/t. skulu steðg-
ast — hetta skulu tey gera
vid at „gera nakad«. Við
sær fáa tey bæði eisini
Jullu, ein gamlan pension-
ist, sum dagliga situr á
einum beinki og kúrir.
Tá tiltakið hjá hesum
trimum veruliga fer at
merkjast millum fólk í
býnum, tekur gongdin
rættiliga ferð á seg.
Tey leikandi eru: Páll
Danielsen, Guðny
Hansen, Regin Hansen,
Mikkjal Jensen, Gundur
Mortensen, Katarina
Nolsøe og Bergur Skov-
gaard.
Leikstjórar: Mikkjal
Jensen, Eir Mikkelsen og
Ránnvá Simonsen.
Leikurin er fyrst og
fremst fyri bern, men
vaksin áttu eisini at sæð
hann. Hann er umleið
hálvan annan tíma langur
og er ætlanin at framføra
leikin bæði í Havn og úti á
bygd. Leikurin >steðgið
bilunum< er umsettur úr
donskum.