leygardagur 28. mars 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Minnilutin i býráaðnum énøgdur við framferdina hjá formanninum :
Diktatorisk framferð skal
kannast av landsstýrinum!
-
Meirilutin í Torshavnar byråd vildi ikki atkvøda við navnakalli um nøkur åvis íløgu-
projekt á býráðsfundinum hóskveldið, men bert taka alt undir einum
Framferðin hjá meirilut-
anum í Tórshavnar býráð
og býráðsformanninum
kemur møguliga fyri
landsstýrið.
Zakarias Wang skýrdi
á býráðsfundinum hós-
kveldið framferðina hjá
býráðsformanninum fyri
diktatoriska og segði, at
minnilutin umhugsaði at
lata landsstýrið avgera,
um framferðin var lóglig.
Tað var undir viðgerðini
av fíggjarætlanini, at bý-
ráðsformaðurin, Poul Mic-
helsen, ikki vildi ganga
ynskinum hjá Inga Mohr,
fíggjarnevndarlimi, á
meti.
Undir konti 50 í fíggjar-
ætlanini, sum fevnir um
ílegur, ynskti Ingi Mohr,
at atkvett var um hvert
projekt fyri seg.
Umframt tey projektini,
sum meirilutin í fíggjar-
nevndini hevði, hevdu
Heðin Mortensen og Ingi
Mohr fleiri broytingarupp-
skot og uppskot um onnur
projekt. Teirra millum
ellisheim, pening til íbúð-
argrunn 0. 0.
Hetta vildi byrådsfor-
maðurin ikki gera, og tå
Zakarias Wang skyrdi
framferðina diktatoriska,
vildi = byrådsformadurin
lata meirilutan avgera, um
alt skuldi takast undir
einum ella ikki. Allur
meirilutin atkveddi fyri at
taka alt undir einum.
Soleiðis slapp meirilutin
frá, sum Ingi Mohr mál-
bar seg, at koma út undan
»buskanum« og atkvøda
um hvørt mål i sær.
Vid atkvødugreidsluna
fullu bæði broytingar-
uppskotini, meðan meiri-
lutin samtykti íleguupp-
skotið hjá meirilutanum í
figgjarnevndini. Hetta
uppskotið javnvigar við
10,16 mill. kr.
Meira um fíggjarætlanina
á síðu 6
Býráðið/Telefonverkið og landsstýrið:
Onki eftirspæl í rættinum
— stevningin tikin aftur
»Rigs-
politiets
rejse-
holdk« til
Klaks-
vikar
Í næstu viku kemur ein
maður frá »Rigspoliti-
ets + mrejsehold« til
Klaksvikar at gjøgn-
umganga roknskapin
hjå Atlantis Bio.
Politii3 í Klaksvík
handtók mánadagin
tvey fólk eftir at hava
kannað viðurskiftini
hjá Atlantis Bio. Tey
eru fyribils fongslað í
14 dagar, meðan poli-
tiið arbeiðir víðari við
málinum.
Upplýst verður, at
tað er ymiskt í sam-
bandi við peningavið-
urskiftini hjá Atlantis
Bio, sum ikki er í lagi.
Kanningir av viður-
skiftunum hjá Ítróttar-
hellini í Klaksvík er nú
við at verða liðuð. Poli-
tiið bíðar nú eftir teim-
um seinastu
skjølunum, áðrenn tað
letur fútanum málið.
Politiið í Klaksvík
sigur, at Ítróttarhellin
hevur goldið góðar
60.000 kr. ov lítið í
stuttleikaskatti.
Tað verður onki sakarmál
burturúr drúgvu trætuni
millum Tórshavnar býráð,
Telefonverkið og lands-
stýrið.
Býráðið hevur tikið
aftur stevningina móti
landsstýrinum. Býráðið
stevndi í januar í fjør, tí
landsstýrið gav Telefon-
verkinum byggiloyvi eyst-
anfyri Tinghúsvegin móti
vilja býráðsins. Býráðið
stevndi, tí tað vildi hava
rættin at avgera, um
landsstýrið hevði heimild
at geva hetta byggiloyvið.
Býráðið meinar, at ongin
tílík heimild er, tí tað er
einasti byggimyndugleiki
í kommununi.
Nakað er vunnið
Skrivarin hjá Tórshavnar
býráð, Kjartan Kristi-
ansen, upplýsir, at stevn-
ingin bleiv tikin aftur, tí
tað hevði tikið langa tíð at
komið fram til tað prinsi-
piella í sakini. Tað hevði í
fyrsta umfari komið at
snúð seg um, um rætturin
yvirhevur skuldi viðgera
eitt mál, har tað konkreta
ikki longur fyriliggur.
Byggiloyvið frá landsstýr-
inum datt nevniliga burt-
ur, tá partarnir
seinni
blivu samdir um eina
loysn á útbyggingarterv-
inum hjá Telefonverk-
inum.
Av tí, býráðið onga
vissu hevði fyri, at dóm-
arin fór at taka málið upp
til realitetsviðgerðar, kom
tað ásamt við sakferara
sín, Tormóð Djurhuus, um
at taka stevningina aftur.
Nakað er kortini vunnið,
heldur Kjartan Kristian-
sen. Nú veit landsstýrið,
at býráðið ikki himprast
við at leggja sak í einum
tílíkum feri, har lands-
stýrið móti vilja býráðsins
gevur byggiloyvi í
kommununi.
Landsstýrið gav Telefonverkinum loyvi at byggja her. Men tað vildi býráðið ikki finna
seg í og stevndi. Seinni datt byggiloyvið burtur av sær sjálvum, tá ein loysn fanst, sum
allir partar góðtóku
Síða 5
Stórur áhugi fyri
»Eldre i Norden«
Tað er longu vorðin so
stórur áhugi fyri skeið-
inum >Eldri í Norðurlond-
um“, at fyrireikararnir eru
farnir at hugsa um fleiri
meguleikar at útvega lutt-
akarunum innivist. Skeið-
ið verður á Hotel Vágum
14.—18. september í ár.
Upprunaliga varð roknað
við 65 luttakarum, harav
40 úr hinum Norðurlond-
unum. Men Norrena felag-
ið, sum saman við Fore-
ningen Norden í Noregi
skipar fyri skeiðinum,
hevur longu fingið so
nógvar fyrispurningar, at
talið av útlendskum lutt-
akarum helst verður
hækkað í 50—60. Norrena
felagið leggur dent á, at
oll, sum vilja, sleppa við á
skeiðið og tí verða nú fleiri
innivistarmeguleikar i
Vågum kannadir.
Skeidid er ætlad polit-
ikarum, embætismonnum
og starvsfólki, sum
arbeiða við trupulleikun-
um hjá teimum eldri. Á
skeiðinum verða serliga
tikin fram demi úr Fer-
oyum og Íslandi.
Ein fyribilsskrá er legd
fyri skeiðið. M. a.
Eilif Samuelsen,
styrismadur, greida frå,
hverjar ætlanir lands-
stýrið hevur við teimum
eldru. Eyðun Joensen og
Steinbjørn B. Jacobsen
skula greida frå »okkara
samfelagi upp gjøgnum
200 år«. Fólk úr Viborg
greida frå skipanini, sum
har er roynd síðani 1979. Í
staðin fyri at byggja fleiri
rektarheim, hava tey fólk
at koyra heim til tey
gomlu. Aftaná verður tjak
um hesin hátturin kann
brúkast her hjá okkum.
Á skránni er eisini ein
skal
lands-
útferð til Havnar, har
Marius Johannesen skal
greiða fólkinum frá,
hvussu tað er at vera pen-
sionistur í Feroyum.
Annars er yvirlitið
>Nordenskurser Bl«
komið fyri stuttum. Aftur
í ár hava felegini eina
rúgvu av skeiðum, sum
eisini feroyingar kunna
luttaka á. Í Feroyum
verður eitt skeið um Fer
oyar fyri lærarar og annað
skúlafólk seinastu vikuna
í juni.
Havnarmeist-
ara skap i fOt-
bolti
i vikuskiftinum verður
spælt um »havnarmeist-
araskapið< í fótbólti. Tað
eru tey trý fótboltsfel-
egini, HB, B36 og Fram,
sum hava tikið stig til
hesa kappingina.
Endamálið við kapp-
ingini er at savna pening
saman til fimm projek-
terar, sum skulu setast
upp á ovara velli í
Gundadali.
Fyrr í ár spurdu fót-
boltsfelegini stadion-
nevndina um
projekterarnar, men tá
einki kom burtur úr frá
stadionnevndini, keyptu
teir projekterarnar
sjálvi. Teir skulu setast
Í dag verða tveir fót-
bóltsdystir í Fuglafirði.
ÍF er 35 ár og hevur í tí
sambandinum eina
jubileumskapping. Kl.
13,30 spæla LÍF (2.
deild) og IF (1. deild) og
- Fótbóltur í
Fuglafirði
upp á skýlinum, soleiðis
at tað eisini ber til at
brúka vellin, tá tað er
myrkt.
Annars hava felegini í
ár leitað í nærri sam-
starv, soleiðis at tey
kunnu tala saman um
ynski frá myndugleik-
unum. Og hetta hevur
longu givið úrslit. Í gjár
skuldu felegini hava
fund við býráðsfor
mannin um ymisk viður-
skifti á stadionekinum í
Gundadali.
Kappingin byrjar í dag
kl. 15, tá Fram og B36
leika. Í morgin kl. 15
leikar vinnarin móti HB.
aftaná, ella kl. 17,00,
GI og B68 (bæði 1.
deild). Tey bæði vinn-
andi liðini spæla so
finaluna í morgin kl.
15,00.